Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn P/f Sosialurin Jan Miller Krisjan Dahl Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/F Pressan 1981 Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfótk Ljósmyndari Uppseting: Prent: Góðir sáttmálar TAÐ ER íkki eiti á sum hetta landsstýrið fær uppá »pukkilin« fyri rikna politikk sín. Serliga eru tað andstødupolitikarar, sum i báðum andstødublødunum langa út eftir landsstýrismonnum og løgmanni. Endamálið er umframt at reka vanligan andstødupoli- tikk, so eisini tað við snildum og lygusøgum at fáa vanliga veljaran at venda sitandi samgongu bakið, nú stundar móti vali. UTTAN mun til hvat teir skriva og siga, so skerst ikki burtur, at okk- ara samráðingarmenn við løg manni á odda við sera hepnari hond hava megnað at gera fiski rættindasáttmálar við onnur lond. Hvat hetta hevur at siga fyri sam- felagsbúskapin og fyri tey mongu fólk, sum hava sítt livibreyð í fremmandum sjógvi, tað kunnu vit so bert gita okkum til. NÚ UM dagarnar frættust tey góðu tíðindi úr Keypmannahavn, at tað hevði eydnast føroysku sendinevndini at gera fiskirætt- indasáttmála við norðmenn. Fyri nøkrum døgum síðani varð eisini undirskrivaður sáttmáli við Sov- jet og nakað herfyri aftur við EEC. So nú skuldu allar súðir verið syftar, tá tað snýr seg um síná- millum fiskiveiðu í 1988. HETTA er annað og meira enn okkar undanfarna samgonga við táverandi sambandsløgmanni á odda kundi røkka fram til. Vit minnast, hvussu hann kom aftur úr útlondum við antin einum sera vánaligum sáttmála ella við als ongum. Gott tað er farin tíð. Vit ynskja hana ikki aftur. HVAT viðvíkur sáttmálanum við EEC, so er ikki so nógv at siga um hann, tí har fingu vit nærum sama sáttmála sum fyri 1987. Men har skal tó sigast, at vit eru noyddir at liva við ávísari óvissu um bæði lodnu- og makrelveiðuna. UM sáttmálarnir við norðmenn og russar er harafturímóti at siga, at teir eru munandi betri enn sátt- målarnir í ár. Tað hevur við sera framúrskarandi samráðingarevn- um hjá føroysku sendinevndini eydnast at fáa ein nógv betri sátt- mála, sum fer at hava stóran týdning fyri bæði verandi fjar- fiskiflota, men eisini fyri tann part av feskfiskaflotanum, sum skal eystur at fiska. Og hetta hevur so ómetaliga stóran týdning trýstið á egnu heimagrunnar. fyri VIT hava við nýggju sáttmálun- um loyvi til at fiska heili 4.100 tons av toskakvotuni frá russum í norskum sjógvi. Hetta merkir, at vit í komandi ári hava nógv betri møguleikar at fiska kvotuna upp, ti í ár er staðan tann, at vit eiga enn 4.500 tons av toski í sovjet- iskum øki, sum vit ikki hava klår- ad at fiska upp. Harafturímóti fiskaðu vit kvotuna í norskum sjógvi upp rættiliga tíðliga, og verður hetta staðan aftur i 1988, so er greitt, at tey góðu 4000 tonsini, sum vit sleppa at fiska afturat í norskum sjógvi, koma ómetaliga væl við. Tað munnu okkara fjarfiskimenn vera teir fyrstu at sanna. SAMANUMTIKIÐ kemur henda flytingin av toski frá sovjetiskum øki til norskt at geva okkara skip- um stóra liðiligheit viðvíkjandi veiðu við Svalbard og Bjarn- oynna. AFTURAT hesum umrøddu um- flytingarmøguleikum, so fáa vit eisini 800 tons meira samanlagt í báðum økjunum. At vit sum nak- að heilt nýtt so eisini hava fingið loyvi at fiska 2800 tons av hýsu, skuldi kunnað givið flakatrolarum og feskfiskatrolarum enn betri møguleikar, tá teir ávísar tíðir á árinum kunnu reka nokkso reina hýsuveiðu. SUM NAKAÐ heilt nýtt hava vit eisini fingið tvey skeljaloyvi í sov- jetiskum sjógvi. Hetta má sigast at vera rættiliga einastandandi, tí tað hevur enn ikki eydnast norð- monnum at fáa slík loyvi frá russ- um, hóast teir hava roynt tað. Hesi bæði loyvi verða so partur av grundarlagnum hjá okkara nýggju skeljabátum, umframt tað hesi skip kunnu veiða við Sval- bard. TAÐ ER kanska serliga rætt at geva sær far um teir rúmkaðu møguleikarnar hjá okkara fesk- fiskaskipum, sum við komandi sáttmála verða nógv betur fyri eystanfyri enn í ár. Við hesum nærkast vit eisini einum av stóru vandamálunum í gllum kjakinum um okkara fiskivinnupolitikk, nevniliga tí, at trýstið á egnu grunnum okkara er ov stórt. Sátt- málin við norðmenn og russar rætt og slætt lættir um hetta trýst. Samanumtikið eitt væl úr hondum greitt arbeiði. Ein ásannan til Lassa Klein pp á Sl SS1, tað upI pIass tært ros, t1 Lar at tu hevur tå uppiborid. Ti hevur ferð enn gerð fyri tað samfelagið. Eins og tá ið tú á sinni handlaði skjótt og gjørdi eitt bíligt og gott keyp av eini ferju til Skálafjarðarsiglingina. Eitt tílíkt skip sum Dúgv an trongdi harðliga til hesa sigling. Hesaferð gjørdi tú eisini ein góðan innsats fyri ein- um frálíkum keypi av eini tyrlu sum vit avgjert nevniliga eina gjørt eina góða føroyska Fyri stór og små eru jól- ini ein gleðistíð, ið vekir góð minni. Hesi minni vilja vit ell varðveita, og ár um ár royna vit at endurskapa tey jól, ið vit minnast við gleði, og vilja gera tey enn betri enn tey seinastu. Jólini eru eisini tann myrka árstíðin, og á jól- um royna vit at tendra ljós og reka myrkursins andar burtur. Men framum alt bera jólini boð um sameining, frið á jørd og góðan tokka millum manna. Býurin, handlar, fyri- tekur og stovnar í mið- býnum ganga tí saman og royna at mynda jólini í miðbýnum. Her koma Nr. 144 — 17. desember 1987 K ave g brúk in ið Snip in sk ur I Í Tyrl t : fingid, men orsakad av nakrir vandi tinglimir nú vaknaðu, og royr tarna tær í hesum frálíka tiltaki, „Tú hevur handlad í heim- m.a. við at siga: ildarloysi<, og í aðrar mát- ar at finna meguleikar til at niðurseta teg uppá og gera alt hetta meira flokjasligt, so bleiv tyrlan eitt sindur dýrari, og keypið gjerdist knapt so gott, sum tú hevði ætlað fólk flest, og tí verður um jólini roynt at skapa hugna og gleði, kanska mset fyri tey smáu. Her verða jólatre tendrað og geturnar verða skrýddar við ljósguirlandum. So hvert fleiri ganga saman veksur talið á ljósskrýddum jolatrøum og ljósguirlandurnar røkka longur út um býin. Tey seinastu árini hava serlig tiltøk verið gjørd teir seinastu dag- arnar beint upp undir jól. Tá hava jólamenn gingið og koyrt í rossa- vogni um býin, hugna- letur hava verið fyri smærri bern í Kveldloti MAÐUR HEVUR VANDAN VID—SUM IKKI AKTAR KOYRISID! og kør og orkestur hava spælt vælkendan ymsa staðni í bynum. máta Umframt øll hesi kendu | Ore tad. Men hesir tingmenn í munnu skjótt fara at f sovna aftur, og tað er púra i greitt, at tad eru ikki allir politikarar eins og tú, sum eru arbeiðssamir og pressa á fyri at fremja góð tiltøk fyri okkara sam- felag, men bara »dukka« upp tá ið teir kunnu spæla stórir við at brúka tungu- bandið og uttan iva vinna sær atkveður á tann hátt. Men halt tú á við tínum arbeiðssemi, Lasse. —————— H. hugnaligan og jólatónleik Jólini í ár verða í so einki undantak. og vællyddu tiltøk verð- ur eisini kakao, bollar, glogg og vaflur at fáa hvønn dag i gongugøt- uni og skipað verður fyri kapping um vakrasta jólalutin (dekoratión, jólamann o.t.) úr ganda- deiggi, sum bernini virka til i Kvøldloti. Jólaskráin í miðbý- num er lýst aðrastaðni í blaðnum. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Gleðilig jól. ad AN