Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn P/f Sosialurin Jan Muller Krisjan Dahl Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 . Utgevari rgdarblaðstjóri Fyritaksstjóri Blaðfólk Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Umstødur og úrslit TAÐ ER gerandiskostur, at tíð- indafólk og fjølmiðlarnir standa fyri skotum og fáa eina skoluna fyri og aðra eftir. Lesarin, lurtarin og síggjarin eru tó ofta í so skjót at generalisera og kolldøma alt tað, sum journalistarnir avrika. TAÐ ER sjálvsagt rættur brúkar- ans at kunna kritisera og finnast at, men vit koma heldur ikki uttanum, at ein partur av kritikk- inum og óngegdini við lítlu fjøl miðlaverð okkara stavar frá intuitivari samanbering við út- lendskar fjølmiðlar og fjølmidla- fólk. EITT NU hoyrir tú ofta fólk taka til: at útvarpið nyttar onki. Tað hevur bara tónleik og endursend ingar og týdd uttanlandstýðindi úr danska útvarpinum at bera okkum. At blødini eru endaleysar endurtøkur av hverjum ødrum, einki annað enn lýsingar, tey eru ov tunn í mun til blød sum BT og Ekstra Bladet, og um sjónvarpið siga tey, at tað rætt og slætt er ov lætt og lítiðsigandi. Tað kemur ikki donskum ella teimum nýggju fylgisveinarásunum til kníggja. Og soleiðis kundi tú hildið fram. TAÐ skal ikki her berast í bøtu- flaka við fjølmidlarnar ella okkara fjølmiðlafólk. Uttan iva er ein stórur partur av kritikkinum uppá pláss. Men brúkarin av okkara fjølmiðlum eigur ikki at gloyma at resursirnir, sum okkara heim ligu fjølmiðlar hava at taka av, eru, sammett við tær útlendsku, so evarska lítlir. Flestu blødini koyra so tungt fíggjarliga, at hóas tey fegin vildu tað, so kunnu tey ikki seta fleiri fólk. Og taka vit sjónvarpið, so húsast tað undir so trongum og vånaligum umstød um, at har ber rætt og slætt íkki til at gera tað, sum kemur nær námind tí útlendska TÁ HETTA er sagt, so mugu vit kortini viðganga, at útvarpið er kanska tann fjølmidlarstovnur, sum er frægast fyri í so máta. Ut- oddagrein varpið og fólkið har arbeiðir hava fingið so mikið góðan karm at virka í, at møguleiki er at gera veruliga dygdargott journalistiskt arbeiði. Tað veldst so um vilja, orku og evni leiðslunar og starvs- fólksins. VIT HAVA tí eisini nú í eina tíð kunnað fegnast um tær áhuga- verdu og upplýsandi sendingar- nar, sum tvær av útvarpskvinnun um hava lagt til rættis. Tað eru sendingar um fólk og livilikindi teirra. Hetta eru sendingar, sum ganga heilt inn at fólki og letur tey sjálvi greiða frá. Slíkt hevur útvarpið borið okkum av og á, men nú tykist tað mest sum at verða vorin fastur táttur, og tað kunnu vit bert fegnast um: hetta at tað verður gjørt eitt uppsøkj- andi arbeiði, har denturin verður lagdur á dialogin meira enn á monolog ella upplestur av tilfarin um. NU UM dagarnar vidgjørdu tær báðar útvarpskvinnurnar spurn- ingin um fosturvatnsroyndir. Lótu fólk sjálvi greiða frá egnum royndum og løgdu so upp til ein dialog, eitt pallborðsprát, har ym- isk fólk umboðandi ymsar stættir í samfelagnum og við ymsum áskoðarum søgdu sína hugsan. HETTA halda vit vera útvarp, tá tað er best. Tí kunnu vit sum brúkarar bert vóna, at nýggju og ungu útvarpsfólkini framhaldandi fáa møguleikan at brúka vilja og evni til at føra víðari hesa væl- valdu journalistisku kós, og vóna vit eisini, at hon verður in- spiratiónskelda hjá ødrum tíð- indafólki, bæði í útvarpinum og øðrum fjølmiðlum. ASANNAST skal tó, at ikki eru al- tíð vilji og evni nóg mikið til at rokka tí besta urslitinum. Um- hvorvið og karmurin at virka und- ir, mugu eisini vera í lagi. jamii TEL DE LØ ME EA A IVr. 139 5. desember 1987 SVerre Mid) rd vid Tord Niclas Sum samgongu- limur mást tú súpa tað súra eins væl og tað sota!!! … 2 Sverre Midjord, løgtingslimur Javnadar- floksins í Suðuroynni, hevur í hesi grein- ini at Tordi Niclasen, logtingsmanni hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, ti hann skal hava hott samgonguna, um eitt urslit av fiskivinnusamráðingunum við Sovjet verður, at russar fáa loyvi at brúka Drelnes sum uppskipingarhavn Sverre Midjord heldur hetta vera eitt kommunalt mål og spyr tinglimin hjå Kristiliga Fólkaflokkinum, hví hann tá verandi samarbeiði við russar verður steðgað. Hann nevnir í hesum vælingarnar ikki eisini setir fram krav um at sambandi um- av russiskum skipum á Skála og í Vági og søluna av rækjum til virkið á Oyri. Sverre skrivar: — Vil Tordur Niclasen inn í varman hjá teimum borgarligu, so skal eg minna hann á, at tað vóru teir, sum komu við russ- um til Feroya Tá ein lesur í blødunum, at nú hevur Tordur Niclasen úr Kristiliga Fólkaflokkin- um verið frammi við hótt- an til verandi samgongu, har hann sigur fra, at um loyvi verður givið russum at fáa umlastingarhavn á Drelnesi á Tveroyri — um hetta er treytin hjá russ- im, fyri at føroyingar skulu fáa fiskiloyvi í teirra sjogvi so vil hetta fåa avleidingar fyri samgong na. Tad vi siga, at so verður Kristiligi Fólka flokkurin ikki longur at rokna sum samgongufe- lagi Hetta er greið tala, men hóttanin hevur skeiva a- dressu. Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, at hetta hevur nak- að við samgonguviður- skifti at gera. Tí tað at russum er bjóðað ein um lastingarhavn á Drelnesi, er ein reinur kommunalur spurningur og sostatt einki uppskot frá Feroya Landsstýri, men eitt til- boð frá havnarnevndini hjá Tveroyrar býráð. Um hetta tilboð hevur meiri- luta í býráðnum, er ikki greitt, tí tað hevur íkki verið til viðgerðar í Tver- oyrar býráð. At tilboðið er frá havnarnevndini í Tver- oyrar býráð veit lands- stýrismaðurin Í kommunumálum, sum er umboðandi Kristiliga Fólkaflokkin. Men hver er so meiri- lutin í Tveroyrar havnar- nevnd? Tað er ein tjóð- veldismaður og ein fyrr- verandi landsstýrismaður Fólkafloksins. So um Tordur og Kristiligi Fólkaflokkurin ætla at sleppa verandi samgongu- feløgum og meguliga Framhald á síðu 17 Sverre Midjord: — Skeivt av Tordi Niclasen at koma við hóttanum