Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ER NO — — ER Nr. 147 — 23. desember 1987 tíðindablaðið er føddur her, hina náttina fyri kortum, tå hin bjarta stjornan 'vsti beint yvir okkum, summi sóun tå himmalin opnan og einglar, sum sungu, at sonur Guðs var komin til jarðar, sum spáað er. Ja. Ruth, tú veitst einki um hetta, tí tú hevur verið so leingi í Jerusalem, men onnur í Jerusalem vistu tað, Heró- des kongur, og hann vildi drepa Messias, og hvussu bar hann ses at, veitst tú, hvussu hann bar seg at. kannst tú gita?> Hon trivur í armin á Ruth og fer tætt til andlit hennara. Ruth sær inn Í eini glógvandi vøkur eygu, men eini eygu u'tan vit. «Ja, Ruth, Heródes kongur kennir løgina og profetarnar, og hann mintist nakað, ja, hann mintist nakað, sum var farið fram í søgu okkara fyri øldum síðani, ikki her, men í einum fiar- skotnum landi, útint av einum Fa- rað. Ruth, minnist tú Móses, ja, nú bliknar tú, og enn ikki tú vart spard, tú, sum bara hevur gjørt væl. Far til heim títt, eitt grátandi, hløðandi heim. Bannaður, bannadur.» Ruth rykti seg leysa frá hesi ørðu kvinnu og hugdi at mannamúgvuni. Í teirra ræðsluslignu andlitum læs hen sannleikan. Tað var eins 0,1 lik- am hennara varð borad igjognum av gløðandi ørvum, so datt hon, sakk niður í eitt myrkur, so ræðuligt. x Månadirnir gingu, áðrenn hon kom á føtur aftur. Alt húsið var broyt', eingin tosaði hart, eingin låt- ur hoyrdist. Vermamman lá í song- ini. Av hesi sterku kvinnu var cinki eftir. Tá hon sá Ruth, segði hon: Áh, hví læt eg teg ikki hava hann við, hvi? hví? Har var einki at svara, men tá Ruth sá, hvussu hon píndist, royndi hon at troysta hana, bilsin yvir seg sjálva. Hóast hjarta henn- ara var deytt, so komu orðini kort- ini; orð, sum hoyrdu heima í eydnu- ríku fortíð hennara. Hon stóð fyri húsarhaldinum nú og hjálpti øllum neyðstøddum sum fyrr, hevði eisini vinarorð til teirra. Men hóast eingin grunaði tað, so var hjarta hennara ikki við í nokrum av øllum hesu góðu gerðum. Lív hennara var so ófatuliga tómt, ti hon hevdi einki at liva fyri. Hon hevdi kvittað við alt, eisini sín fedranna Guð. Viðhvørt kom mamman fram fyri hana, men hon vildi ikki hugsa um hana, og hon arheiddi og arhriddi fyri at gloyma, arbeiddi til hon deyðatroytt datt niður í seingina og svav nakrar tímar, so uppaftu: og aftur til arbeiðis. 11 ár gingu. Sum vant var Ruth saman við øllum uppi í Jerusalem til påskahåtidina, men sjúka tarraði teimum úr Betlehem, tá tey skuldu fara avs'að, so seks dagar singu, áðrenn tey byrjaðu heimferðina. Ruth fylgdist við teimum, og tey løgdu leiðina um templið. Bein' við halgidómin hendi nakað, sum fekk alt Betlehem at minnast og stynia í sorg. Ein kom til mamma, sum spurdi, nakað til ein fremmandan drong, hon hevði mist son sin burtur. Hann er tolv ára gamal, legði hon aítrat. Undrandi hugdi hon at teimum, ti eingin svaraði henni. Endiliga -egði ein gamal maður: «Tad er nvttu- leyst at leita her, kvinna, vit eiga ongar 12 ára dreingir í Betlehem.> Alla tíðina hevði Ruth start at kvinnuni, hon bar ein bláan kvyrtil, hevdi hesin einaferð fyri árum síð- an verið hennara? Tá kvinnan fekk svarið, hvakk hon við og tók til :Ým- ingar, men Ruth forðaði henni. Leingi hugdu tær hvør at aðrari, endiliga fekk Ruth spurt: <Hví var sonur tín spardur?> Andlitið á ti fremmandu broytt- ist, nú sá hon gomul og pínd út, tað var fyri Ruth, sum var øll sorg ritað á enni hennara. Hon treiv í hana «Hvi, spurdi hon uppaftur. Við darrandi rødd svaraði hin: <Spyr meg heldur, til hvat var hann spardur,> og so var hon burtur. Leingi stóðu Ruth og ø!l hin: og stardu ef'ir henni. x Árstíðirnar skiftu, árini runnu burtur í tíðarinnar hav. Ruth eldist, hárið var snjohvitt, andlitið foyru'. Nogvum av sínum kæru hexði hon sagt farvæl, men það var, sum livdi hon ikki við í nøkrum, einki rein við hana. Enn einaferð hevdi hon leitað nið- an til Jerusalems at halda páskir. kvinna teirra, ein bangin um tey høvdu sæð gamlar hvi?» Hóast hon var sum í aðrari verð, merkti hon ein ófrið i býnum. Fólk tosaðu nógv alt um henda løgna Jesus år Nazaret, hon læt ikk! vid seg koma; vildi einki hoyra. Tíðliga fríggjadagin framman undan høgtíðini skuldi Ruth út at vitja aðra sjúkdóttrinæ, ið var gift í Jerusalem. Komin ú! um dyrnar, verður hon standandi ovast á tripp- uni. Stór mannfjøld kemur nidan gjøgnum gøtuna, rómverskir her- menn, so cin maður, ið ber ein kross, og aftanå hópurin av menn- iskjum, rópandi, Ýlandi mannabørn. = Síða9 Onkur ránsmaður hugsar hon: tú dettur hann undir síni tungu hbyrðu beint út fyri trappuni. Rómverjar sláa og sparka hann, og teir Jødar, sum kunna koma til tað, gera iad sama. Ruth hyggur, hvat er hatta, ránsmaðurin hevur eina tornakrúnu á hovdinum. Nú reisa teir hann og fara víðari. Tástani sær Ruth, at ein kvinna hevur sett seg niðast á trappuni. hon heldur hendurnar fyri andlitið, tvær ungar standa hjá henni, tær gráta Nú fer hon til gongu, men slørar á og noyðist at seta seg aftur. Ruth fer oman til hennara, leggur hondira á øksl hennara og spyr, um hon cr sjúk. Hon sær inn í eitt andlit so sorgarbundið, at kalda hjarta henn- ara cymkast, fyri fyrstu ferð í meir enn 30 ár, tekur hon synd í eini menniskju. Kvinnan hyggur upp á hana. og Ruth starir aftur im6'i, so sigur hon <Kvinna, nú møtast vit á triðja sinni». Vi) gráturødd verður teskað so spakuliga, sum var tað lo'ið, ið rødd- ina átti: <Ja, og nú hevur tú svarið, hatta er sonur mín undir krossbyrð- ini, fyri hetta var sonur min spardur.> <Á neyðars, kom inn vid mær.» <Neyðars mamma sigur tú við meg, sum einaferð var vælsienað millum kvinnur. Eg takki tær fyri innbjóðingina; men eg vil fylgja soninum til tað síðsta. «Tad kanst tú ikki, tú orkar tað ikki, móðurhjarta tí't vil bresta, sigur Ruth. «Kg eri ikki einsamøll við raðu- ligu sorg mini, Harrin er hjá nær, og Hann vil styrkja meg.> <Hvat sigur tú kvinna, vil Harrin hjálpa tær, nú fati eg einki, er senur tín tá sekur?> «Nei, hann er u'tan skyld, púra ósekur. Tað er fyri okkum seku, hann fer í deyðan. Hann er e:ngin vanlig menniskja. Nú er alt dult fyri tær og mongum, men einaferð verða eygu tykkara upplatin, os tå vilt tú eisini fata alt.> Kvinnan ræ'ti henni hondina og fer til gongu, og Ruth aftaná henni. neyðars mamma, Úti á Golgata upplivdi hon naxrar tímar, sum fyri ævugt vórðu ritaðir í hjarta hennara. Hesin maðurin við tornakrúnuni og innskriftini: Kongur Jødanna, hvør er hann. Ikki ein vanlig menn- iskja, hevði móðir hansara sagt. > Hvør er hann, sum negldur á kross- in, gav einum ránsmanni lyfti um paradís. Sum svyrgdi so kærliga fyri = móður síni, og sum i sváru, ræðuligu pínu síni, fyrigav figgind- um sinum. Hvor var hann? Ruth kendi seg so troytta, tætt til krossin, mátti einaferð ússaliga og sleppa at síggja hesu evgu, sum vóru afturlatin i svovni hina ferðina fyri mongum árum síðani. Á, Harri, lat tað eydnast fyri mær,» bað hon so inniliga í hjaria sín um: <Harri, er tað sonur tin, so lat meg fáa vissuna. Harri, í sØ trovtt og gomul og einsamøll, púra einsamóll. Harri hvgg í s'óra mis- kunnsemi tínum niður til mín arma syndara! Hon var komin tætt at krossinum. Við ræðslu hugdi hon at lunds- monnum sínum og atburði terra, og fyri fyrstu ferð kom tað til henn- ara: um nú mín sonur hexði livad, so hevdi hann kanska verið millum hesar, sum háaðu og spottaðu hin krossfesta. Hon kendi ein lætta. nú sá hon, at kanska hevdi hin Alvald- andi spart hana fyri nógv. So hendi tað, sum hon ongantíð hevdi droymt um, hon fór at bøna og biðja Harr- an fyrigeva sær; fyrigeva sær sítt harða hjarta, sítt tóma lív, sína uppreist móti Honum, at hon ikki kundi boyggja seg undir vilja Hans- ara. Hon had og bad, sansaði ongum, bara bað og hugdi at manninum á krossinum. Endiliga, tað var sum ein ævin- leiki, møttust eygu teirra. Ruth fell á knæ, deyðmødda hjarta hennara varð stil'. Hon hevdi sæð Messias, Frelsaran, og við Jesu føtur fekk hon frið við sín fedranna Guð, ein frið, sum ongantíð kundi takast frá henni, og hon fekk eisini vissu fyri, at um stutta stund skuldi hon sísgja lítla son sín og øll síni kæru heima í paradísinum. Soleiðis sum henda kvinnan fyri nítjan øldum síðani fekk frið við sín Guð, soleiðis kanst tú. friðleysa hjarta, fara út á Golgata í kvøld og við Jesu kross finna frelsuna og hitt æviga lívið. Til tess vórðu vit øll kallað.