Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 242 - 17. desember 2002 Nr. 242 - 17. desember 2002 17 neyvan lisin av nøkrum. Verður bókin goymd í skeivari evnisdeild, finnir eingin hana, hóast hon er á bókasavninum. Og at enda: um lánarin ikki kennir goymsluskipanina, hevur lánarin stórar trupulleikar við at finna røttu bókina. Hetta vil, tá vit tosa um minnið siga tað sama sum, at nýggj informasjón ikki verður goymd og kann tí ikki afturheintast tá tørvur er á hesum. Ella: um in- formasjónin er goymd á skeivum stað, verður tað ógjørligt at finna hana aftur á sama hátt sum tað ikki ber til at finna informasjón sum er goymd á røttum stað, vita vit ikki hvussu vit finna hana. Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupulleikum? Tá tað snýr seg um minnis- trupulleikar kunnu eitt ella fleiri av áður nevndu stig- um vera ávirkað. Fólk við minnistrupulleikum kunnu antin hava tað trupult við at inntaka informasjón, at goyma hana í minninum ella at finna hana aftur. Vit kenna øll hvussu tað er at 'orðið liggur á tunguni', men tað vil ikki út. Hetta er ein vanligur trupulleiki hjá fólki við minnistrupul- leikum, sum elvir til at tey ofta gerast vónsvikin. 5. Hvat slag av minni er neyðugt? Aloftast hava vit fyri neyð- ini at minnast uttan hjálp frá øðrum. Vit noyðast tá sjálvvirkin kunna heinta okkurt fram ella minnast informasjónir aftur, altso: at kunna 'minnast at minn- ast' av okkum sjálvum. Eru vit heppin hava vit nøkur leitorð sum kunnu hjálpa okkum. Skulu vit fortelja um okkurt sum hendi í gjár, hjálpir tað altíð um tann, vit fortelja fyri, setur okkum spurningar. Hesir spurning- ar gerast tá leitorð sum seta minnið í gongd. Viðhvørt hava vit fyri neyðini at kenna okkurt aftur sum vit hava sæð ella hoyrt fyrr. Skulu vit finna aftur eini hús ella okkurt stað, vit fyrr hava verið, fáa vit aloftast hjálp frá ymsum lutum, sum seta minnið í gongd. Hetta kann vera ein heyggur, eitt skelti ella okkurt annað. Tað at kenna okkurt aftur sum vit hava sæð ella hoyrt fyrr, er vanliga lættari enn at heinta tað fram aftur úr minninum. Tað er lættari at kenna ein sang aftur tá ein hoyrir fyrstu tónarnar enn tað er at skulla murra lagið uttan hjálp. Á sama hátt er tað lættari at finna aftur til eitt stað vit fyrr hava verið, enn tað er at skulla greiða øðrum frá hvussu tey koma hagar. Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupul- leikum? Fólk við minnistrupulleik- um halda ofta tað er lættari at kenna kendar lutir aftur enn tað er at heinta informasjónir um lutirnar fram úr minninum. Tað er tískil eisini lættari at kenna fólk aftur enn tað er at minnast, hvussu tey eita. Men hjá fólki við minnis- trupulleikum er hetta bara nógv verri enn hjá van- ligum (ikki skaddum) fólki. 6. Er minnið frá tíðini áðrenn ella aftaná skaðan? Tá onkur hevur fingið ein heilaskaða er neyðugt, at vit duga at skilja ímillum minni, sum eru goymd lutfalsliga áðrenn og aftaná skaðan. Á fakmáli rópa vit hetta retrograd og antero- grad minni: Retrograd minni er minni sum fevnir um hendingar og informasjónir frá tíðini áðrenn skaðan (sum var orsøk til minnis- trupulleikarnar). Anterograd minni er minni sum fevnir um hendingar og informasjónir frá tíðini aftaná skaðan. Hvussu ávirkar hetta fólk við minnistrupul- leikum? Ofta hava fólk við minnis- trupulleikum trupulleikar við at læra nýtt (anterograd minni), meðan minni frá tíðini áðrenn skaðan er lutfalsliga varveitt. Men hjá summum er tíanverri eisini minni frá tí sum hendi áðrenn skaðan (retrograd minni) eisini skatt. Hetta sæst best við at hin skaddi væl minnist tað, sum hendi fleiri ár áðrenn skaðan, meðan hann minnist illa tað, sum er hent stutt fyri skaðan. Summi minnast als einki av tí, sum hendi beint áðrenn ella seinastu 5-10 árini áðrenn skaðan. Framhald av síðu 14 VIÐMERKINGAR TÓNLEIKACAFÉ Tíðindaskriv Tónleikacafé verður í Pæt- ursastovu dagarnar undan jólum. LISA (Listafólka- samband) og Plátufelagið Tutl skipa fyri livandi tón- leiki og fløgu- og bókasølu. Eisini verður høvi at keypa ein heitan drekkamunn og okkurt gott afturvið. Konsertskráin er: mikudagin, 18. desember kl. 16:15 - 16:45 Kári Sverrisson og Mikael Blak kl. 17:15 - 17:45 Kári Sverrisson og Mikael Blak kl. 18:15 - 18:45 Heðin Ziska Davidsen og Uni Debess kl. 19:15 - 19:45 Martin Joensen hósdagin, 19. desember kl. 16:15 - 16:45 Kristian Blak kl. 17:15 - 17:45 Kári Sverrisson og Mikael Blak kl. 18:15 - 18:45 Eyðun Hansen kl. 19:15 - 19:45 Eivør Pálsdóttir fríggjadagin, 20. desember kl. 16:15 - 16:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu kl. 17:15 - 17:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu kl. 18:15 - 18:45 Kristian Blak kl. 19:15 - 19:45 Eivør Pálsdóttir leygardagin, 21. desember kl. 16:15 - 16:45 Kristian Blak kl. 17:15 - 17:45 Kristian Blak kl. 18:15 - 18:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu kl. 19:15 - 19:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu sunnudagin, 22. desember kl. 16:15 - 16:45 Heðin Ziska Davidsen og Uni Debess kl. 17:15 - 17:45 Martin Joensen kl. 18:15 - 18:45 Heðin Ziska Davidsen og Uni Debess kl. 19:15 - 19:45 Eyðun Hansen Føroyskar bøkur, ið eru út- komin í ár, verða framsýnd- ar og fáast til keyps. Tutl skipar fyri fløgusølu, og hevur alskyns góð jólatil- boð við føroyskum tónleiki. Opið verður frá miku- degnum 18. desember til sunnudagin 22. desember kl. 16 - 20 hvønn dag. Øll eru vælkomin, ókeypis atgongd. Tónleikacafé í Pætursastovu C M Y K 17 16