Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nú steðgar kanska alt upp á Berjabrekku Uttan um felagið hevur Tórshavnar byråd tinglýst viðtokur fyri eigarafelagið >Berja- brekka«. Býráðsformaðurin hóttir nú við at steðga ollum arbeiði, um felagið ikki aktar Eingin endi tykist vera á trupulleikunum við íbúða- byggingini á Berjabrekku í Havn. Higartil hava vit mest frætt um trot á ar- beiðsmegi, og tað hevur staðið á at fingið byggitil- far, tað hevur verið óveð- ur, verkfall o.s.fr. Nú stendur stríðið um ognar- viðurskifti og myndug- leikan. Eigarafelagið held- ur Tórshavnar býráð fara út um alt semuligt mark í framferð síni móti eigara- felagnum. Fólkini eru flutt inn í tvær tær fyrstu lonirnar á Berjabrekku, men hvussu verður við teimum í triðju lonini er óvist. Tríggjar íbúðir eru so at siga lidn- ar, men býráðsformaðurin hevur sjálvur givið boð um, at tær ikki skulu ger- ast heilt lidnar, fyri at eingin skal flyta inn har. Tí áðrenn fleiri flyta inn, vil býráðsformaðurin hava eigarafelagið at undirskriva seg sum byggiharra, og tað vil fe- lagið ikki — Vit kunnu ikki skriva undir, fyrr enn yvirtekan er heilt greið, sigur Klæ- mint Olsen, formaður í eigarafelagnum »Berja- brekka«. Tað eru nógvir spurn- ingar, ið eigarafelagið vil hava greiði á fyrst. Skeyti við brekum? Eigarafelagið >Berja- brekka« varð innkallað til fundar við býráðið 24. no- vember. Tá ætlaði býráð- ið, at felagið skuldi skriva undir skeytini og harvið vera byggiharri. Men tað vildi felagið ikki. Eyka- aðalfundurin í felagnum nakað framman undan gjørdi greitt, at felagið ikki enn kundi gerast byggiharri, ikki fyrr enn spurningarnir vóru greið- ir. Harafturat sá nevndin í eigarafelagnum, at tey skrivaðu skeytini ikki vóru lýtaleys. Tey høvdu ymisk brek, sum máttu rættast fyrst. — Byrådsformadurin hevdi ætlad, at vit skuldu skriva undir å sama fund- inum, men tað vildu vit ikki. Tað er eisini óvanligt at krevja, at nakar skal skriva undir so týðandi skjel, uttan at hava havt meguleikan at gjøgnum- ganga tey fyrst, sigur Klæmint Olsen. Eingin útseting Felagið bað tí býráðsfor- mannin um at fáa minst 14 dagar til at hyggja at pappírunum og síðan koma við uppskoti til broytingar. Men tað ynskið varð ikki eftirlíkað, og felagið varð kallað til fundar aftur mánadagin í hesi vikuni. Tá vit fingu tey fundarboðini, skrivaði eg og bað um at fáa fundin útsettan, men í staðin fekk eg eitt hvast orðað bræv aftur, at fundurin ikki kundi útsetast, og at tað fór at fáa álvarsligar avleiðingar, skrivaðu vit ikki undir, sigur Klæmint Olsen. Tinglýst uttan góðkenning Mánadagin fekk nevndin í eigarafelagnum at vita, at býráðið av sínum einting- um hevur tinglýst viðtek- ur fyri eigarafelag uttan samtykki frá felagnum. — Viðtekurnar eru ongantíð samtyktar á nekrum aðalfundi, sigur Klæmint Olsen. Á sinni gjørdi býráðið eitt uppskot til vidtøkur, sum limirnir fingu send- andi. Uppskotið varð als ikki viðgjert á stovnandi aðalfundinum í vár. Eftir aðalfundin fingu nevndar- limirnir eitt nýtt uppskot til vidtøkur, og sambært tí skal býráðið góðkenna all- ar broytingar, ið gjerdar verða í viåtøkunum. Hes- ar vidtøkur hevur býráðið nú tinglýst. Sjálvt um eig- arafelagið fyri langari tíð síðan hevur gjørt býráðið vart við, at felagið ongar viðtekur hevur, og hetta kom eisini fram á eyka- aðalfundinum í heyst, sig- ur Klæmint Olsen. — Sjálvandi kann eig- arafelagið ikki góðtaka nakrar = viðtekur, sum ongantíð eru samtyktar av nekrum aðalfundi. Vit kunnu ikki góðtaka, at bý- ráðið á henda hátt trýstir nakrar vidtøkur niður yvir eitt virkandi felag, sigur hann Mist jarðarteigar Tað eru eisini aðrir stríðs- spurningar millum býráð- ið og eigarafelagið. Í summar fekk eigarafe- lagið at vita, at trupulleik- ar vóru við matrikulering- ini. Summastaðni er ein íbúð í erva og ein í neðra. Tung skýggj hanga yvir Berjabrekku Nr. 138 — 3. desember 1987 Fleiri lonir á Berjabrekku fara at standa í hálvum gekk) um býráðsfor- maðurin ger álvara av hóttanum sínum Tá fólkini keyptu, varð sagt, at afturat íbúðini í neðra hoyrdi ein jarðar- teigur uttan fyri húsini. Tær niðaru íbúðirnar vóru tað dýrari. Nú vísir tað seg, at teigurin ikki kann matrikulerast bara til aðra íbúðina, og býráðið hevur so gjørt av, at hesir jarðarteigarnir skulu vera partar av felagsekinum, men brúksrætturin er til- skilaður. — Longu í summar mót- mæltu vit, tí tað er munur á at eiga og at sleppa at brúka stykkið. Men bý- ráðið hevur als ikki lurtað eftir okkum, og fólkini hava goldið fyri teigin. Hatta er ein spurningur, ið átti at kunnað verið loystur. Eftir fundin við býráðið mánadagin, fekk eigara- felagið handað bræv frá býráðsformanninum, sum segði, at hann fór at steðga ollum útgjaldinum, skrivaðu vit ikki undir, sigur Klæmint Olsen. Hava goldið Eg veit ikki, hví by- ráðsformaðurin ger so. Pad skuldi verið nóg mik- ið av pengum til. Tað mest løgna í øllum hesum er, at fólkini í lon trý fyri lang- ari tíð síðan hava goldið fyri íbúðirnar, men tey sleppa kortini ikki at flyta inn. Men bæði tey, sum eru flutt inn og hini, sum framvegis bíða, eru øll í ringari steðu. Eisini tey, sum eru flutt inn, halda fram við at gjalda byggi rentu, so leingi alt tað for- mella við skeytunum ikki er greitt. — Og nú roynir Poul Michelsen at geva eigarafelagnum ábyrgd- ina. >