hósdagur 10. desember 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
vera heima
Torshavnar byråd ætlar at gjalda pengar til
born, sum ikki eru í kommunalari barnaans-
ing
Í september mánaði kom
býráðssamgongan í Havn
við uppskoti um, at foreld-
ur, sum ikki hava bern
síni í kommunalari barna-
ansing, í staðin skulu fáa
ein peningaligan styrk.
Barnaansingarnevndin
hjá býráðnum fekk litið
upp í hendur at gera eitt
nágreiniligt uppskot og
leggja tað fyri býráðið aft-
ur.
Uppskotið er á skránni
fyri býráðsfundin í kveld.
Men hvussu tað sær út,
hevur ikki eydnast at fing-
ið at vitað, tí tað var um
reppið, at uppskotið bleiv
liðugt til fundin í kveld,
og sosiala nevnd fekk tað
ikki fyrr enn í gjár at taka
steðu til.
Ætlanin er, at øll børn
upp til sjey åra aldur, sum
ikki eru i kommunalari
barnaansing, skulu hava
pengar. Byrådid hevur
fingið nýggja telduskipan,
sum kann halda skil á,
hverji bern hava
kommunala barnaansing,
og tey, sum ikki eru skrá-
sett har, skulu í staðin
hava pengar. Eisini tey,
sum eru í sonevndari
svartari dagrekt.
Ikki liðugt
— Vit hava ikki tosað alt
igjøgnum enn, segði Lis-
beth L. Petersen, for-
kvinna í sosialu nevnd,
týsdagin. Tað er annars
umsitingin í býráðnum,
sum hevur gjert alt ar-
beiðið. Umsitingin hevur í
seinastuni arbeitt uttan í-
hald við at talt bern og
roknað út upphæddir.
Býráðssamgongan ætl-
aði, at: stuðulin til tey,
sum hava bern síni heima,
skuldi veitast sum skatta-
lætti. Men tí var lógar-
heimild ikki fyri. Ætlanin
er tí í staðin at lata peng-
———
arnar sum veiting, út-
skrivað til barnið. Lisbeth
L. Petersen væntar ikki,
at veitingin harvið verður
skattað, men skal hon tað,
noyðist býráðið at viðgera
uppskotið av nýggjum.
Hvussu stór upphæddin
verður, dugdu hverki Lis-
beth L. Petersen ella
Eyðun Jensen, leiðari á
sosialu deild, at siga týs-
dagin. Í upprunaliga álit-
inum hjá samgonguni
varð nevnd ein upphædd
millum 10.000 og 12.000
krónur um árið fyri hvert
barnið, sum ikki er í
Tey born, sum ikki er í
kommunalari = barnaans-
ing, skulu í
pengar útgoldnar, heldur
staðin hava
býráðssamgongan í Havn
kommunalari barnaans-
ing. Ætlanin er, at skip-
Tveir ringvegir
Líkt er til, at um nekur ár
verða tveir ringvegir í
Marknagili í Havn. Annar
Marknagilsvegurin og hin
úr Oyggjarvegnum oman-
fyri Hotel Borg og oman í
Marknagilsvegin.
A fundi í kveld er vega-
gerðin í Marknagili á
skránni. Ein meiriluti í
byggi- og býarskipanar-
nevndini og ein meiriluti í
teknisku nevnd mæla til
at halda fram við at gera
anin skal virka frá 1.
januar.
randi
Marknagilsvegin av
nýggjum heilt út til
brúnna. Samstundis verð-
ur mælt til at fara undir
projektering av einum
ringvegi ovari, omanfyri
hotellið. randi
Nr. 141 — 10. desember 1987
Ætlanin er at byggja
eina heilsumiðsteð í
Havn til fýra kommunu-
læknar, heimasjúkra-
systrarnar og meguliga
ein sosialráðgeva. Tað
hava sosiala nevnd og
fíggjarnevndin mælt til,
og býráðið skal viðgera
uppskotið á fundi í
kveld.
Í Havn eru seks
kommunulæknar. Leingi
hevur verið tosað um at
fingið eina læknamið-
stød til teirra — í fyrsta
umfari til teir tríggjar
kommunulæknarnar,
byggjast í Havn
Á býráðsborð í kvold
sum eru í leigaðum høl-
um, og læknanum, sum
er í gamla læknahúsin-
um í J. Paturssonar-
getu. Læknahølini eru
bæði ótíðarhóskandi og
torfer at koma til.
Ein arbeiðsbólkur
hevur arbeitt við målin-
um, og uppskotið hjá
bólkinum hevur verið til
ummælis hjá kommunu-
læknunum, Havnar
sjúkrakassa, heilsu- og
heimasjúkrasystrunum
umframt hjá hinum
kommununum í Suður-
streymoyar læknadømi.
Eftir uppskotinum
skulu fyra samstarvandi
kommunulæknar husast
i heilsumidstødini um-
framt heimasjúkrasyst-
rar og kanska eisini ein
sosialráðgevi. Øki skal
eisini leggjast av til
Skodsborg, sum ætlar at
byggja nytt hus. Tad
húsið skal vera ein sjálv-
stødugur partur av
heilsumiðsteðini. Eisini
skal kannast, hvar mið-
stød til hinar kommunu-
læknarnar skal byggj-
ast.
randi
Dagstovnafelagið
fund við býráðið
Skulu tosa um húsakeyp
Í morgin fer nevndin í
Dagstovnafelagnum at
tosa við barnaansingar-
nevndina hjá Tórshavnar
býráð — Poul Michelsen,
Lisbeth L. Petersen og
Leiv Johannesen — um
húsið, ið Dagstovnafelag-
ið ætlar at keypa.
Tað var longu í summar,
at Dagstovnafeiagið fann
eini stór sethús í Havn at
keypa til dagstovn. Felag-
ið gjørdi síðan uppskot til,
hvussu innrættingin skal
Hetta eru húsini, sum Dagstovnafelagid ætlar at keypa til dagstoun
broytast og til normering-
ar av starvsfólki. Dag-
stovnafelagið hugsar sær,
at 20 barnagarðsbern og
10 vøggustovubørn
kunnu ansast i håsunum,
um tað verður keypt og
innrættað sum dagstovn-
ur.
Tórshavnar býráð hevur
í prinsippinum játtað at
veita fígging eftir vanligu
reglunum. Men býráðið
vil hava eitt orð at siga
viðvíkjandi = setan av
starvsfólki, og uppskriv-
ingin hjá býráðnum skal
umsita, hverji børn koma
við. Hesar treytir góð-
tekur Dagstovnafelagið.
Dagstovnafelagið hevur
sent ætlanina til góðkenn-
ingar hjá Almannastov-
uni, sum tó fyrst vil hava
skrivligt svar frá býráð-
num um góðkenning.
Dagstovnafelagið hevur
fingið játtan um fígging
frå peningastovnunum.
randi