Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 10. desember 1987 Atli loysti gordiska knútin Um somu tíð sum teir báð- ir leiðararnir fyri stórveld- ini Sovjetsamveldið og USA samdust um at taka eitt týðandi stig heims- friðinum til frama, var stórt rok í Tinganesi um eitt tyrlukeyp. Stríðið í Tinganesi snúði seg um, at Lasse Klein, landsstýrismaður, hevði keypt eina tyrlu fyri 6,4 milliónir uttan at hava fulla heimild aftan fyri seg. Sum seytjandi lim- urin í landsstýrissam- gonguni var legtings- maðurin Tordur Niclasen ikki sinnaður fyri tyrlu- keypinum og hesum hevði hann boðað frá framman- undan. Sostatt hevði sam- gongan ikki meiriluta aftan fyri seg í løgtingin- um fyri hesum keypi. Allan týsdagin varð dúgliga gitt hvussu hetta fór at spæla av. Nýval varð gitt, og sum annan meguleika, at Lasse Klein legði frá sær. Men, sum ikki eina ferð, loysti Atli Dam, løgmadur, hin gord- iska knútin. Atli Dam skeyt upp, at langleiga tyrluna istadin fyri at keypa hana, og so- statt hevur landsstýrið ikki handlað í heimildar- loysi og stríðandi partar- nir, Lasse Klein og Tordur Niclasen, vóru væl negdir báðir tveir. Lasse sigur seg hava fingið tað hann vildi uttan at hava mist andlit, og Tordur heldur seg hava givið Lassa ein dyggan frammaná. Betur kann tað neyvan verða! Dýrari enn keyp Málið kundi neyvan verða loyst á annan hátt, hóast hetta at langleiga var ein dýrari loysn enn um landsstýrið, sum upp- runaliga ætlað, hevði keypt tyrluna. Beint eftir samgongu- fundin týskveldið segði logmaður, at heimild var og er ikki fyri tyrlukeypin- um. Eisini sjálvt um Tord- ur Niclasen hevði havt givið samgonguni tilsegn í góðari tíð um at með- virka til at formalisera spurningin, so var heim- ildin kortini ikki til staðar. Men, legði legmaður afturat, tá var landsstýrið í eini líknandi steðu, sum ikki bert hetta landsstýri, eisini undanfarin, fleiri ferðir hava verið í, at nakað verður formaliserað aftaná, sum semja er um, við at fara í tingið við tí. Hesin meguleikin er ikki hesaferð, og tí skeyt log- maður upp at langleiga tyrluna ístaðin fyri at keypa hana. men Langleiga gjøgnum SB Eftir semjuni, sum nú er gjørd, letur Landsstyrid S.B. Finans keypssått- målan og er harvið leyst av ognarskylduni. Síðani er samgongan samd um, at tann peningur til rakst- ur av tyrlu, sum er avsett- L ISSOe fekk fekk sínar tvær tyrlur, men at hann handlar í imildarloysi kostaði samfe- lagnum 360.000 krónur eyka. ur á fíggjarlógini, verður verandi soleiðis at Strand- ferðslan kann leiga tyrl- una, um okkurst berst á tyrluflúgvingini, sum er í dag. Nýggja tyrlan er langtíðarleigað yvir trý ár, og tá ber til hjá lands- stýrinum at taka steðu til, um tað vil keypa tyrluna. Nær skal eitt mál í tingið? Sum skilst eru reglurnar um nær eitt mál skal játt- ast í tinginum ikki heilt greiðar. Hetta nam Atli Dam eisini við og nevndi sum demi, at tá Mykinesbátur- tvær milliónir ugt, at hetta fór í tingið men skal t.d. "Strand ferðslan keypa fýra las bilar fyri seks milliónir, er hetta ikki neyðugt. Leg maður helt, at rættast er at gera greiðari reglur á hesum tað slepst = undan tílíkum óhepnum steðum, sun landsstýrið nú kom í ekinum, so tor.- Lógarsmiðirnir gloymdu bussar og lastbilar Sambært ferðslulógini eru lastbil- og bussførarar undan- tiknir at missa koyrikortið hóast teir koyra 20 ella 30 km/t meira enn loyvt er. Hetta hevur logtingið nú rættað Eftir øllum at døma hava teir lógarsmiðir, sum gjørdu seinastu broyting- arnar í ferðslulógini, heilt gloymt bussar og last- bilar. Ferðslulógin varð sein- ast broytt i fjør og tå kom nýtt brot í lógini, sum sig- ur, at koyrir tú meira enn 20 km/t omanfyri teimum loyvdu 50 i bygdum eki, kanst tú missa koyrikort- ið. Millum bygdir er regl- an 30 omanfyri teir loyvdu 80. Men einki stendur í lóg- m.a. lastbilar og bussar, sum av trygdaror- søkum bert mugu koyra 50, 60 og 70 km/t. Hetta heldur Samferåslunevnd- in hjå Løgtinginum vera skeivt og hevði ti eitt broytingaruppskot til ferðslulógina, tå hon kom til triðju viðgerð á tingi týsdagin. Tað tóktist, sum breið semja er um at gera hesa broyting í lógini, men av eini ella aðrari orsek var? atkveðugreiðslan útsett til seinni fund. tór