leygardagur 19. desember 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 19. „desember 1987
Síða 13
Lærurík bók um misnýtslu
bi
át
———
Hans Debes Joensen: Rúseitur —
turvelvandi drøgg.
171 blaðsíður, myndir, kr. 180.-.
Bókagarður gav út.
Ein av teimum fimm valabókunum, sum
Bókagarður gav út fyri kortum, er við
náttúruvísindaligum innihaldi. Málsliga
er hon harafturat eitt frumavrik fyri
seg.
Hevundurin er Hans Debes Joensen,
dr. med., fyrrv. landslækni. Hann hevur
áður bókmentaliga brotið upp úr nyggj-
um bæði á ein og annan hátt, tó fyri tað
mesta innan tað náttúruvísindaliga og
málsfreðiliga ekið.
Hesa ferð er talan um læknavísinda-
liga viðgerð av rúsevnisspurningum,
sum harafturat er lýst í einum uppruna-
ligum føroyskum málbúna. Tískil er
hansara bókmentaliga avrik eisini hesa
ferð, eins og tá Alisfreði kom, uppruna-
lig í dupultari merking: innihaldsliga og
málsliga.
Bókin ber heitið >Rúseitur — turvelv-
andi drøgg«, og er av høvundanum ogn-
að Føroya ungdómi, men er annars ætl-
að ellum, ið geva sær far um hesi evni.
Frætt er samstundis frá, at í prenti ligg-
ur heilt stórt avrik, skrivað av sama
høvunda, við heitinum: »Læknalig ráð
— á sjógvi og á landi<. Omanfyrinevnda
bók, Rúseitur, sum er komin, sigst vera
partur av læknabókini, og man tískil
fyrst og fremst vera ætlað siglingar-
monnum, men sum áður nevnt kortini
ætlað ellum áhugaðum.
Umframt at hava virkað sum komm-
unulækni og aftan á tað í eitt langt lívs-
skeið sum landslækni, hevur hevundur-
in drúgvar royndir sum lærari, eitt nú í
læknafreði á Sjómansskúla Feroya.
Hann man tí sum so mangur annar
lærari hava kent á sær sakn á viðkom-
andi lærubók á føroyskum máli, og iva-
leyst hevur hann kent terv á og í ávísan
mun sum frá leið evnað til sítt egna frá-
lærutilfar og latið tað í hóskiligan fer-
oyskan málbúna, góður sum hann er við
foroyskt mál.
Tískil er lítið at ivast í, at bókin Rús-
eitur umframt á hollan fakligan kunn-
leika gjøgnum lestur og virkisroyndir
eisini byggir á kennararoyndir hevund-
ans og ein brennandi stríðsanda fyri fer-
oyskum freðimáli.
Innihaldsliga er bókin væl skipað við
greiðum innihaldsyvirliti og umfatandi
orðalista (uppslagsordayvirliti), sum
saman gera tað ómakaleyst i skundi at
sláa upp í bókini at leita upp tað, sum
júst leikar á. Eisini hetta er við til at
gera bókina sera henta hjá sjófólki og
annars øllum, ikki minst um illa veit til,
og bráðfeingishjálp verður fyri neyðini.
Annars er bókin ein heild og eigur
fyrst og fremst at verða lisin sum slík.
Talan er um holla fakliga vitan, sum átti
at fallið hverjum lesandi mannsbarni í
lut. Her verður í fyrstu atlegu sjálvandi
hugsað um okkara siglandi fólk, sum
mangan ikki hevur nóg skjóta og at-
komuliga atgongd til kena viðgerð á
landi, men »al tann tíð< rúseitur frå
Arilds tíð er og hevur verið eitt alment
vandamál kring allan knøttin, var einki
forgjert, um í minsta lagi tað uppvaks-
andi ættarliðið ognaðist ta grundvitan,
sum henda bók í roynd og veru so sak-
liga ber fram. Hetta ger bókina sera væl
egnaða sum lærubók og minsta krav til
førleika hjá ellum teimum, sum í yrki
sínum koma fyri at skula læra frá sær
um rúseitur, tað vera seg sjúkrasystrar,
lærarar, aðrir pedagogar, sosialverka-
fólk o.s.fr.
Bókin byrjar við einum rúmligum og
sera viðkomandi inngangi, har hevund-
urin fyrst lýsir sjálvt heitið rúseitur —
turvelvandi dregg — eisini í mun til
heilivág, sum verður tikin óneyðugt, ov
ofta, ov leingi ella í ov stórari mongd, og
sum fær fólk at fara at turvta (tráa) eftir
rúseitrinum og at gerast drøggbundin.
Síðani verða rúseitrini bólkað eftir tí
týdningi, sum vannýtslan hevur fyri
fólkaheilsuna her um leiðir. Tubbakk,
alkohol og svevnráð (heilivágur) fyrst,
síðani lívrunnin loysingarevni (snodd-
ing), sevandi evni (opium o.t.), mið-
stimbrandi evni (»speed« o.t.) og at enda
kannabis (hash o.t.) og sansahvørvandi
evni (LSD o.t.).
Málið. ið nytt verður í bókini, er for-
kunnugt og kennist ivaleyst í fyrstu at-
legu summum i so fremmandakent og
kanska eisini í stødum knortlut, og
kanska forðar tað eisini sumstaðni sjálv-
ari fatanini av tekstinum, um ikki roynt
verður at lesa bókina úr byrjan í enda,
áður enn hon verður nýtt at sláa upp í, tí
longu í innganginum ger hevundurin
sær ómak av at lýsa tey ymsu heitini, ið
nýtt verða um turvelvandi dregg. Og
hetta tykist mær eisini vera avgerandi
neyðugt, serstakliga viðvíkjandi heit-
unum drøgg, turvelvandi, turvtug
(bundin), dregg turvtug (dregg bundin)
0.s.fr.
Tad batir sjálvsagt, at tann nógva
málsliga nýgerðin á føroyskum verður
lýst í setningum við vanligum feroysk-
um orðum og fyri tey málken sjálvsagt
eisini á enskum og á læknamáli, men
sjálvur meti eg ikki, at tað hevði bilað,
um lýsingin á fremmandamáli onku-
staðni eisini hevði verið eitt nú á
donskum. T.d. sigur hevundin fólk sum
eru drøggturvtug ella drøggbundin á
enskum vera »druggdependent«. Hvi
ikki eisini å donskum »stofafhængig« —
so tykir mær, at fimmoyrað er fallið hjá
onkrum, sum annars ikki skilti tekstin.
Annars er henda orðalýsingin so av-
gjørt góð og neyðug.
Harafturat eru í innganginum fleiri
viðkomandi smástubbar um m.a.: okk-
ara steðutakan til rúseitur, hver nýtir
rúseitur, atvoldirnar til vannytslu,
hvussu stór hon er, um illiringin ella hví
tað er so ilt at bjarga rúseitringum, um
vánirnar, og at enda hvussu illgruni
fæst av vannýtslu, og má eg siga, at eg
sjáldan havi varnast slíka sakliga og for-
dómsfría steðutakan hjá hevunda til
slíkt álvarsmál, sum rúseitur ella turv-
elvandi drøgg er.
Hesin inngangur kundi einsamallur
verið nóg mikið til, at øll áttu at kunnað
lisið bókina og fingið gagn burtur úr
henni.
Bulurin í bókini er síðan ein gjøgnum-
gongd av átta hevuðsbólkum av rúseitr-
um, og sum eg skilji skipað í ti rød, sum
hevundin metir tey gera skaða á fólka-
heilsuna í síni heild.
Byrjað verður við tubbakki og við eini
seguligari lýsing av, hvussu tubbakk
kom fram, tátíðar og nútíðar nýtslu av
tubbakki, hvussu nikotin ávirkar
mannakroppin, um tubbakkseitring og
ymiskar vandar av tubbakki, eisini alt
eftir, hvussu tubbakk verður nýtt. Eitt
sindur er um at vera bundin av
tubbakki, uppiseturseyðkenni (absti-
nensir), um tiltek viðvíkjandi at minka
um vandan frá tubbakksroyki, um um-
vegisroyking, at leggja av og at fyri-
byrgja at byrjað verður at roykja.
Høvundin tykist leggja stóran dent á
tubbakksvandan og nýtir í hesum
sambandi knappan fimtapart av bóka-
rúmdini at skriva um hann.
Men mest verður kortini gjert burtur
úr at skriva um alkohol, og tykist tað
mær vera bert rímiligt, tá bókin fyrst og
fremst er ætlað sjófólki sum læknabók,
tí sum ellum kunnugt kunnu herviligar
bráðfeingissjúkur spyrjast burtur úr
tverrandi mátahaldi við alkoholi, og her
hevur hevundurin eisini serliga góða og
nágreiniliga leiðbeining til eitt nú yvir-
menninar á skipi — og vit kundu lagt
afturat ell onnur avvarðandi við — sum
skulu fara um alkoholsjúk fólk.
Kapittulið tykist mær at vera sera
heppið og so avgjert at hava breiðan
almennan áhuga langt út um tey, sum
fyrst og fremst skulu taka sær av alko-
holsjúklingum, tí eg haldi meg hava
fingið varhugan av gjøgnum nú skjótt
drúgfert arbeiði við sálarsjúklingum, at
talan er um eitt nógv størri »myrkatal«
av tílíkum sjúklingum enn teir, sum
veruliga fáa viðgerð. Givið er, at var
hesin tekstur lisin av fólki flest, fingu
mong eitthvert álvarsamt at hugsa um
viðvíkjandi sær sjálvum.
Lítla pettið um royndir til at hjálpa
drykkjufólkum tykir mær kortini at
vera i so stuttorðað og kanska ófull-
figgjad, nú so nógv nytt er komið fram
um viðgerðarhættir, serstakliga hesi
seinastu árini, men ivaleyst er orsekin
tann, at bókin upprunaliga er ætlað fólki
umborð á skipi, og her eru viðgerðar-
meguleikarnir væl færri enn á landi.
Triði partur er um svevnráð og siss-
andi evni, ella tað, sum manna millum
fyri tað nógva verður nevnt nervamedi-
sin og sovimedisin. Tá hugsað verður
um í hvenn mun hesi tilelvandi drøgg
verða nýtt og misnýtt av fjeld av fólki
og tað helst tíanverri í góðari trúgv, so
tykir mær hevundan her hava farið í so
lætt um, men helst er orsøkin uppaftur
her tann, at vandamálið ikki er so Ogvu-
liga stórt umborð á skipi sum á landi,
hvar tað helst í sterri mun er viðurkent
sum partur av ti sokallaða »normala«
gerandisdegnum.
Eitt sindur er skrivað um snoddingar-
evni, hetta við vilja ella av ósketni í yrki
sínum at anda í seg lívrunnin loysingar-
evni úr máling, lakki og tílíkum. Uppi á
landi tykist hetta vandamál at hava
vundið upp á seg í seinastuni. Í ellum
forum eru fólk vorðin meira var við
hetta sum eina avleiðing av tí fram-
komna ídnaðarsamfelagnum. Høvund-
urin ger ikki so ógvuliga nógv burtur úr
hesum evni, men tað sum skrivað verð-
ur, er greitt og sakligt.
Fimti partur snýr seg um sevandi
evni, t.v.s. harðvirkin pinudoyvandi
evni, sum fyri ein part finnast í heili-
vágsgoymsluni umborð á skipi, men
annars vannýtt kunnu bera í sær hervi-
ligan turvelvandi dregg. Í hesum parti
er leiðbeiningin sera greið og læknafreði-
lig og týðiliga ætlað siglandi yvir-
monnum.
At enda eru tríggir meira og minni
styttri partar um rúseitur, sum fyrst og
fremst kennast frá vannýtslu í vestur-
heiminum og eisini okkara grannalond-
um. Talan er um miðstimbrandi evni so
sum amfetamin og kokain, um kannabis
(hash og marihuana) og at enda um
sansahvervandi evni, tilvitskurúmkandi
evni so sum LSD, mescalin, psilocybin
og fleiri.
Samanumtikið er talan um eina sera
forvitnisliga, snegga og góða lærubók.
Gamli landslæknin hevur enn eina ferð
við sínum hugagávum og ótrúligu ar-
beiðsmegi ríkað okkum við eini bók,
sum er nýskapandi bæði viðvíkjandi
innihaldi og málburði. Bókin hevur
uppiborið ikki bert at gerast ogn Feroya
ungdóms og siglandi fólksins, men eigur
at kunna viðkoma okkum øllum og
verða lisin av ellum lestrarferum fólki.
Kanska fellur málburðurin í stoðum
onkrum í so tungur og knortlutur, men
talan er í stóran mun um málsliga ný-
gerð á feroyskari grund og um til-
trongda nering av vísindaligum orða-
feingi, sum má unnast eitt ávíst skotbrá
at taka við lívi.
Tíðin hevur víst, at málsligur ávekst-
ur spyrst burtur úr at hava góðar máls-
ligar uppalarar og fyrimyndir rundan
um seg, heldur enn at halla til lægsta
felags nevnara.
Sjálvur ivist eg ikki í, at bern yvir-
hevur í dag málbera seg frægari á fer-
oyskum, enn tá undirritaði sjálvur var
barn fyri ikki so nógvum árum síðani.
Eyðun Joensen