Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1987síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

På 22 Eitt ljós / á gotu míni v/P.J. Sigvardsen Eitt Harrans nådiår »ÅAndi Harrans er yvir mær, av ti at hann hevur salvad meg, ti lat bera fåtækum gledi- bod. Sent hevur hann meg ut til at boda fang- um frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyð- steddum leysum, til at kunngera eitt Harr- ans nådiår.« (Luk. 4,18—19). Soleiðis endaði tann tekstur úr bók Jesaja profets, sum Jesus prædikaði yvir í sam- komuhúsinum í Nazaret, og tá ið hann so legði bókina saman og handaði tænaranum hana, hugdu hvers mans eygu upp á hann, og tey undraðust á tey lívssælu orð, ið komu av munni hansara. Ei undur i,at so var, ti at her stóð hin salv- aði Guds, fyltur av Heilagum Anda, og boð- aði sínum egna bygdarfólki stutt og greitt, hver gerningur hansara var: at bera fátæk- um gleðiboð, boða fangum frælsi og blindum sjón, sleppa neyðsteddum leysum og kunn- gera eitt Harrans náðiár. Av sonnum ein fagnaðar boðskapur, at Gud gloymir ikki tey menniskju, sum í roynd og veru kenna seg fátæk, hóast tey kanska eiga gilt av heimsins góðsi og glitri, men ikki tey veruligu virðini: frið við Gud og frið við næsta, frímóð, reinleika, heilagleika, tænara- sinni, sannan vísdóm — og síðst men ikki minst eina livandi trúgv á Jesus Kristus og vónina um eitt ævigt lív í Guds páradísi ! Hesi ævigu virði verða av Guds náði og mis- kunn rætt okkum eisini í hesum Harrans náðiári. „Hver tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini<, sigur Jesus (Jóh. 8,34), men enn verður ellum teimum boðað frælsi, ið syndin telir og trælkar, og ein og hver, sum tekur ímóti hesum náðarboðskapi í trúgv, verður frælsur og fríur, tí um »sonurin fríar tykk- um, tá skulu tit verða av sonnum frælsir« (Jóh. 8,36). Og so kemur Jesus eisini við ljósins gleði- boðskapi til teirra, ið blind eru. Og hver okk- ara er ikki av náttúru andliga blindur? Men hann er komin at geva okkum blindu sjón, so at vit av sonnum kunnu tekkja lívsins mið og mál, síggja, hverji vit eru, og hver Gud er, síggja, at hóast lívið mangan tykist tungt og vónleyst, so er tað kortini ikki tilvildin og hepisloysi, ið valda her í táranna dali. Nei, valdið eigur himnafaðir okkara, sum í há- sætinum situr, og tað er gott at vita, at hann hevur øll forløg okkara í síni almátshond, og at her niðri eru teir ævigu armar! Latum okkum tí, sum Guds orð sigur, ganga — eisini hetta náðiár — í trúgv leið okkara, alt meðan vit aftur og aftur lýða á henda lívssæla boðskap um frelsu og bjarg- ing frá synd og ævigum deyða. So vita vit, at vit eru á heimferð móti tí himmalska Jerúsa- lem. Náði, at hann fann meg, náði, at hann vann meg, náði, at hann bar meg heim til sin! (Hms 461) SS ———"i"núiøvidvGW.. Gudstænastur 2. sunnudag í advent Havnar kirkja: Ejvind Vilhelm Vesturkirkjan: Høgni Poulsen Argir: Kjartan Mørkøre Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd Vestmanna: Marjun Bæk kl. 12.00 Hvalvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00 Norðskáli: Emil Olsen kl. 17.00, ljósmessa. Bern úr Sunda kommunu syngja. Eiði: Emil Olsen kl. 19.00, ljósmessa. Bern úr Sunda kommunu syngja. Gjógv: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Æðuvík: Jákup Kass kl. 16.00 Rituvík: Salomon J. Joensen kl. 11.00, altargongd Selatrað: Peter Petersen kl. 12.00, altargongd Leirvík: Jákup Kass kl. 12.00, altargongd Klaksvík: Elsa Funding, altargongd Hvannasund: Jógvan Johansen kl. 19.00, ungdóms- gudstænasta Svínoy: Jógvan Johansen kl. 12.00 Miðvágur: Gerhard Hansen kl. 11.00 Servágur: David Johannesen kl. 12.00 Skúvoy: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Sandvík: Birgitte Johannesen kl. 12.00. T fyri orglið. Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00, barnagudstænsata. Talvan gongur til frama fyri Sunnudagsskúlan. Leiti: Bjarni Bæk kl. 12.00 Vágur: Bjarni Bæk kl. 15.00, barna- og foreldraguds- tænasta. Sunnudagsskúlabernini syngja. Talvan gong- ur fyri Sunnudagsskúlan. KFUK Sunnukveldið klokkan 20.30 verður almenn advents- samkoma. Inngangur við Mørkøre, presti, blandað kór drekka. Per Hgj- Havnar kirkju luttekur — upplestur gaard, fyrrv. fyristødumadur, endar. Samkoma teirra eldru við Emil Olsen, presti, verður mánadagin klokkan 15.00. Adventshugni. Ungmannadeildin metir månakvøldid klokkan 19.30. 4. grein (gamlir KFUK-skótar) meta týskveldið kl. 19.30 hjá Gisleyg Bonde, Villingardalsvegi 59. 100 Tórshavn beiða fulla tíð frá 1. og 31. desember 1988. vegna farloyvi til beiða 1/2 tíð, Sjúkrahússtýrið Umsókn við erður at alvan gongur Landssjúkrahúsið Vegna farloyvi verður sekt eftir tveim- um læknaskrivarum til psyk. deild at ar- januar 1988 ella eftir avtalu ávikavist til 30. november 1988 Eisini verður søkt eftir læknaskrivara heiliráðdeildina at ar- seinnapart, at byrja 1. januar 1988 og fyribils til 30. juni 1988. Løn og setanartreytir sambært sátt- mála millum Starvsmannafelagið og vriit av provtøkuskjali da umsjónarmanni- um, Landssjúkrahúsið, 100 Tórshavn. At meta Meta er vanligt orð og verður brúkt í so mongum forum. Metti Ólavur Símuni, so vóru báðir á ferð, um ferðin hevði ikki verið long. Enn eru fólk í Feroyum, sum minnast, tá ið menn bóru til metis, torv og so eisini teð. Metis er hvørsfall í eintali. Orðið meti verður soleiðis bent. Meti verður brúkt alt minni og minni. Fólk siga heldur fundur. Tá ið fólk koma saman um Guðs orð, ikki í kirkju, so siga nógv, at tey eru á meti. Hann talaði á møtinum. Vit hoyra mangan sagt og lesa eisini, at hann var ikki góður at meta, tá ið hann, sum maðurin segði, var upp á sín veg. Nú verður ofta sagt um fólk, at tey meta so illa upp, tey eru ov sein til arbeiðis. Ein maður stjórnaði kóri í mong ár, hann segði um tey, ið sungu, at tey mettu so væl. Í teirri tíðini, tá ið portur var ikki fyri rættar- munnanum, møttu dreingir; soleiðis segdu tey í summum bygdum. Fólk, ið hava verið nógv burtur í eðrum lond- um, helst i Danmark, brúka orðið at meta í forum, fólk flest siga ikki soleiðis. Ein maður segði: „Fyrstu ferð, eg metti Onnu, var á Olavsøku«. Mundu vit ikki heldur, vóru vit í hansara stað, sagt soleiðis: >Fyrstu ferð, eg hitti Ønnu, var á Olavsøku«? Ein kona talaði um eina bók, og hon segði: »Tad eru serliga fýra nevn, vit meta í bókini. Vónandi eru tey fá, ið soleiðis siga. Ein maður hevði verið úr bygdini leingi. Hann málbar seg soleiðis: >Fyrstu ferð, eg metti bygd- ini aftur, var i fjør«. Betur hevði hann málborið seg, segði hann: „Fyrstu ferð, eg var í bygdini aftur, var í fjør«. Sv. T. Læknavaktirnar Tórshavn: Kristianna Nordendal, tlf. 12979, leygardag og Andor Ellefsen, tlf. 12233, sunnudag. Eystur: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leygardag og Sigvald Kristiansen, tlf. 41517, sunnudag. Væl! komi ið Norðuroyggjar: Ólav- Utla barn ur Gaard, tlf. 56900 Vágar: Tlf. 32413 29. november fingu Anna og Hans Petur Suduroy (nordur): Tlf. Petersen, Leynar, eina 71560 dottur. Suduroy (sudur): Tlf. 73030 30. november fingu Inga og Hans Jacob Joensen, Sandavågur, ein son. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00 - 14.00. Tlf. 14544. Í. desember fingu Sanna á Krákusteini og Heðin Hansen, Tórshavn, eina dóttur. sui ASA Ve NNE Er NS