Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 242 - 17. desember 2002 Nr. 242 - 17. desember 2002 3 – Tað er sera týdning- armikið, at vit vísa okkara gestum tað besta, sum vit eiga av tónleiki í hesum landi, sigur Fróði Vestergaard, sum heitir á royndar bólkar og tónleikarar um at vera við í Prix Føroyum PRIX Eyðun Klakstein Prix Føroyar er meira enn bara ein talentkapping. Tað slær samskiparin av Prix Føroyum, Fróði Vester- gaard fast. – Prix Føroyar er fyri allar tónleikarar, eisini teir sum eru etableraðir og fegnir vilja røkka út um landoddarnar, sigur hann. – Vit bjóða nógvum út- lendskum fjølmiðlafólki, festivalfyrireikarum, útgev- arum og øðrum til finaluna í Prix Føroyum, og tí er tað sera týdningarmikið, at vit vísa okkara gestum tað besta, sum vit eiga av tónleiki í hesum landi. Fróði Vestergaard heldur, at tað er ein góður møgu- leiki hjá øllum tónleikarum og bólkum at gera vart við seg í Prix Føroyum. – Tað er gott, at nýggj talent koma fram gjøgnum Prix Føroyar, men tað er ikki einasta málið við kappingini. Vit vilja eisini virka fyri, at føroyskur tónleikur gerst kendari uttan fyri landoddarnar, sigur Fróði Vestergaard. Prixið er meira enn ein talentkapping Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða mamma, omma, langomma og vermóðir Ellen Nielsen Frederiksberg einkja eftir Hans Nielsen, fyrr búsitandi í Klaksvík, andaðist fríggjadagin 13. desember 2002, 84 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Samuelskirken, Thorsgade 65, 2200 København N, mikudagin 18. desember kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Myrna, Jens,Tinner, Finn, Helle og Marjun BÚMERKJAKAPPING Tíðindaskriv Komandi ár verður burtur- kastskipanin í Tórshavnar kommunu endurskoðað og broytt. Í framtíðini eru tvey lykla hugtøk: At skilja og at endurnýta. Í fyrstu atløgu verður ein royndarinnsavning av pappíri og pappi frá vanlig- um húskjum sett í verk í fýra ymsum býarpørtum í Havn. Innsavningin skal geva neyðuga grundarlagið fyri, at ein innsavningar- og endurnýtsluskipan av pappíri og pappi frá øllum húskjum í kommununi kann setast í verk seinni komandi ár. Í vár verður eitt nýmót- ans endurnýtslupláss tikið í nýtslu sunnan fyri Brenni- støðina á Hjalla. Plássið verður karmur um eina virkna endurnýtsluskipan fyri einstaklingar og virkir. Burturkast skal latast inn á endurnýtsluplássið og skiljast eftir ávísum fyri- skriftum. Tað skal tryggja, at vandamikið burturkast, m.a. PVC og trýstdýggjað- ur viður verður skilt frá vanliga burturkastinum umframt at virðismikið til- feingi, m.a. pappír, papp og glas verður gagnnýtt í mest møguliga mun. Harumframt verður ar- beitt við øðrum verkætlan- um innan skiljing og endur- nýtslu. Tórshavnar kommuna skipar í hesum sambandi fyri kapping um búmerki, sum skal eyðkenna og ímynda ætlaðu broyting- arnar. Búmerkið skal nýtast í kunnandi tilfari, á rusk- spannum, bilum og bingj- um v.m. Ein dómsnevnd verður sett at taka støðu til innkomnu uppskotini. Vinnandi búmerkið fær kr. 15.000,00 í virðisløn. Búmerki til umhvørvisátak í Havn Fróði Vestergaard C M Y K 3 2