Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 145 — 19. desember 1987 tíðindablaðið 30—40 starvsfólk til sjey býlingahús Eingi krøv um útbúgving verða sett fólkunum, sum skulu starvast í býlingahúsunum í Havn. Starvsfólkini mugu góðtaka at flyta millum húsini at arbeiða Tær fyrstu lýsingarnar hjá Tórshavnar býráð eft- ir fólki til býlingahúsini hava nú verið í bløðunum. Ein lýsing er eftir starvs- fólki, ein eftir leiðara til húsið á Norðasta Horni og einum fyristeðufólki, sum skal standa fyri allari bý- lingahúsaskipanini og leggja hana til rættis. Lýsingin sigur einki beinleiðis um, hvat starvs- fólkini skulu gera. Einasta krav, ið nevnt er í lýsing- ini, er at tey skulu vera sinnað at virka fyri teim- um ætlanum, sum komm- unan hevur á hesum eki. — Tað sigur seg sjálvt, at fólk, sum eru ímóti skip- anini, kunnu ikki starvast býlingahúsunum, sigur Jens Marius Poulsen, skrivstovustjóri í býráð- num. Lýsingin sigur ann- ars, at starvsfólkini, sum nú verður lýst eftir, skulu arbeiða í býlingahúsinum á Norðasta Horni, men meguliga skulu tey ar- beiða í øårum býlingahúsi. Starvsfólkini uttan út- búgving verða lent eftir 7. lenarflokki eftir sáttmál- anum við Kommunala Starvs- og Tænastu- mannafelagið. Onnur Bylingahusid á Norðasta Horni er so at siga liðugt nú GG starvsfólk verða sett eftir sáttmála við tað felag, tey eru limir i. Leiðarin, sum settur verður fyri býlingahúsið á Norðasta Horni, verður lentur eftir 18. lenarflokki hjá Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag- num. Viðkomandi skal eins og starvsfólkini taka undir við býlingahúsa- ætlanini. Annars er krav- ið, at viðkomandi skal hava »årædi og útbúgv- ing/kunnleika< til starvs- okið. Harumframt skal setast ein leiðari fyri allari skip- anfni, lentur eftir 24. løn- arflokki. Hesin leiðarin skal hava holla útbúgving og góðan kunnleika til starvsekið. Hvussu hesi krev skulu skiljast, segði Poul Michelsen í gjár við Dagblaðið, at ein húsmóð- ir er kvalifiserað og hevur bestu lívsútbúgvingina. Samráðingar við Almannastovuna Í fyrsta umfari verða starvsfólk bara sett til bý- lingahúsið á Norðasta Horni. Væntandi kunnu tey byrja hálvan januar, og húsið letur upp 1. febr- uar, sigur Poul Michelsen, býráðsformaður. Til øll sjey býlingahúsini skulu setast millum 30 og 40 starvsfólk, partvís í føst sterv, sigur býráðsfor- maðurin. Býlingahúsini eru enn ikki góðkend sum barna- ansingarstovnar, men samráðingar fara fram í letuni millum Almanna- stovuna og sosialu deild hjá Tórshavnar býráð. Poul Michelsen sigur seg vænta, at Almannastovan (og Landsstýrið) fara at góðkenna býlingahúsini. Annars verður neyðugt at skia tey sum vanligar dag- stovnar, men so er hug- skotið við býlingahúsun- um burtur, sigur hann. Tad er nevniliga ætlanin at hava annað og meira enn barnaansing í bý- lingahúsunum. Har skal vera ymiskt frítíðarvirk- semi, skótar, fundir, tiltøk fyri býlinginum og eðrum. Veitslur fyri býlinginum skuldi býlingahúsið kunn- að brúkst til, men tað kann ikki vera meiningin at halda privatar veitslur og bjóða eðrum við, sigur Poul Michelsen. Annars skal ein nevnd fyri byling- in á Norðasta Horni gera uppskot um nýtslu, sam- an við býráðnum. Poul Michelsen hugsar sær eisini til, at partar av kveldskúlanum kunnu vera í býlingahúsunum. Tað virksemið kemur und- ir frítíðarlógina og verður tí við til at fíggja rakstur- in. Tí skuldi tað ikki blivið biligari at fingið børn síni ansað í býlingahúsunum, sigur Poul Michelsen. randi Til at seta upp eitt bátaspæl úti í Nesi í Hvalba sekir Hvalbiar Kommuna Legtingið um stuðul. Kommunan hevur gjert ein báta- drátt at taka maskin- bátar og sterri deksfer upp, og rundan um dráttin er eitt stórt eki, har bátar kunnu setast Hov er ein bygd í vekstri og sekir komm- unan tí um studning til vegagerð og nýtt set- húsagki eystarlaga í bygdini. Kommunan sigur eisini í brævin- um, at inni í Vatnsnesi, sum er einasta arbeiðs- Elduvíkar Kommuna sekir studning til báta- Funningsfirði, til uppdyrkingarveg fram á Fleturnar eyst- ru megin Stórá í Eldu- spæl í á. Sum er, eru eingi neystapláss eftir og eru tí fleiri bátar, ið liggja á sjónum alt árið Hetta heldur bygdarráðið vera spell og heldur tað tí vera neyðugt við einum bátaspæli. Eitt tilikt bátaspæl kostar mill- um 2 og 300.000 kr Nýtt sethúsaoki pláss í bygdini, arbeiða seks mans, og tá veg urin inn haðar er næst an ónýtiligur, heldur Hovs Kommuna, at rættast er at komm- unan helt hendan vegin og sekir tí um 300.000 kr. til ábetur. Bátaspæl víksdali. Marailurat søkir kommunan um studning til trappur- nar nidur til atløgu- plássið í Gjónni i Eldu- vik. ha,