týsdagur 17. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 242 - 17. desember 2002
Nr. 242 - 17. desember 2002
7
Nýggj føroysk sjónvarpsrás
Arbeitt verður í løtuni
við at skipa Rás 1 hjá
Televarpinum. Líkt er
til, at føroyingar við
hesari rásini fáa eina
rás, sum fer at senda
føroyskt framleitt
tilfar av ymsum slag.
Millum annað eru
tvey føroysk fótbólts-
feløg áhugaði í at
senda á Rás 1
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Rás 1, sum er ein av rásun-
um í útboðnum hjá Tele-
varpinum og Televarpið
sjálvt eigur, hevur higartil
ikki sent nakað enn. Ein
onnur rás er løgd á plássi
hjá Rás 1, men hetta verður
kanska ikki so øgiliga
leingi afturat. Talan verður
tá um eina rás, sum eftir
øllum at døma fer at senda
føroyskt tilfar burturav.
– Tú kanst kalla hana eina
alternativa føroyska sjón-
varpsrás, sigur Tróndur
Djurhuus, stjóri fyri Tele-
varpið.
Ein verkætlan er sett í
gongd, sum millum annað
hevur til endamáls at savna
saman áhugamálini hjá
teimum, ið hava vent sær til
Føroya Tele við fyrispurn-
ingum. Stjórin í Televarp-
inum kallar verkætlanina
fyri eitt kanningararbeiði.
Elin Heinesen er sett til at
taka sær av hesi uppgávuna,
og hon hevur higartil verið
til arbeiðis í eina góða viku.
Eftir ætlan skal ein rapport
fyriliggja 28. februar.
– Úrslitið av hesum ar-
beiðinum skal so geva okk-
um eina fíggjarliga meting
av, hvat er møguligt at fara
í holt við. Vit ætla ikki, at
tað skal taka fleiri ár at fáa
hesa rásina upp á beinini,
men ætla heldur at fara
skjótt í gongd, sigur Trónd-
ur Djurhuus.
Í sama viðfangi nevnir,
hvør týdningurin av teim-
um næstu mánaðunum er.
Hann
leggur
serliga
stóran dent á, at tað ikki
verður Televarpið, sum fer
at senda nakað sum helst av
redaktionellum tilfari.
– Vit eru ikki nakar fjøl-
miðil og hava ongar ætlanir
um at gerast ein. Vit eru ein
útbreiðslu fyritøka, og tað
vera so onnur, sum kunnu
senda á netinum hjá okk-
um, men tað vera ikki vit,
ið standa fyri hesum sjálvir,
sigur Tróndur Djurhuus.
Føroyskur fótbóltur
Sambært Tróndi Djurhuus
og Elini Heinesen hevur
Televarpið –
ella rættari
sagt Føroya Tele – fingið
rímiliga nógvir fyrispurn-
ingar frá feløgum, fyritøk-
um, einstaklingum og øðr-
um, sum hava víst áhuga
fyri at sleppa at senda sjón-
varp á Rás1.
Tað skal nevnliga eisini
við, at tað er Føroya Tele,
sum er arbeiðsgevari hjá
Elini Heinesen, og tað er
sostatt móðirfyritøkan, sum
stendur fyri arbeiðinum.
Fyrispurningar eru mill-
um annað komnir frá tveim-
um føroyskum fótbóltsfel-
øgum um at senda fótbólts-
dystir. Enn ber illa til at siga
nakað um, hvørt hetta verð-
ur sent beinleiðis, við sam-
andráttum ella á annan hátt.
Ísak Mikladal, aðalskriv-
ari í Fótbóltssambandinum,
váttar, at hetta ber hjá fel-
øgunum, tá hugsað verður
um rættindi.
– Tað er tann vanliga
hugsanin, at tað eru feløg-
ini sjálvi, ið eiga rættind-
ini.Eg vildi tað verið snilt,
um gjørd varð ein felagsav-
talu gjøgnum SvF, men tað
er einki, ið forðar fyri, at
feløgini senda dystirnar hjá
sær sjálvum, sigur Ísak
Mikladal.
Hann nevnir, at tað hevur
upp á tal, at gjørt eina av-
talu um sjónvarpsrættindi
til føroyskan fótbólt, og eitt
uppskot um at senda bein-
leiðis fótbólt mánakvøld
hevur eisini verið uppi og
vent. Higartil er tó einki
spurt burturúr. Sostatt er
hesin møguleikin ógvuliga
forkunnugur.
Eisini ein KT-fyritøka
hevur vent sær til Føroya
Tele við ætlanum um at
kunna bjóða multimedia
tænastur.
Onkur andaligur felags-
skapur, m.a. ein í Eystur-
oynni, hevur eisini vent sær
til Føroya Tele við fyri-
spurningi.
Somuleiðis eru fyrispurn-
ingar komnir frá lokal fel-
øgum og einum felagi, sum
ætlar sær undir at framleiða
bíligari redaktionelt før-
oyskt sjónvarpstilfar.
Samband hevur eisini
verið við ein føroyskan
fjølmiðil, sum hevur víst
áhuga fyri at víðka um sítt
virksemi til eisini at umfata
sjónvarp.
Einki konkret
Elin Heinesen veit at siga,
at fyri tað heilt nógva bert
eru talan fyrispurningar, og
lítið konkret er á borðinum.
Hon er júst farin undir at
tosa við tey áhugaði, og
hon sigur seg hava ilt við at
siga nakað um, hvussu
realistisk hugskotini eru.
– Hugskotini eru góð.
Onkur hava eisini konkret
hugskot, men tað verður í
síðsta enda tann fíggjarligi
parturin, sum verður avger-
andi, sigur Elin Heinesen.
Hon nevnir, at skal hetta
vera til veruleika, so er
besta boði eitt slag av
“community-TV” ella lok-
alt sjónvarp av onkrum
slag. Fíggjarliga verður
valla komin upp á sama
støði sum Sjónvarp Føroya.
Enn er tað eisini ógreitt,
hvussu tann fíggjarliga
parturin verður skrúvaður
saman. Talan verður í síðsta
enda um at leiga ella keypa
senditíð á Rás1. Nú skal so
eitt kanningararbeiði so
gerast.
Millum annað tvey føroysk fótbóltsfeløg hava áhuga í at fara undir at senda føroyskan fótbólt á Rás 1 hjá Televarpinum, sum eftir ætlan fer at senda einaferð í
komandi ári.
Mynd: Jens Kristian/Álvur
Stjórin í Televarpin-
um sigur, at teir eru
sinnaðir til at gjalda
ein part av kostnað-
inum fyri at digitali-
sera signalið bein-
leiðis frá SvF
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Um stutta tíð kemur SvF
eisini á móttakaran hjá
Televarpinum. Hetta hava
teir skyldu til sambært
kringvarpslógini, men hig-
artil hava ymsir tøkniligir
trupulleikar forða fyri, at
Sjónvarp Føroya er við.
Útgerð, sum skal gera
analog signalið um til tal-
gilt signal, er á veg úr Ong-
landi. Innan leingi skuldu
Televarp-kundar
fingið
SvF á tveimum netum.
Tróndur Djurhuus, stjóri
fyri Televarpið, sigur, at
Televarpið er áhugað í at
fáa digitalt signal beinleið-
is frá kelduni, sum hann
málber seg.
Hetta merkir, at eitt tal-
gilt signal verður sent bein-
leiðis frá Sjónvarpi Føroya
til Televarpið. Hetta fer at
merkja broytingar fyri SvF,
og hesar broytingar kosta
sjálvsagt. Men Televarpið
sigur seg vera sinnað til at
gjalda ein part av hesum
kostnaðinum.
– Vit vilja fegnir bjóða
okkara
kundum
nøkur
langtíðar tilboð, har vit
hava eitt so gott produkt
sum gjørligt. At senda SvF
í bestu góðsku er eisini eitt
forkunnugt tilboð til okk-
ara kundar, sigur Tróndur
Djurhuus.
Tá sent verður talgilt
verður góðskan munandi
betur enn analog, og møgu-
leiki verður væntandi at
senda munandi betur stereo
ljóð.
Tekniski leiðarin hjá
Sjónvarpi
Føroya,
Jón
Heðin Tróndheim, hevur
áður sagt fyri Sosialinum,
at myndagóðskan frá um-
gjørda analog signalið í
besta føri verður eins góð
og tann verandi góðskan á
analog sendinetinum.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
frá sjónvarpsstjóranum.
Sinnaðir at fíggja talgilding
Longu áðrenn ákæran
ímóti føroysku ali-
vinnuni um at dumpa
prísin á laksi er av-
gjørd, er nýggj ákæra
um dumping á veg
DUMPING
Áki Bertholdsen
– At skuldseta føroyingar
dyri dumping, er eftir øll-
um at døma nýggja vápnið
hjá ES londum, at kroysta
føroysk alivinnuna.
Tað heldur Jan Morten-
sen, stjóri á Vinnuhúsinum.
Longu áðrenn skuldseting-
in ímóti føroyingum um at
dumpa prísin á laksi er av-
gjørt, er ein nýggj ákæra
um dumping á veg.
Hesuferð er føroyska ali-
vinnan skuldsett fyri at
dumpa prísin á síli, sum
verða seld í ES.
Hóast ongin avgerð er
tikin í hesum málinum enn,
hevur Vinnuhúsið fingið at
vita frá álítandi keldum, at
ES fer uttan iva at taka mál-
ið upp. Vinnuhúsið hevur
eisini fingið at vita, at tað
hesuferð eru finlendingar,
sum hava skuldsett føroy-
ingar og norðmenn fyri at
hava dumpað prísin á síli til
ES.
Øll hesi dumpingmálini
er rættiliga ørkymlandi hjá
føroysku vinnuni
– Í nøkur ár hava vit hild-
ið, at so at siga allar forð-
ingar fyri føroyskum út-
flutningi vóru ruddaðar av
vegnum. Miðskeiðis í níti-
árunum varð bøtt um han-
dilsavtaluna við ES, so at
flest allar tollforðingar
fullu burtur. Og við heilsu-
frøðiligu avtaluni, sum varð
gjørd í 2001, vóru nógvir
praktiskir
trupulleikar
loystir, sum annars høvdu
darvað flutninginum, tá ið
vøran skuldi inn í ES lond.
Nýggj handilsverja
Men í summar merktu før-
oyingar fyrstu ferð vápnið
hjá ES til handilsverju –
dumping ákærur.
Jan Mortensen sigur, at
síðani tollurin á heims-
handlinum er minkaður í
stórum, hava vinnur í ES og
aðrastaðni, sum kenna seg
trongdar av vinnum í øðr-
um londum, lagt seg eftir at
ákæra kappingarneytarnar
fyri dumping.
– Serliga eru tað handils-
stórveldini USA og ES,
sum hava nýtt dumping-
vápnið. Og hagtølini hjá
Heimshandilsstovninum
yvir dumpingmál, vísa, at
tey økjast munandi í tali á
hvørjum ári.
Jan Mortensen vísir á, as
alingin av síli hevur ikki
sama týdning fyri Føroyar
sum
laksaalingin.
Og
møguligur tollur, ella aðrar
marknaðarforðingar, hava
heldur ikki so stóran týdn-
ing.
Sum er, kunnu vit bert
útflyta 700 tons av sílum til
ES, tollfrítt.
– Hinvegin eru dumping-
mál sum hesi ógvuliga
møtimikil hjá vinnuni. Hjá
einum stórum veldi sum
ES, hevur tað ongan týdn-
ing at føra eitt mál sum
hetta, men hjá føroysku
alivinnuni er tað drepandi.
Hann vísir á, at alivinnan
hevur longu nú brúkt einar
tvær milliónir krónur upp á
at verja seg fyri ákæruni
um um at dumpa laks.
– So hóast onki hald vísir
seg at vera í ákærunum,
tykist hetta at vera at vera
ein taktikkur at royna at
pøsa kappingarneytar.
Annars er tað ikki ES,
men Japan, sum er høvuðs-
marknaður fyri føroysk síl
og tí er hetta málið eitt
sindur øðrvísi enn ákæran
um at dumpa laks, tí hvat
laksi viðvíkur, er ES høv-
uðsmarknaður.
– Tað eru tey bestu sílini,
sum verða seld til japan,
men tað, sum Japan ikki vil
hava, verður selt aðrastaðni
og tey ganga sjálvsagt í
lægri prísi, tí tey eru ikki
líka góð, sum japan-sílini.
Øðrvísi heldur Jan Morten-
sen ikki, at hetta málið er í
veruleikanum.
Annars hava tey ikki havt
umstøður at kann hesa
ákæruna, so hvussu gott
hald er í ákærunum, veit
hann ikki enn.
Ágangur frá ES: Føroyingar
aftur skuldsettir fyri dumping
– Óvist er, um hetta verður síðsti ágangurin frá ES, tí dumping
tykist at verða nýggja handilsvápnið hjá ES- londum ímóti
føroyingum, heldur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum
C
M
Y
K
7
6