Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Heðin Brú: Hin hvíta ——————— Myndin er tilvildarliga vald Vit børn høvdu so leingi gingið og stundað eftir kava; sleður og skriðifjalir stóðu í standa inni undir grundunum og bíðaðu, men alsamt var bara- jól. Hverja ferð ein hvess tjúkn glumdi á takið, lupu vit út á geilar og hildu hendurnar undir, fingu nakrar heglingar í lógvarnar og koyrdu í munnin; men ikki so skjótt sleit ælið í, fyrr enn alt tánaði burtur aftur, heilt niðan undir rókalegini. Men ovari lá kavin skínandi hvítur. Tá so sólin glotti út, og fjalið stóð glógvandi reytt, kundu vit fara og knýta okkum bond í sleðurnar og til gongu niðan á fjallið; men vit komu ongantíð longur enn, til næsta heglingsælið dreiv okkum oman aftur. Men so jólaaftan kom dungarok, tættar og mjúkar dalaðu flykrurnar niður av meku og løgdu seg varliga um allar vellir, um grót og skursl og húsatekjur, doyvdu tufluljóðið og fótaferð av brynnandi dýrum í túninum. Vit smáu fingu okk- um turriklæði um hálsin, lótu okkum í vettir og settu okkum á gáttina at hyggja at, hvussu alt lokaðist til, lupu við hvert og strikaðu í kavan, sótu so aftur og dugdu, hvussu flykrurnar javnaðu tað aftur. Gæsnar komu pleyrandi inn í dyr, drógu egg- posan eftir kavanum, rætta hálsarnar fram og pjátraðu. — »Tær vænta kulda«, segdu tey gomlu. — Stari og grátítlingur flyktust um túnini, settust stokkutar letur og ristu fjaðarnar, flugu so aftur. — »Fuglurin væntar kulda«, segdu tey vaksnu. Best sum vit sita, koma teir størru dreingirnir rennandi gjøgnum túnini og biðja okkum koma niðan á beitið at rulla kavaknetti: >Vit fara at byggja eina kirkju«. So rullaðu vit kavaknetti, eltu fyrst ein klump saman í hondini, í gildi sum báðar nevarnar, legdu hann í kavan og rullaðu, so vaks og vaks hann, til tess vit orkaðu ikki at skrika honum meir, og teir eldru dreingirnir máttu koma og taka hann, rulla hann oman og seta hann upp í kirkjuveggin. Knetti eftir knetti rullaðu vit, og veggirnir hækk- aðu í hverjum, kavin bráðnaði í skónum, klæðini drivu í sveitta, men eingin gavs á hendi. Summir evnaðu stykkini til, aðrir settu tey á veggirnar, og aftur aðrir tóku ójavnarnar burtur og tettu ímill- um. Tey vaksnu steðgaðu á sínari leið millum hús- ini og tosaðu við okkum, fagurlátin og luttakandi, menn gjørdu okkum møtutræ í, fingu okkum okk- urt at standa á, tá ið upp kom, aðrir tóku knív- arnar og sneggaðu okkum vindeygaopilsini, allur býlingurin spældi. Tá ið tók at skýma, stóð kirkjan liðug, við taki og torni og ellum, sum var. Tað síðsta, ið hendi. var at ein maður kom við einum koparmortara og hongdi í tornið. >Klokku mugu tit hava, allar kirkjur hava klokku«. Og tå ið kirkjuklokkan ringdi jólini inn, ringdi eisini mortarin í teirri hvítu kirkjuni. Vit sótu ell rundanum í kavanum og lýddu á. Tá ið nátturðaeldarnir ruku, fóru vit inn fyri tað kveldið. Jólamorgunin var gellandi frost og bláur himm- al. Kavakirkjan stóð skínandi hvít og harðfryst. Teir sterru dreingirnir tóku gler av ánni og settu í vindeygaopilsini, tær hálvvaksnu genturnar pynt- aðu hana innan: Har var altar við dúki á, har stóðu ljós, og millum ljósini lá grønur lyngur, dura- opilsi var tjaldað. Úti á degnum ringdi mortarin, og vit fóru pynt- að, við sálmabók í hndunum í ta hvítu kirkjuna, alspent fyri stórum hendingum skundaðu vit okk- um vegin fram, tivaðu, so andin stóð sum ein hvít skedda fram fyri okkum, skutu okkum inn við duratjaldinum og settu okkum á hálmin, ið v breiddur á gólvið. Ljósini brunnu á altarinum og í glervindeygunum. Dreingirnir sótu kvirrir við húgvunum í hondunum; eingin tosaði, hetta var jú Nr. 147 — 23. desember 1987 í kirkju; øll eygu stardu stundandi út í rúmið, al- tráð barnaeygu, víðopin fyri tí, sum skuldi henda. — Men hvat skuldi henda? — Ja, tað hevdu vit ikki hugsað um; men vit høvdu bygt ta hvítu kirkjuna, prýtt hana, gingið og longst eftir, at tað skuldi ringja, og nú vóru vit her. — Tað gekk ein leta, og einki hendi. Vit hugdu upp til altarið, upp i mønuna, upp á hvert annað, eyguni vóru spurin, men fingu einki at vita. Vit blaðaðu í sálmabók- unum, legdu tær saman aftur, vendu teimum í hondunum — einki hendir. Tá sigur ein hálvvaksin genta lágmælt: >Onkur må vera deknur«. Eingin svarar, bert andadråtturin er at hoyra og skróð, tå ið onkur rørir seg i hålminum. Onkur vaksin, ið hevur slotað i durunum, fer skundisliga gangandi gjøgnum kavan: »Dekn skulu tit fåa«. Vit sita øll og slota, eingin vil fara avstað aftur, fyrr enn tað, vit væntaðu, er hent. Genturnar teska um at fara og syngja, mutast um, hvat tað skal vera, hver ið skal syngja fyri. So tagna tær aftur. Tá fer duratjaldið frá, og tann gamli deknurin bukkar seg undir tí lága durakarminum og kemur inn, gráskeggjutur og bogin við stav í hondini, tekur húgvuna av og trilvar seg millum øll óvita- beinini á gólvinum fram at altarinum, setur seg niður í hálmin, tekur sálmabókina up úr kota- lummanum og blaðar. Øll eygu stara at honum, leita ikki longur runt í rúminum, eru ikki spurin, bert still væntandi. Deknurin nevnir eitt sálmanummar, letur eina letu ganga, byrjar so at syngja við skelvandi gamlamannaredd: