hósdagur 20. apríl 2000síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 78 - 20. apríl 2000
post@sosialurin.fo
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
30
Nr. 78 – 18. apríl 2000
Subject: Teldubræv
Date: Tue 18. Apr. 2000
To: post@sosialurin.fo
From: gardar@oslo.online.no
Reply to: gardar@oslo.online.no
Pálmasunnudag rann mær í
hug eina av søgunum sum
blivu lisnar í útvarpinum
seinast í sjeytiárunum. Brotið
sum kom í mín huga er úr
eini av skaldsøgunum hjá
Jens Paula Heinesen. Millum
okkum smádreingir gjørdist
tað eitt satt orðatak at siga
”Róligur, Sámal Mathias,
hvalurin er mín!” Hendan
leysliga broytingin av røddini
í lurtitólinum brúktu vit tá
onkur tyktist at taka meir til
sín, enn vit hildu vera rættvíst.
Orsøkin til, at hendan søg-
an kom fram fyri meg aftur,
vóru eini tíðindi sum bórust í
norsku fjølmiðlunum sunnu-
dagin. Tað var stjórin í
norska granskingarráðnum,
Lars Aukrust, ið vil hava
norðmenn til at ogna sær
rættindini til framleiðsluna av
laksi. Lars Aukrust meinar, at
norðmenn sum skjótast eiga
at leggja seg eftir at fáa eitt
yvirlit yvir, hvussu laksurin
er uppbygdur og síðani at
tryggja sær einkarrættin til
laksaílegurnar. Eftir hansara
hugsan eiga norðmenn at
tryggja sær hesi rættindini, tí
Noreg í dag er heimsins størsti
framleiðari av alilaksi.
Aukrust-tankin er, at Noreg
einaferð um ikki so nógv
tíggjuár ikki hevur meir olju og
gass at selja, og tá er tað fiskur
og fiskaúrdráttur, sum skal
tryggja Noreg inntøkur. Aling og
vanligur fiskiskapur er í dag
næst størsta útflutningsvøra.
Olja og gass er nógv tann størsta
inntøkukeldan, men longu í dag
kunnu serfrøðingar siga, at
hendan inntøkan vil minka kom-
andi árini, meðan aling og fiski-
vinna økja um útflutningsvirði á
hvørjum ári.
Lars Aukrust vísir á, at vitanin
um laksaíleguna vil vera við til
at basa laksasjúkunum, og tann
sum situr við rættindunum til
ílegu vil hava nógvar trumfir
mótvegis kappingarneytum sum
Føroyum og Skottlandi.
Hugsanin er ikki heilt av leið, tí
tað hann her vísir á, er at tað er
av stórum týdningi at alararnir í
Noregi hava alt at vinna við at
tryggja sær hesi einkarrættindini
– í kapping við altjóða fyritøkur
sum liva av at sita á tílíkum
rættindum.
Fyri føroyingar, sum fylgja
við í orðaskiftinum um deCode
skal sleppa at eiga rættindini til
og kunnleikan um arvaeginleika-
rnar og sjúkurnar hjá føroying-
um og íslendingum, er hetta eitt
vælkent evni.
Samstundis kemst ikki uttan-
um, at almennir norskir gransk-
arar í størri og størri mun renna
ørindir fyri norska stórkapitalin.
Ístaðin fyri at stríðast ímóti eini
privatisering av ílegum, kastar
hann seg út í privatiseringina og
vil hava norðmenn at tryggja
sær einkarrætt til ein fisk sum
hevur stóran týdning fyri nógv
smærri samfeløg í Skottlandi,
Írlandi, Føroyum og aðrastaðni.
Lars Aukrust leggur dent á, at
laksurin og alifiskur yvirhøvur
fær stóran týdning framyvir. Tí
meinar hann, at tað er av alstór-
um týdningi at norðmenn
tryggja sær fyrst og fremst laks-
in sum sín ”úrdrátt”. Hetta
merkir sjálvandi, at føroyingar
kunnu framleiða laks í fram-
tíðini, men um hetta uppskotið
vinnur fram, so skal tann norski
laksurin vera fyrstafloks vøran,
meðan tann føroyski og skotski
laksurin gerst annaðfloks. Hetta
verður sum við russiskum
kaviari, sum kostar nógv og so
øllum øðrum kaviari og rogni í
heiminum, sum ikki fær nær-
hendis sama prís. Norðmenn
kunnu vísa á, at teir hava einkar-
rættin og kunnleikan um laksin,
sum føroyingar og aðrir ikki
hava atgongd til. Tískil kunnu
norskir alarar geva eina trygd,
sum aðrir ikki kunnu. Sam-
stundis sum norskir granskarar
hugsa slíkar tankar um hvat
Noreg eigur at gera fyri at
tryggja sær einkarrætt til kunn-
leikan um ein fisk, so tykist
vinnan ikki at hava heilt tær
somu tjóðskaparligu kenslurnar
fyri ílegu og hvør sum eigur
rættindini.
Heimsins størsta alifyritøka,
Hydro Seafood, gerst nú
hollendsk. Hálvstatliga fyritøkan
Norsk Hydro heldur seg ikki
hava nóg nógv at vinna innan
alivinnu, og hevur tí selt alt
Hydro Seafood til Holland og
felagi Nutreco. Við í søluni
fylgir allur kunnleikin sum
Hydro Seafood hevur bygt upp
síðani 1969.
So hóast norskir granskarar
renna ørindir fyri norska
vinnu, so er tað eingin trygd
fyri at hesin kunnleiki ikki
seinni verður seldur til al-
tjóða fyritøkur. Tá er tað
ikki norski staturin, sum fær
pengarnar, men partabræva-
eigararnir í teimum privatu
fyritøkunum og hálvprivatu
fyritøkunum.
Ílega er eitt eymt evni,
serliga tá ein hugsar um, at
her er tað tann sum hevur
pengar sum kann knúlva
tann sum ikki hevur so nógv-
ar pengar. Norðmenn hava
alt ov nógvar pengar, og tað
tykist, sum um tað finnast
hugsanir í samfelagnum sum
siga, at hesir pengar skulu
brúkast til at gera norðmenn
einaráðandi innan eina vinnu
teir ikki eru einsamallir um í dag.
Góðar páskir!
Jógvan Hugo Gardar,
Oslo
Laksurin er mín!
Tónleikabussur á ferð
Í eina tíð hava fólkini aftan fyri
plátufelagið Tutl arbeitt við at
fáa til vega ein tónleikabuss.
Nú er tað eydnast. Hesin skal
nýtast til konsertferðir í Før-
oyum og uttanfyri landoddarnar.
Longu mánakvøldið fór Shalder
Geo við bussinum við Norrønu
avstað.
Bólkurin hevur verið á ferð í
Føroyum og hevur m.a. spælt í
Klaksvík og á Tvøroyri.
Nú sær skráin soleiðis út: 19/4
Göteborg, Café Hängmattan,
Musikens Hus (Svøríki) saman
við Anders Hagberg og Lennart
Kullgren.
22/4 Alfreds Kro, Kautokeino
(Sámaland)
Su 23/4 Alfreds Kro,
Kautokeino
24/4 Raahe (Finnland)
25/4 Joensuu
26/4 Helsinki
27/4 Tampere
28/4 Kuopio
29/4 Tallinn (Estland)
Su 30/4 Pärnu
Umframt tónasmiðin Kristian
Blak, eru í Shalder Geo Mikael
Blak, Høgni Klakstein og Heðin
Ziska Davidsen, sum kemur upp
í ferðalagið í Danmark.
Á konsertunum í Kautokeino,
Joensuu og Helsinki verður Inga
Juuso saman við bólkinum við
joiki.
Shalder Geo leikar tað, ið
verður rópt improvisasjóns-
tónleikur. Hetta er yvir egin verk
Gera savn
við einum veti av fólkatónleiki
og fólkatónleikur. Grundarlagið
er fløgan, ið bólkurin gav út.
Eisini leikar bólkurin annan
tónleik eftir Kristian Blak, sum
hevur verið virkin tónasmiður
síðani sjeytiárini.
Tá bólkurin aftur hevur fast
Í Vági hava fólk tikið seg saman um at varðveita Stóra Pakkhús,
ið er ein av bygningunum á Gørðunum.
Fyri tveimum árum síðani var Garðabrúgvin liðugt umvæld og
hugskotið um at at nýta pakkhúsið til okkurt skilagott tók seg upp.
Í fjør stovnaðu seks ymisk feløg eitt felag, ið hevur til endamáls
at varðveita húsini.
Húsini eru gomul, bygd í 1901, og nógv virksemi hevur verið á staðnum.
Men seinnu árini hevur eingin verið um húsini, og tað sæst eftir.
Nevnd hevur seinastu tíðina arbeitt við, hvussu farast skal
fram, eftir at nýggja felagið hevur ognað sær húsini.
Sum skilst, er ætlanin at koma so nær tilber aftur uppruna
líkinum og samstarvað verður við Fornminnisavnið.
Feløgini, ið hava tikið seg saman, eru ymisk og hava ymisk
áhugamal. Tískil verður talan um eini hús, ið koma at rúma
nógvum ymiskum virksemi.
Feløgini, ið hava tikið seg saman um felagið Stóra Pakkhús
eru Johanna TG 326, Kappróðrarfelagið, Grindabátafelagið,
Fornminnafelagið, Nýggjársnevndin og Garðabrúgv.
Ætlandi verða bæði møguleikar fyri fundarvirksemi, veitslum,
brúsu og vaskimøguleikar til kappróðrarfólk og ferðafólk, rúm
fyri kappróðrarbátum, umframt at sjósavn skal vera í húsunum.
Stóra pakkhúsið á Gørðunum í Vági verður nú gjørt til
hús, ið skal at rúma ymsum virksemi, m.a. sjósavni
Mynd: D. Olsen
undir føti í Føroyum, eru fleiri
spælingar á skránni í heimliga
umhvørvinum.
T.d. saman við saxofonleik-
aranum John Tchicai, umframt
at bólkurin fer at leika í
Klæmintsgjógv.
- do -
Partur av
manningini
í Shalder
Geo
framman-
fyri
tónleika-
bussinum,
áðrenn teir
hildi avstað
mána-
kvøldið
Mynd: Jens
Kristian
Vang
Prísir við litmyndum
verða sendir kring
landið og til útlandið
Til útisetar í Danmark
Vit kunnu seta gravsteinar upp
í Danmark uttan eyka kostnað
Tel. 318323
Tel. 447512
Tel. 217512
Fax 449961
www.danstein.fo
KETLAR
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkøn fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum
MARIA POULSEN & CO
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
Skúlagerði - 430 Hvalvík
tel +298 422456
far+ 298 286458
fax + 298 422458
andrass@post.olivant.fo
heima.olivant.fo/-andrass
Skorsteins-
sóparin
er við til at halda
umhvørvið reint
Jimex Brenniovnar
Isokern Skorsteinsbjálving
Isokern Skorsteinselementir
Lúkur - Fuglaristir
Ventilar - Roykhattar
Andrass á Krossbrekku
Apríl tilboð:
Bremsuklossar framman
Fiesta 1/83 - 12/88
340,-
Escort 1/86 - 8/90
340,-
Sierra 8/82 - uttan ABS
340,-
Svingarm framman pr. stk.
Escort 1/86 - 8/90
393,-
Sierra 1/83 -
393,-
Allir prísir eru við arb. og MVG
P/F Wenzel • Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • Tel. 313873 • Fax 311173
www.wenzel.fo
Ljóð-
útgerð
til brúdleyp, føðingar-
dagar o.a. til leigu.
Eisini fæst videokanón
og ljós sera bíliga.
Intro
v/Dánjal Petersen
Gæsugøta 9
100 Tórshavn
Telefon 22 18 85
Sosialurin - 311820
SUMMARDEKK
- ein góð loysn
KUMHO
DEKK
ALU-
FELGUR
Sosialurin - 311820
STÓRT
ÚRVAL
AV
DEKKUM
OG
ALU-
FELGUM
Sosialurin - 311820
Íslendskur
lestrarstuðul
Íslendska mentamála-
ráðuneytið bjóðar einum
føroyingi stuðul (57.600
ísl. kr. í 8 mánaðir) til lest-
ur í íslendskum frøði-
greinum á heimspeki-
deild Háskóla Íslands
undirvísingarárið 2000-
01. Upphæddin røkkur til
vistarhald. Studentinum
verður útvegað innivist á
studentagarði, og húsa-
leigan verður goldin av
studninginum.
Námið byrjar 1. sep-
tember og endar 1. mai.
Umsóknir skulu vera
Setursskrivstovuni
í
hendi í seinasta lagi 29.
mai 2000. Umsóknar-
blaðið fæst á Setursskriv-
stovuni.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
Handan Á 15
100 Tórshavn
tlf. 315302, fax 318929
Skrá:
Winterreise eftir Fr. Schubert
í Gl. Meiarínum
flaggdagin 25. apríl kl. 19.30
í Skúlanum í Trongisvági
hóskvøldi› 27. apríl. kl. 19.30
Konsertfelagi›
K O N S E R T
Rúni Brattaberg, sang
Hans Otto Ehrstrøm, klaver
sosialinum
Lýsið í