Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 242 - 17. desember 2002 KÍF-H71 31-30 (14-18): H71 tveitti stigini burtur 20 minuttir fyri leik- lok vóru hoyvíkingar níggju mál framman fyri KÍF, men onkurs- vegna megnaðu teir at tveita alt burtur MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk 20 svartir minuttir. Somikið einfalt kann seinasta kor- terið í dystinum móti KÍF helst standa í minninum hjá hoyvíkingum eftir dystin sunnudagin. Fram til tá høvdu hoyvík- ingum, sum til dystin høvdu styrkt seg við Bjarna Wardum, verið greitt oman á í øllum lutum, og úrslitið av hesum stóð eisini eftir á máltalvuni. Eftrir eina hampuliga leiðslu í hálv- leikinum, var veruligur sjógvur lagdur ímillum lið- ini eftir steðgin, og tá tíggju minuttir vóru leiktir av seinna umfarinum stóð 17- 26 á máltalvuni. Ein gáta Hvussu kollfirðingar so megnaðu at venda alt hesar seinastu minuttirnar, má enn standa sum ein gáta, tí í roynd og veru átti alt sjálv- andi at verið liðugt, og einamest mundu hoyvík- ingarnir eisini halda, at so var. Men fyrst og fremst høvdu teir gloymt, at KÍF í Damir Oros hevur ein hin vandamesta álopsleikaran í landinum. Honum ansaðu teir ikki nóg væl hesa løt- una, og sum úrslit av hesum kundi hann átta ferðir høgga bóltarnar í hoyvíkar- málið, og so kundi tað gera tað sama, hvussu málverjin æt. Fýra minuttir fyri leiklok høvdu kollfirðingar mink- að munin niður í eitt mál, men tá H71 so svaraði aftur við sínum seinasta máli, tóktist tað kortini, sum um royndirnar hjá vóru til onga nyttu. Tað eydnaðist tó KÍF at skjóta trý mál afturat í seinastu minuttunum, og so hjálpti tað lítið, at H71 mál- verjin í berari frustratión langaði nevan í dómara- borðið, tá hesir ikki vóru nóg skjótir at steðga klokk- uni. Við sigrinum slapp KÍF sær eitt fet nærri liðunum í oddinum, meðan hoyvík- ingar framvegis eru javnir við Tjaldur á aftasta sessi- num. Komandi vikuskifti spæla hovyíkingarnir í Runavík, og tann dysturin fer so at gera av, hvørt av liðunum verður niðast eftir fyrru kappingarhálvu. Dsyturin í tølum KÍF-H71 31-30 (14-18): Málskjúttar: KÍF: Damir Oros 13(3), Eddie Joensen 5, Petur Martin Poulsen 3, Vagnur Johannesen 3(1), Rógvi Weihe 2, Hallur Hansen 2, Kristian Madsen 2, Jónálv- ur Johannesen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 8, Bjarni Wardum 5(1), Jákup á Borg 5, Niels Viggo Niclasen 3, Tróndur Vatn- hamar 3(3), Hans J. Jacob- sen 2, Esbern Patursson 2, Bárður Brimvík 1 Brotskøst: KÍF 6, H71 5 Útvísingar: KÍF 4, H71 4 Diskvalifikatión: H71 1 (Beinleðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. At kalla alla tíðina vóra tað hoyvíkingar, sum flugu hægri, men í seinastu minuttunum fekk KÍF koppað øllum á høvdið Mynd: Álvur Haraldsen Hóast hon als ikki hevði sett sær nakað heiðursmerki sum mál undan fráferð- ini, so hevur Heidi Andreasen higartil vunnið tvey silvur- merki í HM-kapp- ingini í svimjing fyri brekað SVIMJING Jákup Mørk Ætlanin var sum so bara at gera tað so gott sum gjørligt. Heidi Andreasen hevði als ikki tær stóru vónirnar um heiðurs- merki við í viðførinum, tá hon fyri tveimum vikum síðani setti kósina móti Suðuramerika, har hon fyrst var á venjingarlegu í Brasilia, áðrenn farið varð undir HM-kappinga í Argentina. Ein skurðviðgerð í økslini gjørdi sítt til, at vónirnar vórðu dempaðar so hampuliga nógv, og tí ráddi fyrst og fremst um at finna út av, hvar støðið nú skuldi leggjast við at- liti til OL komandi summar. Og skal metast eftir HM-kappingini, so skal miðjast høgt til komandi Olympisku leikirnar. Sunnudagin ognaði Heidi sær í øllum førum næsta silvurmerki í síni triðju kapping. Hesa ferð var talan um kappingina í 400 frí, har Heidi kom á mál eitt gott sekund eftir ísraelska vinnaran av kappingini. Undan hesum hevði Heidi vunnið silvur á 200 metra teininum í frísvimj- ing, umframt at gerast nummar seks í 200 metra blandaðari svimjing. Fasta jólagávan til fótbóltsøra føroying- in er nú aftur komin í sølubúðirnar ÁRBÓK Jákup Mørk Talan er sjálvandi um ár- bókina, fótbóltur ’02 sum forlagið ítróttarbøkur hevur latið úr hendi. Hetta er 11. árið á rað, at fótbóltsárbókin verður giv- in út, og bara tað í sjálvum sær borgar fyri góðskuni í henni, tí her heima eru tra- ditiónirnar við slíkum út- gávum ikki tær heilt stóru. Og sær sjálvum so lík, so er bókin aftur hesa ferð vaksin í vavi. 184 síður er bókin til støddar hesaferð, og nógv tann størsti partur- in av hesum er sum vant sett av til kappingina í fyrstu deild hjá monnum. Men tað merkir so ikki, at rúmd ikki fyri øðrum enn bestu mansdeildini. Um- førða er sjálvandi eisini av kappingini hjá kvinnunum og teirri í aðru deild, um- framt at landslið - frá A- landsliðnum og niðureftir – eisini fáa sín part. Knapp- liga 200 myndir eru eisini í bókini umframt at hagtølini eisini hava sín sjálvsagda part. Tað eru teir tríggir, Finn- ur Helmsdal, Jóannes Han- sen og Ivan Eginsson, sum hava skrivað og lagt tilfar- ið til rættis. Hestprent hevur síðan staðið fyri uppseting, prenttilgerð og prenting. Hóskvøldið í farnu viku skrivaðu Eyvør Thomsen og AB undir sáttmála, sum komandi árið ger nú fyrrverandi HB-leikaran til venjara hjá AB. Eyvør Thomsen er 21 ára gomul, men hóast sín unga aldur, so hevur hon drúgvar royndir sum leik- ari á besta HB-liðnum, tó at hesar royndir hava ver- ið skerdar nakað seinasta árið orsakað av støðugum trupulleikum við skaðum. Tað hevur annars verið Johan M. Stenberg, sum hevur vant AB-kvinnur- nar í ár, men eftir eitt gott ár, sum enntá endaði við uppflyting metir hann seg ikki hava neyðugu orkuna til venjarastarvið. -jm Aftur silvur til Heidi Eyðvør Thomsen skal venja AB Ein varði yvir fótbóltsárið C M Y K 26 Nr. 242 - 17. desember 2002 27 27