Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 17. desember 2002 9 Tað koyra 1.000 bilar gjøgnum Vágatunni- lin dagliga. Men tey, sum nýta tunnilin, mugu brynja seg við toli eina tíð afturat, til gjaldskipanin enda- liga er komin i rætt- lag. Sama er við tele- fon og útvarpi inni í tunlinum. Ljósini uttan fyri fara helst at lýsa í vikuni VÁGATUNNILIN Edvard Joensen Vágar: Trupulleikar eru við gjaldskipanini hjá Vágatunlinum. Kaðalbrot hevur verið, og skipanin er ikki farin at virka enn. Tele- fon og útvarpssignal fæst ikki í tunlinum, og ljósini uttan fyri lýsa heldur ikki. Tað eru slíkir trupulleik- ar, sum skulu loysast sum skjótast, sigur Dávur Rein- ert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum. Gjaldsskipanin kemur ikki endaliga í rættlag, fyrr enn nóg mikið av kubbum eru tøkir. Sum er, manglarí, so tey, sum hava biðið um hald, fáa ikki sínar kubbar rættiliga enn. Sum útgangsstøði varð roknað við, at einir 400 kubbar vóru nóg mikið. Tað vísti seg kortini skjótt at vera í minna lagi, og helvt- in- ella tveyhundrað - vórðu umbidnir afturat. Men tað helt heldur ikki, so nú verður roknað við einum 800-900 haldum ella so, sigur Dávur Reinert Han- sen. Nýggju kubbarnir eru umbidnir úr Noreg, og tey hjá Vágatunlinum rokna við, at teir verða framleidd- ir í hesi vikuni. Ein dagur, sum eitur 18. december, er nevndur, sigur stjórin fyri Vágatunlinum. Men so er eftir at fáa teir til Føroya, og tað verður væntandi ikki fyrr enn eftir nýggjár, nú høgtíðirnar koma ímillum. So einaferð út í januar verður helst tað fyrsta, at fólk, sum standa á bíðilista, kunnu rokna við at fáa sínar kubbar. Nógv ferðsla Tað hevur verið rættiliga nógv ferðsla gjøgnum Vágatunnilin, síðan hann varð latin upp týsdagin. Nágreiniliga talið av bil- um veit Dávur Reinert Hansen ikki at siga, tí eing- in neyv teljing er í tunlin- um. Men eftir teimum seðlum og rokningum, sum útskrivað eru við gjaldstøð- ina, metir hann, at einir 1.000 bilar koyra gjøgnum tunnilin um samdøgurið. Einasta teljing, sum er á leiðini, er ferðsluteljarin hjá Landsverkfrøðinginum, sum liggur í Giljum í Sandavági. Har var lopið ógvusligt, tá tunnilin varð latin upp. Í døgunum fimta til níggjunda december vísti tann teljarin, at har koyrdu umleið 360 bilar í meðal um dagin. Men týsdagin, tá tunnin varð latin upp, var bilatalið, sum skrásett varð í Giljum, umleið 2.455. Nevnast skal, at teljarin í Giljum telur bara teir bilar, sum koyra eystureftir. Tað vil siga móti tunlinum. So rætta talið er helst tað dup- ulta. Mikudagin, dagin eftir, at upp varð latið, var ferðslan eisini ógvuslig. Tá koyrdu einir 5.000 bilar í Giljum. Roknað báðar vegir. Dag- arnar síðan hevur talið ligið beint oman fyri 1.000, sum eisini samsvarar við tað talið, leiðslan fyri Vága- tunlinum hevur mett, sigur Dávur Reinert Hansen. Ljósini Fólk hava undrast á, at eingi ljós eru uttan fyri tunnilin, hóast mastrar standa uppi. Í hvussu er Leynamegin. Eisini við gjaldstøðina, har fólk ganga á vegnum og út- flýggja rokningar, halda ferðafólk, at tað er dekan ov myrkt. Dávur Reinert Hansen, stjóri, sigur, at tann trup- ulleiki væntandi verður loystur í hesi vikuni. Í Leynum eru elsteyrarnir uppsettir, og tað sama verð- ur Vágamegin. Talan er mestsum bara um at seta streymin til, sigur hann. Arbeitt hevur verið einar tvær nætur inni í tunlinum, og eisini í nátt verður tunni- lin stongdur frá klokkan eitt til klokkan fimm. Talan er um tekniskar ábøtur á einar tvær av stóru viftunum undir loftinum, sum ikki hava riggað, sum tær skuldu, sigur Dávur Reinert Hansen. –Tá sovorðið arbeiði verður gjørt, er neyðugt at steingja heilt fyri ferðslu. Annars ber ikki til at arbeiða, sigur hann. Telefonstormur Tann, sum um dagarnar ringir til skrivstovuna hjá Vágatunlinum, fær ein automatiskan telefonsvar- ara í hornið. – Grundin er einfald tann, sigur stjórin, at fólk eru so ovbyrjað av arbeiði í samband við tekning av haldi og útflyggjan av kubbum, at vit hava valt at gera tað soleiðis, so hetta kann avgreiðast. Vónandi verður hetta skjótt yvirstað- ið, so vit aftur kunnu veita eina góða tænastu, sigur hann. Onkur hevur undrast á,a t tað ikki hevur borið til at goldið við kontantum bein- leiðis til teirra, sum skriva rokningarnar út við gjald- støðina. Grundirnar eru tvær, sig- ur stjórin. Partvís tí, at tað bara er gjørt av, at kontantir pengar skulu ikki vera á staðnum. Og í øðrum lagi fyri at venja fólk frá byrjan at kenna skipanina, sum verður, tá alt er komið í rættlag. At neyðugt er at skriva umsóknarblaðið, sum er at finna á heimasíðuni hjá vágatunlinum, út, heldur enn at útfylla tað elektron- iskt og senda aftur, kemst av, sigur Dávur Reinert Hansen, at talan er um ein spurning um, nær ein avtala er bindandi. – Tá fólk biða um haldið, vilja vit hava eina persón- liga undriskrift. So einfalt er tað. Annars er avtalan ikki bindandi, sigur hann. Fólk, sum hava biðið um kubbar, fáa eina váttan fyri, at umsóknin er komin, og so verður tikið av konto, so hvørt, brúkt verður. Hava fólk so eina kvittan at vísa fram á staðnum, er tað ikki verri, sigur Dávur Reinert Hansen. Túsund bilar um dagin Tað koyra umleið 1.000 bilar dagliga gjøgnum Vágatunnilin, nú ferðslan er við at stabilisera seg eftir fyrsta rokið sum var, tá upp varð latið Mynd: Jens Kristian Vang 9 8 Nr. 242 - 17. desember 2002 Rok á Elektron: Starvsfólkini kúvendu Starvsfólkini á Elek- tron hava tikið allar atfinningarnar móti leiðsluni í málinum um nýggju gjaldskip- anina aftur. Antin hava tey fingið kaldar føtur, ella eru tey tvingað at kúvenda, tí alt tað, sum tey meintu 26. november, meina tey als ikki longur DEMENTI Ingi Rasmussen »Greinin hevur skapt øsing á Elektron og hjá kundum felagsins. Hetta hevur fing- ið okkum at endurmeta innihaldið í skrivi okkara frá 26. november.« Soleiðis byrja starvsfólk- ini á Elektron teirra full- komiligu afturtøku av tí, sum varð grundarlagið fyri forsíðugrein á seinastu Fregnum og greinini í Sosi- alinum leygardagin við yvirskriftini »Gjaldskipan- in er óneyðug«. Í greinunum var víst til eitt innanhýsis skriv frá starvsfólkafelagnum í Elektron til leiðsluna. Brævið var eitt svar til tey sjónarmið, sum komu fram í heilsíðulýsingum frá pen- ingastovnunum og Elek- tron. Nú eta tey fýra starvs- fólkini hvørt orð í seg aftur. Trekkja alt aftur Starvsfólkini førdu annars fram, at talan var um eina ódámliga reklamuherferð til frama fyri Gjaldskipan- ina, og at leiðslan niður- gjørdi tær skipanir, sum eru mentar á Elektron. Tey førdu fram, at tað hevði loyst seg betur at útbygt verandi V&T-skipan enn at farið yvir til Gjaldskipan- ina, sum so nógv rok hevur verið um. Nú taka tey hvørt orð í seg aftur. Í einum skrivi, sum er sent Sosialinum, verður sagt, at tey harmast um innihaldið í skrivinum, sum ikki var nóg væl um- hugsað. »Vit ásanna, at tað ikki er próvgrund fyri teimum pá- standum, sum vit førdu fram í skrivinum, og vit eru ógvuliga hørm um illgit- ingarnar í skrivinum«, skriva tey fýra starvsfólk- ini, sum hava skrivað undir. Tey eru formaðurin og skrivarin í nevndini í starvsfólkafelagnum og tvey álitisfólkaumboð. Broytt meining Líkt er til, at starvsfólkini antin hava fingið kaldar føtur, ella hava fingið bein- leiðis kravboð frá leiðsluni. Tí nú meina tey als onki av tí, sum tey meintu tann 26. november. »Aftaná enn einaferð at hava lisið opna brævið hjá peningastovnunum og Elektron frá 23. november til Føroya Løgting, hava vit onki at finnast at. Innihald- ið er eftir okkara bestu sannføring rætt, og tað er sostatt ikki grundarlag fyri at siga, at nevndin og stjórnin í Elektron hava sagt ósatt«, skriva tey í brævinum. Í brævinum ásanna starvsfólkini at enda, at tað eru leiðslan og kundarnir hjá Elektron, sum gera av, hvør skipan skal nýtast frameftir. Og tey fýra, sum hava skrivað undir, boða frá, at tey av fullum huga styðja leiðsluna í hennara stremban eftir at finna bestu loysnina í málinum og vilja virka hareftir. Ongin hóttan Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður í Elek- tron, vísir aftur, at leiðslan hevur kravt eina avsannan frá starvsfólkunum ella hótt tey við uppsøgn. – Tað er mín fatan, at hasi fýra fólkini als ikki umboða starvsfólkini á Elektron. Vit hava spurt, um tey meintu brævið í fullum álvara og biðið tey umhugsa málið av nýggjum, og tey hava so sent eitt skriv út, sigur Jørn Astrup Hansen, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til ítøkiliga innihaldið av brøvunum. Fýra starvsfólk á Elektron angrað tað, sum tey hava sagt um leiðsluna í einum innanhýsis brævi, sum er likið út Forstjórin í Føroya Banka og nevndarfor- maðurin í Elektron er troyttur av málinum um Gjaldskipanina hjá peningastovnun- um og Elektron. Tað er farið púrasta av leið, heldur hann, og undrast á, hvør hevur áhugað í at steðga einum føroyskum samstarvi við PBS GJALDSKIPAN Ingi Rasmussen Føroysku peningastovnar- nir eiga í Pengeinstitutter- nes Betalings Systemer, og tað hevði verið vitleyst ikki at fingið okkurt afturfyri. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður í Elektron og forstjóri í Før- oya Banka, sum er troyttur av nógva rokinum um eina nýggja Gjaldskipan í Før- oyum. Alt stríðið snýr seg um, hvørt føroyingar skulu sleppa tí føroysku V&T- skipanini og fara yvir til Gjaldskipanina, sum verður gjøgnumførd í samstarvi við PBS í Danmark. – Tað, sum púra er blivið burtur í málinum, er, at vit eiga í PBS. Teir fýra før- oysku peningastovnarnir rinda 3 milliónir krónur til PBS um árið fyri at vera limir, og afturfyri stendur okkum frítt at brúka nakrar skipanir. Vit fáa eisini eitt ókeypis viðlíkahald, og tað hevði annars verið ógvuliga dýrt, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann viðgongur, at tað var eitt tekin um frustra- tión, tá peningastovnarnir og Elektron sendu eina heilsíðulýsing til bløðini, har teir talaðu síni sjónar- mið yvir fyri Løgtinginum og øllum føroyingum. Tað var hendan lýsing, sum fekk starvsfólk at tala at leiðsluni í einum innanhýs- is skrivi. Brævið er likið út, og tí tóku starvsfólkini alt aftur longu um vikuskiftið. Nú heldur Jørn Astrup Hansen, at málið púrasta er »blæst ud af gevind«, sum hann málber seg. – Málið er í grundini ógvuliga einfalt. Vit hava viljað givið okkara kundum eina betri tænastu, so kund- in frameftir fær eitt samlað yvirlit yvir sínar flytingar í staðin fyri tvey ella fleiri, sigur hann. – V&T er ein einføld kreditorskipan, sum er ment til innkrevjaran. Vit vilja hava ein góða skipan, sum eisini gevur debitor ella gjaldaranum eina góða tænastu, sigur Jørn Astrup Hansen. Gjaldskipanin kom at virka fult og heilt 1. febru- ar. Áðrenn hendan dag var útskriftin á donskum. Nú kemur hon frá Elektron og er á føroyskum. Gjaldskipanin stýrir teimum føstu flytingunum fyri fólk. Við skipanini fær skuldarin hvønn mánað eitt gjaldsyvirlit, ið vísir, nær og hvussu nógv kontan verður skuldskrivað kom- andi mánaðin, til hvønn goldið verður, og hvat verð- ur goldið fyri. Ein spurningur um at fáa fulla nyttu úr PBS Teir fýra føroysku peningastovnarnir rinda 3 milliónir krónur um árið fyri at vera limir í PBS, og afturfyri stendur okkum frítt at brúka nakrar skipanir, sigur Jørn Astrup Hansen. Elektron er edv-veitari til almennar stovnar, pen- ingastovnar, tryggingar og grunnar. Størstu part- eigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á P/F Elektron starvast umleið 60 fólk, og nettuumsetningurin í 2001 var umleið 46 milliónir krónur. Fakta C M Y K 8 Lesið Sosialin veitst tú ikki tað?