Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 243 - 18. desember 2002 Nr. 243 - 18. desember 2002 5 JÓLAHÝRUR Vilmund Jacobsen Hesi bæði høvdu einki ímóti at eta súpan saman í pyntaðari húgvu, nú tað stundar til jóla. Húgvan er ein hálvur gummibóltur, sum er festur við lastiki niður um øsið. Bólturin er farin í helvt, tí hundurin hevur tugt hann so til við sínum hvølpaspæli. Kira, sum er hálvur labradorur og ein serstak- liga fitt tík, spílar eyguni út fyri at fáa sín (stóra) part av kjøt-og mjølbollunum í borðiskinum. Frensurin, Sim, sum er eitt góðdýr, tekur tað meira róligt. Hann "snubbar" sær ein bita upp úr borðiskinum av og á, oftast ein kjøtbolla, men nýtir annars friðin, nú Kira í hesi løtu ikki hevur stundir at spæla "hund" og gera fortreð. Tey bæði einast sera væl í sama húsi, men tað kann vera eitt sindur strævið hjá Sim viðhvørt, sum bara er ein stórur kettlingur. Kira er ikki ársgomul enn og spælir við Sim megin- partin av degnum - sum við eina ullinta "dukku". Gerst spælið alt ov harðligt, kem- ur fyri, at klórnar á Sim stinga undan, og tá "græt- ur" Kira sum eitt barn - og verður meira ansin. Eru tey úti, og hundurin er í bandi, rýmir Sim sjáld- an frá Kiru. Eitt sera fitt "par" á 8 beinum... Á jólum er friður … Ein fitt mynd, Kira og Sim, í pyntaðari húgvu. Tey eta súpan. Kira spílar eyguni út fyri at fáa sum mest. Sim tekur tað meira róligt. Mynd: Vilmund Jacobsen Martin Joensen, orða- og tónasmiður, hevur savnað mangar av sínum kendastu, vakrastu og bestu sangum á eina savnsfløgu. Sangir, vit øll kenna, og kunnu syngja við og kanska eisini nikka sam- tykkjandi. Tí bæði løg og orð fara innum og gera vart við seg, tá ein leggur Áraløg í fløguspælaran TÓNLEIKAUMRØÐA Dagfinn Olsen Listamaðurin Martin Joen- sen hevur síðstu 20-30 árini gjørt vart við seg. Serliga er tað sum tónlistamann vit kenna hann, men Martin er fjølltáttað listafólk, og um- framt at smíða orð og løg, so er hann eisini myndlista- maður og hevur í mong ár havt egið grafiskt virki. So- leiðis hevur hann oftast fylgt útgivnum verkum all- an vegin og hevur eisini átt kápu og kápumyndir. So- leiðis er eisni, nú Martin hevur savnað saman sangir, honum dámar væl, og givið út undir heitinum Áraløg. Flestu av sangunum kenna vit væl, men ikki eru teir áður komnir á fløgu. Teir eru nú fløgutøkir. Um- framt eru eru nakrar nýinn- spælingar. Vestmenningur og Kræklingur Martin Joensen byrjaði tíð- liga at gera vart við seg á føroyska tónleikapallinum. Í heimbygdini Vestmanna leikti hann við Fox og øðr- um. Hann skrivaði lagið, sum stendur sum stinnasti varðin yvir rockin í sjeyti- árunum, nevniliga Svarti Ravnur, sum Kræklingar spældu inn í 1976. Staddur niðri í Danmark í lestrarørindum eftir hetta, er Martin óivað komin í mangt gott tónleikalag, tí heimkomin er hann ein av trimum oddamonnum í bólkinum Vestmenn. Niels Olsen og Ólavur Højgaard eru við, umframt hjálp frá nógvum góðum kreftum, mangar við rót í Vest- manna, t.d. Jóhannus á Rógvu Joensen og Rúna á Heygum. Seinni koma eis- ini brøður hjá Niels uppí bólkin, sum gjørdist ein hin best umtókti í áttatiárunum og frameftir. Kanska er hann tað enn, um enn bólk- urin ikki er so virkin nú. Bólkurin gav út nakrar plát- ur og fyri ikki so mongum árum síðani kom eisini ein fløga. Fløgutøkir Martin fekk eisini stundir at fáast við annað enn Vest- menn. Hann gav í 1985 út egið kassettuband, Morgun. Heitislagið nýtist ikki nakra longri frágreiðing. Hvørt mansbarn kennir lag- ið. Martin gjørdi sangleikin Skuggagestir og hann gav eisini út bandið Blátt í støðum (1993). Martin hevur verið virkin og hevur eisini verið á onkrari savnsfløgu í sam- band við kappingar og til- tøk, á nýggju fløguni er eitt úrslit við, nevniliga Tilukku frá mær. Nýggju innspælingarnar eru serliga úr Skuggagest- um, men annars eru Ára- løgini úr fleiri útgávum millum ár og dag. Og nógv- ar eru at velja í. Hetta er kærkomið savn, tí Martin Joensen er virkin tónleikari, sum hevur givið okkum nøkur av best dámdu og vakrastu løgum seinnu árini. Hetta sæst eis- ini aftur, um vit t.d. hyggja í Grønu Bók, har hann er væl umboðaður. Við nýggju savnsfløguni eru fleiri av teim altíð grønu hjá Martini eisini vorðnir fløgutøkir. Her er eitt tyssi av nøkrum av bestu sangblómum seinnu mongu árini. Martin dugir bæði dygdina í løgum og orðum og orðini fara innum og gera vart við seg. Martin hevur, saman við Árna Joensen, spælt nýggji innspælingarnar inn, men annars eru løgini tikin av undanfarnum útgávum, har talan eisini er um dygdar- góðar tónleikarar, sum vit kenna frá so mangari út- gávu. Tey 17 løgini byrja við Morgun og enda við Um songartíð. Og tað er hósk- andi, tí her eru áraløg til ein róður kring allan sólarring- in. Og vert er at leggja fløg- una á og leggja sær í geyma lagið: Lat meg goyma teg. Teir klassisku og altíð grønu í Martin Joensen savninum C M Y K 5 4