Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 242 - 17. desember 2002 Nr. 242 - 17. desember 2002 19 Tað var ein øðrvísi, men einastandandi góð jólakonsert við fjølbroyttum tilfari, sum Klaksvíkar Hornorkestur, Kvinnukórið Suð og Leirvíkar Gentukór borðreiddu við í Christianskirkjuni sunnukvøldið JÓLAKONSERT Solby A. Eliasen Klaksvík: Tá præludium og inngangs- bøn vóru liðug, byrjaði sjálv konsertin við felags- sálminum "Eitt barn er føtt í Betlehem". Beinanvegin merktist jólahýrurin breiða seg, tá urga, orkestur og kór saman við áhoyrarunum byrjaði at spæla og syngja. Tað er onki at taka seg aftur í, at ljóðið og klangurin í Christianskirkjuni er nakað heilt serligt. Men tað vóru eisini uttan iva tær góðu røddirnar í kórunum báð- um, sum gjørdu sítt til, at tað longu frá fyrsta tóna var lagt upp til eina avbera góða konsert. Fyrst á skránni vóru tveir Negro Spirituals, sum Suð og Hornorkestrið fram- førdu í felag. Tað fall væl í oyra á fólki, og kór og ork- estur sameindust væl so- leiðis at skilja, at kórið hoyrdist væl, hóast tær vóru 15 upp móti eini 25 horn- blásarum. Eftir hesa framførslu kom Leirvíkar Gentukór. Tær framførdu ein gamlan Kingosálm og ein jólasálm. Talan var her um eitt rættu- liga ungt kór. Gentur, sum ganga í fólkaskúlanum. Og teirra framførsla sá út til at koma óvart á fleiri av áhoyrarunum. Við klokku- reinum røddum sungu tær seg uttan iva inn í hjørtuni á hvørjum einstakum áhoyr- ara, sum var staddur í kirkj- uni sunnukvøldið. Bert spell, at tær ikki sungu fleiri løg. Síðani kom einasta lagið, sum Klaksvíkar Hornork- estur framførdi einsamalt. Tað var ein jólasirpa, sum Sámal Christiansen hevði lagt tilrættis fyri hornork- estur. Sámal hevur verið við í orkestrinum øll árini, síðani tað varð stovnað í 1950. Kvinnukórið Suð og hornorkestrið framførdu so tvey løg afturat, áðrenn kórið sjálvt kom við sínum ískoyti. Annað var eitt lag úr gandafloytuni hjá Moz- art, sum Henny Gerðalíð hevði gjørt orðini til. Og síðani framførdu tær "This little light of mine". Stein- vør Fonn og Mása Trónd- heim vóru solistar, og komu tær sera væl frá fram- førsluni. Hetta lagið sving- aði sera væl, og breyt full- komuliga frá restini av tí, sum varð framført hetta kvøldið. Síðani framførdu kór og hornorkestur fýra løg aftur- at. Tey vóru Panis Angelic- us, Fjariln wingad, Mem- ory og When you wish upon a star. Ikki jólalig Samanumtikið var hetta ikki nøkur serstaka jólalig konsert, tá hugsað verður um løgini, sum vórðu fram- førd. Fyri uttan teir tríggjar felagssálmarnar, vóru bert tvey jólaløg framførd. Men tó so, mundu fleiri av áhoyrarunum, sum eru upp- vaksin við Disney tekni- filmunum, sum Sjónvarp Føroya vísir jólaaftan, hugsa um Jesper Fåre- kylling og hansara "Når du ser et stjerneskud", tá lut- takararnir á konsertini end- aðu hana við lagnum "When you wish upon a star". Eitt annað, sum eisini var øðrvísi var, at hornorkestrið framførdi bert tað eina lagið einsamalt. Tað hava tey ikki gjørt áður. Og onk- ur helt fyri, at saknur var í onkrum av teimum sið- vandu jólaløgunum, sum tey plaga at spæla. Horn- orkestur í Føroyum hava eina reyða bók við alskyns sálmaløgum í. Hon plagar at verða nýtt til nógv ymisk tiltøk – eisini jólakonsert- ina, men sunnukvøldið var hon ikki millum bløðini á nótastólunum. Jólakonsertin í ár var sera góð, og sum altíð var tað avbera hugnaligt at kunna sita í kirkjuni og njóta teir vøkru tónarnar og tær vøkru røddirnar, meðan frostið legði seg á vegirnar uttanfyri. Tey flestu vóru á einum máli um, at hetta var ein øðrvísi jólakonsert, men ein av teimum bestu í fleiri ár. Øðrvísi jólakonsert Nógv fólk var til árligu jólakonsertina í Christianskirkjuni, sum Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri Mynd: Tom Laursen Danin Ulf Nordlund er dirigentur hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Hann leiddi bæði kór og orkestur trygt gjøgnum felagsframførslurnar Mynd: Tom Laursen Kvinnukórið Suð og Leirvíkar Gentukór sungu á jólakonsertini Mynd: Tom Laursen C M Y K 19 18