Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14/ — 23. desember 196 / SS ”… Dyrdmikla stund, tå Jesus barst í heim, tá allar rúmdir storknaðu í spekt, tá vsins flóð breyt yvir dysjum teim, ið goymdu heimsins deyðamannabein. — Rís upp til lovsong øll, tú bleika slekt. Vit sungu við øll, klænmælt og hugtikin. Uttan- fyri stóðu vaksin og lýddu á, vit sóu dekkan av teimum fyri glervindeygunum, og hoyrdu manna- reddir taka undir við okkum. Tá ið sálmurin er liðugur, koyrur deknurin bók- ina aftur í lumman, leggur hendurnar í fangið og sigur jólaboðskapin fyri okkum, ikki upp úr bók, ikki upp aftur eftir annars men í nýtum sjálvvald- um orðum. Tað barst okkum smæstu fyri, at hend- ingarnar vóru tilbornar her í bygdini, og at hann sjálvur hevði verið tað. Seyðafylgini lógu her uppi undir fjallinum, og seyðamenninar kendu vit. Esil segði hann einki um, men ross, sum stóðu inni og ótu hoyggj, og kýr, sum stóðu og toygdu seg drógu hoyggj út undan barninum, sum lá í krubb- uni. Vísmenninir mundu vera teir, doktarin, prest- ur og lærarin. Hver skuldi annar vera? Gávurnar, teir høvdu við, vóru komnar úr Havn, okkurt et- andi, okkurt sum mól runt, tá ið tú setti tað á gólvið, eitt, sum læt í, tá ið tú blásti í tað, trý so- vorðin ting. Tað torskilnasta var hetta, at barnið lá í einum fjósi. — Jomfrú Maria var ókunnugenta, og bjóða henni inn í fjósið? Hjá okkum vórðu ó- kunnufolk boðin í stovuna. Tá ið deknurin er liðugur við jólaboðskapin, setur hann seg at tosa við okkum. Í fyrstuni gekk heldur trevið, tí kirkjutøgnin var á okkum, men so smátt um smátt komu vit okkum. Tey eldru tosaðu fyndugt og rådisliga, løgdu seg eftir at roynast vaksin. Vit fimmáragomlu tagdu, lurtaðu og undraðust. Deknurin rópti okkum til sín, settu okkum undir liðini á sær í hálmin: >Nú, stakkali, hvat skulu vit tosa um, ha?« »Um einglarnar! Flúgva einglarnir niður á jorð- ina at verða kliptir á jolum?« „Hví spyr tú so?“ „Jú, tí einglahár er bert at fáa á jolum«. »Hvi eru eingir einglar niðri millum húsini at síggja jóladag, sum nú stararnir og grátítling- arnir, eru teir hægri uppi á fjallinum?« „Hvat er heilt uppi á fjallinum á jólum?< Spurningarnir komu tysjandi, men tað er so góðum líkt, at teir krevja einki svar, tí tann næsti kemur beinanvegin. So steðgar deknurin okkum: »Hvat ið er uppi á fjallinum, ja, har er veturin Uppi ...< Um nakar hevur verið uppi á hægsta fjallinum á jólum? Jú, deknurin hevði verið eina ferð, ein fyrsta jóladag: >Nú skulu tit hoyra: Tað var kavi og frost, eg legði til brots, skeddi meg í skelingar og tók stav í hondina. Tí tað er ikki lætt at koma niðan á fjallið, veturin vil ongan hava niðan til sín, hann verjir seg, glerstoytir hamrarnar, oysir jarðrok upp, setur vindin at blása. Striltið gekk niðan eftir, mátti hegga fyri mær við píkini; við hvert tók eg knívin, telgdi fótafestið í glerið; og vindurin km turnandi beint á kroppin á mær, royndi at hava meg av fótunum, men eg helt meg so lágan fram eftir jørdini, trygd- aði meg niður í kavan, tá ið harðast gekk á — og til bar, eg kom niðan. Á, tit skuldu sæð alt, ið veturin hevði har uppi, ja, tað skal eg siga tykkum, veturin er brandur at pynta til jóla. Ovast á fjalla- krúllinum lá kavin javnstrokin og skein. Teir svertu sandarnir, teir royðuskiftnu flotkeldurnar, teir mórutu steðuhyljarnir, alt javnskavað og skyggjandi hvítt. Og so langt eygað sá, ikki eitt spor í kavanum, ikki eitt avlagandi fet, av nokrum livandi, sól, fjallavindur og kavi, annað var her einki. Niðari lógu fannir, ið vindurin hevði beykað saman í langar dyngjur aftur undir hverjari lívd, skornar við hvessum reðum og sneggum hjólingum. So skein sólin á, bleikroðaði kambar- nar, bláskuggaði lægdirnar. Áirnar hevdu staðið uppi, og fossaguvið var fryst á lofti, lá so niður- afturdottið sum ísfonn og skróvaði í vindinum. Hamrar vóru ikki, bert kavabrekkur, ið gingu upp og endaðu í erva í tungum skalvum, sum í djerv- um bogum hingu útyvir, og úr skalvunum myldi dúnlætt jarðrok, sum vindurin alsamt bar lágt gjegnum slokur millum fannirnar. Fossarnir vóru ikki sum vanligt, svert sár í fjallasíðuni, teir vóru glitrandi krystallgrindir í tí hvíta fjallinum, hegar hallir av íssúlum, ið bóru hválv av sjóbláum gleri. Her inni í eina av hesum hegu hellum setti eg meg, innan fyri long rød av blonkum, blánandi glersúl- um. Tá sá eg, at her var tað, at veturin helt jól; her var hansara velduga kirkja, her hevði hann reist sítt altar fyri tí stóru hátíð. Og meðan eg sat, kom sólin fram og skein, so íssúlurnar glæstu fram tann skæri eldur, og fjallavindurin kom og blásti á súlurnar, spældi á tær sum á eitt ovurstórt orgul, blásti djúpt rungandi jólaleg, ið búrust út til skalvarnar, fannirnar og tann javnstrokna kavan í erva, gleðiljóð um tann skapandi almátt, ið á hverjum ári jarðleggur myrkrið og reisir ljósið av nýggjum, á hverjum ári ber okkum aftur móti sól og summri. Og meðan eg siti og lýði á ljóðið, berst tað mær fyri, at áirnar, ið eru tiknar á hondum og bundnar í ísi, taka undir, at alt tað lív, ið hvílir undir kavanum, tekur undir við hesum ævinliga sigurskvæði, tí nú dragnar dagurin aftur, nú hitnar luftin í hverjum, nú ber aftur móti fugla- songi og grenkandi jerð. Soleiðis eru jólini uppi á fjallinum«. Deknurin tekur sálmabókina upp úr aftur kota- lummanum: >Latið okkum syngja ein sálm afturat, so skal eg sleppa mær aftur at håsum«. Og einglafjøldir tustu upp á flog, tað var sum brús av túsund fjarum fossum, hvert jarðarkykt tað var eitt gleðismog, tá hver ein tunga kvað tað jólaboð: >Nú týnist myrkrið, lív er vunnið osum«. gu" F