týsdagur 17. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 17. desember 2002
15
Nú tað stundar til
jóla, hevur Mentanar-
húsið í Fuglafirði
skipað fyri trimum
stórum jólaborðhald-
um við undirhaldi og
almennum dansi
aftaná. Hesi borðhald
hava verið sera væl
umtókt, og nógv
arbeiðsfólk og bólkar
av ymiskum slagi
hava nýtt høvið at
havt jólaborðið í
Mentanarhúsinum
JÓL Í HONDUM
Vilmund Jacobsen
Tað er vorðið ein fastur
táttur hjá flestu arbeiðs-
plássum, bindiklubbum og
øðrum bólkum, har fólk
savnast, at eta ein døgurða
saman undan jólum. Nøvn-
ini, sum hetta tiltak fær, eru
fleiri. Onkur sigur jóla-
borðhald, annar jólafrokost,
og so eru tað tey, sum ikki
balla hetta tiltak inn og siga
bara »jólaball«. Men, sum
danir taka til, at »kært barn
har mange navne...«
Hjá nógvum arbeiðs-
plássum í Eysturoy man
leiðin ofta hava borið til
Havnar í desember til hesi
borðhald. Og tó; vit hava
nøkur
góð
matstøð
í
Eysturoy, eitt nú John's
Resturant í Saltangará og
Muntra í Fuglafirði.
Men í ár hevur so Men-
tanarhúsið í Fuglafirði eis-
ini lagt seg út í kappingina
um jólagestirnar.
Skipað hevur verið fyri
trimum stórum jólaborð-
haldum, harav tað seinasta
var seinasta leygarkvøld.
Fólk, sum starvast í Men-
tanarhúsinum,
siga,
at
borðhaldini hava verið sera
væl umtókt og væl vitjað.
Tey hava havt eini 200-230
fólk hvørja ferð, umframt
tey, sum eru komin í al-
menna dansin aftaná.
Undirhald og dansur
Matarskráin í Mentanar-
húsinum til jóladøgurðan
hevur verið dunna, lamba-
steik og oksasteik við
ymiskum sløgum av eplum,
salatum og sósum. Á
skránni hevur eisini verið
jólagreytur og mandlugáva.
Fólk, sum hava etið jóla-
døgurðan í Mentanarhúsin-
um, siga, at maturin hevur
verið sera góður og væl-
smakkandi. Høvuðskokkur
hevur verið Harald Sleire,
sum býr í Syðrugøtu. Aftrat
honum hava verið tveir
hjálparkokkar,
umframt
eini 10-12 onnur starvsfólk,
sum hava runnið ímillum
borðini, vaskað upp og ann-
að.
Undir borðhaldinum hev-
ur Hilmar Jan Hansen
undirhildið, og hann hevur
eisini spælt undir, tá ið fel-
agssangir eru sungnir.
Eftir sjálvt borðhaldið,
hevur Flemming Petersen
spælt til almennan dans.
Sum skilst, eru nógv
fólk, sum hava verið aðra-
staðni og etið jóladøgurða,
komin í Mentanarhúsið
seinni um kvøldið til al-
menna dansin, har tey hava
hugnað sær saman við hin-
um jólagestunum.
Jóladansur verður, 2.
jólakvøld, og 27. desember
verður DJ-Show.
Vælumtókt jólaborðhald í Fuglafirði
Felagið hevur keypt
bygningin hjá
Mathiasi Davidsen,
har Apotekið húsað-
ist, áðrenn stovnurin
flutti í nýggj høli
NÝGGJ HØLI
Vilmund Jacobsen
Í næstum flytir fiskasølu-
felagið, Fofish, sum Ábra-
ham Løkin og Leif Høj
eiga, í egin høli í Runavík.
Felagið, sum higartil hev-
ur húsast í leigaðum hølum
í Saltangará, hevur keypt
bygningin hjá Mathiasi
Davidsen, har Apotekið
hevur hildið til seinastu
árini. Nú Apotekið hevur
fingið nýggj og snotulig
høli
beint
eystanfyri
Heilsumiðstøðina í Runa-
vík, og leigumálið hjá Mat-
hiasi er sagt upp, hevur eig-
arin avgjørt at selja Fofish
bygningin.
Fofish á loftinum
Bygningurin, sum er í trim-
um hæddum, ið eru stívliga
100 fermetrar hvør, er lut-
falsliga nýggjur og í góðum
standi.
Ábraham Løkin sigur, at
virksemið hjá Fofish verður
í ovastu hæddini, og síðan
verða tær báðar niðaru
hæddirnar leigaðar út.
– Vit eru væl nøgdir við
nýggju hølini og eru so
smátt byrjaði at flyta, sigur
Ábraham Løkin.
Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur rættiliga blandað seg uppí kappingina um jólagestirnar í ár. Fólk eru sera væl nøgd við
jóladøgurðarnar og tiltakið sum heild við undirhaldi, felagssangi og almennum dansi aftaná
Fofish flytir í egin høli í Runavík
Her fer fiskasølufelagið,
Fofish hjá Ábrahami Løkin
og Leif Høj, at húsast.
– Okkara virksemið verður í
ovastu hæddini; hinar báðar
verða leigaðar út, sigur
Ábraham Løkin.
Mynd: Vilmund Jacobsen
15
14
Nr. 242 - 17. desember 2002
Heilaskaðar eru
ymiskir 2:1
Jón Ellendersen
Eg má ferð eftir ferð sanna,
at tað kann vera sera trupult
at skriva um heilan og
hvussu hann virkar á før-
oyskum. Hetta er m.a. or-
sakað av, at terminologiin
ella frøðimálið er rættiliga
fátækt. Einasta fyridømi eg
havi havt at arbeitt við, er
'LÆKNABÓK 1 og 2 á
sjógvi og landi' hjá fyrrv.
landslækna, H. D. Joensen
frá 1989. Hinvegin er frøði-
mál landslæknans gott og
lættfatuligt. Hinvegin er
føroyska málið oftani illa
egna
til
miðeuropeiskt
frøðimál. Hetta einahelst tí
vit ikki hava eins sterkan
vísindaligan siðaarv.
So tað ræður bæði um at
nýta tað, sum hesar bøkur
goyma, og so at gera nýggj
orð, sum ikki fara útum
frøðimálið í bókunum og
sum eru eins lættfatulig og
nýtilig. Hetta ger seg eisini
galdandi tá eg nú fari undir
at skriva um minnið.
Upprunin til greinirnar
um minnið er L. Clare og
B. A. Wilson (1997). 'Cop-
ing with memory problems.
A practical guide for
people with memory im-
pairments, their relatives,
friends and carers' og Bury
St
Edmunds:
Thames
Valley Test Company, sum
Jan Magne Krogstad og
Cathrine Christiansen frá
KreSS í Oslo hava umsett
og tillaga á norskum.
------------
• Vit hava fleiri sløg av
minnum og tí kunnu fólk
við minnistrupulleikum
kunnu hava trupulleikar
við summum pørtum av
minninum meðan restin
av minninum virkar sum
tað skal.
• Vit tosa ofta um at onkur
minnist væl ella minnist
illa. Hetta gera vit tí vit
hugsa um minnið sum
eini evni ella ein førleika.
Men í veruleikanum hava
vit fleiri sløg av minnum,
sum eru samansett av
fleiri ymsum pørtum ella
førleikum, sum virka á
ymsan hátt.
Teir vanligasta fólk við
minnistrupulleikum
spyrja er:
• Hví minnist eg tað, sum
hendi fyri fleiri árum
síðani, men minnist ikki
tað sum fólk júst hava
sagt ella tað, sum hendi í
gjár?
• Hví minnist eg andlitið á
fólki, men ikki hvussu
tey eita, hóast eg kenni
tey væl?
• Hvussu kann tað vera at
ofta tá eg skal siga okkurt
sum eg 'veit alt um', eru
orðini knappliga burtur tá
eg skal siga tað?
Svarið er m.a. at minni ikki
bert er ein funktión, men
fleiri og at ólíkir partar av
minninum virka óheftir av
hvørjum øðrum.
Tað er avgerandi at vita
hetta, skulu vit gera okkum
vón um at skilja minnis-
trupulleikar og hvussu vit
kunnu bøta fyri tað mista.
Hvørji sløg av minni hava
vit?
Til tess at fáa eina betri
fatan av hvat minni er, ber
til at býta tað soleiðis sund-
ur:
1. Gildistíð - tað vil siga:
hvussu
leingi
varar
minnið (minnið er orðið
vit nýta um tað, sum
ikki skal gloymast)
2. Slag av informasjón
sum skal minnast
3. Hvat skap hevur infor-
masjónin
4. Stig í minninum ella
minnismannagongdini
5. Hvat slag av minni er
neyðugt
6. Hvørt minnið er frá
tíðini áðrenn ella aftaná
skaðan
1. Gildistíð - hvussu leingi
varar minnið?
Tað er avgerandi hvussu
long tíð gongur frá vit
móttaka informasjónina til
henda aftur skal minnast.
Út frá hesum kunnu vit
býta minnið sundur í:
- Arbeiðsminni ella minn-
isvídd
(spennivídd)
(stuttminnið ella fyrra
minnið (H.D. Joensen,
Læknabók, Bind 1))
- Langminnið ella seinna
minnið.
- "Framtíðarminnið" eller
ætlanarminnið.
Hesi 3 sløgini av minni
fevna um ymisk tíðarskeið
og virka hvør sær:
Arbeiðsminnið eller
minnisvídd:
Hetta er beinleiðis minnið
fyri informasjón frá sein-
astu sekundunum. Hetta
minið nevna vit eisini stutt-
minnið ella fyrra minnið. (eg
nýti her heitið fyrra minn
ið) Hetta slagið av minni
nýta vit td. tá vit skulu
finna eitt nummar í telefon-
bókini og skullu minnast
tað so leingi, at vit eisini
kunnu
ringja
hetta
nummarið. Vit nýta eisini
hetta slagið av minni tá vit
luttaka í eini samrøðu.
Langminnið (ella: seinna
minnið)
Hetta er ein serstøk skipan
har informasjónin verður
goymt til hon skal nýtast
aftur. Seinna minnið kunnu
vit eisini siga, er býtt sund-
ur í fleri partar:
Ábært minni er minni fyri
tað, sum nýliga er hent ella
nýggja informasjón (frá
seinastu
minuttunum).
Samanbera vit við eina
teldu, so kunnu vit siga, at
hitt ábæra minni er tað,
sum er á skerminum júst
nú.
Nýligt minni er minni fyri
hendingar ella informasjón
frá seinastu døgunum tvs.
tað, sum hendi í t.d. síðstu
viku. Samanbera vit aftur
við telduna, so er nýliga
minnið tað, sum júst er
goymt
Fjarminni er minni fyri
hendingar ella informasjón
sum er savnað saman gjøg-
num fleiri ár, t.d. tað sum
hendi tá vit vóru børn og
gingu í skúla. Samanborið
við telduna, er fjarminni
tað, sum hevur ligið leingi á
telduni.
Framtíðarminnið ella
ætlanarminnið
Hetta er minni fyri tað, vit
ætla okkum at gera í
komandi minuttum, døg-
um, vikum ella mánaðum
sum t.d. at minnast at ringja
til onkran vit hava avtalu
við, at minnast tíðina vit
hava hjá tannlæknanum ella
at bíleggja ferðaseðlar til
summarferðina við Nor-
rønu.
Hvussu ávirkar hetta
fólk við minnistrupul-
leikum?
Hevur hin skaddi trupul-
leikar við minninum er
vanligt, at han eisini hevur
trupulleikar við onkrum av
tí, sum er nevnt omanfyri,
meðan nógv annað als ikki
er nervað. Hóast minnis-
trupulleikar, so gongur væl
hjá teimum flestu at t.d.
ringja eitt nummar, tvs. at
minnast
nummarið
so
leingi tað tekur at ringja.
Hetta fortelur okkum, at tað
beinleiðis minnið virkar
væl. Somu persónar kunnu
eisini minnast alt, sum
hendi fyri fleiri árum
síðani, tvs. at seinna minnið
eisini riggar væl. Hinvegin
kunnu tey hava stórar
trupulleikar við at læra
okkurt nýtt ella at móttaka
nýggja informasjón. Tey
gloyma skjótt, serliga um
okkurt kemur ímillum. Eitt
dømi kann vera, at tey
skjótt gloyma eini tele-
fonboð. Ætlanarminnið er
ofta so oyðilagt, at hin
skaddi hevur ilt við at
minnast avtalur og annað,
sum skal gerast.
Tað
minnistrupulleik-
arnir eru av tílíkum slag,
siga vit at hin skaddi hevur
amnestiska
sjúkumynd
(syndrom).
2. Hvat slag av informa-
sjón skullu vit minnast?
Slag av informasjón ella
evni, sum minnast skal
kann vera:
- Fakta (sannroyndir)
- Personligar royndir
- Kynstur, rutina og ymsar
mannagongdir fyri hvussu
hetta og hitt skal gerast.
Faktaminnið
Fakta er tað vit hava lært
okkum fyrri ella seinni í
lívinum sum t.d. at París er
høvuðsstaðurin í Fraklandi
og at Haraldur Hárfagri
savnaði Noregi til eitt ríki;
at ketta og hundur eru pels-
djór og hava 4 bein, men at
kettan sigur mjav meðan
hundurin goyr. Vanliga
minnast vit ikki nær, vit
lærdu júst hetta, tað einasta
vit vita er, at vit hava lært
tað.
Minni fyri persónligar
royndir
Hetta slagið av minni hevur
at gera við tað, sum er hent
okkum gjøgnum lívið og
tað, sum skapar okkara per-
sónligu (egnu) minnir. Tað
kann vera okkurt vit hoyrdu
við døgverðaborðið í gjár
ella okkurt, sum hendi tá
vit vóru børn sum t.d.
fyrsta skúladagin.
Minnið fyri kynstur,
vanar og mannagongdir
Hetta er tað slagið av minni
vit hava fyri neyðini til tess
at
vit
kunnu
minnast
hvussu vit fremja ymiskar
hendingagongdir sum t.d.
at koyra bil, seyma ein
knapp í og skriva bræv á
telduni. Hetta slagið av
royndum ella kynstri er
oftast sjálvvirkandi (auto-
matiserað) aftaná at vit
hava gjørt tað so og so ofta.
Vit duga tað uttanat.
Hvussu ávirkar hetta
fólk við
minnistrupulleikum?
Viðhvørt hava fólk við
minnistrupulleikum størri
trupulleikar við at minnast
persónligar royndir enn at
minnast fakta. Hjá summ-
um kann tað tó vera øvugt.
Men hóast stórar trupul-
leikar við at minnast per-
sónligar royndir og fakta,
so kan restin av minninum
vera í fínasta lagi. Summi
hava trupulleikar við at
minnast hvør er løgmaður,
men minnast framvegis
hvussu tey skulu spæla kla-
ver, gera mat o.sfr. Mong
kunnu eisini læra nýggjar
kynstur
hóast
minnis-
trupulleikar. Tað vil siga, at
við nógvari venjing ber til
at læra seg at skriva á teldu,
men
tá
onnur
spyrja,
minnist hin skaddi kanska
als ikki nær hann hevur lært
tað.
3. Í hvørjum skapi verður
informasjónin goymd í
minninum?
Tað sum vit fáa inn og
goyma í minninum kann
hava ymiskt skap. Tað týdn-
ingarmesta markið liggur
millum verbalt (tað hoyrda)
og visuelt (tað sædda)
minni.
• Verbalt minni er minnið
fyri informasjón gjørd av
orðum, antin skrivliga
ella munnlliga.
• Visuelt minni er minnið
fyri lutir sum skulu
minnast
í
visuellum
skapi, eitt nú andlit,
mynstur
ella
hvussu
húsini síggja út innan.
Hvussu ávirkar hetta
fólk við minnistrupul-
leikum?
Summi fólk við minnis-
trupulleikum minnast lætt-
ari tað, tey hava sæð enn
tey minnast tað, tey hava
hoyrt. Tey minnast t.d. væl
andlit, men hava sera ilt við
at minnast nøvn. Hjá
øðrum kann tað vera øvugt.
Tey hava ongar trupulleikar
at minnast og framsiga eina
yrking, men tey kenna ikki
síni egnu hús aftur. So tá vit
tilrættisleggja hjálpitiltøk
fyri fólk við tílíkum minn-
istrupulleikum, er tað av
avgjørdum týdningi at vit
hava tann neyðuga kunn-
leikan bæði um skaðan og
um, hvussu vit bøta fyri
skaðan ella vantandi funk-
sjónina.
4. Tey ymisku stigini í
minnismannagongdini?
Tað at minnast er einki
kynstur, men ein manna-
gongd sum er sett saman av
fleiri ymsum kynstrum og
evnum. Evnið at minnast
fevnir um 3 stig. Hesi eita
innkoding, goyming og
afturheinting. Fyri at vit
kunnu skilja hvat hetta er,
kunnu vit samanlíkna tað
við at finna eina bók á
bókasavninum:
– Innkoding fevnir um at
inntaka informasjón og
skráseta hana. Á bóka-
savninum er tað tað sama
sum at fáa eina nýggja
bók og síðani geva henni
eina goymslukodu.
- Goyming fevnir um tað
at leggja informasjón inn
í minni og goyma hana á
einum staði, har hon er
løtt at finna aftur. Á
bókasavninum er tað tað
sama sum at seta bókina
á eina hyll, í eini ávísari
evnisdeild,
flokka
í
alfabetiskari røð.
- Afturheinting er tað at
minnast informasjónina
tá tað er neyðugt. Á
bókasavninum er tað tað
sama sum at lánarin kann
finna goymslukoduna á
telduni og síðani fara
eftir bókini har bókavør-
urin hevur sett hana.
Evni okkara at minnast
kunnu ávirkast av trupul-
leikum í hvørjum einstøk-
um av hesum stigum. Lat
okkum tí taka enn eitt
'bókasavnsdømi'. Um so er
at bókin ikki fær eina
goymslukodu og soleiðis
ikki gerst ein partur av
bókasavninum, verður hon
VIÐMERKINGAR
Minnistrupulleikar aftaná heilaskaða:
Hvat er minnið
Framhald á síðu 16
C
M
Y
K
14