Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 242 - 17. desember 2002 Nr. 242 - 17. desember 2002 11 Í dag fyllir bilstøðin Auto í Havn 50 ár. Í hesum sambandi kemur út bók, ið lýsir bilkoyringina í Havn og úr Havnini. Magn- us Gunnarsson hevur skrivað BILASØGA Eirikur Lindenskov Í dag, 17. desember, eru liðin 50 ár síðan bilstøðin Auto í Havn varð stovnað sum partafelag. Støðin varð upprunaliga stovnað sum P/F Taxa A/S. Í 1955 skifti støðin navn til P/F Auto. Í hesum sam- bandi verður móttøka á Hotel Hafnia í dag frá kl. 14 - 17, har øll eru væl- komin. Fríggjadagin 29. novem- ber 2002 varð felagsmynd tikin av starvsfólkum í Auto. Tey, ið eru á myndini, eru: 1. Thorvaldur Haraldsen 2. Jón Haraldsen 3. Regin Enghamar 4. Johan Simonsen 5 Martin B. Nielsen 6. Danny Danielsen 7. Kári Enghamar 8. Terji Jensen 9. Bennvør F. Eyvindsson 10. Heðin Mouritsen 11. Jákup Andreas Mohr 12. Karsten Jensen 13. John Nilssen 14. Magnus Simonsen 15. Jens av Reyni 16. Ole Nikolajsen 17. Magnus Egholm 18. Thorvaldur Haraldsen 19. Tórfríða Enghamar 20. Maria Mohr 21. Elisabeth Egholm 22. Esther Drewsen 23. Guðni Egholm 24. Kári F. Eyvindsson 25. Benadikta Johannesen 26. Óluva Johannesen 27. Jón Birgir Enghamar 28. Pól Jensen 29. Lina av Reyni 30. Eva Nolsøe 31. Inga Nilssen 32. Bjarni Enghamar 33. Magnus Fuglø 34. Niels Pauli Hjaltalin 35. Jógvan Rasmussen 36. Poul Anker Hansen 37. Eirikkur Rasmussen 38. Óla Jákup Simonsen 39. Johannes Danielsen 40. Regin Thorgeirsson 41. Sámal av Reyni 42. Hans Pauli Joensen 43. Dánjal Norðfoss 44. Heðin Norðfoss Mynd. Jens Kristian Vang Auto verið til tænastu í fimmti ár FERÐASAMBAND Úr bókin »Auto, altíð til tænastu« Nú tekur tað okkum bert hálvan tíma at koyra mill- um Vágar og Havnina. Ár- ini eftir kríggið bleiv nógv skrivað um Oyggjarvegin, og hvussu vánaligt sam- bandið var úr Havnini til bygdirnar norðanfyri. Oyggjarvegurin gekk tá bert nakað niðan frá Havn- ini. Í nýggju bókini »AUTO - altíð til tænastu« er eitt kapittul um hesa skriving í bløðunum. Í einum lesara- brævi í Dagblaðnum 23. februar 1945, sum er undir- skrivað »Fleiri ferðafólk«, verður sagt frá einum túri úr Vágum til Havnar, ið tók 12 tímar. Hetta lesarabræv- ið vísir, hvussu ringar um- støðurnar vóru hjá teimum sum ferðaðust millum bygdir í Føroyum. Ferðasambandið úr Vágum til Havnar »Ferðasambandið úr Vág- um til Havnar verður hildið at vera gott, men ikki er altíð so. Sum kunnugt verður mánadag siglt av Fútakletti til Vestmanna og harfrá við bili til Kollafjaðrar. Sein- asta mánadag vóru um 8 ferðafólk við, harímillum eitt barn sum skuldi á sjúkrahúsið. Barnið mátti liggja eftir í Kollafirði. Hetta var or- sakað av tí, at bert ein bilur, tann hjá Carl A. Jensen, kom til Vestmanna, hann kundi ikki taka alt fólkið. At enda fekst so afturat ein opin lastbilur úr Vest- manna, tá hann kom til Kollafirðar, var rutubáturin »Streymur« farin. Av tí at fleiri av ferðafólkunum av- gjørt skuldu vera í Havn tann dagin, varð hildið á fjøllini - til gongu eftir oynni, sum fyri 100 árum síðan, bert tann munur, at nú eru fólk hvørki klødd ella skødd at fara eftir oyggj. Til alla lukku settist maðurin við tí sjúka barni- num eftir á Oyrareingjum, tí stormurin var so nógvur, at ein mátti leggjast til tíðir, fyri ikki at fúka um koll. Vit halda nú, at teir, sum geva seg av við at flyta ferðafólk ímillum bygdir, bæði á sjógvi og landi, áttu at kent á sær eina ábyrgd at halda ferðirnar regluligar. Lítið nyttar tað at sigla til Vestmanna av Fútakletti um ikki fólk sleppur vegin fram. Nei, lat okkum tá heldur sleppa á land á sunnaru gjógv. Henda ferð- in úr Vágum til Havnar tók okkum 12 tímar, og tey, ið við vóru, vilja leingi minn- ast hesa vána ferð og á- sanna, at lítið verður gjørt fyri ferðafólk í Føroyum. Undirskrivað: »Fleiri ferðafólk« 12 tímar úr Vágum til Havnar í 1945 Mynd av rutubátini, Ólavi, á Vestmanna Meirilutin í vinnunevndini tekur ikki undir við uppskotinum um at tær 32,5 milliónirnar, ið landskassin eftir ætlan skal gjalda til Norðoyatunnilin í 2004, verður útsett til 2005. FAST SAMBAND Jón Brian Hvidtfeldt Meirilutin í vinnunevndini, sum eru umboðini hjá andstøðuflokkunum, tekur ikki undir við at broyta lógina um fast samband um Leirvíksfjørð. Tað er greitt, nú málið er komið aftur úr nevndini. Íløgukarmurin á fíggjar- lógini er trongur, bæði í 2003 og 2004, serliga tí at nýggja suðuroyarskipið fer avstað við stórum parti av samlaðu játtanini. Tí mælir landsstýrismaðurin í vinnu- málum til at broyta lógina um fast samband um Leir- víksfjørð. Í galdandi lóg stendur at landsstýrið skal játta 32,5 milliónir krónur árliga, fyrstu ferð í 2003. Longu nú er greitt, at eingir peng- ar vera játtaðir næsta ár, men at peningurin ístaðin verður játtaður við eini eykajáttanarlóg, sum verð- ur løgd fyri tingið ein av døgunum. Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal lógin broytast, so pengar verða játtaðir við eykajáttanarlógini í ár, síð- an skulu 32,5 milliónir setast av á fíggjarlógini ár- liga frá 2005 til 2008, og síðan 42,5 milliónir í 2009. Í viðmerkingunum til upp- skotið sigur landsstýris- maðurin, at broytingin væntandi ikki fer at seinka verkætlanina, sum tó gerst 10 milliónir krónur dýrari, tí rentuútreiðslurnar hjá P/F Norðoyatunlinum verða størri. Eftir 1.viðgerð varð mál- ið beint í vinnunevndina, ið er onnur av nevndunum, har andstøðan hevur meiri- luta. Og Sambandsflokkur- in og Javnaðarflokkurin mæla til at broyta uppskot- ið, so peningur verður sett- ur av til Norðoyatunnilin longu í 2004, og at síðsti partur av játtanini verður latin í 2008. Hóast umboð- ini hjá Tjóðveldisflokkinum taka undir við uppskotinum, siga tey í viðmerkingum at eftir teirra tykki spælir landsstýrið høgt spæl við at koma við uppskoti um at broyta lógina fyri Norðoyatunnilin. Sum er, liggur verkætlanin í fastari legu fíggjarliga, meðan broytingaruppskoitð skapar ein ávísan ótryggleika um sjálva fíggingina av verkætlanina. Álitið frá vinnunevndini varð lagt fram fríggjadagin, og í næstum fer løgtingið at hava 2.viðgerð av uppskotinum um at broyta lógina um fast samband um Leirvíksfjørð. Vinnunevndin mælir frá broytingum í lógini fyri Norðoyatunnilin Meirilutin í fíggjar- nevndini hevur skor- ið munandi av lógar- bundnum útreiðsl- um, millum annað til fólka- og fyritíðar- pensjónir og forsorg. Tølini halda ikki og yvir 14 milliónir krónur mangla í, sigur Páll á Reyna- túgvu, landsstýris- maður í almannamál- um, ið hevur eftir- kannað tølini FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt Sammett við upprunaliga uppskotið til fíggjarlóg eru tilsamans 52 milliónir skornar av játtanini til al- mannamál í álitinum frá meirilutanum í fíggjar- nevndini. Stórur partur av skerjingini stavar frá, at lógarbundnar útreiðslur til fólkapensjónir, fyritíðar- pensjónir, vanliga forsorg og barnaforsorg eru mettar lægri enn upprunaliga. Eitt nú væntar fíggjar- nevndin at útreiðslurnar til fólkapensjónir verður 15 milliónir lægri, meðan út- reiðslurnar til fyritíðar- pensjónir verða 10 millión- ir lægri. Men hesi tøl fara ikki at halda, sigur Páll á Reyna- túgvu, landsstýrismaður í almannamálum. Síðan landsstýrismaðurin fríggja- morgunin fekk álitið frá fíggjarnevndini, hevur um- sitingin í Trivnaðarmála- ráðnum eftirkannað met- ingarnar hjá fíggjarnevnd- ini. Og niðurstøðan er greið. Metingarnar fara ikki at halda. Páll á Reynatúgvu vísir á, at 7,7 milliónir eru á muni millum metingina hjá fíggj- arnevndini og umsitingini av útreiðslunum til fólka- pensjónir, meðan 1,3 millión er á muni millum metingina av lógarbundnu útreiðslunum til fyritíðar- pensjónir. Harumframt fara 3,6 milliónir at mangla í játtanini til vanliga forsorg og tvær milliónir á játtanini til barnaforsorg, vísa met- ingarnar hjá umsitingini av almannamálum. Tilsamans er 14,6 milliónir krónur á muni millum metingarnar hjá meirilutanum í fíggjar- nevndini og metingarnar hjá umsitingini av lógar- bundnu útreiðslunum til almannamál. – Í fyrstu atløgu fari eg at gera vart við munin, tá eg fái orðið undir 2.viðgerð av fíggjarlógini. Talan er um lógarbundnar útreiðslur, og tí eru bara tveir møguleikar – antin mugu meira pengar setast av, ella mugu lógar- broytingar gerast, sum lækka útreiðslurnar, sigur Páll á Reynatúgvu. Landsstýrismaðurin í al- mannamálum sigur, at hann, meðan málið lá í fíggjarnevndini, gjørdi nevndina varuga við sínar metingar av útreiðslunum til hesi lógarbundnu øki, men at hann síðan bara hevur kunnað staðfesta, at fíggjarnevndin ikki hevur valt at fylgja metingunum hjá umsitingini í Trivnaðar- málaráðnum. Páll á Reynatúgvu sigur, at hann í fyrstu atløgu fer at kunna løgtingið um frá- vikið millum metingina hjá sær og metingina hjá fíggj- arnevndini av hesum lógar- bundnu útreiðslum. Síðan má greiða fáast á, hvat meirilutin í fíggjarnevndini hevur hugsað sær. Annað- hvørt talan verður um at seta pengarnar aftur á fíggj- arlógina, ella tingið vil gera neyðugu lógarbroytingarn- ar, tvs. at skerja pensjónirn- ar, so játtanin fer at halda kortini. Metingarnar eru skeivar Andstøðan finst at álitinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini, og skýrir meirilutan at hava spart upp á kvamsvís. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, hevur longu gjørt greitt, at í tølunum í álitinum hjá fíggjarnevndini mangla 14,3 milliónir krónur til lógarbundnar útreiðslur til pensjónir. Mynd: Jens Kr. Vang Andstøðan finst at álitinum hjá samgonguni til fíggjarlóg og setur spurnartekin við, hvørt tølini, sum liggja til grund fyri yvirskotinum í fíggjarlógaruppskotin um yvirhøvur hanga saman, ella tað eisini næsta ár kunnu væntast nógvar og stórar eykajáttanir FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt Mánamorgunin fór løgting- ið undir 2. viðgerð av upp- skotinum til fíggjarlóg fyri 2003. Afturat fíggjarlógar- uppskotinum, sum Karsten Hansen legði fram 30. sep- tember, eru tvey álit grund- arlagið undir viðgerðini. Eitt meirilutaálit frá sam- gonguni, ið vísir 240 milli- ónir í yvirskoti áðrenn av- dráttir, ella 90 milliónir størri yvirskot enn upp- runaliga uppskotið. Sam- tíðis eru andstøðuflokkarn- ir komnir við sínum minni- lutaáliti, ið vísir 158 milli- ónir í yvirskoti áðrenn av- dráttir av skuld, ella góðar átta milliónir hægri enn uppruna uppskotið. Í sínum framløgum settu andstøðuflokkarnir spurn- artekin við inntøku- og út- reiðslumetingarnar hjá meirilutanum í fíggjar- nevndini, sum í fleiri førum víkir munandi frá tølunum hjá ymsu aðalráðunum. Vilhelm Johannesen, úr Javnaðarflokkinum, ið eis- ini er 2.formaður í fíggjar- nevndini vísti millum ann- að á, at síðan løgtingsvalið í 1998 eru samlaðu útreiðslurnar av eykajáttanarlógum yvir 600 milliónir krónur. Vilhelm Johannesen setti spurnartekin við, hvørt sparingarnar í álitinum frá meirilutanum bara eru gjørdar upp á kvamsvís, fyri síðan seinni at játta pengarnar við eykajáttanar- lógum, tá nakað er liðið av 2003. Almenna umsitingin Andstøðuflokkarnir vístu á, at almenna miðfyrisitingin er nógv vaksin og aðalráð- ini eru í dag níggju í tali. Andstøðan mælir til at skerja talið av aðalráðum til tey upprunaligu seks. Mælt verður til, at Oljumálaráðið verður lagt undir Vinnu- málaráðið, Løgmálaráðið skal flytast aftur undir Løgmansskrivstovuna, og Almanna- og Heilsumála- ráðini skulu leggjast saman aftur í eitt Trivnaðarmála- ráð. Andstøðan førir fram, at orsøkin til vaksandi talið av aðalráðum einans kemst av, at ein politisk kabal skal ganga upp, og mælir and- støðan til at skerja umsit- ingina beinanvegin. Skattalættin Eisini verður funnist at, at meirilutin ikki hevur tikið lovaða skattalættan við í álitið til fíggjarlóg fyri 2003. Andstøðuflokkarnir vísa á, at hetta verður gjørt, samtíðis sum meirlutin í fíggjarnevndini væntar at fáa 10 milliónir í avleidd- um inntøkum av skattalætt- anum. Víst verður á, at hetta hongur ikki saman, og Kaj Leo Johannesen úr Sam- bandsflokkinum setti spur- nartekin við, hvørt henda mannagongd yvirhøvur er lóglig. Sparingar upp á kvamsvís C M Y K 11 10