hósdagur 10. desember 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 141 — 10. desember 1987
Stjórin
á Skála
Skipasmiðju
sagt upp
Stjórin á Skála Skipa-
smiðju, Óli Zachariassen,
hevur sagt upp. Hetta
gjørdi hann nú um dagar-
nar, men tað er ikki vist,
nær hann gevst á skipa-
smiðjuni nú aftaná 15 ár á
hesum landsins stersta
vinnuliga arbeiðsplássi. Í
dag arbeiða umleið 300
fólk á skipasmiðjuni.
Vit hava spurt Óla
Zachariassen, hver or-
sekin er til uppsegnina.
Hann sigur, at hann leingi
hevur ætlað sær at tikið
hetta stig, men hevur bara
ikki fingið tað upp í lag
fyrr enn nú.
Hann heldur fyri, at
heili 15 ár í hesum ar-
beiðnum eru nóg mikið.
Tað er long tíð. Avgerðin
er reint persónlig og hevur
einki við viðurskifti á
sjálvum arbeiðsplássinum
at gera.
Hann viðgongur tó, at
arbeiðið = hevur verið
strævið hóast sera spenn-
andi og avbjóðandi. Men
nú ár heldu rhann,
at onkur annar eigur at
sleppa framat.
Uppá fyrispurning, um
aktuella staðan hjá Skála
Skipasmiðju, nú teir
ongan nýggjan sáttmála
hava, er medvirkandi til
uppsegnina, sigur Óli
Zachariassen, at hetta ó-
beinleiðis er ein orsek.
Hann heldur fyri, at tað
er sera strævið ongantíð
at kunna vita, hvar ein
flýtur. Og her sipar hann
til umsóknirnar um bygg-
ing av nýggjum skipum.
Slíkt kann ein ikki bjóða
teimum mongu, sum vísa
dirvi og vilja at byggja
nýggj skip ella teimum
mongu starvsfólkunum,
sum vinna sær til lívsins
uppihald her á skipasmiðj-
uni, sigur Óli Zacharias-
sen.
Álvarslig støda
Steðan á Skála Skipa-
smiðju er við at gerast
rættiliga álvarslig, tí
skjótt verða tey liðug við
verandi nýbygningar, og
enn er eingin nýggjur
kontraktaður.
Ein svartkjaftatrolari
til skálamenn er júst lið-
ugur og enn ein svart-
kjaftatrolari til vestmenn-
ingar er í gerð. Hann verð-
ur liðugur í mars og síðani
er ein rækjubátur í gerð,
sum verður latin eigarun-
um í juni. Men aftaná er
so eingin nýbygningur og
hetta vil rætt og slætt
siga, at lykilin verður
snaraður um, um ikki
landsstýrið letur upp fyri
skipapakkanum og gevur
monnum loyvi at byggja
skip aftur.
Skála Skipasmiðja hev-
ur havt samráðingar við
fleiri, sum eru sinnaðir at
byggja nýggj skip.
Longst er ætlanin at
byggja ein nýggjan rækju-
trolara til Klaksvíkar
komin. Men enn er so alt
úti í vissuni.
Uppá fyrispurning, um
ikki skipasmiðjan kann
leggja um til at umvæla
skip, verður eingin ný-
bygningur at fara undir í
komandi ári, sigur stjórin,
at hetta er ein meguleiki.
Men tað merkir so týðandi
umlegging á skipasmiðj-
uni. Sum steðan er í dag,
verða 2/3 av orkuni brúkt-
ir til at byggja nýggj skip
og 1/3 til umvælingar. Á
skipasmiðjuni í Havn er
steðan júst tann øvugta.
— tað er tí greitt, at
skulu vit til at umvæla
skip í nógv sterri mun, so
verður minni til hinar
skipasmiðjurnar, sigur Óli
Zachariassen, sum tí held-
ur, at landsstýrið sum
skjótast eigur at geva
loyvi til bygging av fleiri
skipum í Feroyum.
Mugu byggja
alla tíðina
— Men eru ikki nokk av
skipum?
Til hetta sigur hann, at
tað alla tíðina er tervur á
at skifta skip út umframt
at byggja skip til nýggjar
veiðihættir.
— Hyggja vit í álma-
nakkan seinastu 15 árini,
síggja vit, at feroyingar
hava bygt eitt skip um
mánaðin, harav tey flestu
eru bygd í útlandinum. At
skula steðga allari skipa-
bygging nú haldi eg vera
heilt burturvið. Eitt er
vist, tað fer at taka
drúgva tíð at koma í
gongd aftur, um vit niður-
leggja arbeiðsplássini á
verandi skipasmiðjum,
sigur Óli Zachariassen,
sum als ikki kann taka
undir við teimum politik-
arum, sum siga, at tað er
best fyri land og fólk heilt
at gevast við skipabygg-
ing nú.
Hann heldur tað
tverturímóti vera natúr-
ligt og neyðugt at fylgja
GE
útviklinginum og alla tíð-
ina endurnýggja partar ax
fiskiskipaflotanum.
Uppá
hvussu
koyrir
fyrispurning
skipasmiðjan
fíggjarliga, sigur
Óli Zachariassen, at hon
koyrir tungt. Hann dylur
ikki fyri, at ein av orsek-
unum til hetta er hon, at
fakfeløgini vilja ikki loyva
skipasmiðjuni at
skiftiholdsarbeiði.
— Hetta havi eg sjálvur
stríðst fyri at fáa igjøgn-
um nú í 10 ár, tó uttan úr-
slit. Tað er greitt, at virkið
hevði koyrt betur fíggjar-
liga, um vit kundu havt
fólk at arbeiða í ávikavist
dag- og kveldholdum, enn
at arbeiðstíðin sum nú er
frá 8 til 17 og har so restin
skal vera full yvirtíð.
Hetta er ein sera dýr
loysn fyri fyritøkuna, sum
fær alt ov stórar lenarút-
reiðslur, og tí ikki kann
standa seg nóg væl í kapp-
hava
me
Oli Zachariassen, stjóri á
Skála Skipasmiðju, hevur
sagt seg úr starvinum
ingini.
Umsetningurin hjá
Skála Skipasmiðju í ár er
um einar 250 mill. kr
jan
Skálafjall, nýggi svart-
kjaftatrolarin hjá skåla-
monnum, ger nú klárt at
byrja fiskiskap. Rækju-
trolarin hinumegin
bryggjuna verður liðugur
í juni