Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er Ein lasaret til Nr. 141 — 10. desember 1987 Suðuroyar Sjúkrahús er mest at kalla ein lazaret, segði Sverre Midjord, log- tingsmaður, sum heitti á figgjarnevndina um at játta pening til neyðugar ibøtur. 6.000 suðringar — Hvat nyttar okkum heimildina til at leggja sergreinar til smærri sjukrahusini tá hesi eru i so ringum standi, at ilt er at fáa starvsfólkini at stoðast ? Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru hølisvidurskiftini akutt, og hesi mugu bøtast beinan- vegin, segði Sverri Midjord, logtingsmaður tá álitið frá log- tingsgrannskoðarunum um foroysku sjúkrahúsini var til viðgerðar á tingi týsdagin Spurningurin um hvussu feroyska sjúkrahúsverkið skal útbyggjast hevur mangan verið frammi, og mangan hava hegar aldur staðist av hesum orða- skiftum. Serliga um spurningin um i hvussu stóran mun tey smærru sjúkrahúsini — í Klaksvík og á Tveroyri — skulu út- byggjast í mun til Lands- sjúkrahúsið. Og fleiri ting- menn nýttu eisini hevið til at tríva í hendan spurn- ing, tá álitið frá løgtings grannskoðarunum við- víkjandi sjúkrahúsunum var fyri á tingfundi týs- dagin. Legtingsgrannskoð- ararnir mæltu til at góð- kenna roknskapirnar fyri árini 1983/84, 84/85 og 1985. Teir nomu eisini við privata arbeiðið hjá yvir- læknum á sjúkrahúsun- um, sum teir vildu hava í eina meira fasta legu og somuleiðis mæltu teir til, at vit áttu at nýta foroyskar arkitektar í sambandi við sjúkrahús- bygging og ikki sum nú, danskar. Í hesum vóru flest allir tingmenn samd- ir við grannskoðarunum í. Men tá teir fýra løg- tingsgrannskoðararnir, Tummas Arabo, Karin Kjølbro, Óli Breckmann og Flemming Mikkelsen, funnust at sjúkrahússtýr- inum i Klaksvik fyri at vera farið undir at gera annað projekt enn tað, sum frammanundan semja var um, vóru ting- limir ikki so samdir long- ur. Mvilji móti teimum smáu Legtingsmaðurin Tordur Niclasen helt, at í álitinum frá legtingsgrannskoðar- unum vóru undirtónar, sum markeraðu sín illvilja mótvegis teimum smærru sjúkrahúsunum og helt fyri, at sjúkrahússtýrið í Klaksvík hevði onga or- sek at spyrja nakra ráð- leggingarnevnd, og tí er heilt burturvið at átala sjúkrahússtýrið fyri hetta, segði Tordur Nicla- sen. Legtingsmaðurin spurdi eisini hví eingin sjúkrahússtjóri enn var settur og somuleiðis um landsstýrið hevur gjert sær nakrar tankar um starvsfólk við tey før- oysku sjúkrahúsini. Í dag tervar okkum ikki færri enn 40 til 50 sjúkrasystr- ar, segði Tordur Niclasen. Innan karmarnar Asbjern Joensen helt, at hóast málið snúði seg um tíðarskeiðið frá 1983 til 1985, var árið 1987 mest umtalað. Hann helt, at á- litið mest revideraði ávís- ar persónar, sum hann tók til, kanska fyri at skapa eina sensatión. Hetta er gjørt fyrr, segði løgtings- maðurin fyri Nordoyggj- ar. Um byggingina við Klaksvíkar Sjúkrahús segði Asbjørn Joensen, at teir vildu — innan givnar karmar — loysa málið á mest praktiska hátt og legði dent á, at teir vóru ikki farnir út um sínar peningaligu játtanir. Um privatarbeiði hjá yvirlæknunum segði As- bjørn Joensen, at teir skuldu fingið ein. arbeiðs- setning sum einhver ar- beiðsmaður og arbeitt so nógv teir kundu — í ar- beiðstíðini, og ongar sneklar, segði Asbjern Joensen. Ein lazaret Smærru sjúkrahúsini hava fingið heimildir til sergreinir, men hvat nytt- ar hetta, tá t.d. Suðuroyar Sjúkrahús er í so ringum standi, at torført er rekja tær uppgåvur, sum sjúkrahúsið hevur í letuni, spurdi Sverre Midjord. Suðuroyar Sjúkrahús er í dag í so ringum standi, at torført er at fáa starvs- fólkini at steðast — Vit kunnu ikki longur bjóða 6.000 suðoyingum eina lazaret, segði suður- oyartingmaðurin, um heitti á figgjarnevndina um at játta pengar, so bet ast kann um hølisvidur- skiftini. Óvist við sjúkrahússtjóra Jógvan Durhuus, lands- stýrismaður í sjúkrahús- málum, segði, at ein út- byggingarætlan fyri ell tey føroysku sjúkrahúsini kemur á borðið fyrst í komandi ári. Hendan verður uppá umleið 250 mill. krónur. Um at seta sjúkrahús- stjóra segði landsstýris- maðurin, at tað hevur ikki verið semja í landsstýrin- um at seta nakran av teimum, sum sektu og líka lítið at lýsa av nýggj um. Gott at fáa orðaskifti Hóast allir tingmenn ikki høvdu so vekur orð at siga um álitið frá løgtings- grannskoðarunum var Tummas Arabo, sum er ein av !nglingsgrann- skodarunum, væl nøgdur i Hann segði, at vit nú mugu gera okkum heilt greitt, hvussu vit framyvir skulu við orðaskiftið. skipa okkara heilsuverk og helt fyri, at nógvir ym- iskir spurningar eru at taka stødu til fillum annað viðvíkjandi ráð- leggingarnevndini Hvussu hon framyvir skal virka ella um hon yvirhev- ur skal vera. tor.- Smærri ídnaðarvirkir Herfyri legði Vilhelm Johannesen, landsstýr- ismaður, fram uppskot um veðhald fyri smærri idnadarvirkir. Málið var týsdagin til triðju viðgerð í tingin- um, og harvið endaliga samtykt við 30 atkvød- um fyri og ongari ímóti. Eftir uppskotinum verður landsstýrinum loyvt at veðhalda fyri lánum upp til tríggjar milliónir hvert fíggjar- ár til smærri ídnaðar- virkir. Lógin umfatar 1988 og 1989. Í 1986 og 1987 veitti landsstýrið veðhald til smærri ídnaðarvirkir fyri tilsamans 1,6 mill. Dimma lættin Nú misti Dimma einkarrættin Dimmalætting skal ikki longur vera alment lýsingablað. hetta er nú endaliga samtykt í løgtinginum. Málið um alment kunngerðablað varð týsdagin samtykt í logtinginum við 21 at- kveðum fyri og ongari ímóti. Ætlanin er, at al- menna kunngerðablað- ið skal koma út 1. ok- tober næsta ár. NEN