Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Útgevari: P/f Sosialurin & Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Uppseting: Pit Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Hátíðar jól ella bara jól STÁKANIN er í hesum døgum i hæddini, tí nógv skal røkkast til jóla. So eisini við ótolninum hjá teimum mongu, sum er í so Stutt komin við jólafyrireikingunum. HELST ERU tað bert tey fáu, sum Í í hesum døgum veruliga duga at hugna sær við jólastákinum øll- um — og gávurnar allar, sum skulu fáast til vega, er søga fyri seg. Tey. ið ráðini hava til stásilig- ar gávur, gremja seg kanska alra- mest um teir ågvisligu prísir, meðan tey við vánaligum ella oingum ráðum, ganga í stúran fyri, at seta onkran eftir ella um at tær í ár kanska verða í so lítis- verdar. HESAR MEIRA og minni ógrund- aðu gremjingar, saman við at hava fyri neyðini at renna seg so upp í nakka seinastu adventsdag- arnar, skerja ivaleyst ta gleði, vit øll innast inni kundu ynskt okk- um í hesi halgu bíðitíð eftir jólu- num. JÓLASTÁKANIN í heidnari tíð var kanska ikki smettin frægari. Helst varð drukkið, etið, skemtað og garterað í vikuvís. lvaleyst eisini við ávísari tign hjá teimum, sum best skiltu týdningin av afturkomuni av ti livgevandi ljósi- num, sum treytadi allari tilveru eins væl tå sum nå. TEIR VISTU ikki betur og hildu ti- skil veitsluhald fyri ti komandi og farandi ljósinum. MEN HÓAST okkara enn nakað heidna ella siðbundna jólahald so vita allir føroyingar, at vit sum upplýst og kristið fólk nú halda jól til minnis um føding Jesusar, til minnis um ljós heimsins, sum skínur eins bjart á vetri sum á sumri og eins væl fyri ríkum sum fátækum. ALT GOTT um at unna sínum næsta tað besta til jóla, herundir eisini gávurnar, sum givnar verða eftir førimuni, men kappingin um at tekkjast ødrum eins væl og óttin fyri ikki at rakka, tá tað snýr seg um jólagávurnar, er, um ikki heiðið burturav, so heldur ikki kristið sum so. HINVEGIN er hetta bert menn- iskjasligt og sum soleiðis fyri- geviligt í ávísan mun. Men skal skil vera í jólunum sum kristin hátíð, so áttu vit heldur at lagað tey meira við atliti til ta í okkara eygum so stóru vanlagnu og tí stóra órætti, hesum ljósins kongi var fyri í sínum foldarlívi HINVEGIN er ikki okkum givið at meta um Guds ætlanir við einkar soni sínum. MEN ÆVINLIGU sannileikarnir um rætt og rangt segði hesin stóri lærumeistari so ramliga, at bert tey vánaligast støddu í byrj- anini vágaðu at taka læru hansara til sín. Og sambært fyrijáttanirnar um komu frelsarans, so skuldi hann sýnast fólki so lítisverdur, at eingin í álvara mundi fara at taka hann til sín. LÍTISVERDUR ella ikki, so virka avrik hansara tann dagin í dag og fara at gera tað til veraldar enda. HELDUR IKKI hevði tað verið honum líkt at álagt okkum at hild- ið verðsliga lítisverd jól til minnis um føding hansara, tí verk hansara við okkum menniskjum var at gera okkum fræls, eisini fræls til at velja millum tað í heimsins eygum kanska lítisverda men hugdygga og heimsins glitur og fjákalótir. TÍVERRI snúgva hansara jól seg í alt ov stóran mun um hetta seinna — og vit eru nærum eins sek øll somul. Ti skal eitt av jóla- ynskjum okkara verða, at vit fara nakað álvarsligari undir komandi jólastákið og at vit hver í sínum lagi tá hava annað í huganum enn glitur, tant og fjas, men í staðin læra okkum at finna eina hægri meining burtur úr tí lítisverda, herundir kanska eisini úr sjálvum jólaboðskapinum, sum av mong- um føroyingum í dag ikki verður nýttur ødrvisi enn eitt nú jóla- køkuuppskriftirnar ella tær lýs- ingar og tiltøk, sum so fegin vilja »selja« okkum jólini. Nr. 1 — 4. januar 1986 Innan hesar fýra veggirnar ljómaðu somu orgulpipur í samfull 60 ár — men uttan at blunka verður ein partur av bygdarsøguni sendur norð um fjørd Tað var ein fragd fyri oyrað aftur at hoyra orglið úr Tveroyrar kirkju mána- dagin í triðsíðstu viku, tá Johannes Andreas Næs greiddi frá um advents- sálmar. Tað gamla orglið, skal verða lagt afturat. Orglið, sum ikki stendur í Tver- oyrar kirkju longur, men sum nú er sett upp — av kenum hondum og oyrum, hoyrdist — vesturi í Vág- um. Í ítróttar- og sam- komuhellini á Giljanesi. Soleiðis fara vit um dýr- gripir okkara. Og sum altíð geva vit ckkum ikki fara um tað fyrrenn ov seint er. Men vit kunnu vera Út- varpinum takksom fyri, at ljómandi orgulspæl er fest á band, meðan orglið framvegis stóð í kirkjuni undir Uttara-hváli, tá tann frálíki orgulspælarin, Heri Eysturtún, læt pípurnar ljóma. Ja, tær upptekurnar, sum vit stundum hoyra eftir morgunlestrarnar, minna okkum um upptek- ur frá teimum kendu kate- dralunum í stórðu verð. Men sigur lagnan hjá orglinum okkum íkki nakað um andaligu, ella mentunarligu barlastina og seinferi okkara? Víst ger hon tað! Og ikki minst tað, at aftaná fara tey ávísu at rópa upp. Henda vantandi stig- tekan prógvar, at oman hálsvelin er mangur rask- ur, men tá tað ræður um at fremja nakað í verki, sum ber á tað mentunar- liga borðið — ella sum ikki er ítróttur — so gongur striltið at fáa nakað frá hondini. Aftaná harmaðust fleiri og í hesum sambandi kundi verið hóskiligt at spurt: Hvar var meinig- heitsráðið og hvar var mentanevndin hjá bý- ráðnum? Ikki fyrrenn eitt sund- urtikið orgul var á veg norður um Suðuroyar- fjørd, tók forsprákarin fram um aðar forsprák- arar fyri bygdini til orð- anna — ja, í blødunum sjálvandi. Visti hann einki um ætlanina frammanundan? Gjerdi hann ikki tað, var hondin ikki á rettum stað! Hvat hevði verið meira natúrligt enn at sett gamla orglið upp í skúla- og mentunarmiðdeplinum í Trongisvági? Tað hevði ikki tyngt >kostnaðin< tað nógva. Hesin skúlin- og ítrótt- ardepilin er jú karmur okkara um konsertir, framferslur, sýningar, veitslur, fundir og annað frítíðar- og mentunarítriv. Og har hongur jú myndin — frálíka listaverkið — av sjálvum slóðaranum. Vit eiga eisini at hava í huga, at hetta var ikki eitt tilvildarligt orgul. Triði hver »tvørå-drongur« hev- ur pumpap hetta orgul, og tónarnir hava ljómað við hverja gudstænastu, hvenn barnadóp og tá bygdarinnar børn eru borin tann seinasta teinin til ævigu hvildina i seksti år. Harafturat er tað eitt av fyrstu orglunum — minn- ist meg rætt tað átjanda — hjá kenda danska orgul- smiðinum, Frobenius, og eingin mætari enn tóna- skaldið og listamaðurin, Jógvan Waagstein, setti orglið upp í februar 1924. Hvat orglið í síni tíð kostaði, er mær ikki greitt, men fyri einar 25.000 krónur fór henda ogn vestur í Vágar. Tað er ikki nógv, tá virðið helst liggur um hálvu millión- ina. Vónandi fáa vágafólk, og vit onnur tónleika- áhugað, gleði av hesum leikfari í mong ár. Latum okkum kortini læra nakad av hesi hend- ingini og seinføri okkara, ti rundan um okkum — úr Froðba og inn í Trongis- våg er nógv søguligt og sidsøguligt vid at fara ella forfarast, men tað fari eg at venda aftur til í tí nýggja árinum. Observa