Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 243 - 18. desember 2002 Nr. 243 - 18. desember 2002 3 Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá Marianna Jacobsen góða mamma, vermamma og omma okkara, doyði og varð jarðað. Takk fyri kransar, blómur, gávur til Vágs kirkju og aðrar heilsanir og takk øll tit, sum fylgdu. Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt signað nýtt ár. Kærar heilsanir Marjun, Elsmaria og Mortina við familjum Tøkk Øllum tykkum, sum gjørdu mær 80 ára føð- ingardagin 5. juni so hugnaligan, takki eg hjartaliga og ynski øllum – familju, vinum kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harr- anum signað nýggjár. Blíðar heilsanir Maria Rasmussen, í Miðvági Komandi vikuskifti verður freestylers kappingin aftur í Badmintonhøllini í Havn UNDIRHALD Ingrid Bjarnastein Freestylers kapping verður aftur í Badmintonhøllini í Havn leygardagin 21. desember. Tey, sum ikki vita, hvat Freestylers er fyri nakað, skulu her fáa at vita, at tað í veruleikanum ikki er nøkur kapping, men eitt tiltak, har áskoðarin sjálvur skal gera av, hvat hendir. Onkur luttakari velur at sýngja eitt karaoke lag, og onkur annar eitt sokallað playback lag. Onkur fer á pallin bara fyri at "flippa út". Við øðrum orðum snýr hetta tiltakið seg um at hava tað stuttligt. Komandi vikuskifti verð- ur aftur freestylers kapping í Badmintonhøllini. Til- takið byrjar hesuferð klokkan 21.30 og endar klokkan 2. Aldursmarkið er 14 ár. Bussur koyrir nú bein- leiðis úr Vágunum og eisini úr Vestmanna. FLUTNINGUR Eirikur Lindenskov Nei, vit tosa ikki um Húsið í Christianshavn… Men um James Olsen, sum seinastu árini fyri tað mesta hevur gjørt um seg sum tónleikari og sangari. Hann hevur nú stovnað flutningsfelag. – Vit fara at flyta allar vørur og lutir og alt, ið flyt- ast kann – bæði fyri virki og stovnar og privatfólk, sigur James Olsen, sum leggur afturat, at tey ætla at veita kundunum eina per- sónliga tænastu so góða sum til ber. – Vit fara tískil ikki at lova meira, enn vit kunnu halda, so um fólk hava brúk fyri okkum, so er bara at ringja, sigur James Olsen. Kommunusamskipan Føroya hevur Ingibjørg Berg í Havn í starvið sum skrivari og samskipari. Hon tekur við starvin- um 1. februar Ingibjørg Berg er er útbúgvin Cand. Scient Pol., starvast í løtuni á Løgmansskrivstovuni og hevur annars starvs- royndir frá m.a. Fróð- skapasetri Føroya, Granskingarráð Føroya, Oljufyrisitigini, Amnesty Iinternational, Føroya Deild og Líkningarráð Føroya. 10 umsóknir vóru til starvið. Ingibjørg Berg nýggjur skrivari í Kommunu- samskipan Føroya Freestylers í Badmintonhøllini Flyttemand Olsen James Olsen framman fyri flutningsbilinum, hann hevur keypt, til nýggja flutningsfelagið, Faroe Trans Mynd: Jens Kristian Vang Týsdagin hittust teir báðir Reidar Nónfjall, núverandi Strand- ferðslustjóri og Kristian Davidsen, komandi stjóri STJÓRASKIFTI Ingrid Bjarnastein Tann 1. januar 2003 tekur Kristian Davidsen við sum nýggjur Strandferðslu- stjóri. Hann tekur yvir tá Reidar Nónfjall verður loystur úr starvi. – Vit gjøgnumganga Strandferðsluna í dag. Bygnaðin, fíggjarstýring, starvsfólkaviðurskifti, tæn- astu og annað. Vit hava eina drúgva skrá, sum vit skulu hava ígjøgnum, segði Reidar Nónfjall fyrrapartin í gjár. Hetta er fyrsta ferðin teir báðir hittast. Kristian Davidsen flutti heim úr Svøríki leygardagin. – Eg fari undir hetta starvið við góðum treysti. Hetta er ein ógvuliga spennandi avbjóðing, sigur Kristian í stuttari viðmerk- ing við Sosialin. Strandferðslustjórarnir hittust Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni á fyrsta fundinum við komandi Strandferðslustjóran, Kristian Davidsen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2