Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 10. desember 1987 Føroyingar bodnir til Bretagne Hvat hava Feroyar og Toscana, landsparturin í Italia, felags? Um ikki annað, so eina innbjóðing frá »Le Grand Huit« um at vera við í »Carrefour des régions d'Europe« i november næsta år. »Le Grand Huit« (stóra áttatalið) er mentanarhúsið i Rennes, hevuðsstaðnum í lands- partinum Bretagne. Og >»Carrefour des régions d'Europe« er ein stevna fyri landspartar- nar f Europa. Hon hevur júst verið fyrstu ferð og umframt Bretagne vóru Galisia í Spania og Groningen í Hálandi. Bretagne verður við hvert ár og síðani verða bodnir tveir aðrir lands- partar við. Og í 1988 vera gestirnir Feroyar og Tos- cana. Gott hugskot Hugskotið til hesar stevn- ur eigur Pierre Debauche, stjóri fyri >Le Grand Huit<. Og hugskotið varð hildið vera so framúr gott, at Pierre fekk stjórastarv- ið fyri tað. Tað var soleiðis, at tá sekt varð eftir stjóra, blivu umsekjararnir bidnir um at greiða frá, hvat teir ætlaðu sær at gera í starvinum. Pierre greiddi væl og virðiliga frá uppskoti sínum um »Carrefour des régions d'Europe«. — Eg var 15 åra gamal, tá annar heimsbardagi endaði. Mín áskoðan er, at tað er lættari at fáa fólk í teimum ymsu londunum at skilja og virða hvert annað, um vit lata fólk úr landspertum hittast í staðin fyri at skipa fyri stórum tiltøkum fyri heil- ar tjóðir, sigur Pierre De- bauche, sum sjálvur triði hevur verið í Feroyum nakrar dagar á kanningar- ferð. Hinir eru Rémi Le Meur, leiðari fyri »Carre- four des régions d'Europe« og Bent E. Jørgensen, stjóri á »Insti- tut Culturel Danois« í Rouen. Teir triggir fara aftur til Fraklands i dag. List, visindi og handil »Carrefour des régions d'Europe« er ein sera um- fatandi stevna. Her er tón- leikur, myndalist, filmur, leiklist, visindi, handil, átrúnaður og annað vid. Framsyningarnar vara ein månad og framførsl- nar eru i 14 dagar. Skipað verður fyri fund- um millum politikarar, millum fólk í útbúgving, millum vísindafólk og handilsfólk í teimum trim- um landspertunum hitt- ast og gera sáttmálar. Enn eru fyrireikingar- nar komnar so stutt, at ikki ber til at siga, hver fer til Bretagne úr Fer- oyum næsta ár. Men tað skilst, at dentur verður lagdur á tiltøk, sum um- boða nýskapandi rák í før- oyskum mentanarlívi, heldur enn traditionellar framferslur. Tað er longu greitt, at ætlanin er at fáa ein báta- byggjara til Bretagne at byggja eitt fýra- ella seks- mannafar. Nógvir landspartar »Carrefour des régions d'Europe« var fyrstu ferå í år og Pierre Debauche svarar læandi »um 70 år«, tå hann er spurdur, nær hann væntar, fólk úr øll- um landspertum í Europa hava verið í Bretagne. Tí landspartarnir eru 157 í tali, hevur hann talt seg fram til. Men í 1992, sigur hann, er ætlanin at allir tíggju, sum hava verið tey fimm fyrstu ár- ini, skulu savnast til eina serliga stóra stevnu. Bent E. Jergensen greiðir frá, at hann er komin upp í fyrireikingar- nar, tí »Le Grand Huit« bað hann koma við upp- skoti um danskan lands- part. — Av tí eg eri í ferð við at leggja til rættis eina Síða 5 Landspartastevnan í Bre- tagne er ikki eitt tiltak vid finum, almennum degurð- um fyri serliga innbodn- um. Og tað eru heldur ikki rikisleidarar ella ráð- harrar, sum seta hana. Í ár vóru 70 ymisk tiltøk í 22 býum og bygdum í Bretagne, har 3 milliónir fólk búgva. føroyska ferðaframsýn- ing, sum byrjar næsta heyst og skal ferðast í Frakland í trý ár, skeyt eg upp at bjóða Feroyum í staðin tyn donskum landsparti. hd Tiggju síður við ákærum Tað tók ákæranum, Magnus Møller, 18 minuttir at lesa åkæru- ritið móti einum 24 ára gomlum dana í Feroya rætti í gjáramorgunin. Og tá las hann skjótt. Tann ungi danin er ákærdur fyri knappliga hálvthundrað lógarbrot. Hann er ákærður fyri svik, tilsamans 622.801 kr., í Danmark og Feroy- um, fyri at royna svik, 150.000 kr. og fyri ikki at hava hildið leasingsátt- málar, 232.000 kr. Maðurin er eisini ákærd- ur fyri at hava koyrt bil og buss uttan koyrikort, fyri skjalafalsan og fyri at hava búð i Føroyum uttan at vera tilmeldaður hjá fólkayvirlitinum. Eisini er hann ákærður fyri at hava havt fólk í ar- beiði í Føroyum, uttan at vera skrásettur sum ar- beiðsgevari. Danin kom til Feroya í juli at vitja ein landsmann her. Ætlanin var bara at vera her fýra dagar. Men hann bleiv verandi. Og 14. oktober varð hann fongsl- aður í grundlógaravhoyr- ing, við rettum skuldsett- ur fyri svik. Hann er enn í geglinum. Tað umfatandi sakar- málið (eini 400 skjøl) móti honum byrjaði í gjár kl. 9.00 og helt fram til mid- dags. Tað skuldi síðani halda fram kl. 15.15. Í dag er so ætlanin at avhoyra 12 vitni. Maðurin brúkti ikki sítt rætta millumnavn í Fer- oyum og hann upplýsti eisini skeivan fødingar- dag, segði seg vera feddan 15. august 1957, hóast hann er feddur 16 november 1963. Maðurin noktar seg sek- an í teimum tungu ákær- unum, eitt nú um svik. FRÍGGJADAGUR 30. JANUÁR 1987 Avdúking! hjá Soleiðis fært tú sprutt á ødrum | seruleikanum kunnu vit fáa so nógs brennivin okkum hstir is kann ein fáa á Likningarradnum, annadbvørt vid at siga | | veg sera ein annan person sum íkki skildar skatt og ikki hevur | | heintað kortið ella vid at: meta upp við falskari Fullur u fra einum, | Fridomd! Tað var ikki skjalafalsan, tá tvey starvsfólk á Dag- blaðnum fyrst í hesum ár- inum fingu útflýggjað skamtanarkortið hjá ein- um starvsfelaga Tey bæði eru tí fríkend Og statskassin skal rinda sakarmálsútreiðslurnar, millum annað 1.200 kr. til verjan. Hetta er niðursteðan í dómi, Feroya rættur feldi í gjár Tvey fólk á Dagblað- num, ein blaðmaður og ein skrivstovukvinna, vóru ákærd fyri skjalafalsan og kravd demd í fongsul, tí kvinnan fór á líkningar- deildina í Havn og bað um at fáa kortið hjá eini aðr- ari kvinnu, sum arbeiddi á Dagblaðnum. Hon segði bara navn hennara og feð- ingardag, fekk kortið og skrivaði navn hennara á kvittanina. Hon sýndi onga fulltrú frá teirri, sum átti kortið. Men hendan visti av tí og hevði givið loyvi til tess. Dagblaðið gjerdi hetta tiltakið fyri at prógva, at væl ber til at fáa bæði kort og váttan hjá eðrum uttan at hava fulltrú frá viðkom- andi. Og hetta verður nógv brúkt, skrivaði blaðið, tá tað sjálvt av- dúkaði tiltakið. Feroya rættur sigur, at soleiðis, sum ákæran er orðað, ber ikki annað til enn at fridøma tey bæði Dagblaðsfólkini. Tí talan er ikki um skjalafalsan. Tann, sum átti kortið, hevði givið loyvi sítt til, farið varð eftir tí á tann óvanliga háttin. hd Børn og ung Til henda aldurin eru ym isk endurskinssløg at seyma upp å klæðini. Sita tey a røttum tey eins væl og endur- skinsspjaldrid (si mynd ina): Nogv best sæst tú hevur tú bæði endur skinsspjaldur og að endi Smærru nin eru aseym irskin best tr ymadum endur bondum á yvir Verið "um hyggin við børnunun latið tey siggjast í myrkri klæðunum fi Verid umhyggin stadi, virka yggjad” Fun se nýtið endurskin!