Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 241. - 14. desember 2002 Nr. 241. - 14. desember 2002 35 UTTAN ÚR HEIMI Aftur ja til ES Annan mánaðin á rað vísir ein meiningakanning hjá norska blaðnum Aftenposten, at 58 prosent eru fyri norskum limaskapi í ES og 42 prosent ímóti. Kanningin hjá blaðnum kemur bert fáar dagar eftir eina kanning í Dagbladet, sum vísti, at 49 pro- sent høvdu sagt ja og 36 prosent nei, var fólka- atkvøða um norskan ES-limaskap nú. Kanningin hjá Aftenposten vísir samstundis, at 20 prosent av teimum, sum atkvøddu ímóti limaskapi á fólkaatkvøðuni í 1994, høvdu atkvøtt fyri nú. Fimm prosent av teimum, sum søgdu ja í 1994, høvdu sagt nei, fingu tey sama spurning nú. Kanningin hjá Dagbladet vísti eisini, at nógv av teimum, sum søgdu nei fyri átta árum síðani, hava broytt hugsan. Settur í húsavarðhald Myndugleikarnir í miðamerikanska landinum Nicaragua góvu gjáranáttina herinum boð um at standa tilbúgvin, eftir at tjóðartingið hevði gjørt av at taka parlamentariska immunitetin frá fyrrverandi forsetanum Arnoldo Aleman. Stutt eftir avgerðina varð gamli forsetin tikin og settur í húsavarðhald. Ákæruvaldið í Nicaragua vil vera við, at Arnoldo Aleman gjørdi sær dælt av landsins pengum ta tíðina, hann var forseti frá 1977 til í fjør. Sagt verð- ur, at sambært ognaruppgerðini átti hann 360.000 krónur í 1989, men at ognin brádliga var vaksin til 1,8 milliard krónur í fjør. Ákæruvaldið ivast ikki í, at teir nógvu pengarnar hevur hann fingið sær úr tí almenna kassanum. Tann 57 ára gamli Aleman hevur fyrr sagt, at tað fer at elva til blóðugar samanbrestir, verður hann tikin. Tí gav stjórnin herinum boð um at standa tilbúgvin til tess at forða fyri ófriði. Nú mala allar myllurnar Nú mala allar tær 80 vindmyllurnar í heimsins størstu vindmyllulund á sjónum, sum er uttan fyri Horns Rev vestan fyri Esbjerg. Tær 80 vindmyllurnar skulu roynast eina ferð afturat, áðrenn tær endaliga verða handaðar orku- felagnum Elsam. Verkætlanin er seinkað umleið eitt hálvt ár orsakað av ymsum tekniskum trupulleikin. Tær 80 vindmyllurnar eru settar upp í átta røðum við tíggju myllum í hvørjari røð. Tær standa á einum øki, sum er næstan 20 ferkilometrar. Tann myllan, sum stendur næst landi, er einar átta fjórðingar úr Blåvands Huk beint norðan fyri Esbjerg. Elsam væntar, at tann veruliga orkuframleiðslan frá teirri nýggju vindmyllulundini verður sett í verk tíðliga næsta ár. Táragass ímóti mótmælisfólki Í venesuela halda túsundtals fólk fram við mót- mælunum ímóti Hugo Chavez, forseta, sum tey vilja hava frá. Hóskvøldið legði løgreglan uppí fyri at spjaða ta stóru mannamúgvuna. Løgreglan nýtti táragass, men ein talsmaður hjá amerikanska eindarfelags- skapinum OAS sigur, at tiltøkini hjá myndug- leikunum fara ikki at gera enda á mótmælunum ímóti forsetanum. Mótmælisfólkini krevja, at forsetin skal skriva út fólkaatkvøðu í seinasta lagi í mars næsta ár, so fólkið kann taka støðu til, um tað vil hava forsetan at halda fram í embætinum ella ikki. Tey áhaldandi mótmælini hava kostað venesue- lanska ríkiskassanum nógvar pengar, tí oljuút- flutingurin hevur ligið at kalla lamin seinastu tíðina. Landið er fimtistørsta oljuútflytaralandið í heimin- um, og fyrradagin elvdi kreppan í Venezuela til, at oljuprísurin á marknaðinum í New York hækkaði. Í fyrsta lagi um tvey ár kunnu turkar fáa at vita, um landið er búgvið til limaskap í ES ES-TOPPFUNDUR Árni Joensen Sum væntað eydnaðist tað ikki turkum at fáa ES at áseta ein dag fyri, nær sam- ráðingar um turkiskan limaskap í samveldinum kunnu byrja. Anders Fogh Rasmussen, ES-formaður hevur alla tíðina sagt, at Turkalandi er ikki búgvið til at koma upp í ES, og hann og hinir ríkis- og stjórnarleiðararnir hava nú givið turkum tvey ár til at fyrireika seg til møgu- ligar samráðingar. Í de- sember í 2004 fer ES so at taka støðu til, um viður- skiftini í Turkalandi eru so mikið broytt, at landið lýkur treytirnar fyri lima- skapi. Enn er langt á mál. Eitt nú er ES als ikki nøgt við mannarættindini og tær demokratisku skipanirnar í Turkalandi, og búskapurin lýkur heldur ikki treytirnar. Millum annað er inflasjón- in heili 30 prosent. Seinnapartin í gjár bendi annars alt á, at samráðing- arnar um at taka tey tíggju umsøkjaralondini upp í ES vóru um at koma upp á pláss. Tá restaði bert tað seinasta viðvíkjandi Pó- landi, sum framvegis strongdi á fyri at fáa meiri pengar til bøndurnar. Tað verður ikki friður í Miðeystri, fyrr enn palestinar fáa eina aðra leiðslu, sigur amerikanski uttan- ríkisráðharrin MIÐEYSTUR Árni Joensen Tað hevur vakt ans, at amerikanski uttanríkis- ráðharrin, Colin Powell, nú alment hevur givið til kennar, at USA vil hava palestinar at velja sær eina aðra leiðslu. Á einum fundi segði Powell, at tað endaliga málið í strembanini eftir varandi friði í Miðeystri má vera, at allir partar góðtaka hvør annan sum grannar. - Í hesari tilgongdini er tað greitt, at her er eingin lutur til ta núverandi pale- stinsku leiðsluna, tí við hesari palestinsku leiðsluni verður eingin friður í Miðeystri, segði Colin Powell á fundinum. Í næstu viku fara USA, Russland, ES og ST aftur at samráðast um ætlanina um at skipa eitt sjálvsstøðugt palestinskt ríki um trý ár. Bush forseti noyddist at seta ein av sínum týdningarmestu politisku feløgum upp á pláss, men spurningurin er, um tað er nóg mikið RASISMA Í USA Árni Joensen - Tað hevði verið betri fyri USA, hevði Thurmond vunnið forsetavalið í 1948, segði tann komandi repu- blikanski formaðurin í senatinum, Trent Lott, tá hann herfyri var í 100 ára føðingardegi hjá floksfe- laganum Strom Thurmond. Orðini hjá Trent Lott høvdu eina meining. Í 1948 stillaði Strom Thurmond upp til forsetavalið ímóti Harry S. Truman, men tapti. Thurmond var valevni á einum rasistiskum lista í statinum South Carolina, har rasuskilnaðurin millum hvít og svørt varð hildin í hevd. Sum guvernørur í statinum royndi Thurmond at gerast forseti, men tapti. Tað hevur vakt stóran ans, at tann komandi repu- blikanski formaðurin í senatinum rósar teimum gomli rasistisku hugsjón- unum. Tað vakti eisini ans, at Bush forseti, sum var hjástaddur, tá orðini fullu, einki segði, men síðani hevur forsetin roynt at bøta um hetta við at geva sínum komandi senatsformanni eina nøs. Sjálvur hevur Trent Lott eisini roynt at taka orðini aftur. Men tað er ikki vist, at tað er nóg mikið. Fleiri svartir felagsskapir í USA og demokratiskir and- støðupolitikarar hava mælt Lott til at taka seg úr senatsembætinum, og fjøl- miðlarnir liggja heldur ikki á latu síðuni. Teir kanna nú, um senatorurin fyrr hevur úttalað seg á rasistiskan hátt, og tær fyrstu avdúk- ingarnar eru longu komnar. Hetta kemur Bush forseta og republikanarunum sera illa við, tí flokkurin hevur júst roynt at útvega sær veljarar millum tey svørtu. Turkar noyðast at bíða Gøla um rasismu í USA Arafat ongan lut í framtíðini Trent Lott og George W. Bush hava nógv at tosa um í hesum døgum, nú tann fyrri hevur tikið undir við gomlum rasistiskum sjónarmiðum Mynd: Reuters C M Y K 35 34