Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SWØald , - Nr. 147 — 23. desember 1987 Kæri lesari. Mitt i øllum jólastrevinum og -stákinum hevur tú tikið tær eina løtu og sett teg við blaðnum, og ben mín skal vera, at Guð við anda sínum vil lata hesar reglur verða tær antin til hjálpar ella stuðul, soleiðis sum Hann veit, hvat tær er tervur á. Um fáar dagar hátíðarhalda vit Jesu feðingar- dag, ongin feðingardagur verður so víðan og so nógv fyrireikaður sum jólini. Myrkrinum í desember mánaða ansa vit ikki, tí vit hava øll so nógv at gera. Vit hugna um heim okkara, baka og stákast, keypa ella gera jóla- gávur, skriva brev og kort. Eisini tey nógvu ljósini, vit brenna í hesi tíð, fær myrkrið at hverva; hesi andventsljós, sum minna og peika okkum á einasta sanna ljósið, sum kom í heimin jólanátt. Adventstíðin — fyrireikingartíðin — er givin okkum bæði til likams og sálar, men skulu vit vera heilt sonn, so fær Hann, ið alt hetta snýr seg um, oftast ein lítlan part av ellum. Sjálvandi er tað so beint, so beint og eisini Guði tekkiligt, at vit eru við at gleða gomul, bern og sjúk, minnast vinir og kenningar og gera tað beta fyri tey, ið standa hjarta okkara nær. Tó vita vit, at hetta alt er bert tann seinni parturin av tí stóra boðnum — byrjanin er: Tú skalt elska Harran, Guð tin av øll- um hjarta tínum og av allari sál tíni og av ollum huga tínum<. Tað er bert ein her á fold, ið hevur hildið hetta boð fult og heilt, og tað er Jesus sjálv- ur. Men latið okkum ikki vera óttafull, tí boðið tyk- ist okkum so torført, ja, ógjerligt at halda, men latið okkum minna hvenn annan á, at av egnum ávum kunnu vit ikki hetta, tað má verða okkum givið í erva frá. Latið okkum ikki gloyma at tað var Guð, ið elskaði okkum fyrst, elskaði okkum so, at Hann læt son sín fara frá dýrdini á himni og offraði Hann fyri, at vit ikki skuldu glatast, men fáa ævigt lív. Jesus er millummaðurin millum Guð og okkum, í Jesusi er himmalvegurin okkum opin. Og hesum Jesusi meta vit fyrst og fremst í Bíbliu okkara. Tak tú Bíbliu tína fram, um tú lesur í henni regluliga, sjáldan ella slættis ikki, tak tú hana og les 2. kap. hjá Lukasi. Bið Guð lata orðið upp fyri tær — les og gev tær góðar stundir at uppliva tey fyrstu jólini her á jarð og legg tær í geyma, at tann Jesus, ið varð borin í heim hesa heilagu nátt, Hann livir enn og Hann er eisini í dag heimsins frelsari — og tí Frelsari. Legg teg á knæ og takka Guði fyri Hansara undurfullu gávu til tín. Kæri lesari, eg ynski tær eini gleðilig jól í Jesu navni. Ein heilsa til Funnings j.h. A stóra hátíðardegi tykk- beiði, og mátti hetta sam- ara seinasta fríggjadag arbeiði hildið áfram okka: nýtti eg tíverri ikki hevi millum og gjerst enn at taka orðið, og tá heldur meira, nú bygdir okkara, ongin annar úr kommunu tykkara aldargamla og okkara bar kvødu, so vil okkara niðursetubygd eg á henda hátt ynskja eru vorðnar samanbund- tykkum hjartaliga til nar. lukku við vegnum, og at hesin má verða bygd tykkara til framburðar á øllum ekjum. Tað gleðir meg, at tit við hesum vegi ikki bert fáa eitt nógv betri sam- band við aðrar bygdir og sostatt betri og fleiri ar- beidsmøguleikar, men at tit eisini nu fåa fulla nyttu av okkara felags havna- lagi og båtahyli. Sum formaður i felags- nevndini vil eg takka fyri tað einastandandi góða samarbeiði vit hevdu, tá vit fóru undir hesi bæði ar- Til seinast vil eg takka bygdaráðsformanninum, sum saman við sóknar- stýrislimunum og bygdar- fólkinum gjerdi henda dag so ógloymandi fyri okkum bodnu. Við ynski um eini gleði- lig jól. Funningsfjørdur, 22. desember 1987 Johan Å. Hansen