Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 17. desember 2002 25 Leikandi venjarin hjá Stjørnuni, Danijela Ercevic, sýndi til fulnar, hvussu stórur týdningur hennara er fyri liðið, tá Stjørnan á heimavølli koppaði oddaliðnum úr Vág KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir sorandi tapið fyri viku síðani í Vestmanna mundu tað vera tey fægstu sum roknaðu við, at Stjørnan skuldi gera nakað við odda- liðið úr Vági, tá hesar vitj- aðu í Klaksvík sunnudagin. Tað var tó ein stórur munur á Stjørnuni ta ferð- ina, og so nú sunnudagin, og tann munurin er Dan- ijela Ercevic. Sjálvandi er eitt lið meira enn ein einstakur leikari, men týdningurin sum hon hevur fyri liðið, bæði sálar- liga og ikki minst leikliga man vera fult og heilt und- irstrikaður, nú liðið innan eina viku hevur leikt tveir somikið ymiskar dystir. Mansverjan avgjørdi Frá teirri løtu at dysturin byrjaði, lá tað mest sum alla tíðina í luftini, at hetta fór ikki at gerast nøkur løtt uppgáva hjá VB. Stjørnan syrgdi rættiliga skjótt fyri, at vanligu toppskjúttarnir hjá VB ikki sluppu framat serliga nógvum skotroynd- um, og tó at tær meira ella minni mansvardu hesar størsta partin av dystinum, so megnaðu eftirverandi VB-leikararnir í ov lítlan mun at gera sær dælt av plássinum, sum íkom av hesum. Júst hetta hevur annars í fleiri førum verið stóra styrkin hjá VB, og í leikar- um sum Gurið Mortensen, Arnleyð Hjelm og Lailu Jespersen, hevur liðið nakrar gjøgnumbrotssterk- ar leikarar, sum ikki tørvar so nógv pláss fyri at gera um seg, men sunnudagin í Klaksvík vildi einki bera til. Eitt lítið skifti undan steðginum gjørdi VB eina roynd at toga seg leyst av Stjørnuni, og tað eydnaðist eisin i at økja um munin fyrstu løtuna eftir steðgin. Men eftir at Stjørnan í seinna hálvleiki svaraði aftur, gekk meira enn striltið hjá gestunum. Ikki minst tá VB um saman mundi misnýtti tvær ferðir av sjey-metra blettinum. Heldur ikki hjálpti tað, tá tær royndu at kopiera taktikkin hjá Stjørnuni við at mansverja Danijelu. Ístaðin kundi Stjørnan sein- astu løtuna avgera dystin við trimum málum á rað. Broyttar støður Fyri Stjørnuna var talan fyrst og fremst um enn ein sigur, sum varð grundaður á stríðsviljan hjá einstøku leikarunum. Kanska hevur stórtapið í Vestmanna eisini tikið fast hjá ærukæru leikarunum, soleiðis at tær vildu reisa, so skjótt høvdið beyðst. Hvussu er og ikki, so hevur Stjørnan – nú grund- spælið er um at vera liðugt – lyft seg væl og virðiliga úr leiklutinum sum botnlið. Nakað sum annars sá út til at gerast teirra. Við sigrin- um á VB tók liðið seg nevnliga upp á triðja pláss- ið á stigatalvuni, og við tveimum dystum eru møguleikarnir eisini at vinna seg longur upp. Hetta verður tó trupult, tí talan er um útidystir móti teimum báðum liðunum, sum liggja beint undir Stjørnuni, men hinvegin kann liðið við hesum eisini lyfta seg nær avgjørda oddinum. Fyri VB var tapið kanska ikki nøkur katastrofa. Tær eru framvegis fremstar í grundspælinum, og við ein- um dysti móti Tjaldri í bakhondini er lítið at ivast í, at teir eisini eru fremstar, tá farið verður undir grund- spælið. Men tað er einki at ivast í, at hetta ikki júst var eftir bókini fyri teirra viðkom- andi. Enn restar ein sera trupul útidystur í Vest- manna, og tí kann væl vera, at munurin til næsta liðið bert verður eitt stig, tá endaspælið byrjar. Og tó at tær í VB alla tíðina hava roynt at halda lágan profil, so er hetta helst í minna lagi, tá hugsað verður um útgangsstøðið, sum liðið hevði fyri tveimum vikum síðani, tá tær framvegis høvdu fult stigatal. Dysturin í tølum Stjørnan-VB 24-21 (12-13) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Ercevic 11(2), Natasha Stamen- kovic 6, Bára S. Klakstein 3, Davina Sundskarð 2, Una Olsen 2, Jastrid Gul- laksen 1 VB: Daiva Tuomaite 6(1), Reda Kurkauskiene 5, Gurið Mortensen 4, Laila Jespersen 3, Arnleyð Hjelm 1, Guðrun Midjord 1, Eyð- britt Krosslá 1 Brotskøst: Stjørnan 2, VB 3 Útvísingar: Stjørnan 3, VB 1 Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johanne- sen. Fyrrverandi álops- spælarin hjá NSÍ tosar við felagið hjá Johan B. Hansen um samstarv FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað hevur ikki verið sagt at vera ætlanin, at Ulrik Balling skuldi koma aft- ur til NSÍ. Tá ið álops- spælarin eftir kappingar- enda í heyst fór úr Runa- vík, helt hann dyrnar á gloppi samstundis, sum hann ásannaði, at hann leitaði eftir nýggjum arbeiðsgevara í Danmark ella kanska onkra aðra staðni. Hóast Ulrik Balling skoraði eitt mál í hvørj- um av teimum fýra landskappingardystun- um, sum hann var partur í, og hóast hann eisini skoraði í steypafinaluni ólavsøkudag, so vóru teir í NSÍ ikki so ógvuliga spentir at gera nýggjan sáttmála. Orsøkin var m. a., at Ulrik Balling ein stóran part av tíðini var skaddur, meðan hann var í NSÍ. Nú tykist tað, sum um álopsspælarin, sum í síni tíð var á yngru landslið- unum í Danmark, hevur fingið samband við nýggjan arbeiðsgevara. Sambært donskum fjøl- miðlum, so tosar Ulrik Balling um samstarv við AC Horsens, sum spælir í næstbestu deildini. Tal- an er um sama felag, sum Johan B. Hansen spælir í. Fyrrapartin av níti árun- um vóru tveir aðrir før- oyskir landsliðsspælarar í Horsens. Teir vóru Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen. Akkurát nú heldur Ulrik Balling frí í Thai- landi. Hann sigur seg vera sera áhugaðan at spæla í Horsens, sum leitar við lykt eftir einum nýggjum álopsspælara. – Í løtuni nýti eg frítíð- ina. Mikudagin komi eg heim aftur til Danmarkar. Eg havi tosað við venj- aran, Kent Nielsen og ítróttarstjóran Jesper Hansen. Teir søgdu seg vera áhugaðar í at knýta meg afturat liðnum, og eg segði, at eg var áhug- aður í at spæla í Horsens. Vit eru ikki komnir longri enn har til. Men hetta er eitt gott útgangs- støði fyri samráðingum, tá ið eg eri komin aftur úr Thailandi, sigur Ulrik Balling við Horsens Folkablad. Um Ulrik Balling flytir til Horsens, so verður hetta ikki fyrsta ferðin, at hann fer at skifta felag. Umframt at hava spælt í NSÍ og í Vejle, so hevur hann eitt nú verið í Næst- ved, Aarhus Fremad og í norska Tromsø. Horsens Folkablad tyk- ist ikki vera so ógvuliga væl kunnað um føroysk- an fótbólt og føroysk við- urskifti yvirhøvur. Teir vita at siga, at NSÍ er eitt av fótbóltsfeløgunum í Tórshavn! Balling á veg til Horsens Tað røkist í løtuni ikki fyri, at Ulrik Balling verðru at síggja aftur í føroyskum fótbólti komandi kappingarárið Stjørnan-VB 24-21 (12-13): Danijela avgjørdi Danijela Ercevic var aftur at síggja á liðnum hjá Stjørnuni, og meira enn nøkur onnur var tað hon, sum gjørdi munin, tá Stjørnan reistist eftir greiða tapið seinasta vikuskifti Mynd: SáH 25 24 Nr. 242 - 17. desember 2002 Við nýtilkomna John Petersen á odda eydnaðist tað Neist- anum at basa grann- unum úr Kyndli í einum dysi, har stríðsviljin var av- gerandi fyri útfallið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at hóast Neist- in higartil í ár hevði staðið seg nakað betri enn grann- arnir úr Kyndli, so mundi vera lítið at ivast í, at Kyndil var favorittur til dystin sunnudagin. Hetta var serliga grundað á, at Áki Mørk í vikuni varð skurðviðgjørdur í fótliðin- um, og at Neistin tískil mátti vera týdningarmikla miðspælaran fyriuttan. John gjørdi munin Maður kemur tó í mans stað, og soleiðis var eisini hjá Neistanum. John Peter- sen hevur ikki gjørt tað stóra við hondbóltin í vetur. Og gitingarnar hava fleiri ferðir sent hann til venjing- ar hjá bæði StÍF og Neist- anum, men fram til sunnu- dagin hevði tó einki hald verið í hesum. Hesa ferð var tó álvara, og millum teir, sum tóku sæti á beinkinum hjá Neist- anum, tá farið varð undir dystin, var John Petersen, men tað var tó ikki so leingi, at hann sat á hesum plássinum. Fyrstu løtuna tóktist nevnliga eingin ivi vera um, at her ætlaði Kyndil sær tvey stig. Í verjuni høvdu teri ikki stórvegis trupulleikar av at halda neistamonnunum, og í álopspartinum skoraðu teir nærum eftir vild, tá teir ferð eftir ferð spældu seg leysar ígjøgnum bláu verjuna. Eftir fyrsta korterið var støðan soleiðis 8-3 til Kyndil, men við innskift- ingini av »nýggja« leikar- anum, kom eitt slag av vend í. Fýra mál á rað frá John sendu Neistan inn aftur í dystin, men hóst øktan spenning, so fingu teir bláu ikki veruliga fatur á grannunum. Tað líktist eisini einum slag av sálarligum knock- out, tá Neistin ikki megnaði at gera sær dælt av langari yvirtalsstøðu. Onkursvegna fingu dómararnir eina gjøgnumbrotsroynd hjá Helga Justinussen til at merkja tveir fingrar til bæði Jónleif Sólsker og Jacob Jónsson, men hóast teir í tveir minuttir spældu fýra ímóti seks, so megnaði Kyndil at halda muninum niður til Neistan. Og tá teir so eisini øktu eitt lítið vet um hendan í seinastu minuttunum undan steðg- inum, mundi hóast alt vera líkt til, at hetta skuldi Kyndil taka sær av. Ikki minst tí spæl teirra sá nógv meira ómaksleyst út enn tað hjá Neistanum, sum nýttu nógvar kreftir til hvørt einasta mál, Funnu einki mótspæl Fyrstu løtuna hótti Neistin tó við at koppa øllum hesum á høvdið, tá teir við buldur og brak stríddu seg framum mótstøðuna, men spakuliga kom Kyndil aftur á rætta lagið. Hálvan hálv- leik fyri leiklok høvdu teir aftur eina fýra mál stóra leiðslu, men so drógu teir púrasta svart. Neistin fekk aftur verj- una at rigga, og Zeljko Jotic, sum annars hevði staðið ein góðan dyst, togaði avrikið enn longur upp, og so kundi tað gera tað sama, hvussu Kyndil kom ígjøgnum. Fríri leik- arar, brotskøst og skot úti- frá. Alt varð tikið, og við eitt vóru teir bláu nú frammanfyri. Nakað sum Kyndil ongan tíð veruliga megnaði at svara ímóti. Neistin vann sostatt sein- asta korterið 10-4, og tað var eisini hetta, sum av- gjørdi dystin, og eftir kunn teir í Kyndli so sita og gruna, hví tað gekk, sum tað gekk. Ein orsøk var tó heilt víst stríðsviljing, sum Neistin hevur sett í hásætið í ár. Hóast liðið sjálvsagt er tengt at avrikunum hjá ein- staklingunum á liðnum, so er tað ein fyri allar og allir fyri ein, tá farið verður á vøllin. Døpru løturnar vóru fleiri sunnudagin, tá útlitini fyri einum sigri vóru mill- um lítil og eingi, men skarvurin varð tó ongan tíð givin yvir. Hjá Kyndli var støðan júst hin øvugta. Størsta partin av dystinum høvdu teir tamarhald á tí, sum gekk fyri seg, men tá Neistin kortini stríddi seg aftur í dystin, høvdu teir einki stig at taka ímóti hesum. Og so høvdu teir heldur ikki John Petersen, sum kom, sá og sigraði. Dysturin í tølum Kyndil-Neistin 24-26 (12-9): Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 8, Jónleif Sólsker 5(4), Høgni Klein 4, Jacob Jónsson 2, Regin Johannsen 2, Heini Bendt- sen 2, Janus Einar Sørensen 1, Finnur Hansson 1 Neistin: John Petersen 11, Ragnar Stakksund 4, Birgir Kass 3, Kári Mortensen 2, Dann Thorleifsson 2, Morgan Knezevic 2, Helgi Justinussen 2 Brotskøst: Kyndil 7, Neist- in 3 Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 6 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Bárður Brimvík. Kundi helst verið betri til tíðir, men tykjast hava evnini at halda høvdið kalt, og við fleiri dystum verður samspælið eisini betri. Bæði Neistin og StÍF kunnu enda framman fyri VÍF í grundspælinum, men tá endaspælið byrjar verða vest- menningar fremstir MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hesum syrgdu VÍF fyri við 99% vissu, tá teir sum fyrsta liðið endaðu grundspælið hjá monn- um. Sigurin merkir fyri VÍF, at teir enda grund- spælið við 17 stigum, og tó at Neistin og StÍF kunnu koma upp á 18 stig, so hava tey langt ífrá eins góðan málmun sum VÍF, og málini standa eftir, tá farið verður undir endaspælið. Ongin mótverja Í Runavíkini var annars ongan tíð nakar sum helst ivi um, hvat liðið var tað sterkara. Eins og í Vestmanna í fyrra dystin- um, so rendi Tjaldur seg alt fyri eitt í eitt satt ódnarverður, og tá van- ligi málverjin framvegis hevur leikbann, so var heldur eingin at fremja ómøguligu bjargingar- nar, sum skuldu til, um liðið skuldi koma bara so nøkunlunda heilskapað úr dystinum. Og so gekk alt soleiðis á leið, sum ein kundi rokna við. Hóast teir í longum løttum taka sær meira ella minni av løtt- um, so øktu vestmenn- ingarnir bara um leiðsl- una, soleiðis at munurin var 14 mál, tá alt var liðugt. Við hesum kemur samlaði málmunurin hjá VÍF upp á 80 mál. Júst tað tvífalda av málmun- inum hjá StÍF, og tað er so nokk ikki nakað, sum verður tikið aftur við einum einstøkum dysti, so vestmenningar kunnu longu fyrireika seg til heitið sum oddalið. Í Tjaldrinum er tað meira hin endin av stiga- talvuni, sum hyggjast skal at. Í løtuni eru runa- víkingar saman við hoy- víkingum isoleraðir í botninum við fýra stig fyri 11 dysir, og júst hesi bæði liðini hittast í sein- asta dystinum í grund- spælinum. Dysturin í tølum Tjaldur-VÍF 20-34 (10-19) Málskjúttar: Tjaldur: Dragisa Stojovic 8, Jens Martin Knudsen 6, Trúgvi Mortensen 2, Áki L. Hansen 2, Tór- hallur Thomsen 1, Ken Børentsen 1 VÍF: Áki Olsen 11, John Zachariasen 7, Ingi Olsen 5(1), Ólavur Brim- nes 3, Agnar Joensen 3, Áki G. Olsen 2, Regin Didriksen 1, Petur Fr. Joensen 1(1), Fríðbjørn Seloy 1 Brotskøst: Tjaldur 1, VÍF 2 Útvísingar: Tjaldur 1, VÍF 2 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen Tjaldur-VÍF 20-34 (10-19): VÍF byrjar ovast Kyndil-Neistin 24-26 (12-9): Stríðsviljin sigraði Hóast tað í stórum pørtum av dystinum var Kyndil, sum hevði betra takið, so fekk Neistin bæði stigini. Fyrst og fremst takkað verið einum ótrúligum stríðsvilja og so sjálvandi eisini John Petersen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24