Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 17. desember 2002 23 Hóast Kyndil í løtum spældi upp til Neist- an, so tóktust tær grønu ongan tíð veruliga at trúgva upp á møguleikan, og so gjørdist talan enn einaferð til bláan sigur í grannaupp- gerðini KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Ikki síðani 15. oktober í 2000 hevði besta kvinnu- liðið hjá Kyndli vunnið á Neistanum, og henda stað- festingin er eisini galdandi eftir seinnu lokaluppgerð- ina millum havnarliðini í grundspælinum. Søguligu bondini Og kanska var tað eisini júst hendan søguliga stað- festingin, sum gjørdi munin í grannauppgeðrini sunnu- dagin. Her var talan nevn- liga størsta partin av tíðini um dyst millum tvey rætti- liga jøvn lið, men tá tað veruliga ráddi um at halda høvdið kalt, sýndi Neistin somikið nógv størri sjálv- sálit, at sigurin tóktist vera mest sum sjálvsagdur. Størsta tekini um hetta mundi vera miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eftir ein sera javnan fyrra hálvleik, var tað Neistin, sum alt fyri eitt leyp avstað í seinna hálvleiki, og fleiri mundu tá hugsað, at nú fall Kyndil saman. Tað gjørdu tær tó ikki ta ferðina, men stríddu seg heldur uppaftur, so- leiðis at við ein8um korteri eftir stóð alt aftur javnt. Við øðrum søguligum tølum í bakhøvdinum kundi væl verið, at hetta vildi nervað Neistan, men so var tó ikki. Heldur ikki tóktist hetta viðføra, at Kyndil nú av álvara tevjaði sigurin, tí júst sum tær komu upp á javnt, fall kort- húsið hjá teimum grønu saman. Við átta málum á rað innan tíggju fór bláa liðið strúkandi avstað, og so var tann dysturin í roynd og veru liðugur. Fleiri orsøkir Eftir eina somikið brádliga avgerð skerst ikki burtur, at spurningar verða settir um, hví tað nú eina ferð gekk so, sum tað gjørdi. Sum nevnt, so er søguligi parturin í stríðnum millum liðini bæði ivaleyst ein frágreiðing, men tað er so heldur ikki tann einasta. Fyri Neistan mundi tað í øllum førum vera hugaligt at staðfesta, at tað langt um leingi er líkt til, at Simona Dziugyte nú er um at finna seg rættiliga inn á liðið. At skotini eru knallhørð, hevur ongan tíð verið nakar ivi um, men nú tykist tað lok- sins vera so, at hon og liðfelagarnir hava fingið spælið at koyra í felag. Partvíst eisini tí Christina Holm er somikið røsk at skapa pláss inni frá strik- uni. Og so hevur liði eisini fingið enn eitt álopsvápn í Ásu á Neystabø. Hóast unga aldur sín tykist hon longu nú vera ávegis at gerast ein av grundstuðl- unum á liðnum. Hóast vit enn ikki hava rokkið endan á grundspælinum, so var spæl hennara av slíkum slag, at hon longu nú eigur at vera favorittur til heitið sum ársins stjørnuskot. Hjá Kyndli er einki at ivast í, at venjingin kom- andi vikurnar fyrst og fremst eigur at vera av sálarligum slag. Manningin á liðnum er á pappírinum bæði sterk og breið, og tí er tað merkisvert, at liðið heldur til á næst niðasta sessinum, nú grundspælið er um at vera runnið. Júst breiddin í hópinum tykist tó onkursvegna at vera ein trupulleiki, tí tað er sjáldan at leikarar fáa stundir at »etablera« seg á sínum sessi. Nýggir og ómóðir leikarar standa alla tíðina til reiðar at koma inn, og tí hendir tað seg ferð eftir ferð, at liðið missir rútmuna í spælinum. Og so skal liðið eisini fáa verjuspælið at rigga, um vónir skulu verða um eina hægri endastøðu. Hóast Fríða Petersen í ár veruliga tykist hava stigið frá talenti til góðan málverja, so rapa framvegis ov nógv mál inn. Men hetta hongur kanska eisini saman við viljanum hjá leikarunum at geva seg nóg mikið í nærdystunum. Snøgt sagt tykist tað so, at vánaligu úrslitini seinastu tvey árini hava viðført, at leikararnir »góðtaka« at tapa, og tað er fyrst og fremst tann hugburðurin, sum eigur at broytast, um úrslitini skulu betrast. Dysturin í tølum Kyndil-Neistin 21-27 (10-11) Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 10(6), Iliana Manolescu 5, Jensia Peteren 2, Annika Thomsen 2, Annika Ljós- stein 1, Heidi Maria Aksel- sen 1 Neistin: Simona Dziugyte 12(3), Ása á Neystabø 7, Súna Mørk 4, Mildrið Ja- cobsen 2, Lív Sørensen 1, Rakul Augustinussen 1 Brotskøst: Kyndil 8, Neist- in 4 Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 4 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simnosen & Bárður Brimvík. Í Runavík var ongan tíð nakar ivi, og nú er VÍF brádliga bert tvey stig frá odda- liðnum, sum kemur á vitjan í seinasta umfarinum KVINNU- HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyri føroyameistararnar úr VÍF hevur talan verið um eitt ár av teimum heldur misjøvnu, men nú tykist loksins sum um, at vend er komin í. Sunnudagin vitjaðu tær í Runavík, og har var ongan tíð nakar ivi um, at talan skuldi gerast um útisigur. VÍF var á pappírinum risa-stórur favorittur at vinna dystin, og tó at avikið onkun tíð hevur verið meira sann- førandi, so var tað ongan tíð soleiðis, at Tjaldur megnaði at hótta VÍF. Uttan tey heilt stóru armsveiggini helt VÍF støðugt á við at økja um leiðsluna, og tó at Tjaldur so dánt royndi at muta ímóti, so høvdu tær ong- an tíð nakað stórvegis at skula sagt í dystinum, og so gjørdi tað minni, at VÍF tók sær av løttum seinasta knappa korterið ella so. Tá høvdu tær langt síðani tryggjað sær stigini, og Tjaldurs-mál- ini hesa løtuna vóru bara av kosmetiskum týdn- ingi. Tevja oddin Og nú er eisini farið at líða tann vegin hjá VÍF, at tær tevja oddin. Sum sagt, so var sigurin á Tjaldrinum ein av teim- um, sum roknað verður við av einum oddaliðið, men tað mundi koma væl við, at VB samstundis snávaði í Klaksvík. Enn skal tó verða heilt løgið, um VB ikki stend- ur ovast, tá grundspælið er av, men VÍF kann gera sítt til, at munurin her verður so lítil sum yvir høvur gjørligt. Seinasti dysturin hjá føroyameist- arunum í grundspælinum verður ímóti júst VB, og her hevur VÍF eitt sindur at hevna. Fyrst og fremst tí VB var liðið, sum í seinasta dystinum í fjør steðgaði tvey ára longu sigursrøðini hjá VÍF, og so vilja tær gulu helst eisini vísa øllum hond- bóltsføroyingum, at tær enn ikki skulu avskrivast í stríðnum um gullmerk- ini. Tjaldur tykist hinvegin vera follið púrasta í fátt. Sigurin á Kyndli fyrr í grundspælinum tykist ikki hava givið liðnum neyðuga íblásturin til at toga seg longur upp á talvuni, og talan skal vera um heilt onnur úrslit í endaspælinum, um steðgurin í fyrstu deild skal gerast drúgvari enn hetta kappingarárið. Dysturin í tølum Tjaldur-VÍF 15-20 (7-11) Málskjúttar: Tjaldur: Milica Ergic 6(1), Lenka Ribaric 5(4), Oddvá Fossdalsá 2, Mona Langgaard 1, Heidi Heinesen 1 VÍF: Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 6, Soley Mikkelsen 4(2), Nikoleta Radu 4, Jacklin Durhuus 2, Alis Høghamar 2, Sára Jógvansdóttir 1(1) Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 4 Útvísingar: Tjaldur 1 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen Kyndil-Neistin 21-27 (10-11): Sjálvsagdur sigur til Neistan Tjaldur-VÍF 15-20 (7-11): VÍF tevjar oddin Fyri Neistan var tað ikki minst gleðiligt, at Simona Dziugyte loksins tykist vera um at finna seg til rættis á liðnum Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 242 - 17. desember 2002 Sandoyingar vilja sleppa undan møgu- leikanum at spæla fótbólt fleiri vikur eftir, at landskapp- ingarnar eru av, og teir vilja broyta regl- urnar viðvíkjandi dystum, sum verða steðgaðir, áðrenn tíðin er úti FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Bæði síðsta og næstsíðsta kappingarár var B71 annar parturin av endaspælinum um pláss í bestu deildini. Í fjør vóru teir næstaftast í 1. deild og stríddust ímóti Skála, sum var næstbest í 2. deild. Skálamenn vunnu og fluttu upp, og B71 flutti niður. Í ár var B71 næstbest í 2. deild. Í endaspælinum um pláss í 1. deild spældu teir ímóti EB/Streymi, sum var næstniðast í 1. deild. B71 tapti endaspælið, sum hesa ferð fevndi um tríggjar dystir. Nýggjur dystur varð ásettur at vera á Sandi, eftir at dómarin í fyrra førinum orsaka av myrkri ikki hevði mett tað vera ráðiligt at fara undir longda leiktíð. Nú vilja sandoyingar hava reglurnar broyttar. Á fundinum, sum FSF leygardagin 23. november hevði saman við umboðum fyri fótbóltsfeløgini, var uppskot frammi frá B71 um, at broyta ta regluna, sum hevur við upp– og niðurflytingardystirnar at gera. Talan er um grein sjey. Har verður sagt, at liðini leika tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, ein heima og ein úti. Í stykki fýra stendur, at kappingar- nevndin hjá FSF kann geva loyvi til, at leikast kann ein upp– og niðurflytingardyst- ur á uttanveltanum vølli, um avvarðandi feløg semj- ast um tað. Málið hjá B71 er, at endaspælið verður avgreitt sum skjótast. Tí er upp- skotið hjá teimum, at grein sjey verður broytt soleiðis, at annaðhvørt skulu upp– og niðurflytingardystirnir, tveir í tali, verða avgreiddir í vikuni eftir kappingarlok, ella bert ein upp– og niður- flytingardystur verður leiktur á uttanveltaðum vølli. Í viðmerkingunum til uppskotið, sum B71 hevði frammi á árliga fótbólts- fundinum, verður sagt, at tað hevði verið best, um bert tann eini dysturin varð leiktur á uttanveltaðum vølli. Orsøkin til uppskotið er heilt einfalt tann, at fót- bóltsleikararnir ikki hava neyðugu orkuna eftir í sær, tá ið komið er so mikið langt út á heystið. Serliga trupult er tað fyri 2. deild- arlið, ið noyðast at bíða í tvær vikur eftir fyrra upp- flytingardystinum, tí kapp- ingin í 2. deild endar eina viku frammanundan, at kappingin í 1. deild er liðug. Nakað av orðaskifti var um uppskotið hjá B71. Teir flestu søgdu seg skilja grundgevingina, og fleiri søgdu seg vera fyri, at bara ein dystur varð spældur. Onkur helt fyri, at tað hevði verið rættast, at dysturin varð spældur á ovara vølli í Gundadali. Aðrir mettu, at hetta oftast hevði verið hóskiligt, men tað valdast eisini um, hvørji liðini eru, sum eru partur í endaspæl- inum. Tað hevði eitt nú verið púra burturvið í feglunum at ásett, at dysturin var í Gundadali, um talan var um uppgerð ímillum tvey Suðuroyar lið. Eingin niðurstøða varð gjørd á fundinum um spurningin. Talan var held- ur ikki um fund, har av- gerðir um broytingar í kappingarreglum verða konfirmeraðar. Tað verður gjørt á aðalfundinum hjá FSF. Móttøkan av uppskot- inum hjá B71 kundi bent á, at uppskot um broyting um endaspælið fer at verða lagt fyri aðalfundin, og at tað eru góðar vánir fyri, at tað verður samtykt. Niðurløgdu dystirnir Sandoyingar høvdu eisini uppskot um aðra broyting í kappingarreglunum, og eisini í tí førinum var talan um broytingaruppskot, sum teir settu fram orsaka av royndunum, sum teir høvdu havt í farna kappingarárin- um. B71 vil hava, at tað í framtíðini skal vera soleið- is, tá ið dystur ikki verður liðugt leiktur, at talan ikki skal verða um nýggjan dyst, men heldur at tað, sum er eftir av dystinum, tá ið hann verður avblástur, verður spælt og at støðan, sum var, tá ið dysturin verður avblástur, verður tann sama, tá ið dysturin verður tikin uppaftur. Tað vil við øðrum orðum siga, at um eitt nú VB og KÍ spæla í Vági, og dómarin ger av at steðga dystinum, tá ið tíggju minuttir eru eftir, so skulu bara tíggju teir seinastu minuttirnir spælast á nýggjum leik- degi. Um t. d. VB er á odda 1–0, tá ið dysturin verður blástur av, so verður støðan 1–0, tá ið liðini á nýggjum leikdegi fara undir teir síðstu tíggju minuttirnar. Í farna kappingarárinum kom tað tvær ferðir fyri, at dómarin kendi seg noyddan at steðga dystinum. Fyrra ferðin var, tá ið B68 og B36 spældu landskappingardyst á Toftum, og dómarin metti veðurlíkindini vera ov vánalig. Seinna ferðin var, tá ið B71 og EB/Streymur spældu seinna dystin um eitt pláss í 1. deild. Tann dysturin var á Sandi. Neyð- ugt var við longdari leiktíð, men dómarin metti, at tað var ov myrkt av spæla fót- bólt. B71 vísti á, at tað, sum teir skjóta upp, er galdandi í fleiri UEFA limalondum. Á fundinum varð upplýst, at altjóða reglurnar líkjast nógv teimum í Føroyum. Men í FIFA høpi er tað bara dómarin, sum ger av, um ein dystur skal steðgast ella ikki. Í Føroyum er tað so- leiðis, at dómarin tekur avgerðina, eftir at hann hevur tosað við liðfor- menninar báðar. Sandoyingar vístu á, at hóast FIFA hevur sínar reglur, so kunnu limalond- ini hava sínar egnu reglur. Víst varð eitt nú á, at í Spania eru reglurnar so- leiðis, sum B71 vil hava, at tær skulu vera í Føroyum. Eingin niðurstøða varð gjørd, men orðaskiftið boðaði ikki frá, at hetta uppskotið hjá B71 hevði fingið somu undirtøku á aðalfundinum, sum upp- skotið um dystartalið í endaspælinum tóktist hava møguleika fyri at fáa. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 10 8 - 0 - 2 246 205 41 16 2 VÍF 11 7 - 0 - 4 248 201 47 14 3 Stjørnan 10 5 - 1 - 4 215 219 -4 11 4 StÍF 10 5 - 1 - 4 237 243 -6 11 5 Neistin 11 4 - 2 - 5 219 231 -12 10 6 Kyndil 10 4 - 0 - 6 236 242 -6 8 7 Tjaldur 10 1 - 0 - 9 191 251 -60 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 12 8 - 1 - 3 379 299 80 17 2 StÍF 11 8 - 0 - 3 317 277 40 16 3 Neistin 11 8 - 0 - 3 308 290 18 16 4 Kyndil 11 5 - 2 - 4 298 289 9 12 5 KÍF 11 4 - 1 - 6 286 295 -9 9 6 H71 11 2 - 0 - 9 265 321 -56 4 7 Tjaldur 11 2 - 0 - 9 262 344 -82 4 Sandoyingar hava tvær ferðir á rað endað eitt langt kappingarár við tveimum dystum um upp- og niðurflyting, og hetta halda teir er ein ov stór leingjan av kappingarárinum B71 vil hava at tað verður gjørt skjótari av C M Y K 22