týsdagur 22. desember 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 146 — 22. desember 1987
tíðindablaðið
Síða 73
Sveimandi náttúrualskur
Astrid Joensen: Morgunin drakk av
flógvari toku. Yrkingar 1968-87.
Forlagið Fannir 1987. 78 s.
Kápa: Olivur við Neyst og Ingi Joensen.
Longu tittulin >Morgunin drakk av
flógvari toku« ber boð um, hvat lesarin
hevur í væntu av teimum úrvaldu yrk-
ingunum hjá Astrid Joensen. Her er
náttúrulyrikkur við lít, vetur og vár
berjast, rætt hondina út, og tú kanst
nerta við kosmos, kærleikin er lívið og
øvugt.
I >Gríma< verður sagt frá uppliving,
Jógvan
Ísaksen
Morgunin
Grakk
floGVari
toku
sum lesarin i mesta lagi fær varhugan
av. Ti tad tykist sum yrkingin — og
hetta ger seg galdandi aðra staðni við —
letur seg aftur um seg sjálva og ikki
peikar úteftir. Á henda hátt gerst hon
privat hugmynd, letumynd, sum hevur
lítið at bera lesaranum.
Akkurát letuupplivingar eru nógvar
av yrkingunum. T.d. »Fjåltur«, har frá-
segukvinnan fer úr dansihell út í nátt-
ina:
Svartir hyljar
á fremmandum getum
glepsandi hundar í fjarsku
— Gud mín!
Mótsetningurin og samanhangurin
millum lívsgleðna og alheimin verða
drigin fram, tað stokkuta lívið og ævin-
leikin.
Ein yrking, sum er umboðandi fyri tað
frægara í savninum, er »Ivi«:
Hin fyrsta egn av vári
smýgur óvarandi inn
yvir lofnað lendi
hampar tess lýti
í flovandi hjáveru
framelur spírandi gres
Fyrsta evarska órógv
kylir í syvjandi moldum
jørdin raknar
tevjar gest
bidil å vitjan —
og drålar tå enn
unnusti min?
Evnið i yrkingini og tað, sum verður
tikið fram í henni, huglagið og ljóðlagið,
koma umaftur og umaftur í savninum.
Hesar yrkingar siga frá náttúrualski,
stórum og smáum hendingum, og les-
arin ivast ikki í, at her er eitt sveimandi
og viðkvæmt sinni.
Ímillum hesar koma so nakrar, sum eg
vil kalla »bambararamm-yrkingar«.
Orðingar, ið møguliga kunnu vera stutt-
ligar at siga smábernum áðrenn songar-
tíð. Her eru tvey dømi:
Leingist heim
eftir teim
piltum tveim
mínum smá
kveldsól sá
teim íhjá
(úr »Einglar tveir«)
takki tær
harri kær
ið givið mær
hevur tær
pinkur tvær
(úr >Pinkur tvær«)
Hetta má sigast at vera tunt soð ella
við minni penum orðum: mjúkrent
kroyst.
»Målningur« er håfloygd yrking um
listaverk, og eins og i mongum eðrum
yrkingum hjá sær, so brúkar Astrid
Joensen ógvuliga kensluborin orð, orð,
sum uttan iva boða frá inniligum uppliv-
ingum, men ikki eru nóg mikið neyv, so
lesarin eisini fær lut í hesum. Hetta pett-
ið úr nevndu yrking vísir ein part av
trupulleikanum: >úr áfatandi hæddum
listaandans borið av frumfostri
kynstursins / hevur evnað tað fullkomna
skapið<. Her hevur tú hug at siga, at tað
einasta, sum er fullkomið í hesari verð,
er mesn.
Stundum tyngja stavrím og viðvend
ar orðingar tekstin, men yrkingarnar
mennast igjøgnum savnið, og høvundin
fær meira tamarhald å innihaldi og sniði
sum frá líður. Yrkingar sum >Summar-
kveld í Nålsoy«, >Við vatnið“ og »Enn
einaferð< eru millum tær bestu í savnin
um, og náttúrukærleiki og hann millum
manna verða samantvunnir, so hesir
gerast ein og tann sami. Frá
savninum havi e
midjun
g hug at endurgeva
>Einkarlota<, sum eisini
væl:
Nú falda blómur
tey veiku blød
móti svalligum himli
stendur seg
Rókurin letur
í summarsins djúpgrenu
skýming
Brátt verða blómurnar
kransar
um okkara sóljubern
Somu getur
og ljósu nætur
tann sami himin
Fittur partur av yrkingunum er ástar
kvæði. Ást til unnustan, til
náttúruna. Hitt tema í savninum er
sorgin, tá tú missir onkran, tá deyðin fer
við einum, tú ert góður við. Tematiskt er
savnið sostatt
barnið og
samanbregdað: ást og
ástarmissur eru kjarnin
Kanska er tað bara eg sum ikki havi
tað rætta poetiska sinnalagið ella eri «
tvørball,
men mær siga yrkingarnar
við fáum undantøkun ikki stórt. Tær
eru fittar, penar og vælmeintar. Skalds
skaparligum spenningi er tað lítið av
ongar vandamiklar dýpdir ella telandi
eggjartromir. Savnið er sum ein sunnu
dag seinnapart í góðveðri: stásklæðir og
hugnaligt keðsemi
Jógvan Ísaksen
Moblar til
allar
aldursbólkar
hype il
] i, re
M. lím,
Ebangjj;,
møblar -teppir- gólvbelegningur Mi