leygardagur 5. desember 1987síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
139 — 5. desembe
A
Foto: Kalmar
Tvær veðurbardar knýtt
ar hendur verða raktar
fram móti mær. Aftanfyri
sæst barnsliga, smílandi
eygnabráið, sum vil gleða
meg við eini gávu. Tað er
Ove Joensen úr Nólsoy,
sum spyr, hverja hond eg
velji?
Í einum evarskaliga lítl-
um sekundi hugsi eg: —
Bara hann ikki gevur mær
onkra virðismiklan lut,
sum eg ikki kann taka
ímóti.
Eg velji, og Ove heldur
síðani hendurnar aftur um
bak, blandar væl og virðis-
liga, og rættir síðan annan
nevan fram móti mær, við
lótum, sum fjaldi hann ein
gimstein í hondini.
Nú skal eg blunda, með-
an hann leggur gávuna í
hond mína, samstundis
sum hann biður meg ikki
hyggja fyrr enn hann
sigur til.
Eg so geri.
Tveir lutir merki eg í
lógvanum, og tá eg fái boð
um at hyggja, liggja tveir
skeljasteinar í alskyns lit-
um í hond míni. Teir eru
so vakrir, at eg beinanveg-
in hugsi, at hesar kann eg
fáa gjørt til eitthvert
prýði sum minni um hesa
skemtiligu letu saman við
Ova í barnaheimi hansara
í Nólsoy.
107
198 /
Hugleiðingar um eina vitjan hjá Ova Joensen, sála í Nólsoy:
l—
Roysnisverk og
menniskjansligt virði
Seinni gjørdi eg av, at
skeljasteinarnir als ikki
skuldu nýtast til prýði, ti
eg fór ongantíð at duga í
orðum at siga frá letuni,
tá eg hátíðarliga fekk
handað tveir skeljastein-
ar, sum vóru íeir virðis-
miklastu gimsteinarnir í
verðini. Ove hevði í síni
tíð heintað skeljasteinar-
nar á Fitjioyggjunum, har
hann búði eitt tíðarskeið.
Skeljasteinarir = fingu
síðan eitt fast pláss í
goymslu mínari, har teir
frameftir fara at liggja.
Av og á havi eg tikið teir
fram, hugt at teimum og
hugsað um Ova. Tað fari
eg frameftir at gera, nú
Ove Joensen ikki er mill-
um okkum meir.
Tá eg hoyrdi sorgarboð-
ini um Ova, leitaði hugur
mín beinanvegin til Nóls-
oyar og barnaheimið hjá
honum, har missurin sein-
astu árini hevur verið so
stórur. Mamma Ova, Ole-
vina, var stavnhaldið hjá
soninum, sum heilar
tríggjar ferðir legði út á
hav at rógva til Danmark-
ar. Eg hugsaði um mamm-
una, sum stillisliga segði
mær frá, hvussu bangin
og ótrygg hon hevði verið
um sonin á hesum ferðum.
Nú rann fram fyri meg, at
hon ongantíð aftur få» ot
vera ótrygg um Ova, og
hvussu nógv hesin trygg-
leikin kostaði eini
mammu.
Harnæst leitaði hugur
mín aftur til tær mongu
ferðiranr, tá eg sum blað-
fólk hevði hitt og skrivað
um legna nólsoyingin,
sum var so lættur at koma
á tal við.
Ikki allar royndir hans-
ara eydnaðust, og mangan
var hann fyri bakkasti,
men tó so — hann megn-
aði kortini at gera dreym-
in til veruleika — tann
stóra avbjóðingin, sum
hann persónliga hevði sett
sær fyri at vinna á.
Tí er tað bert so náttúr-
ligt fyri meg, nú at skriva
tí seinastu greinina um
Ova Joensen. Eg veit, at
honum hevði dámt tað
væl.
Tá alt hóvastákið var
av, ta ferðina, tá Ove kom
heim aftur úr Danmark,
setti eg mær fyri at gera
samreðu við hann. Tað
var tó eingin lett uppgáva
at fáa Ova á tal gjøgnum
telefonina, sum ljóðaði
upptikin, hverja ferð tú
lyfti horninum á.
Einastu ráðini vóru at
fara til Nólsoyar, men
fyrst var at ringja ymsa
staðni til bygdarfólkið í
Nólsoy at spyrja, um tey
høvdu sæd Ova har úti,
um hann var i bygdini
0.s. fr.
— Jú, hann var heima,
vistu tey at siga.
Síðan oman á strand-
farabátin at fregnast, um
teir hevdu fraktað kenda
nólsoyingin til Havnar
henda dagin. Nei, Ove var
heima. Teir bóðu meg
bara koma við. Eg so
gjørdi, og rætt var. Ove
var heima og vit prátaðu
allan seinnapartin, til
strandfarabáturin um
kveldið fraktaði meg aftur
til Havnar.
Hetta var ein av teim-
um degunum, tá tokan lá
stillislig oman yvir bygd-
ini og regnið bert hoyrdist
so hugnaligt inn gjøgnum
keksvindeygað, har vit
sótu og prátaðu um alt
millum himmal og jerð —
tó mest um tað, sum
seinni skuldi blíva til eina
grein í Sosialinum.
Ove var tíðindafróður
maður, og dugdi so ómeta-
liga væl at siga frå. Tað
veit alt Feroya fólk, sum
hevur fylgt við, tá hann
hevur verið at hoyra í Út-
varpi og aðrastaðni.
Hann var opinskáraður,
sum slík fólk ofta eru, ið
hava leitað langt burtur
úr heimlandinum og hava
upplivað so nógv, sum
5
|
|
Ove hevði. Hann var eisini
skemtingarsamur, tí hann
segði alt, sum kom fram í
huga hansara, og gjerdi
seg ongantíð til hátíðarlig-
an hevuðspersón, sum
visti og dugdi alt. Kortini
varnaðist ein beinanvegin,
at hóast hann var opin-
skáraður, so leyp hann
ongantíð framav. Hann
visti, hvussu langt hann
vildi fara fyri at nekta for-
vitni mítt, og hóast eg
royndi at eggja honum til
at siga meir, so var hann
treiskur. Innast inni var
Ove smæðin og vildi ikki
greiða frá, hverjar fram-
tíðarvónir hann setti sær,
eftir stóra roynisverkið,
hann hevði framt.
Nú kunnu vit siga so
nógv um at Ove Joensen
hevur lagt árarnar inn,
hevur róð seinasta róð-
urin, og hvat vit annars
nýta av myndberingum,
tá deyðin vitjar á so
óhóskandi hátt, sum tað
altíð kennist, tá ungfólk
og fólk í besta aldri verða
skrykt burtur. Viðvíkj-
andi Ova, so er myndaber-
ingin kanska ikki skeiv, tó
at tað altíð er torfert at
skilja.
Sum smágenta hoyrdi
eg ofta, tá tey vaksnu tos-
aðu saman, um fyribrigdi,
at ein maður hevði lagt ov
Síða 21
nógv fyri, hevði sprongt
seg sjálvan, ella spent
bogan ov hart, o.s.fr
Hetta var í eftirkrigsårun-
um, tá talan ofta var um
sjómenn, sum hevdu verið
fyri ógvusligum hending-
um.
Kanska legði Ove so
nógv fyri í lívsverki sín-
um, at rivur komu í lívs-
boga hansara. Kanska
hevði hann megnað at
fingið hesar rivur at vaksa
saman aftur, um lív var
honum lagað og hann
hevði fingið seinnu helvt
av lívsskeiði sínum á fold-
um, áðrenn deyðin náttúr-
liga kom til hansara.
Slíkir spurningar verða
ongantíð svaraðir, tá
deyðin óvæntað setir inn
og kvettir lívstráðin, og
tað noyðast ell menniskju
at góðtaka.
Eftir eru minnini, og eg
farið ongantíð at gloyma
letuna í barnaheiminum
hjá Ova, tá hann rætti
mær skeljasteinarnar,
sum eingin visti skuldi
blíva eitt virðismikið
minni um ein persón, sum
ikki er meira.
Dagny Joensen
—A—ATAAFFF|F———————————KHÆEÁ