týsdagur 22. desember 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Okkum er sent:
Svimjihøll við mongum
tilboðum
Hevur tú hug at gerast
væl fyri likamliga og
sálarliga, so er at gera ein
túr niðan í svimjihellina
og royna seg.
Er holdið ov bleikt, so
kanst tú bíleggja sólina.
Gosbaðið ger gott
antin tað so er undan ella
eftir svimjingina.
Svimjimeguleikarnir
eru eisini framúr góðir -
4 hyljar, ið tilsamans eru
600 m*: Ein heilt grunnur
hylur til pinkubernini, ein
hylur til tey sterru bernini
og til tey, sum hava hug
at læra at svimja, ein
sterri hylur til tey, sum
duga at svimja og ein hyl-
ur er til tey, sum kava.
Eftir lokna svimjing er
meguleiki at njóta eina
letu í friði og náðum við
útsýni yvir tað bláa vatn-
ið — á matstovuni í
Svimjihellini kanst tú
nevniliga keypa t.d. kaffi,
te, sodavatn umframt
okkurt etandi afturvið.
Higartil hava 6.715
fleiri fólk vitjað hylin í ár
enn í fjer.
Talið av vitjandi í 1986:
128.681.
Talið av vitjandi vænt-
andi í ár: 135.000.
Hvor svimur
Hylurin letur upp hvenn
morgun kl. 7 — tó sunnu-
morgun kl 8. Almenn
svimjing er gerandisdagar
til kl. 9, sunnudag til kl.
10. Fleiri mannfólk enn
konufólk vitja hylin frá kl.
7 - 8. Frá kl. 8 - 9 koma
»morgunfruurnar«. Tað
av vitjandi um morgunin
er um 100, tó sunnumorg-
un um 200. Flest vitjandi
eru leygardag seinnapart
i midal um 500.
Frå kl. 9 - 15 er svimji-
høllin opin fyri skúlabern
um, barnagerðum og
vøggustovum, og | sein-
astuni hava eisini fleiri og
fleiri dagrøktarmammur
leitað sær niðan í svimji
høllina við børnunum.
Månakvøld frå kl. 21 -
23 leiga froskmenn høll-
ma.
Mikudag seinnapart
Svimjifelagid og ISB.
Leygardag frå kl. 11 - 14
Svimjifelagið.
Leygarkvøld frå kl. 18 -
19 leiga brandmenninir
høllina.
Týsdag og hósdag frá
kl. 15 - 17 annan hvenn
mánaða er Pluto úti í hyl-
inum. Eingin Pluto er í de-
sember, men í januar verð-
ur hann aftur at hitta í
hylinum.
Um summarið vitja
nógv ferðafólk Svimjihell-
ina. Hjá ferðandi í tjaldi er
hetta einasti meguleiki at
fáa bað, og tey brúka eis-
ini matstovuna. Tey hava
øll latið væl at, hvussu
rein og góð Svimjihellin
er.
Stersta tiltakið, ið hev-
ur verið higartil í Svimji-
hellini, var Norðurlanda-
kappingin fyri brekað fyrr
í ár.
Leiðari fyri Svimjihell-
ini er Heri Olsen, og vara-
leiðari er Eyðun av Reyni.
Upplatingartíðir
fyri Svimjihøllina
Mánad. frá kl. 7-9 og 15-20
Týsd. frá kl. 7-9 og 15-20
Mikud. frá kl. 7-9
Hósd. frá kl. 7-9 og 15-20
Fríggjd. kl.7-9og 15-20
Leygard. kl. 7-9 og 14-17
Sunnud. kl. 8-10
Upplatingartiir
fyri Cafeteria
Vanligar gerandisdagar:
frå kl. 7.30-10.00
og frå kl. 15.30-20.30
Leygardag
frå kl. 8.00-10.30
og frå kl. 14.00-17.30
Sunnudag
frå kl. 8.00-10.30
Prisir
Atgongd vaksin kr. 15,00
Atgongd børn kr. 5,00
Kort 25 ferðir
vaksin kr. 225,00
Kort 25 ferðir
bern kr. 60,00
Nr. 146 — 22. desember 1987
Kort 25 ferðir
pensionistar kr. 85,00
Atgongd
til gosbað kr. 20,00
Atgongdtilsól kr.30,00
Leiga av gosbað kr. 80,00
Bern, ið eru 7 ár ella eldri,
eiga at gjalda 15 kr. eftir
kl. 18.
Sjúkrasystranæmingar, ið
eru bílig arbeiðsmegi
gjøgnum útbúgvingartíð-
ina, skulu nú eisini svíða
fyri manglandi planlegg-
ing hjá landsins myndug-
leikum viðvíkjandi út-
bygging innan heilsu-
verkið.
Tíðin er komin
Tíðin er komin, hevur
Tordur sagt um at fáa
fleiri sjúkrasystrar. Men
tað er undrunarvert at
hoyra ein legtingsmann,
ið áður hevur fingið út-
búgving sum sjúkrasystir
á Sjúkrasystraskúla Fer-
oya, og sum eisini hevur
virkað sum lærari á skúl-
anum, at hann enn ikki
hevur fingið eyguni upp
fyri, at tíðin er farin frá
symptomviðgerð.
Læraratrot er eisini
veruleiki
Tordur átti at vitað, at tað
als ikki er pláss fyri næm-
ingunum sum nú er, og
man sjálvur hava undir-
víst í onkrari tilvildarlig-
ari skrivstovu ella fundar-
heli.
Sjálvur leyp Tordur frá
lærarastarvi sínum og
veit, at umsekjararnir eru
fáir, mangan eingir, til
leys lærarasterv á skúlan-
um.
Næmingarnir eru um-
leið 50% av útbúgvingar-
tíð síni úti í praktiskum
arbeiði, og er tað tá á-
byrgd hjá sjúkrasystrun-
Sjúkrasystraúthúgvingin
i vanda
um á deildunum at undir-
vísa. Í ár varð roynt á
Landssjúkrahúsinum at
lata deildirnar skiftivís
aftur í summarfrítíðini. Tá
vóru fleiri næmingar úr
ymiskum flokkum á deild-
unum í senn, og ofta vóru
teir fleiri í tali enn sjúkra-
systrarnar. Hetta førdi
við sær, at ringt var at fáa
eina fullfíggjaða undirvís-
ing.
Vit ivast í, um ráðlegg-
ingarnevndin hevur ráð-
fort seg við leiðslu skúl-
ans og sjúkrasystrarnar á
deildunum. Sjálvandi
hevði eisini borið til at
rådført seg við næmingar-
nar.
Kvalitetur —
kvantitetur
Kvaliteturin á sjúkra-
systraútbúgvingini = må
sigast at vera lækkandi,
tá tað í ár eru dumpað
heili 25% í einum flokki og
30% í einum eðrum. Men
tíðin er meguliga ikki
komin enn, at ein fer at
hugsa um kvalitetin, men
einans um kvantitetin.
Nei, Tordur. Lat okkum
fyrst og fremst hugsa um
at varðveita stuðið á út-
búgving okkara, og síðan
royna at fáa broytt um-
steðurnar og meguliga út-
búgvingina, áðrenn ein fer
í holt við tiltek, ið lættliga
kunnu taka steðið undan
allari sjúkrarekt.
Mai-Britt Joensen