Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari: Ábyýrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfótk: ljósmyndari: Uppseting: Prent: Stedgid ikki skipa- byggingini MIKIÐ kjak hevur tikið seg upp um framtíðar skipabygging. Ser- liga nútá ein av tinglimunum í landsstýrissamgonguni hevur boðað frá, at hann fer ikki at taka undir við einum tí einasta loyvi til nýggj skip, sum hetta landsstýrið tekur avgerð um. HETTA eru bæði kontant og hørð orð. Spurningurin er tó, hvussu nógv hesi orð eru umhugsað, áðrenn tey vóru skrivað og søgd. TAÐ ER greitt, at tað stendur ikki væl til hjá stórum parti av okk- ara fiskiflota. Ikki bert teir stóru og dýru svartkjaftatrolararnir hava trupulleikar, men eisini stórir partar av verandi feskfiska- flota. Tað, sum hevur fingið bik- arið at flóta yvir hjá umrødda tingmanni og ødrum við, er ikki minst staðan hjá okkara nyggj- astu svartkjaftaskipum. Hetta eru dýr skip, sum skulu fiska nógv fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tað eru fleiri meiningar um, hvussu rætt tað var at geva loyvi til bygging av so nógvum svartkjaftaskipum, áðrenn vit við vissu kundu siga, at her var talan um lønandi vinnu. MEN harfrå og so til at skera yvir ein kamb og siga, at nå skulu ikki fleiri skip byggjast yvirhøvur, tað megu tey fægstu av okkum taka undir við. Og tískil man hasini eini tingmaðurin fara at standa nakað einsamallur tá avtornar. TÍ hverjar metingar hann enn hevur gjørt sær av støduni hjá svartkjaftaflotanum serliga, so skerst ikki bertur, at tað er bæði rætt og neyðugt at fylgja útvikl- inginum í flotanum annars og skifta skip út har hetta gevur besta úrslitið í longdini. Sum eitt nú talan er við útróðrarflotanum. Demi um hetta eru Saturn 3 hjá vágbingum, sum kom ístaðin fyri ótíðarhóskandi útróðrarbát. Her eru bæði talan um at fáa fiskin betur hagreiddan til lands og at skapa teimum monnum, sum skulu balast á sjónum dag og nátt, betri umstødur at virka und- ir. Hetta er jú teirra livibreyð. Um slíkar nýggjar iløgur tá fara at gkja um trýstið á stovnarnar, er so ein annar spurningur. Men hetta átti ikki at verðið neyðugt, tí kunnu vit fáa betri fisk til lands og fáa meira fyri hann, tá nýtist okkum ikki eins stórar nøgdir av fiski, sum verandi skip. TAÐ ER ov stuttskygt og ov trongskygt at halda, at fyri tað um partar av fiskiflotanum eru í trupulieikum, so skulu vit gevast at byggja nýggj skip. Harfyri er ikki sagt, at vit eiga at vera meira umhugsnir og varnir, tá talan er um at byggja nýggj og dýr skip til fiskiveiði, ið kanska longu frammanundan er kolldømd. OG SO er tað spurningurin um tey mongu arbeiðsplássini á ver- andi skipasmiðjum. Og har eru mong hundrað. Seta vit bann fyri at byggja fleiri skip, so gerast hesi mongu fólk arbeiðsleys og vit fara at hava ilt við at koma í gongd aftur við skipabygging, tá hon einaferð aftur verður aktuell. Tað bæði er hon og fer hon altíð at vera. jamii tidindabladid Nr. 141 — 10. desember 1987 Fiskasølan Tey, sum lesa bleðini, hoyra útvarp og síggja sjónvarp, hava tann (iva- sama) heiður ofta at hoyra fiskaselustjóran, Birgir Danielsen, úttala seg um ymisk samfelagsmál. Hann er sera ósmæðin og bersegin — leggur ikki fingrarnar í millum. Hann hevði ein ótrú- ligan myndugleika í sam- felag okkara, og hann aftr- aði seg ikki at brúka henda myndugleika. Tað var hann, sum fyri skjótt nógvum árum síðan segði føroyingum, at nú máttu teir spenna lívreim- ina, byggja smærri set- hús, keypa færri og smærri bilar o.s.fr. At fiskaselustjórin sam- stundis kundi byggja stór og stásilig hús og koyra í dýrastu bilum — loysa reimina enn nekur hol — var onnur sega. Sjálvsagt visti Birgir Danielsen alt um fiska- prísir og inntekumegu- leikar landshúsarhaldsins, tí hann sat jú omaná 90% av øllum útflutningi land- sins. At hesin vismadur onk- untíð fór skeivur í sínum »greidu« og avgjørdu út- talilsum, var einki at siga til, tí maðurin dugir sær ikki hógv, men úttalar seg um alt handa slag. Hansara ótrúligi hugur at trína fram og siga sína hugsan um øll verðsins viðurskifti, gjørdi, at blað- lesarin, útvarpslurtarin og nú sjónvarpssíggjarin ikki longur kenna sama myndugleika hjá hesum manni. Hevði maðurin virkað í sterri mun fyri at nútím- ansgera okkara fiskaselu- verk, heldur enn so av- gjørt at gera seg vísan á ekjum, hann einki skil hevur á, so hevði virðingin varað við og tá hevði hann verið Feroyum til sterri gagn. Úttalar seg vegna Fiskasøluna Seinasta bragd Birgirs Danielsen er hansara opin- lýsa undirtøka av mið- savningarpolitikki Poul Michelsens, tá hann við 14. September tann 28.11. 87 sigur, at tað einasta hann kann siga um megu- ligan útflutning av alifiski loftvegis er, »at úr Vágum flyta vit ikki ein stert út. Til tess eru umsteðurnar alt ov vånaligar«. Frammanundan sigst og flogvøllur »vismadurin« at hava sagt blaðmanninum: »Skal tal- an nakrantíð verða um at flyta fisk út við flogfari, mugu vit fáa ein nýggjan flogvøll, ti úr Vágum letur tað seg ikki gera«. Samreðan ber týðiligt brá av, at Birgir Daniel- sen frammanundan er sannførdur um, at í Vág- um fara tey flogfer, sum Fiskasølan kann brúka, ongantíð at kunna lenda. Hvar hevur hann fingið váttan um tað? Er veruligur áhugi hjá Feroya Fiskaselu at gera nakað við útflutning av fiskaverum loftvegis, so átti hon at rådført seg við fólk, sum hava skil á slik- um. Tað er helst lítið at iv- ast i, at flogfør finnast, sum kunnu flyta vørur Fiskasølunnar til ein- hvenn hugsandi markn- aða. Alarar eiga sjálvir at kanna Um tað skuldi havt týdn- ing fyri alarar, at fiskur varð fluttur av landinum við flogfari, so eiga teir at finna fólk, sum hava áhuga at kanna málið út í æsir. Vísir tað seg at vera lenandi at flyta fiskaverur út loftvegis, so eiga út- vegir at finnast fyri tí. Sjálvandi finst loysn fyri tí vesturi í Vágum. At fáast við fólk, sum frammanundan greitt hava tikið ta stødu, at >úr Vágum fara vit ongantíð at fligva«, tað er burtur- spilt. 02.12.87 Hans Jergensen P.S. Í Dagblaðnum hevur Ó.J.R. sjálvandi skundað sær at tosa við ORAKL- IÐ Birgir. Henda sam- reðan prógvar bara betur enn nakað annað, at Birg- ir úttalar seg um mál, sum hann einki skil hevur á. Spell, at ein slíkur ama- terur ikki tosar við fak- fólk, áðrenn hann kastar torvmold í eyguni á fólki. Birgir Danielsen átti at kent sær sterri ábyrgd. Tað einasta tú við vissu kanst fáa burtur úr sam- røduni er, at Birgir Daniel- sen, sum er næststersti kundi hjá Flogfelag Fer- oya, tímir ikki at brúka tíð til at ferðast um Vágar, tá hann kemur og fer uttan- lands. Álvaratos, hava tit so nógv ímóti at ferðast, selj- ið so Fiskasøluborgina til Poul Michelsen, og byggið tykkum nýggja borg vest- uri við flogvøllin í Vágum. Tað man vera skilabetri enn at gera nýggjan flog- vell á Glyvursnesi. HJ.