týsdagur 17. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 • týsdagur • 17. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast skolurnar móti
liðnum og venjara -
num hava verið
mangar, so mundi alt
hetta vera gloymt, tá
donsku hondbólts-
kvinnurnar sunnu-
dagin vunnu gull-
merki í EM-kappinini
EM-hondbóltur
Jákup Mørk
Við Rikke Hørlykke í ein-
um óvæntaðum sentralum
leikluti sum spælskipari
fram um Kristine Ander-
sen, og við einari - enn
einaferð - stórspælandi
Karin Mortensen í máli-
num, eydnaðist tað sunnu-
dagin Danmark at seta seg
á trúnuna sum besta hond-
bóltslið í Europa.
Hetta hendi í eini norður-
lendskari finalu, har Noreg
ikki óvæntað var mótstøðu-
liðið.
Undirhaldandi finala
Talan var um ein spennandi
dyst, sum svF tíbetur ehvði
valt at varpa beinleiðis,
heldur enn at senda forskot-
ið, soleiðis sum tað annars
hevur verið gjørt ígjøgnum
kappingina. Efitr eina held-
ur javna byrjan, har liðini
bæði royndu at finna út av
taktiska upplegginum og
styrkini annars hjá liðunum
báðum, toktist tað gera
munin, tá Rikke Hørlykke
varð send á vøllin sum
spælskipari fyri Kristine
Andersen.
Við stórspæli og vøkrum
málum var Rikke høvuðs-
persónurin
aftan
fyri
donsku leiðsluna, sum eitt
skifti gjørdist fýra mál,
men tá Noreg hóast undir-
talsstøðu fekk minkað um
munin beint fyri steðgin,
Í seinna hálvleiki tóktist
tað, sum um norska takið
beint fyri steðgin hevði
skelkað donsku genturnar
nakað, og tá Noreg í løtun-
um eftir steðgin vann seg
upp á liðina á teimum, fór
av álvara at standa á.
Noreg hevur í fleiri ár
havt kanska besta kvinnu-
liga málverjan í heiminum
við Heidi Tjugum, og hon
stóð eisini sum vant ein
branddyst í finaluni, men
ráð vóru koritni fyri hesum.
Í Karin Mortensen hevur
liðið fingið ein málverja í
heilt avgjørdum heims-
flokki, og tá mest stóð á
kundi hon saman við liði
sínum syrgja fyri, at talan
kortini gjørdist um gull.
Eftir at tað leingi hevði
gingið heilt javnt fyri seg,
kundi Danmark tríggjar
ferðir á rað kontra seg til
mál í seinna hálvleiki, so-
leiðis at tær tíggju minuttir
fyri leiklok aftur høvdu
vunnið sær eina hampuliga
leiðslu.
Hesa megnaðu norsku
kvinnurnar ongan tíð at
taka aftur, og sum vera
man, so var lagið á heima-
áskoðarunum í Arenaini í
Århus av tí allarbesta, tá
seinasta bríkslið ljóðaði.
Gloymdar
vóru
allar
skolurnar, sum seinastu tíð-
ina hava verið oystar oman
yvir venjaran, Jan Pytlick,
og hansara úttøku. Dan-
mark hevur aftur víst, at tær
teljast
ímillum
avgjørt
sterkastu tjóðirnar í heimi-
num, og við ættarliðsskifti-
num, sum hevur verið framt
seinastu árini er heldur
einki at ivast í, at tær eisini
halda sær á tindunum kom-
andi árini.
Tríggjar millum
tær bestu
Sum vera man, so merktist
danski sigurin eisini, tá
fjølmiðlarnir eftir EM-
kappingina skuldu gera av,
hvørjir leikarar høvdu verið
teir bestu.
Siður er, at eitt sonevnd
all-star lið verður sett, og
hesa ferð áttu danir tríggjar
av teimum sjey leikarunum,
sum vórðu kosnar sum tær
bestu. Umframt sjálvsagda
málverja sessin hjá Karin
Mortensen varð Line Dau-
gaard kosin sum besti
vongurin
í
kappingini,
meðan Kristine Andersen
mundi kenna tað sum eitt
stórt herðaklapp at verða
kosin sum besti miðspælar-
in. Ikki minst eftir finalu-
dystin, sum avgjørt ikki var
hennara besti.
Hinar á stjørnuliðnum
vóru Ausra Fridrikas úr
Eysturríki, Stephanie Cano
úr
Fraklandi,
Carolina
Rosenberg úr Noreg og
russiska Ludmila Bodni-
eva.
Danmark aftur best
Lagið var av tí besta og allar
trætur vóru lagdar til viks, tá
Danmark enn einaferð
staðfesti seg sum sterkasta
hondbótlstjóðin í Europa við
einum uppibornum
finalusigri á grannunum úr
Noreg
Mynd: Reuters
21
20
Nr. 242 - 17. desember 2002
Karzai í Noregi
Afghanski forsetin, Hamid Karzai, kom sunnu-
kvøldið til Noregs, har høvuðsørindi hansara eru at
seta ein fund, sum stuðulslondini hjá Afghanistan
skulu halda í Oslo. Noreg hevur formansskapin í
bólkinum.
Norski menningarmálaráðharrin, Hilda Frafjord
Johnson, segði í gjár, at Noreg er til reiðar at veita
Afghanistan størri búskaparliga hjálp, og at talan fyri
ein part verður um langtíðarætlanir. Karzai sjálvur
hevur róst norsku stjórnini fyri at hava gjørt eitt gott
arbeiði sum formansland í stuðulsbólkinum.
Í Oslo skal Hamid Karzai hitta Harald kong, Kjell
Magne Bondevik, forsætisráðharra, Jan Petersen,
uttanríkisráðharra og formannin í Stórtinginum,
Jørgen Kosmo.
Bretar misnøgdir
Bretsku myndugleikarnir eru misnøgdir við ta 12.000
síður drúgvu vápnafrágreiðingina, sum irakska
stjórnin hevur latið ST.
Blaðið Financial Times veit at siga frá tænastu-
monnum í stjórnarumsitingini í London, at teir eru
serliga misnøgdir við tann partin av frágreiðingini,
sum snýr seg um tey kemisku og biologisku vápnini,
sum Irak sigst hava. Bretar kunngjørdu herfyri sína
egnu meting av teimum iraksku vápnagoymslunum,
men sambært tænastumonnunum sigur innihaldið í
frágreiðingini hjá stýrinum í Bagdad nakað heilt
annað. Tænastumenninir siga, at Saddam Hussein
fekk ein møguleika, sum hann hevur misnýtt.
Enn hava bara teir fimm føstu limirnir í ST-trygd-
arráðnum fingið ta iraksku frágreiðingina, og ætlanin
er, at formaðurin hjá vápnaeftirlitsmonnunum, sviin
Hans Blix, skal geva limalondunum eina fyribils-
meting av frágreiðingini hósdagin.
185 kr. um dagin
Útrokningar, sum eru gjørdar aftan á ES-toppfundin í
Keypmannahavn, vísa, at tað fer at kosta ES 292
milliardir krónur tey næstu trý árini at taka tey tíggju
umsøkjaralondini uppí.
Verður tað, sum tey tíggju londini skulu rinda í teir
ymsu kassarnar hjá ES, mótroknað, skulu tey
núverandi ES-londini rinda einar 100 milliardir
krónur næstu trý árini. Tað svarar til, at verandi ES-
íbúgvar skulu rinda 185 krónur í part um dagin.
Samstundis fáa tey, sum búgva í umsøkjaralondunum,
880 krónur um árið frá ES.
Pólendingar og tey, sum búgva í Estlandi, Letlandi
og Litava, fáa mest frá ES, meðan tey í Slovenia,
Malta og Kýpros fáa minst.
Ætlaði at selja brøvini
James Hewitt, sum var meiri enn væl við Dinau
prinsessu, ætlaði at selja tey 64 brøvini, sum hann
fekk frá prinsessuni.
Blaðið News Of The World skrivar, at tey á
blaðnum fingu frænir av, at heryvirmaðurin ætlaði at
selja brøvini, fekk hann nóg mikið fyri tey. Tíðinda-
fólk hjá blaðnum settu seg tí í samband við James
Hewitt. Tey søgdu seg umboða ein ríkmann í Sveits,
sum fegin vildi keypa brøvini. Eftir at blaðfólkini
høvdu boðið James Hewitt 115 milliónir krónur fyri
tey 64 brøvini, tók hann av tilboðnum. Tað kom sam-
stundis fram, at Hewitt frammanundan hevði biðið
ein sakførara selja brøvini fyri seg, og at sakførarin
hevði fingið eitt boð upp á 45 milliónir krónur.
Handilin varð kortini av ongum. Sakførararnir hjá
búnum eftir Dianu prinsessu hava fyrr víst á, at James
Hewitt í 1998 váttaði, at hann fór ongantíð at selja
brøvini, sum prinsessan skrivaði honum.
UTTAN ÚR HEIMI
Ovastin í ameri-
kansku samveldisløg-
regluni FBI sigur, at
amerikansku fregnar-
tænasturnar hava
avdúkað og forðað
næstan hundrað yvir-
gangsatsóknum síð-
ani 11. september í
fjør
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Hóast Robert Mueller, FBI-
ovasti hevur eina røð av
ætlaðum yvirgangsatsókn-
um, sum vórðu avdúkaðar,
ávarar hann samstundis
um, at vandin er als ikki av.
- Tað eru framvegis fleiri
yvirgangsmenn í USA, og
vit fara at halda fram við
bardaganum, til vit hava
vissu fyri, at eingin í al-
Qaeda kann gera okkum
skaða longur, sigur Robert
Mueller.
Sambært FBI-ovastanum
eru tær ymsu fregnartæn-
asturnar vorðnar dugna-
ligari at samstarva og at
útgreina upplýsingar, sam-
stundis sum fongslaðir
limir í al-Qaeda hava latið
myndugleikunum týðandi
upplýsingar. Hetta hevur
eisini havt við sær, at fleiri
amerikanarar sita fongsl-
aðir skuldsettir fyri at hava
havt ætlanir um yvirgang.
Sambært Robert Mueller
hava myndugleikarnir mill-
um annað avdúkað fleiri
ætlanir um at søkja at skip-
um ymsastaðni í heiminum,
men hann vil ikki siga
meiri um hesar avdúking-
arnar.
FBI-ovastin er serliga
fegin um, at tað eydnaðist
at taka amerikanaran Ab-
dullah al Mujahir, sum
sambært
amerikansku
myndugleikunum
hevði
lagt eina ætlan um eina
ógvusliga atsókn ímóti
USA. FBI sigur, at ætlanin
var at søkja at einum ameri-
kanskum máli við geiðsla-
virknum evnum. Men álop-
ið varð av ongum, tí ætl-
anin varð avdúkað. FBI sigr
seg eisini hava avdúkað
yvirgangsbólkar í býunum
Portland, Seattle og Lacka-
wanna.
Kortini heldur ameri-
kanska samveldisløgreglan,
at tað framvegis eru umleið
200 fólk í USA, sum kunnu
roknast sum møguligir
yvirgangsmenn ella stuðlar
hjá yvirgangsfelagsskap-
um.
Norska skipið "Trico-
lor" sakk eftir saman-
stoyt í Ermasundi.
Skipið var fermst við
bilum frá BMW,
Volvo og Saab
SJÓFLUTNINGUR
Árni Joensen
Tað 50.000 tons stóra
farmaskipið sakk góðar 15
fjórðingar úr Dunkerque
leygarnáttina eftir saman-
stoyt við eitt bingjuskip. 22
mans vóru við norska skip-
inum, og teir vórðu allir
bjargaðir. Bara skiparin var
norðmaður. Hinir 21 vóru
av Filipsoyggjunum.
Tað 190 metrar langa
"Tricolor" liggur á 27
metra dýpi, og á fjøru koma
umleið fimm metrar av
skipinum undan. Skipið var
á veg úr Zeebrúgge í Belgia
til Southampton í Bretlandi
við 2862 bilum av merkj-
unum Volvo, Saab og
BMW umframt nakað av
traktorum og ymsari krana-
útgerð. Nakað av lastini
skuldi upp í Southampton,
men meginpartirin skuldi
til USA.
Reiðaríið Wilhelmsen,
sum eigur skipið, sigur, at
lasin var tryggjað fyri mill-
um 290 og 360 milliónir
krónur, og at skipið sjálvt
er tryggjað fyri smáar 300
milliónir krónur.
Meðan fjølmiðlarnir í
teimum eysturevro-
peisku londunum
yvirhøvur fegnast um
komandi limaskapin í
ES, er tað minni enn
so givið, at fólkið fer
at siga ja
ES-VÍÐKAN
Árni Joensen
Næsta ár skulu veljararnir í
teimum tíggju londunum,
sum nú hava fingið tilsøgn
um limaskap í ES, taka
støðu til spurningin á fólka-
atkvøðu.
Tann fyrsta fólkaatkvøð-
an verður í Ungarn. Hon
verður tann 12. apríl, og tað
er ikki av tilvild, at tað er
ungarska fólkið, sum fyrst
sleppur at siga sína hugsan
um ES. Meiningakanningar
hava víst, at nógv tann
størsti parturin av ungarska
fólkinum taka undir við
limaskapinum, og í summ-
um kanningum hevur und-
irtøkan fyri limaskapi verið
heili 80 prosent.
Stjórnirnar í hinum níggju
londunum vóna, at úrslitið í
Ungarn fer at ávirka fólkið í
hinum londunum, og tað fer
fyrst at vísa seg í Pólandi,
Kekkia og Slovakia, har
fólkaatkvøða verður stutt
eftir avgerðina í Ungarn. Í
Pólandi hava kanningar víst,
at 52 prosent taka undir við
ES-limaskapinum,
og
í
Slovakia siga 58 prosent ja
til ES. Í hinum londunum
stendur at kalla á jøvnum
millum ja og nei. Minsta
undirtøkan fyri limaskapin-
um er í Estlandi og Letlandi.
Á Malta eru nógv ímóti,
at oyggin skal fara upp í
ES, sjálvt um tann politiska
leiðslan svaraði játtandi á
toppfundinum
í
Keyp-
mannahavn. Stjórnin hevur
ikki gjørt av, at nær fólka-
atkvøðan verður, men eitt
uppskot er at halda hana
longu í februar. Eygleiðarar
siga, at skuldi fólkið á
Malta sagt nei, fer tað
neyvan at fáa stórvegis
ávirkan á hugburðin í
hinum umsøkjaralondun-
um. Í fyrra lagi er oyggin
lítil, og harafturat liggur
hon úti í Miðjarðarhavinum
langt burturi frá teimum
eysturevropeisku londun-
um.
Hava forðað næstan 100
yvirgangsatsóknum
Til botns við 2862 bilum
Leiðararnir søgdu ja til ES,
men fólkið ivast
Norska farmaskipið liggur á 27 metra dýpi og kemur undan á fjøru. Umborð eru 2862 bilar
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
20