Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 242 - 17. desember 2002 Nr. 242 - 17. desember 2002 5 – Tað er ikki nógva staðni í verðini at tað er betri at vera enn í Føroyum, sigur lækni úr Jugoslavia, sum, hevur arbeitt á Suður oyar Sjúkrahúsi í ein mánað. Nú vónar hann, at hann fær yvirtalað konu og børn at flyta til Føroyar at búgva NÝHUGSAN Áki Bertholdsen Suðuroy: Eg vóni, at eg sleppi aftur til Føroyar at arbeiða. Tað munnu vera fáa staðni í verðini, at tað er betri at vera, enn í Føroy- um. Og lívsvirðini í Føroy- um eru tey hægstu í øllum heiminum. Marinkovic Milomir er lækni og í fimm vikur nú í november og desember hevur hann arbeitt á Suður- oyar Sjúkrahúsi. Men síðsta vikuskiftið pakkaði hann aftur kuffert- ið og fór heimaftur til Za- jecar í Jugoslavia, beint við markið til Bulgaria, har býr, saman við konu og tveimum børnum. Tá ið vit hittu hann á máli, beint áðrenn hann fór av landinum, duldi hann ikki fyri, at hann vildi held- ur enn fegin koma aftur til Føroyar at arbeiða. Tá ið hann kom heim- aftur, skuldi hann greiða konuni frá, hvussu viður- skiftini eru í Føroyum og hann vónaði, at hann fekk yvirtalað hana til at flyta aftur til Føroya, so at tey kundu seta búgv her. Gingu nýggjar leiðir At Marinkovic, ella Mikki, sum hann vanliga verður nevndur á Tvøroyri, yvir- høvur kom til Føroyar, var tað eitt úrslit av ávanligu royndunum hjá leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi at loysa eitt átrokandi lækna- trot. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er bara ein yvirlækni í starvi og tey hava roynt allar vanligar møguleikar- anar fyri at fáa ein lækna afturat, men hóast tey hava søkt ferð eftir ferð í Norð- urlondum eftir lækna, hev- ur ikki eydnast. Nógvir jugoslavarar eru í Føroyum og spæla fótbólt og tað fekk fyristøðumann- in á Suðuroyar Sjúkrahús at hugsa, um tað ikki eisini mundi bera til at fáa ein lækna úr Jugosvlavia hend- an vegin. Hann veit, at tað eru nógvir læknar í Jugoslavia, sum eru meiri og minni arbeiðsleysir og teir, sum hava arbeiði, hava bæði vánaliga løn og vánaligar umstøður annars. – Tað finst ein heimur uttanfyri Norðurlond og tað hava verið læknar úr fjar- skotnum londum í Føroy- um fyrr, sum vit hava verið sera væl nøgdir við, sigur Ronni Midjord, fyristøðu- maður. Hann vísir til teir báðar indararnar, Patil, sum ar- beiddi í Vági í nøkur ár og Rajani, sum var høgt mettur lækni í Klaksvík í nógv ár og tað eru aðrir eisini. Tað endaði so við, at ein lýsing varð sett í bløðini í Jugoslavia í heyst. Og reaktiónin var stór, tí uppá stutta tíð, fingu tey næstan 20 umsóknir. Ronnie Midjord sigur, at tey valdu nakrar fáar burt- urúr og tað endaði so við at Mikki kom hendavegin. Mikki er 43 ára gamal og er útbúgvin í Jugoslavia. Hann er serlækni í almenn- ari skurðviðgerð og um- framt at hava arbeitt í í Jugoslavia, hevur hann arbeitt á Seyskelloyggjum og í Noregi, men nú var hann farin heimaftur til Jugoslavia, har hann gekk meiri og minni arbeiðs- leysur. Hann tosar væl enskt og fitt av norskum. Nógv pappírsarbeiði Men tað var langt frá ómakaleyst at fáa hann hendavegin hesar fimm vikurnar. Av tí at Mikki er úr einum landi, sum ikki er limur í ES, var ómetaliga nógv apappírsarbeiði, sum skuldi fáast frá hondini, eins og hann skuldi hava loyvi til at arbeiða sum lækni. Tað tekur sína tíð at fáa øll loyvi hjá triðja-lands læknum til vega, men tað eydnaðist at enda og til- samans fyllir brævaskiftið ímillum sjúkrahúsið, myndugleikar av ymsum slagi og læknan sjálvan eina trivaliga mappu. – Eg visti onki um Føroy- ar, tá ið eg søkti henda- vegin, sigur Mikki. Men táið hann so greiðir frá, hvat hann visti, var tað kortini ikki heilt onki. Hann hevði hoyrt um Føroyar, tí vit høvdu spælt fótbólt ímóti Jugoslavia. Men hann visti eisini, at Føroyar vórðu til fyri einum 60 milliónum árum síðani ev eldgosum, hann visti, at vit vóru partur í danska ríkinum, at vit eru norðbúgvar, at her búðu 45.000 fólk, at Tórshavn var høvuðsstaður, og so hevði hann eisini hoyrt um kreppuna fyrst í nítiárun- um. Tá ið hann sá lýsingina eftir lækna til Suðuroyar Sjúkrahús, ivaðist hann ikki longi. – Men eg visti ikki, hvat eg kom til, tá ið eg kom til Føroyar, so tað var eg ógvuliga spentur uppá. Fyrstu royndirnar av Føroyum vóru onki ser- ligar. Tað var illveður, tá ið hann kom til Føroyar og Smyril sigldi ikki suður, so hann lá veðurfastur í Havn eina nátt. Hetta er fyrstu ferð, hann hevur verið veðurfastur. Men tað gloymdi hann beinanvegin, tí hann kom skjótt at dáma her. – Eg haldi, at føroyingar eru vinarligari og meiri opnir enn norðmenn. Tað ber hjá mær at tosa við øll og øll vóru skjót at hjálpa mær, vóru trupulleikar av onkrum slagi. Øll tosa enskt og tað hevur stóran týdning at tað er so lætt at samskifta við fólk. Hann sigur, at hann var eisini ógvuliga bilsin av, hvussu framkomin býur Tvøroyri er. Hetta er ein ógvuliga lítil býur, men eg haldi, at her er alt. Var hann bilsin av bý- num, var hann afturfyri heilt tikin á bóli av sjúkra- húsinum. – Eg hevði ikki droymt um at finna eitt sjúkrahús á hesum støðinum á einum lítlum plássi sum hesum. – Bygningarnir eru sera góðir, útgerðin fyrstafloks og heilsuverkið her er minst á sama støði sum tað norska, heldur hann. Hann heldur eisini at starvsfólkið er sera dugna- ligt og fryntligt, bæði lækn- ar, sjúkrasystrar. – Starvsfólkið er so dugnaligt og vælútbúgvið, at tey megna at loysa nógvar trupulleikar sjálvi. Senda tey so boð eftir læknanum, kann hann vera vísur á, at tað veruliga er brúk fyri honum. Hann heldur eisini at starvsfólkið hevur verið ógvuliga hjálpsamt, ikki minst hin yvirlækninlæknin á sjúkrahúsinum, Knud Steinø og tað hevur havt stóran týdning fyri hann, tí hann er fremmandur og málið er ókent. Samstundis heldur hann at bókasavnið á sjúkrahús- inum er ógvuliga væl út- gjørt við nýggjastu útgáv- unum av læknafrøðiligum verkum og so væl útgjørt bókasavn hevði hann ikki væntað á so lítlum sjúkra- húsi. Ikki minst er hann hugtikin av samstarvinum við Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið. Hann heldur, at skipanin við telemedisini er ómeta- liga góð, har tað ber til at festa mátitól á bringuna á hjartasjúklingum á Suður- oyar Sjúkrahúsi og so kunnu tey á Landssjúkra- húsinum beinleiðis fylgja við støðuni hjá sjúklingin- um og ansa eftir, at alt er, sum tað skal vera. – Hava vit trupulleikar, ber eisini altíð til at venda sær til læknar á Lands- sjúkrahúsinum og eisini á Ríkissjúkrahúsinum, skal tað vera og soleiðis ber altíð til at fáa bestu hjálp- ina, bæði skjótt og væl. – Sostatt haldi eg at heilsuverkið í Føroyum er so væl skipað, sum fáa aðrastaðni.Og at samanbera heilsuverkið í Føroyum við tað í Jugoslvia, ber als ikki til, tí har er heilsuverkið nógv aftaligari. Har er alt ov lítið av pengum at keypa útgerð og heilivág fyri og handilsbannið hevur av- gjørt ikki gjørt støðuna frægari. – Jú, leggur hann afturat: Sjúklingar, sum verða viðgjørdir á Tvøroyri, kunnu vera vísir í, at fáa góða viðgerð og røkt. Og hann heldur, at júst tað hevur so stóran týdning sum onki annað fyri lívsvirðið hjá fólki. Ella sum hann tekur til: Ein frískur maður hevur túsund ynski. Men ein sjúk- ur maður hevur bara eitt ynski. Vilja hava hann aftur Nú Mikki kom til Føroyar í fimm vikur, vitstu bæði hann og leiðslan á Suður- oyar Sjúkrahúsi framman- undan, at talan var um eina roynd. Og nú royndartíðin er av, eru báðir partar so væl nøgdir, at nú verður arbeitt fyri at fáa hann aftur á Suðuroyar Sjúkrahús í varandi starv. – Hann er ógvuliga dám- ligur maður og ein dugna- ligur lækni og vit hava bert alt gott at bera honum, sigur Ronnie Midjord. Mikki sigur, at nú fer hann heim at greiða konuni frá, hvussu gott tað er at vera í Føroyum og hann vónar at hann fær lokka hana at flyta. Tí skal hann flyta henda- vegin, má tað vera ein avgerð, sum húski tekur í felag. Men stóð tað til hann einsamallan, hevði hann ikki ivast í at komið aftur. Umstøðurnar á sjúkra- húsinum eru framúr og umstøðurnar annars eru tær bestu ið hugsast kunnu. Føroyingar hava tað avbera gott, tí hetta er eitt seragott land at búgva í og í allar mátar er tað sera gott at vera her. – Hetta er eisini eitt gott stað hjá børnum at veksa upp í. Hetta er eitt friðaligt stað og eitt sunt stað at vera og tað hevur avbera stóran týdning fyri eitt gott familjulív. – Í mínum heimlandi er uran í tonsatali komið í jørðini eftir kríggið og tað eru ikki bestu umstøður hjábørnum at veksa upp í. Men tað krevur nógv pappírsarbeiði fyri at fáa hann aftur, tí nógv loyvi skulu fáast til vega og nógv viðurskifti skulu fáaast í rættlag. Harumframt skal hann arbeiða á donskum sjúkra- húsum í nakrar mánaðir fyri at fáa endaligt loyvi at arbeiða sum lækni, so væntandi fer tað mesta av einum ári, kanska hálvt- annað ár, at ganga, áðrenn hann verður aftur at síggja í Føroyum. Mikki vísur á, at hóast tað er læknatrot í Norður- londum, er ivaleyst av læknum nógva aðrastaðni og hann ivast ikki í, at tað ber til at fáa fleiri væl skikkaðar læknar henda- vegin, er viljin til staðar. Vónandi kann eg koma aftur til Føroyar at búgva Marinkovic Milomir heldur, at tað er ongastaðni í verðini, at lívsvirðini eru so høg, sum í Føroyum og tí vil hann fegin koma higar at búgva Kundu doyð Leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík. Um bilarnir høvdu rent saman á annan hátt kundu báðir førarnir verið vissir í at doyð, verð- ur upplýst av politi- støðini í Klaksvík FERÐSLUÓHAPP Ingrid Bjarnastein Um hálvgum tíggju tíðina leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp á Klaksvíks- vegnum. Ein bilur var á veg heim eftir, og hin úteftir. Førarin í bilinum, sum koyrir heimeftir, er ein eldri maður í sjeyti árunum. Í mótkoyrandi bilinum er ein fullur maður, sum koyrir alt ov skjótt. Báðar vinstru síð- urnar á bilunum taka í hvørja aðra, og stoyturin er so harður, at báðir bilarnir gerast vrak. Um bilarnir høvdu rent frontalt saman høvdu báðir førarnir verið deyðir, verð- ur sagt av politistøðini í Klaksvík. Stoyturin var so mikið harður, og hvørgan av førarunum sat í trygdar- belti. Tann eldri maðurin breyt vinstra arm og fekk ilt í ryggin og fyri bringuna. Hin bilførarin, sum jú eisini var ávirkaður av rúsdrekka, rýmdi av staðnum. Hann hevði smekkað høvdið í, og hevði krógvað seg í einum kjallara tá politiið kom fram á hann. Hann hevði tá blóð um alt andlitið. Politi- ið upplýsir, at maðurin kann verða vissur í at missa koyrikortið, tí promillan var alt ov høg. Ófriður í Barok Politiið í Klaksvík letur annars væl at vikuskifti- num. Sum so hevur verið friðarligt, men eitt sindur av ófriði var í diskotekinum Barok. Har var ein fullur maður, sum var ov ringur at stýra. Vaktirnar á staðnum fingu ikki sissa mannin, so ringt var eftir politinum. Tá teir koma á staðið er mað- urin horvin. Men her er tal - an um eitt harðskapsmál, sum arbeitt verður víðari við. Politiið upplýsir annars, at hetta er ikki fyrstu ferð, at ófriður er í Barok. Tað letur til, at tað er javnan ófriður, tí fólk akta so illa. FERÐSLUÓHAPP Ingrid Bjarnastein Sunnudagin á middegi var eitt ferðsluóhapp í Hvalvík. Talan var um ein bil, sum var á veg norðureftir, og hann visti ikki av, at tað var hált. Førarin á bilinum ger av at yvirhála ein annan bil, sum koyrir umleið 50 km/t. Tá brádliga uppdagar hann, at tað er hált, og missir tamarhaldið á bilinum. Hann fór útav oman ímóti sjónum og endaði útií. Tí- betur var førarin í bilbelti. Hann fekk ongan skaða og fekk bjargað sær sjálvum í land Eitt ferðsluóhapp var eis- ini á Vegnum Langa í Havn um somu tíð sunnudagin. Talan var um ein bil, sum vegna hálku, rullaði runt á vegnum. Í bilinum vóru tvær gentur og eitt lítið barn. Politiið í Havn upp- lýsir, at fólkaskaði var uppií, men hvussu álvar- samt tað var, visti tey ikki enn. Øll trý fólkini vóru løgd inn á sjúkrahúsið til observatión. ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Sunnudagin, beint eftir middag, var eitt ferðsluóhapp á Vest- mannavegnum. Talan var um ein bil, sum var á veg niðan úr Gassá- dali. Í svinginum niðri í botninum á dalinum, misti førarin tamar- haldið á bilinum. Hált var og bilurin fór nakr- ar ferðir runt á vegnum. Ongin av teimum trim- um fólkunum í bilinum fekk skaða. Misti tamarhaldið Endaði á sjónum Leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík. Báðir bilarnir vórðu vrak. Annar førarin var fullur Mynd: Símun á Høvdanum C M Y K 5 4