týsdagur 17. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 242 - 17. desember 2002
Nr. 242 - 17. desember 2002
13
Jólamánaðurin er tann tíðin á árinum, tá full ferð er á
øllum samfelagshjólunum. Jólagávukeyp, jólafrokostar
osfr. Ein gleðistíð tó eisini ein strongdartíð, tí alt skal
røkkast, áðrenn vit loksins seta okkum við jólaborðið.
Nettupp tað nógva hóvastákið saman við jólastrongd er
oftani orsøk til óhapp og vanlukkur av ymsum slag.
Hvussu oftani hoyra vit ikki fólk siga eftir eitt av hesum
afturvendandi óhappum: hví skal tað altíð henda í
jólamánaðinum, tá annars øll gleða seg saman við
børnunum til jóla! Hyggja vit aftur um bak, so hevur tað
víst seg, at fólk koma oftani til skaða ella doyggja í
ferðluóhappum í hesum mánaðinum, hús brekka í grund
osfr. Áhugavert kundi verið við eini skráseting, sum vísir,
hvat tað eru fyri óhapp, sum henda í jólamánaðinum, hví
tey henda og hvørjar avleiðingar tey hava. Hetta fyri at
kunna vera meira medvitandi um, hvussu vit fyribyrgja
ella minka um hesi mongu óhapp, sum helst standast av
jólastákan og jólastrongd.
Hetta er so eisini seinasti mánaðurin á árinum, so nógv er,
sum skal røkkast innan árslok. Hetta er eisini tann myrki
mánaðurin, sum oftani skapar trupulleikar í ferðsluni.
Nettupp ferðslan er stóri syndarin í hesum mánaðinum og
skyldast hetta uttan iva ta strongd, sum hevur bygt seg upp
til endan á árinum. Henda sannroynd eigur at fáa øll, sum
koyra og tey, sum eru til gongu, at umhugsa seg enn betur
enn vanligt. Tú kundi sagt sum ein felagsnevnara, at øll
áttu at sett ferðina niður í bygdum øki til 30 kilometrar um
tímar og úti á alfaravegi niður til 50 til 70 km. Men vansin
er so tann, at nettupp í hesum mánaðinum skulu vit røkka
so nógv, hvør Per og Pól skal til jólafrokost og jólagávur
verða keyptar í síðstu løtu, so full ferð er á. Tað skal vera
áheitan okkara, at fólk traðka spakuligari á speedaran all-
an jólamánaðin og vísa størsta varsemi við eldi heima við
hús. Størri árvakni á hesum økjum kann vera við til at
gera jólini til eina gleðishátíð heldur enn eina sorgarstund
fyri flestu av okkum.
Eykajáttanarlógir uppá
kvamsvís
Í gjár fór tingið undir at viðgera álitini til fíggjarlóg frá
Fíggjarnevndini. Umboðið hjá Javnaðarflokkinum í
Fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen var ein fyrstu
røðarunum og fanst hann harðliga at landsstýrinum/
samgonguni fyri at sítt fíggjarlógararbeiði. Hann helt tað
vera skeivt at byggja komandi fíggjarár uppá eyka-
játtanarlógir, nú sjálv fíggjarlógin er so ófullkomin og at
meta sum eina klædda. Hetta fær helst fólk at minnast
aftur á orðini hjá fíggjarnevndarformanninum Óla Breck-
mann, sum herfyri segði, at nú kundi tað vera nokk við at
leggja eykajáttanarlógir fyri tingið. Við hesum vildi hann
seta ein stoppara fyri tí nýggjan framgangsmátanum hjá
Karsten Hansen at leggja eina eykajáttanarlóg fyri tingið
og aðra eftir. Nú hevur so sami Breckmann givið full-
komiliga leyst og grønt ljós fyri, at hesin eykajátt-
anarpolitikkurin sleppur at halda fram. Hvar er trúvirðið
hjá fíggjarnevndarformanninum, nú sett er út í kortið, at
eykajáttanarlógir framhaldandi skulu vera høvuðsreglan
heldur enn undantakið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gleði og strongd í
jólamánaðinum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bárður Nielsen
Løgtingsmaður
Vestmenningar hava nú í
nakrar dagar følt tómrúmið
eftir, at rutan um Vest-
mannasund er niðurløgd, tí
undirsjóvartunnilin er tikin
í nýtslu. Rutan um Vest-
mannasund hevur nú í fleiri
mansaldrar verið ein bygd-
armynd, ið hevur sermerkt
Vestmanna, rutan hevur
verið við til at skapt lív í á
fjørðinum, og um man
saknaði eitt sindur av lívi,
so var bara at hyggja á
ferjuleguna, tí har var altíð
eitt ella annað virksemi.
Rutan hevur verið við til, at
sett Vestmanna á føroya-
kortið og gjørt, at hvørt
mansbarn kennir eitt sindur
til Vestmanna, tí tey onkun-
tíð eru farin av landinum
við flogfari ella hava verið í
Vestmanna eftir onkrum
kenningum.
Vit koma at merkja hetta
uppá ymsar mátar, eittnú
verður bussambandið ikki
eins gott og áður, vinnu-
lívið fær ikki eins góðar
flutningsmøguleikar, við
tað at Farmaleiðir og tær
privatu flutningsfyritøkur-
nar koma ikki eins ofta sum
áður til bygdina, og ein
partur av handilslívinum í
bygdini fer at merkja eina
niðurgongd í søluni, serliga
Shellstøðin og Rutucaféin.
Nú henda rutan ikki er
meira, eru vit noydd til at
gera vart við okkum uppá
aðrar mátar, tí tað er ikki
vist, at komandi ættarlið
fara at koma til Vestmann-
ar, tí nú eru vit ein enda-
støð, og um vit ikki hava
okkurt serligt at vísa á,
kann ikki roknast við, at tað
koma serliga nógv av-
bygdafólk til Vestmanna,
men vónandi verður ítrótt-
urin eisini í framtíðini við í
fremstu røð, og soleiðis við
til at gera vart við, at vit
framvegis eru ein livandi
bygd.
Tað er ongantíð meir
neyðugt enn júst nú, at vit
vestmenningur bróta upp
um armar og royna at skapa
meir virksemi í bygdini. Vit
hava gjøgnum tíðina víst, at
vit klára at tillaga okkum
nýggjar tíðir, og hóast
seigligir av lyndi, ofta eru
við til at bróta upp úr
nýggjum og verða við í
fremstu røð innan vinnuna.
Tann eftir hondini nógv
umtalaði fiskivinnudepilin
er kærkomin, og vil hann
heilt vist verða við til at
seta lív í bygdina og fylla
aftur tað tómrúmið, ið vil
verða eftir at farleiðin
vestur á flogvøllin ikki
longur gongur gjøgnum
Vestmanna. Nú rutan er
niðurløgd, verður eitt stórt
øki Inni á Fjørð tøkt, so
møguleikarnir
har
eru
nógvir, og vónandi fer
vinnulívið at gera sær dælt
av hesum innan alt ov lang
tíð er fráliðin.
Brunaumsjón
landsins
Petur Olsen, deildarstjóri
Sunnukvøldið 8/12 var ein
venjing, sum brunaum-
sjónin hevði lagt til rættis.
Eftirmetingin visti at siga,
at m.a. sløkkiinnsatsurin
gekk "ópáklæðiliga" ella
rímiliga væl. Men nakað av
venjingini misti eitt sindur
av tí "veruleikanum", sum
ætlandi skuldi verða í
henni. Vit fingu ikki rætti-
liga alt tað fram, sum vit
ætlaðu.
Orsøkin var, at alarm-
sentralurin ikki fekk boðini
út til allar sløkkiliðsmann-
ingarnar.
Tað hevur síðani verið
nevnt, at sløkkiliðsmann-
ingarnar mugu kanna sínar
telefonir við at ringja til
telefonverkið, og so hevur
eisini verið nevnt, at bert
Tórshavnar- og Klaksvíkar
kommunur uppfylla § 12 í
brunalógini um útkalling.
Her kann viðmerkjast, at
um tosað verður um ta
serligu (pippara) útkalli-
skipanina, sum sløkkiliðini
í Tórshavn og Klaksvík
hava, og um skyldurnar í §
12 fyri restina av landinum
undir einum, so stendst
hetta møguliga av eini mis-
skiljing ella má okkurt
onkursvegna vera komið
skeivt fyri.
Vit hava frá sløkkiliðs-
leiðarum fingið nakrar
spurningar um hetta.
Av tí at hetta við til-
kalling og kommunuskyldu
hevur stóran almennan og
prinsippiellan týdning, skal
verða sagt frá, at kommun-
urnar kring landið, við
verandi skipan uppfylla
ásetingarnar í § 12 í bruna-
lógini.
Í stuttum sigur § 12 hetta
(eitt brot endurgivið á
donskum).
"For hver kommuna skal
der findes en plan for
alarmering af brandvæsn-
net.
Fyri at koma aftur til
sjálva útkallingina er tað
soleiðis, at "kiksini" við
útkallingini á alarmsentral-
inum, sum man hoyrir um
av og á, mugu ikki leggjast,
hvørki kommununum ella
tí vanliga sløkkiliðsmann-
inum til last.
Tí í so máta eru hesi bert
vanligir telefonfelagaðar.
Nevnast kann annars, at
tað eru tilsamans um.l. 500
sløkkiliðsfólk á teimum
ymsu tilkallingarlistunum
og har eru okkurt um 1100
telefonnummur. Hetta um-
situr og dagførir Brunaum-
sjón landsins saman við
brunaumsjónarmonnunum
kring landið.
Vestmanna – hvat nú!!!
Kunning um tilkalling og venjing
í Vágatunlinum
TÍÐINDASKRIV
Hagstova Føroya
Veitst tú, hvussu nógv
av tí, vit í Føroyum van-
liga brúka, fer til til
mjólk og sodavatn, til
kjøt og breyð, til telefon,
teldur og internet, til bil
og buss, til uttanlands-
ferðir, til klæðir, til frí-
tíðarítriv, til el og olju
osv. ? Tað kanst tú fáa at
vita í bóklinginum, sum
Hagstova Føroya nú
hevur
givið
út
um
nýggja brúkaraprístalið
hjá okkum.
Men hvat er eitt brúk-
araprístal? Hvussu ger
man tað? Hvørjar vørur
og
tænastur,
hvørjir
prísir skulu við? Hvussu
roknar man tað. Og hvat
vóru úrslitini av kann-
ingunum, sum Hagstov-
an gjørdi, fyri at finna
grundarlagið
undir
nýggja
prístalinum?
Hetta eru evnini í nýggja
bóklinginum hjá Hag-
stovuni.
Vit fingu nýtt brúk-
araprístal í fjør. Hetta
varð neyðugt, tí gamla
brúkaraprístalið
frá
1975, ið bygdi á kann-
ingar av húsarhalds-
nýtsluni í 1972, var ikki
eftirfarandi longur. Tað
gav at bíta við sáttmála-
samráðingarnar í 1999,
tá ið ósemja um veruliga
prísvøksturin í Føroyum
tók seg upp millum
partarnar, og tað gjørdist
alment
kunnugt,
at
neyðugt var við nýggj-
um, álítandi prístalið.
Tá
vit
samanbera
mynstrið í húsarhalds-
nýtsluni í 1975 og 2001,
sæst týðiliga, at stórar
broytingar eru hendar.
Húsarhaldini brúka nú
meir av summum og
minni av øðrum. Fleiri
av vørunum og tænast-
unum,
húsarhaldini
nýttu í 1972, eru nú
mest sum horvnar. Og
nógvar aðrar, nýggjar
vørur og tænastur eru
komnar aftrat. Eisini var
í 1972 nógv størsti part-
urin av nýtsluni bein-
leiðis vørukeyp - nú er
nógv størri partur keyp
og nýtsla av tænastum.
Hetta yvirlitið vísir
týðuliga broytingina í
nýtslumynstrinum
frá
1975 til 2001:
1. juli 2001 var brúk-
araprístalið
roknað
fyrstu ferð eftir nýggja
vektargrundarlagnum,
sum byggir á kanningar
av nýtslumynstrinum hjá
húsarhaldunum í 1998.
Hesum verður greitt
gjølliga frá í bóklingin-
um. Á Hagstovuni hev-
ur John Jacobsen staðið
fyri verkætlanini og hev-
ur lagt bóklingin til
rættis.
Bóklingurin fæst í
bókabúðunum og kostar
50 kr.
VIÐMERKINGAR
Rólant Christensen
Seinastu ttíðina hevur nógv
verið frammi í bløðnum,
mest í Sosialinum, um við-
urskiftini
í Tórshavnar
Kommunu, eftir at Kolla-
fjørður legði saman við
Havnina.
Nógvir kollfirðingar eru
misnøgdir við viðferðina,
teir fáa frá Tórshavnar
Kommunu.
Í Sosialinum fyrr í vikuni
roynir Jan Christiansen,
borgarstjóri í Havn, at verja
sína støðu og býráðið í
Havn
Tað sæst í viðtalinum við
borgarstjóran, at hann ikki
virðir teir borgarar, sum
gjørdu tað, at hann situr á tí
posti, hann situr á í dag.
Men tað mistakið vænti
eg ikki, at kollfirðingar fara
at gera aftur
Hann hevur aftaná gramt
seg um, at tað stóð í
yvirskriftini, at tað var hol í
høvdið at tey eru misnøgd í
Kollafirði, men ananrs
heldur hann, at greinin er
sera góð.
Eg haldi sjálvur, at grein-
in er sera væl skrivað, og
tað sæst, hví skrivarin hev-
ur valt at nýta hasa yvir-
skriftina.
Jan Christiansen ger í
geinini vart við, at nakrar
av avgerðunum, ið gamla
bygdaráðið tók vórðu (og
tað vóru avgerðir, ið bygd-
arfólkið vildu hava), ikki
vóru so hepnar fyri Tórs-
havnar- ætlanini, sum td.
byggiloyvini á økinum inn-
ast á fjørðinum, har har
einki skip grynnir. Loyvini
skuldu ikki verða givin til
vinnubygningar, tí at økið
skuldi nýtast til tað ið hevur
við sjógvin at gera, sigur
Jan Christiansen.
Eg eri sanførdur um at
hvørki virki um tey flóta á
sjónum ella liggja við kei,
kunnu vera ravmagn fyri
uttan, so sjálvandi eigur eitt
virki sum ID-EL at vera á
havnaøkinum við góðum
umstøðum.
Tað prima ið býráðið
nýtur er íløguloftið. Men
betur hevði verði, um tær
umleið 10 milliónirna ið
nýttar eru til nýggjar bilar
og maskinir at taka arbeiðið
frá tí privata fyri undirprís,
heldur vórðu brúktar til at
bygt skúlan út fyri.
Tað treingir harðliga til,
tí eg veit ongan skúla í
Havn, har tað er upp í 30
børn í somu skúlastovu dag
út og dag inn, so hvar tørv-
urin er størst er ikki ringt at
meta um.
Jan nevnir síðani alt, sum
er gjørt er í Kollafirði síð-
ani samanleggingina.
Eg kann fortelja honum,
at enn er einki gjørt í Kolla-
fjørði, sum Tórshavnar
Havn
og
Tórshavnar
kommunukassi
ikki
fá
stóran vinning burtur úr, og
enn er einki gjørt, sum tann
meinigi
kollfirrðingurin
kann njóta ella fá nakra
nyttu burturúr.
Hann sigur eisini, at
Klosterboer ikki var komið,
um Tórshavn ikki varð við.
Eg havi latið mær fortalt,
at Johan Klosterboer hevði
gjørt avtaluna við bygda-
ráðið og hevði bjóðað sær
til at gera keiina, skuldi tað
gjørst neyðugt. Eg havi
eisini latið mær fortalt, at J.
Klosterboer
keypti
øll
spunslini til havnagerðina
fyri at vera vísur í at
havnalagið kom.
Hasar 40 milliónirnar,
sum borgarstjórin tosar um,
eru brúktar uppá havnina,
hava teir fingið inn í skatti
og nakað val afturrat úr
Kollafjørði,
umframt
havnagjald fyri øll skipini,
ið hava ligið við bryggju.
Sostatt verður spurningurin
um, hvør skal gjalda hvørj-
um, um tað vildi so væl við,
at kollfirðingar gjørdu av,
at sleppa sær av við Tórs-
havnar Kommunu aftur og
fingu sær sítt egna stýri
aftur.
Ein kann ímynda sær,
hvat Tórshavnar Kommuna
ætlar at havnalagið, og
kanska allur dalurin, skal
nýtast til.
Tað er komið mær fyri
oyrað, at havnarmenn ætla
at taka oljuvinnuna til
Havnar, men bert umsiting-
ina. Og hvar skal so allur
útbúnaðurin, ið har til hoyr-
ir, so goymast, eitt nú ovur-
stórar stálmeistrar og fleiri
hundrað kilometrar av olju-
dálkandi rørum, ið krevja
túsundatals av fermetrum?
Jú í Kollafjørði er mær
fortalt. Ræðandi!
Eg vænti at bóndin á
Oyrarareingjum má inn-
flyta grasið hjá sær úr
Dannmørkini, um olju-
vinna verður í Føroyum og
fara á fjall á tekjunum á
vinnubygningunum.
Tann borgarligi borgar-
stjórin kemur ikki við ein-
um einsta borgarligum lyfti
um at gera nakað við, at
kollfirðingar
nú
hava
Tórshavnar Kommunu sum
kappingarneyta, hann lovar
ongar privatiseringar, ikki
skattalættan, einki. Nei,
hann krevur bara meiri.
Hann krevur at Kollfirð-
ingar, ið hava sáttmála upp
á Rás Tórshavn, nú skulu
gjalda túsundtals krónur til
Televarpið. Tað er brot á
sáttmálan um samanlegg-
ingina.
Borgarstjórin í Havn
kann ikki verða borgarlig-
ur. Heldur mann hann vera
droyðreyður USSR maður,
og kanska er Fólkaflokk-
urin sum heild farin meira
tann vegin, annars høvdu
teir gjørt okkurt við býð-
ráðslimirnar í Havn.
Eg meti, at har ið grav-
skitið er, er mann noyddur
at nýta tvøgu, og vil man
ikki verða tvøgan, skal
mann lata vera við, at biða
um at verða valdur inn í
politikk.
Eitt meti eg, og tað er, at
tað síðsta, ein fólkafloks-
maður eigur at gera, er at
nýta "Nyrup-háttin", at
ræða við peningi, tí tá hev-
ur mann sett seg lágt.
Tað er ein fólkarættur at
kunna geva sýnum børnum
skúlapláss og trivnað, so
løgi hevði verið um koll-
firðingar ikki høvdu fingið
loyvi bygt skúlan og høll-
ina, tí kollfirðingar hava
altíð klárað sítt.
At enda fari eg at heita á
gamla bygdarráðið um at
fara til fundar og finna útav,
um ikki fólkið í Kollafirði
átti at verðið eftirspurt eina
ferð afturat.
Og hesaferð skulu teir
verða spurdir, antin teir
vilja verða kollfirðingar
ella havnarmenn og ikki
sum seinast, um teir vilja
vera vestminningar ella
havnarmenn.
Bóklingur um nýggja
brúkaraprístalið
Hví einki veruligt?
Anton Petersen
Tað bleiv samtykt yvir 2
løgtingsval, at ein sam-
ferðslu- og djúpvatns-
havn skuldi gerast í
Vági. At tú alla tíðina
hevur
arbeitt
ímóti
hesum projekti, hava vit
sæð bæði í skrift og talu.
Øll minnast, hvussu tú
royndi at minka Smyril,
meðan Hergeir og aðrir
royndu at leingja hann.
Fekk tú tín vilja ígjøg-
num, fingu vit eitt skip,
sum valla hevði kunnað
brúkst til dagin í dag og
so slett ikki til dagin í
mgin. Hevði Hergeir
ikki hildið so fast um
u p p r u n a p r o j e k t i ð ,
høvdu vit ikki fingið
nakað sum helst. Nú sær
tað út til at vit fáa eina
djúpvatnshavn og hol
verður sett á tunnils-
gerðina millum Hov og
Øravík, vónandi. Og er
tað ikki tær at takka fyri,
Bjarni Djurholm, men
Hergeiri Nielsen.
Tað man vera ein
beiskur biti, tá man
hevur stíðst fyri eini sak,
at aðrir stíga fram og
taka sær æruna av henni.
Men soleiðis skal tað
ikki enda í hesum føri.
Nei, nei Bjarni Djur-
holm, so lætt sleppur
tú ikki
Símin J. Højsted
Eg dugi ikki at skilja, at
gjaldið fyri SVF skal
hækka so nógv, tað kann
ikki kosta so nógv at senda
endursendingar. Eg læs í
einum blaði, at ein sunnu-
dag vóru 13 endursend-
ingar, og nú er tað um
Vágatunnilin, sum skal
sendast aftur og aftur, eg
havi sjálvur koyrt strekkið,
og má geva fólkinum stórt
rós fyri eitt megnar arbeiði,
sum er sera væl úr hondum
greitt.
Tit kundu gjørt ein end-
ursendingardag, so vita
fólk at tað, ið ein hevur
áhuga fyri, kann síggjast
ein ávísan dag í vikuni, um
ikki møguligt var at hyggja,
tá hetta ávísa program varð
sent.
Spurningurin um hvar/
hvussu peningurin hjá SVF
er nýttur, hetta hevði verið
spennandi at fingið meir at
vita um?
Eg skilji ikki at gjaldið
bara verður góðtikið av
fólki, er tað okkurt annað
sum kemur, so er rokan í
fjøruni, beinanvegin tankin
bert verður luftaður. Tosað
hevur verið nógv um stðuul
til fiskivinnu o.a., hetta
sigst ikki gera eina burða-
dygga vinnu. Menn í hesari
vinnu siga, at tað gongur
gott fyri uttan stuðul, vinn-
an lagar seg betur til við-
urskiftini, og tað, sum ber
seg livur, tað ið ikki klárar
seg doyr.
Soleiðis kundi til dømis
verið gjørt við SVF, so
mugu teir taka seg saman
og gera nakað, sum er vert
at hyggja eftir, og soleiðis
vinna sær pening.
Eg var inni í einum
handli í dag, og spurdi um
eina parabol, møguliga ein
kassa frá televarpinum, har
fekk eg at vita, keypur tú
pakkan frá televarpinum,
so er millum annað dagur
og vika við í pakkanum, tí
tú betalir jú til SVF, óanæð,
so er tað prísmunurin mill-
um televarpið og tína egnu
parabol, parabolin ið tú
keypur, er spard inn eftir 2
ár, og tú sleppur at síggja
tað tú vilt, so er ikki frá
televarpinum, har er sen-
surur á.
Sjónvarpið mátti roynt at
betra um støðið, fingið sær
fleiri filmar, dokumentar-
sendingar, so fólk vóru
meira positivt innstillaði,
kanska gjørt okkurt, ið
minnir um keypsfilmar,
hvar fólk kunnu velja hvat
tey vilja hava. Eitt hugskot
til dagur og vika er, at tit
halda tykkum innanoyggja
og so fara út í heim, sum nú
er so eru vit tildømis fyrst
stadd í Svínoy, so Sim-
babwe og so Kollafirði og
so aftur í Kina.
Tey ið eru deyv, gjalda
væl eisini fult gjald, men
eru eftir tykkara meining,
kanska nøkur, ið ikki skulu
síggja dag og viku fyrr enn
dagin eftir, tað er ikki rætt,
tað má bera til at tey eisini
síggja tíðindi saman við
okkum hoyrandi.
Við vón um betringar, ið
samsvara við hækking í
gjaldi.
Meining um SVF
C
M
Y
K
13
12