Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Áfast millum Funning og Funningsfjorð: Storsti bygdar- søguni — Hetta er so vist størsti dagur i bygdarsøgu okk- ara, i hvussu so er tann størsti tey nógvu árini, eg havi verið í bygdar- ráðnum. Hetta sigur ein væl- negdur bygdarráðsfor- maður í Funningi, Andor Sivertsen, nú áfast er mill- um Funning og Funnings- fjørð. Sjálvur hevur hann verið í bygdarráðnum øll hesi 10 árini, arbeitt hevur verið uppá vegin og hann dylur ikki fyri, at vegurin hevur verið ikki bert hans- ara hjartamál, men fremsta ynski hjá ellum bygdarfólkinum. Vegurin varð alment tikin í nýtslu seinnapartin í gjár. Tá var stór sam- koma fyri bygdarfólkin- um og innbodnum. Lands- styrismadurin i sam- ferðslumálum, Lasse Klein, var eisini til staðar. Dyrnar latnar upp Andor Sivertsen, bydar- ráðsformaður, sigur í sam- reðu við Sosialin, at við hesum vegnum eru dyrnar latnar upp fyri nýggjari og ríkari tíð hjá kommun- uni og fólkinum. Tí júst vegurin skapar fortreytir fyri menning í økinum. Við hseum vegnum, sum er góðar 6 kilometrar langur og rekkur úr Funn- ingsfirði til Funnings, verður lætt at koma til og frá. Nú nýtist eingin at hava ampa á sær longur, tá farast skal av bygdini í vetrartíð til arbeiðis ella í erindum. Ein stórur part- ur av funningsfólki hevur nevniliga arbeiði sitt í oðr- um bygdum, kanska ser- liga á Skála, so umframt at sleppa undan at koyra eftir einum vandamiklum vegi um vetrarnar, so tíðindablaðið Nr. 145 — 19. desember 1987 Arbeiðið uppá vegin mil! um Funningsfjerð og Funning byrjaði á sumri í 1978. Tað hevur kostað millum 20 - 30 mill. kr. Myndir: kalmar Myndirnar eru frá hátíð- í arhaldinum, tá nýggi veg- urin millum Funning og Funningsfjerð varð tikin í $ bruk í gjár