mikudagur 18. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 243 - 18. desember 2002
Nr. 243 - 18. desember 2002
7
Sjey fakfeløg hjá
tímaløntum mótmæla
hvassliga ætlaðu
broytingunum í
dagpeningaskipanini.
Samgongan ætlar at
spara 11 milliónir
krónur við at áleggja
arbeiðsgevaranum at
gjalda fyrsta sjúkra-
dagin hjá tímalønt-
um. – Við hesum
leggur samgongan
upp til, at tey, sum
eru ringast fyri
frammanundan, nú
eisini skulu rakast tá
tey gerast sjúk, sigur
Ingeborg Vinther,
forkvinna í FA. Jan
Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum vísir
á, at fyri arbeiðsgev-
aran er tað í síðsta
enda ein spurningur
um krónur og oyru,
og tí er vandi fyri, at
tey veikastu glíða út
av arbeiðsplássunum
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Jón Brian Hvidtfeldt
Uppskotið til løgtingsfíggj-
arlóg, sum meirilutin í
fíggjarnevndini hevur latið
úr hondum, vísir enn eina-
ferð, at verandi samgonga
ætlar at vanligi føroyski
løntakarin skal gjalda fyri
vitleysa sparingarpolitikk
landsstýrisins.
Soleiðis byrjar eitt bræv,
sum sjey fakfeløg hjá tíma-
løntum
handaðu
øllum
flokkum á løgtingi undir
2.viðgerð av fíggjarlógar-
uppskotinum mánadagin.
Brævið er undirskrivað av
Føroya
Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, Havnar Arbeiðskvinnu-
felag, Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag,
Klaksvíkar
A r b e i ð s k v i n n u f e l a g ,
Landsfelag
Handverkar-
anna og Føroya Handverk-
arafelag.
Fakfeløgini
finnast
hvassliga at ætlanunum hjá
samgonguni um at broyta
dagpeningaskipanina, so
dagpeningur ikki verður
goldin frá fyrsta sjúkradegi.
Á henda hátt væntar sam-
gongan at spara 11 millión-
ir krónur. Sparingin, sum
krevur broytingar í lógini
um dagpeningaskipanina,
er longu tikin við í fíggjar-
lógaruppskotið. Í staðin
ætlar samgongan at áleggja
arbeiðsgevarum at gjalda
fyri fyrsta sjúkradagin hjá
tímaløntum
Ikki allar súðir syftar
Mánakvøldið
samtyktu
samgongulimirnir broyt-
ingarnar hjá meirilutanum í
fíggjarnevndini til fíggjar-
lógaruppskotið, og harvið
eisini broytingina í dagpen-
ingaskipanini.
Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag, var ein
teirra, ið mánadagin fylgdi
orðaskiftinum við 2. við-
gerð av fíggjarlógarupp-
skotinum, og fílist hon á, at
áheitanin frá fakfeløgunum
var nærum ikki tikin uppá
tungu undir viðgerðini.
- Men eg trúgvi kortini
ikki, at allar súðir eru syftar
enn. Ætlanin krevur broyt-
ingar í lógini um dagpen-
ing, og eisini vil eg síggja
tann dag, tá arbeiðsgevarar
fara at gjalda karensdag-
arnar hjá teimum tíma-
løntu,
sigur
Ingeborg
Vinther.
Hon ásannar at ikki er
óhugsandi, at arbeiðsgevar-
ar, verður teimum álagt við
lóg at gjalda karensdagarn-
ar, fara at brúka hetta í
komandi lønarsamráðing-
um. Men hetta kemur als
ikki uppá tal, sigur for-
kvinnan í Føroya Arbeið-
arafelag.
- Eg veit ikki, um hetta er
taktikkur hjá samgonguni,
men
fakfeløgini
fara
ongantíð at góðtaka at
karensdagarnir vera drignir
inn í lønarsamráðingar, sig-
ur Ingeborg Vinther.
Í brævinum til politisku
flokkarnar heita feløgini á
allar løgtingslimir um at
atkvøða
ímóti
teimum
asosialu sparingum, sum
lagt verður upp til. Feløgini
siga seg ikki fara at lata
hetta um seg ganga, og eru
til reiðar at taka neyðugu
stig fyri at steðga ágangin-
um móti løntakarum. Inge-
borg Vinther sigur, at hon
kann bara staðfesta, at
hóast áheitanina frá feløg-
unum valdi samgongan
kortini at samtykkja spar-
ingina í dagpeningaskipini.
- Nú mugu vit bíða eftir,
hvat fer at henda. Verður
endaliga úrslitið, at ar-
beiðsgevarin skal gjalda
fyri fyrsta sjúkradagin, so
rakar tað ikki í fyrstu atløgu
arbeiðstakaran. Men tað er
greitt, at hetta fer at gera
støðuna munandi verri hjá
teimum veikastu á arbeiðs-
marknaðinum mótvegis ar-
beiðsgevaranum, tí tey sum
eru nógv sjúk fara at vera
koyrd til hús, vísir Ingeborg
Vinther á. Forkvinnan í
Føroya
Arbeiðarafelag
leggur afturat, at ætlanin
hjá samgonguni bara rakar
tey tímaløntu, tí tey sum
eru fevnd at starvsmanna-
lógini og onnur fastlønt fáa
løn í samband við sjúku, og
verða tí ikki rakt av spar-
ingunum hjá samgonguni.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, ásannar, at
broytingin í dagpeninga-
lógini kann fara at raka tey
veikastu á arbeiðsmarknað-
inum. Hann vísir á, at Før-
oyar eru eitt lítið samfelag,
har tað hevur verið vanligt
at arbeiðspláss hava víst eitt
ávíst forstáilsi fyri, tá fólk
hava verið sjúk. Men hetta
kann skjótt broytast, um ar-
beiðsgevarin skal rinda fyri
sjúkradagarnar hjá tíma-
løntum.
- Í síðsta enda er tað eis-
ini ein spurningur um krón-
ur og oyru, og tí er tað ein
ávísur vandi fyri, at tey
veikastu á arbeiðsplássun-
um, tey ið eru ofta sjúk,
fyrst verða uppsøgd, tá
minni arbeiði er á virkj-
unum, sigur Jan Morten-
sen.
Standa saman
Lógin um dagpening er frá
maj mánað í fjør. Áðrenn
lógin kom í gildi skrivaðu
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Føroya Arbeiðarafelag
sínar felags viðmerkingar
til Almanna- og Heilsu-
málastýrið. Í brævinum
mæltu feløgini til, at tað
almenna eigur at rinda fyri
dagpening frá fyrsta sjúkra-
degi. Tá vístu feløgini á, at
í grannalondunum verða
arbeiðsgevarar álagdir at
gjalda ávís gjøld, tey veiku
detta út av arbeiðsmarkn-
aðinum, og síðan skal tað
almenna royna at seta skip-
anir í verk, ið fáa tey inn-
aftur á arbeiðsmarknaðin.
Tí verður tað ikki bíligari
fyri
tað
almenna,
at
arbeiðsgevarar skulu rinda
fyri fyrsta sjúkradag, vístu
feløgini á.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, sigur, at
støðan hjá arbeiðsgevarum
er tann sama í dag sum tá
viðmerkingarnar vóru gjør-
dar til lógina um dagpen-
ing, og tí mælir hann, eins
og fakfeløgini hjá tímalønt-
um, frá at broyta lógina.
Mánakvøldið
endaði 2.viðgerð
av fíggjarviðgerð-
ini. Teir 17 sam-
gongutinglimirnir
samtyktu allar
broytingar hjá
meirilutanum í
fíggjarnevndini,
meðan andstøðan
atkvøddi ímóti
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Mánakvøldið endaði 2.
viðgerð av uppskotin-
um til fíggjarlóg fyri
2003. Í sínum áliti til
fíggjarlógaruppskotið
hevði
meirilutin
í
fíggjarnevndini gjørt
hópin av broytingum,
umframt at inntøku- og
útreiðslumetingar hjá
umsitingini
undir
ymsu
landsstýris-
monnum vóru endur-
skoðaðar.
Og teir 17 tinglim-
irnir hjá samgonguni
valdu at atkvøða fyri
øllum broytingarupp-
skotunum hjá meirilut-
anum í fíggjarnevnd-
ini, samtíðis sum and-
støðulimir atkvøddu
ímóti. Uppskotið vísir
eitt yvirskot uppá 240
milliónir krónur, áðr-
enn avdráttir av skuld
eru goldnir, og góðar
90 milliónir krónur
eftir avdráttir.
Men áðrenn hetta
yvirskot kann røkkast,
skulu fleiri lógarbroyt-
ingar gerast. Millum
annað hevur Páll á
Reynatúgvu,
lands-
stýrismaður í almanna-
málum, víst á, at innan
almannamál fara 14,3
milliónir at mangla í til
lógarbundnar útreiðsl-
ur til fólka- og fyritíð-
arpensjónir og forsorg.
11
milliónir
skulu
sparast í dagpeninga-
skipanni, og har skal
lógin
broytast.
3,9
milliónir skulu sparast
á lógarbundnu játtanini
til studning til læru-
pláss og 10 milliónir
skulu sparast á lógar-
bundnu játtanini til
Barsilsskipanina. Lóg-
in um Barsilsskipanina
er komin í løgtingið,
meðan hinar nevndu
umframt aðrar lógar-
broytingar enn ikki eru
lagdar fyri løgtingið.
Andstøðan
hevði
síni broytingaruppskot
til
fíggjarlógarupp-
skotið, men tey vóru
øll feld, tá atkvøðast
skuldi við 2.viðgerð.
Fakfeløg hjá tímaløntum mótmæla
politikkinum hjá samgonguni
- Samgongan hevur gjørt av at broyta dagpeningaskipanina, so tímalønt ikki fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi. Samgongan
metir seg kunna spara 11 milliónir krónur, sum ætlanin er at arbeiðsgevarar skulu gjalda ístaðin. Ætlanin fær kaldliga móttøku,
bæði frá fakfeløgum og arbeiðsgevarum
- Broytingin ger støðuna
munandi verri hjá teimum
veikastu á arbeiðsmarknað-
inum, sigur Inteborg Vinther.
Sjey fakfeløg hjá tímaløntum
mótmæla hvassliga politikk-
inum hjá samgonguni
- Fyri arbeiðsgevarar er tað í
síðsta enda talan um krónur
og oyru, og skal vinnan gjalda
fyrsta sjúkradagin, kann tað
koma at ganga út yvir tey
veikastu, ásannar Jan Mor-
tensen, stjóri í Vinnuhúsinum
Samgongan
stóð saman
C
M
Y
K
7
6
Tingmenn krevja hoyring
um Gjaldskipan
Tingmenn ivast í,
hvør tingsins vilji er í
málinum um
Gjaldskipanina og
vernd av persónsupp-
lýsingum. Tí krevja
teir eina hoyring, har
málið verður lýst út í
hvønn krók. Ting-
menninir siga seg vita
ov lítið til at verða av-
gjørdir í sínari søk í
hesum máli
PERSÓNSVERND
Ingi Rasmussen
Tingmenn innan og uttan
fyri samgonguna krevja nú
eina hoyring í málinum um
Elektron og nýggju Gjald-
skipanina.
Málið er íkomið, tí Høgni
Hoydal, landsstýrismaður
við lógarmálum, vil herða
kunngerðina um vernd av
persónsupplýsingum,
so
nýggja Gjaldskipanin hjá
peningastovnunum
og
Elektron í samstarvi við
PBS, verður steðgað.
Gjaldskipanin hevur sum
fortreyt, at nakrar upplýs-
ingar verða sendar av landi-
num, og tað heldur lands-
stýrismaðurin ikki sam-
svara við lógina um vernd
av persónsupplýsingum.
Dátueftirlitið hevur givið
loyvi til skipanina, men tað
vil landsstýrismaðurin gera
um.
Øll sjónarmið fram
Høgni Hoydal førir fram, at
hann bert umboðar tingsins
vilja í málinum. Men nógv-
ir tingmenn ivast nú stór-
liga í hesum
Tað fær Kristian Magn-
ussen løgtingsmann fyri
Javnaðarflokkin at skjóta
upp, at ein hoyring verður
fyriskipað, har øll sjónar-
mið koma á borðið.
– Ongin er áhugaður í at
flyta meira av landinum,
enn gott er. Men vit hava
eina lóg, har tað er loyvt, og
Dátueftirlitið,
sum
er
hægsti umstingarligi mynd-
ugleikin á økinum, hevur
loyvt peningastovnunum at
fara undir hesa Gjaldskip-
an, og tað kann landsstýris-
maðurin ikki bara steðga
uttan víðari, sigur Kristian
Magnussen.
Hann heldur, at málið um
Gjaldskipan kann verða
brúkt sum undandømi, og tí
er neyðugt at alt er púra
greitt fyri framtíðina.
– Hví ikki geva Elektron,
Dátueftirlitinum, umsiting-
ini í landsstýrinum og løg-
tingsskrivstovuni høvi at
siga sína hugsan í máli-
num? So vistu vit øll betur,
og løgtingið hevði verið
betur ført fyri at gjøgnum-
skoðað, um landsstýris-
maðurin røkir teirra vilja,
sigur Kristian Magnussen.
Vita ov lítið
Javnaðar tingmaðurin
stendur ikki einsamallur
við sínari áskoðan. Aðrir
tingmenn vísa somuleiðis
á, at teir vita ov lítið til at
taka støðu til, um Høgni
Hoydal við at broyta kunn-
gerðina um persónsupplýs-
ingar ger eftir tingsins vilja.
– Eg haldi, at hetta málið
er øgiliga torskilt, og tað er
ilt at gjøgnumskoða. Tað
gerst bara fløktari, so hvørt
meira og meira kemur
fram. Eg eri ikki so av-
gjørdur, og veit ikki, hvør
er á rættari leið. Tí hevði
ein møguleiki fyri at fingið
meira innlit og eina lýsing
av málinum verið kærkom-
in hjá okkum politikarum,
sum kunnu ivast í, hvat er
galdandi, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Herfyri var orðaskiftið
um málið í tinginum, og tá
søgdu sambandsmenn seg
somuleiðis verða sinnaðir
fyri at fáa nærri kunning
um málið og hildu tað
hevði verið upp á sítt pláss
við einari hoyring.
Kristian Magnussen skjýtur
upp, at ein hoyring verður
fyriskipað í málinum millum
Elektron og Høgna Hoydal
um persónsupplýsingar.
Umleið 25 føroysk
pør fáa hvørt ár við-
gerð ímóti barnloysi.
Landsstýrismaðurin
hevur ongar ætlanir
um at steðga við at
bjóða hesa viðgerð
ókeypis, men hann
umhugsar at gera
reglur fyri, hvør kann
fáa viðgerð
BARNLOYSI
Ingi Rasmussen
Í fjør sendi føroyska sjúkra-
húsverkið 25 pør til Dan-
markar at fáa viðgerð ímóti
barnloysi. Í 2000 var talið
28 pør.
Tað upplýsir Bill Just-
inussen, landsstýrismaður
við heilsumálum.
Sjúkrahúsverkið hevur í
løtuni játtað 500.000 krón-
ur til sjálva viðgerðina og
umleið 400.000 krónur til
ferðing og uppihald. Aftur-
at hesum koma aðrar al-
mennar veitingar, millum
annað dagpeningur, og har-
umframt rindar sjúkrakass-
in 75 prosent av útreiðslun-
um til heilivág.
Spurningurin um játtan-
ina til barnloysi kom upp,
tá landssstýrismaðurin fyri-
bils steðgaði viðgerðunum
restina av árinum, men
hetta var tikið aftur, tá
fíggjarnevndin hjá løgtingi-
num játtaði meira pening til
økið.
Landsstýrismaðurin hev-
ur ongar ætlanir um at
steðga hesari viðgerð, legg-
ur hann dent á.
– Tá talan er um almenna
leiklutin í viðgerð fyri
barnloysi, er ætlanin fram-
haldandi at bjóða ókeypis
viðgerð móti barnloysi. Tó
verður umhugsað at seta
politisk stevnumið fyri við-
gerðini, sigur Bill Justinus-
sen og vísir eitt nú til at seta
aldursmark á.
Nógv fáa viðgerð fyri barnloysi
www.sosialurin.fo