Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- - SS S0Sialurin Ein søga ur nåttarlivinum i Havn: Ein hending — Nr. 139 — 5. desember 1987 spas Nyggjasta: Åkæruvaldid hevur nu avgjørt at taka aftur kæruna til Landsrættin um úr- skurdin hjå Føroya rætti mikudagin. Hann er ti endalig- pong Ein 20 ára gamal maður, skuldsettur fyri rán og álop, Få noktar seg sekan. Fekk ikki frið og varð noyddur at berjast í sjålv- verju. Løgreglan og vitni: hann sló og sparkaði ferð eftir ferð svímaðan mann. Aftaná tømdi hann mappuna hjá honum. Foroya rættur: skuldset- ingarnar um rán og álop ikki nóg væl undirbygdar. Men maðurin er við rottum skuld- settur fyri harðskap 21 tímar eftir, at legreglan handtók hann, læt Feroya rættur mikudagin ein 20 ára gamlan mann leysan aftur. Rætturin helt íkki, skuldsetingarnar hjá ákæruvaldinum um rán og álop vóru nóg væl undir- bygdar. Tí vildi rætturin hverki fongsla mannin ella longja handtekuna tríggjar ferðir 24 tímar. So tá grundlógarav- hoyringin var liðug umleið klokkan hålvgum fimm mikudagin, kundi tann 20 ára gamli maðurin fara til hús aftur, eftir at hava verið næstan eitt samdøg- ur á Politigarðinum. Meguliga verður hann boðsendur aftur hagar. Tí ákærin avgjerdi alt fyri eitt at kæra úrskurðin hjá Feroya rætti til Eystara landsrætt Og skuldsetingarnar móti manninum standa við. Feroya rættur segði mikudagin, at hann við røttum er skuldsettur fyri harðskap. Noktar seg sekan Tann ungi maðurin noktar seg sekan í øllum ákærun- um í grundlógaravhoyr- ingini. Hann játtaði kort- ini at hava verið í slags- máli við tann 23 ára gamla mannin, sum klokkan stívliga tvey sunnunátt- ina varð funnin uttan vit, avbukaður, undir Glaðs- heyggi, við SOS-búðina. Men hann noktaði at hava tikið 500-600 krónur úr lummamappuni hjá tí 23 ára gamla. — Mappan lá á vegnum og eg tók hana og stakk hana í høgra reyvalumm- an hjá honum, segði hann í rættinum. Frágreiðingin hjá skuld- setta samsvarar annars ikki við frágreiðingar hjá vitnum, legreglan hevur avhoyrt. Ein maður, sum býr undir Glaðsheyggi, vaknaði av ganginum. Tá hann hugdi út, sá hann onkran standa undir ein- um ljósasteyra við onkr- um í hondunum, sum væl kundi vera ein mappa og pengaseðlar. Skuldsetingarnar um álvarsligan harðskap byggir løgreglan á viðferð- ina, tann 23 ára gamli hev- ur fingið. Hann varð lagd- ur inn á intensivu deild- ina, á átta, tá hann kom á Landssjúkrahúsið. Hann slapp heim seinnapartin mánadagin. Hann hevur fingið tenn skaddar, men annars er onki brotið, upp- lýsti ákærin í rættinum. Sparkaði og sló Men legreglan hevur ikki minst vitnisfrágreiðing frá einum pari aftan fyri skuldsetingina. Tey bæði fólkini komu framvið, til gongu. Letu seinni komu tey aftur framvið, nú í bili, og sóu, hvussu skuldsetti (sambært løgregluni) sparkaði og sló hin ferð eftir ferð í andlitið og kroppin. Hann skuldi eisini hava tikið í hárið á honum, reist hann upp og so sligið. Men alt hetta noktaði skuldsetti avgjerdur at hava gjørt. Hann greiddi frá, at teir báðir høvdu tikist eina góða letu. — Men so endiliga rakti eg hann ordiliga og hann lá. Eftir hetta læt hann hin hava frið, segði hann víð- ari. Og tá ein bilur kom júst tá, slapp hann sær til rýmingar. Tann 20 ára gamli játt- aði, hann hevði kenning leygarkveldið. Men hann mintist alt, sum hendi hetta kveldið og náttina við. Millum annað, at eitt par kom framvið, meðan teir lógu og bardust. Fekk ikki frið Hann greiddi eisini gjølla frá tí, hann upplivdi hend- an tíma frá tí, hann hitti tann 23 ára gamla og vin- tvær frágreiðingar mann hansara niðast á Tinghúsvegnum til hann vann slagsmálið undir Glaðsheyggi. — Eg sat í einum bili niðast á Tinghúsvegnum, tá tveir menn komu fram- við. Tann eini trummaði á takið á bilinum. Eg bað hann halda uppat. Men hann svaraði, at tað rak- aði ikki meg, eg átti ikki bilin. Eg fór úr bilinum at tosa við teir. Tá sló annar meg tvær ferðir á høkuna Eg bað hann koma burtur- frá, vildi hann berjast. Vit fara oman á Aarveg- in og standa har og práta, tá eg hoyri hin koma aftanfyri meg. Eg vendi mær móti honum og tá tekur hin, eg stóð og tos- aði við, í ryggin á mær. Eg skræði meg leysan, skumpi tann, sum beint var komin, frá mær og rann av stað út á Reyn. Tann 20 ára gamli greiddi síðani frá, at tá hann kom aftur á Ting- húsvegin eina letu seinni, vóru teir báðir har. Teir tóku í hann og tann eini sló hann nú triðju ferð. Rann undan — Eg rann nú undan nið- an eftir. Tá eg var komin niðan til Bileftirlitið, sá eg, at bara annar var eftir mær. Hetta var ikki tann, sum hevði trummað á bil- in og sligið meg. Eg orkaði ur. Tað var her, undir Glaðsheyggi, beint uttan fyri hjá fútanum, slagsmálið var millum tann 20 ára gamla føroyingin og tann 23 ára gamla danan sunnu- náttina ikki at renna longur og royndi at renna uttan um ein bil, sum stóð har. Men tað eydnaðist ikki at sleppa frá hinum og so fóru teir at berjast. Verjin hjá skuldsetta mótmælti harðliga krøv unum hjá ákæranum um fongsling ella longda handteku. — Maðurin royndi alt tað hann kundi fyri at sleppa undan hinum og fyri at sleppa undan slags máli. Men hann fekk ikki frið fyri teimum. Teir for fylgdu honum, so hann var noyddur at verja seg Og hann hevur ikki tikið pengar úr mappuni Rætturin helt, at um so er, skuldsetti hevur tikið úr mappuni, so er ikki tal- an um rán, tí onki er komið fram um, at hann hevur lopið á hin fyri at ræna pengar frá honum Tað kann tí í mesta lagi blíva talan um stuldur Heldur ikki er nóg væl undirbygt, at talan er um álop, segði rætturin. Men maðurin er við rettum skuldsettur fyri harðskap Legreglan arbeiðir nú víðari við málinum og tá hetta arbeiðið er liðugt avger fútin, um ákæra skal reisast móti tí 20 ára gamla manninum, sum mikudagin noktaði seg sekan skuldsetingum ákæruvaldsins. hd