hósdagur 10. desember 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
So kom hann — fyrsti før-
oyski skeljatrolarin. Og
tað eru vågbingar, sum
her seta skjøtil å vid
kombinerada skelja- og
rækjutrolaranum ANGO,
ið partafelagið »Atlantic
Shellfish« við Danjal
Johan Godtfred o.ø. hevur
latið byggjað á Langsten
skipasmiðjuni í Noregi
Trolarin kom til Feroya
leygardagin og mána-
dagin var hann framsýn-
ingartúr, har teir m.a.
dreggjaðu eftir skeljum
undir Feroyum.
Hevuðsmaður aftanfyri
hesa nýggju roynd innan
føroyska fiskivinnu er
eingin mætari enn Danjal
Joensen Godtfred í Vági,
sum fyri skjótt 10 árum
síðani var ein av slóð-
brótarunum á rækjuveiðu
við Svalbard.
Sjálvur skal hann fera
hetta nýggja skipið, men
tað er við blandaðum
kenslum, at hann nú enn
einaferð heldur leiðina til
Vágbingar fyrsti at byrja skeljaveiðu á fjar-
leiðum við nýggja skeljatrolaranum Ango
Svalbard. Hesaferð er
nevniliga talan um at
royna eina fyri okkum før-
oyingar heilt nýggja veiðu
á fjarleiðum, nevniliga
skeljafiskiskap.
Góðar vónir
— Sjálvur havi eg nógvar
royndir við trolarum, men
tað hevur so verið eftir
toski og rækjum. Tað ein-
asta eg kenni til skeljar, er
frá tveimum vikum um-
borð á einum norskum
skeljatrolara, so tit kunnu
ætla, at eg og restin av
manningini eru spentir,
sigur Danjal Johan God-
fred, sum tó ikki ivast i, at
tað skal fara at laga seg.
Hann vísir til teir
norsku bátarnar, sum
hava verið á skeljaveiðu í
eina tíð. Hóast ikki allir
klára seg líka væl, so eru
nakrir av teimum, sum
hava fingið sera væl
burtur úr. Og tað eru skip
av nærum sama slag sum
Ango.
— Vit vita, at tað er væl
til av skeljum, og norð-
menn hava prógvað, at
hetta er rætta skipið til
hesa veiðu, so nú ræður
um at líta á egnan dugna-
skap og vilja, sigur Danjal
Johan, sum er vælkendur
við Svalbard. Hann hevur
verið við rækjutrolara
seinastu 10 árini. Tey 8
við Karinu, har teir í nógv
ár hava fiskað við Sval-
bard, og nú tvey ár við
grønlendskum trolarum.
Frammanundan hevur
hann ført trolarar sum
Vågbing, Myling og
Stellu Kristinu. So roynd-
irnar á havi eru nógvar.
Ætlanin er at far til
Svalbard í hesi vikuni.
Norskir bátar hava fingið
nógv av rækjum við Sval-
bard, ein bátur fekk 50
tons av lidnari veru í eina
viku, so manningin um-
borð á Ango er spent at
fara avstað.
Hvat viðvíkur framtíð-
ini hjá slíkum skipi, so
MN. 141 — 10. desember 1987
8 me
Dánjal Johan Godtfred,
skipari og eigari,
á brúnni á Ångo
Fitt av skeljum var í, tá
Ango týsdagin dreggjaði
undir Feroyum fyri at
royna útgerðina
Foto: Kalmar