mikudagur 18. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2002
9
Tá hvíta flaggið úr
USA varð drigið á
fulla stong, yvirgóvu
áhoyrararnir í Borg-
ini seg fullkomiliga til
lívliga rocktónleikin
úr Los Angeles
KONSERT
Orð: Eyðun Klakstein
Hvíta flaggið veitraði á
fullari stong í Borgini í
Klaksvík leygarkvøldið.
Rockbólkurin White Flag
var á palli, og teir fýra tón-
leikararnir úr Sambandsrík-
inum fyri vestan gjørdu sítt
ítarsta fyri at fáa lív í og
fyri at fáa reaktiónir frá
áhoyrarunum, sum vóru um
einir 250 í tali.
Og tað riggaði –
í
ólukkumát.
Ímóti endanum av kon-
sertini høvdu teir í White
Flagg øst áhoyrararnar so
nógv upp, at tað var ein
verulig innrás á pallinum,
og so kundi ikki nógv
leggjast afturat tí anarkist-
iska partinum av punktón-
leikinum. Áhoyrarar sluppu
eisini fram at mikrofonum
og ljóðførum, og tann sein-
asta leivdin av ordan hvarv
í tí bleiktrandi ljósinum.
Men tað var ivaleyst júst
soleiðis, teir vildu hava tað.
Clickhaze hitaði upp
Tiltakið í Klaksvík byrjaði
nakað meira varisliga, tá ið
Clickhaze var á pallinum.
Bólkurin hevði fingið upp-
gávuna at hita upp fyri
White Flag, og tað gjørdi
bólkurin við sínum kendu
rocksangum. Indigo Brow,
Sorrig og glæde, Daylight
og hinir sangirnir vóru á
skránni, og áhoyrararnir
tóku væl ímóti. Ikki minst
tá helst størsta hittið hjá
bólkinum, Daylight, varð
spælt.
Onkrir smærri tekniskir
trupulleikar vóru, meðan
Clickhaze spældi, men tað
var ikki verri enn so, at fólk
kundu njóta rocktónleikin.
Tá ið Eivør, Petur og tey
høvdu spælt ein lítlan tíma,
fóru tey av pallinum, og so
varð gjørt klár til høvuðs-
navnið úr USA.
Breyð til fólkið
Føroyingar hava ikki stórar
traditiónir fyri punktón
leiki, men seinastu tvey
árini hevur bólkurin 200
hóreiggjað við sínum arg-
andi punktónleiki. Hetta
kvøldið
var
útlendskur
rockur á skránni, men hóast
tað, høvdu teir í White Flag
politiskan boðskap við sær
á pallin, og tað var eisini í
tráð við tað, sum 200 plaga
at føra fram.
– Free Føroyar, skrálaði
sangarin í mikrofonina, og
hann legði eisini minni rós-
andi orð afturat um danir.
Sangarin royndi eisini at
heppa á lokala fótbóltslið-
ið, men rópini vóru næstan
líka kiksað sum shortsið,
sum hann hevði latið seg í
út yvir sínar buksir. Um
hálsin høvdu tónleikararnir
eisini heiðursmerki, sum
teir høvdu lænt onkra
staðni í KÍ-høllini.
Tá ið White Flag kom á
pallin hildu teir ivaleyst, at
teir
skuldu
breyðføða
áhoyrararnir við meira enn
tónleiki, so tað reyk ein
rúgva av breyðflísum út til
fólkið, sum kanska eina
løtu ivaðist í, hvat endamál-
ið var við tí.
Men soleiðis er punktón-
leikurin. Andin er anarkist-
iskur, og tað skal henda
nakað alla tíðina.
Tað óvæntaða
Tónleikurin hjá White Flag
er ikki kendur um okkara
leiðir, men buldrandi rock-
tónleikurin kundi tó lyfta
fólkið upp frá. Teir spældu
við nógvari orku og miklari
ferð, og hóast tú stundum
kundi hoyra melodiøsar
strofur í sanginum, so viku
teir ikki langt frá punktón-
leikinum.
Tónleikararnir í White
Flag eru virknir í øðrum
bólkum eisini, men tá ið
teir spæla undir hesum
navni, snýr tað seg um at
gera tað óvæntaða, stutt-
liga, øðrvísi ella bara tað
óumhugsaða, og tað gjørdu
teir eisini hetta kvøldið í
Klaksvík.
Eisini tá ið teir móti end-
anum av konsertini flipp-
aðu út saman við teimum
kátu áhoyrarunum, sum
stormaðu pallin.
Tá varð hvíta flaggið
vundið í húnar hátt…
Borgin yvirgav seg
Í Free Føroyar troyggju og KÍ-shortsi royndi gittarspælarin og sangarin sítt ítarsta fyri at fáa lív í.
Mynd: Tom Laursen
9
8
Nr. 243 - 18. desember 2002
UMMÆLI
Heri á Rógvi
Við teimum báðum før-
oysku steðgunum er Lord
of the Rings – The Two
Towers – tríggjar tímar og
45 minuttir til longdar. Ein
longd, sum setir hægstu
krøv til góðsku. Vit fáu til
ummælara og filmseftirlit
sýningina undan almennu
heimspremieru
eru
til
annan part í einari stór-
fingnari ævintýrrøð.
Eftir
stórfilmin
The
Fellowship of the Ring er
eisini tann seinna bókin í
røðini komin á stórskíggj-
an.
Lat tað bara vera sagt
beinanvegin, at hesin film-
urin krevur fyrireiking.
Søgan gerst bara ein hurli-
vasi við einari rúgvu av
nøvnum og støðum, hevur
tú ikki sæð ella lisið fyrra
filmin ella bókina. Ongan-
tíð betur, um báðar bøkur-
nar liggja í minninum, men
tú kanst klára teg væl við at
hyggja at fyrra filminum
áðrenn. Lord of the Rings
er alt ein søga. At byrja við
miðjuni gevur stutt og
greitt lítla og onga meining.
Har tann fyrri filmurin
endaði, byrjar so hesin.
Filmurin sigur frá tveimum
og seinni trimum para-
lellum søgugongdum, sum
virka í so einstáttaðar . Vit
eru aftur á slóðini. Frodo og
Sam eru á lagnuferðini við
ringinum móti Mordor.
Aragorn, Álvin Legolas
og dvørgurin Gimli eru
aftur á ferð. Fyrst fyri at
bjarga teimum báðum ungu
hobittunum og seinni – við
góðari hjálp frá gamla
kenninginum Gandalf –
fara teir at berjast móti
myrkrinum hjá Saruman í
kongaríkinum Rohan, har
frælst fólk enn býr.
Eftir, at vit í fyrra film-
inum komu at kenna per-
sónar og søgu í hesum
løgna men lokkandi ævin-
týrheimi, dvølja vit eina
løtu her í ævintýrheimi.
Treyðugt so er ferð á, og
senurnar við dysti og kríggi
eru nógvar, men sjálvurin
ringurin er ikki so avger-
andi á hesum sinni.
Frodo er ikki navnið á
høvuðspersóninum í hesum
filminum. Hansara ferð við
ringinum er – hóast fyri
søgugongdini avgerandi –
mest ein vallan á ókendum
lendi, har innlit fæst í
svarta heimin, ið ringurin
tráðar eftir. Heldur er Ara-
gorn berandi persónurin í
filminum.
Her kundi lýsingin av
persóninum Frodo tikið
við, men heldur tykist hetta
at hanga afturút og bíðar til
avgerandi partin. Tað tykist
ov bíligt at lata ein so týð-
andi persón valla mestsum
endaleyst við bert smáum
innlitum
til
hansara
mensku, persón og vitan
fyri at geva pláss í søguni
og betri rúmd fyri endaliga
slagnum. Tað ber kanska
illa til at siga, hvat er veru-
leiki og hvat vendur upp og
niður í einum ævintýr-
heimi, og logikurin hvørv-
ur, men sum persónssøga er
Frodo alt annað enn prýð-
andi fyri filmin.
Við sær í ferðalag fær
Frodo eisini fyrrverandi
ringberaran og løgnu ver-
una, Gollum, sum eisini
hevur eitt annað navn, ið eg
ikki hætti mær at stava.
Hesin er tað mesta av
filminum í einari tvístøðu.
Hann er í sjálvum sær
ímyndin av stóra temainum
– myrkri og ljósið. Teir
ringastu fíggindarnir og
skarpastu
mótsetningar,
sum ímynd fyri tað góða og
tað ónda.
Valla fær mann nakra
premieru fyri at siga, at eitt
ævintýr er ein uppgerð
millum gott og ónt, men tað
er eisini ein av styrkinum
hjá filminum. At varðveita
megina í ævintýrinum og
seta nýtt lív er ein gandur í
sær sjálvum.
Søgugongdirnar eru sum
sagt fleiri, og vit lata heldur
fólk sjálvi fara at hyggja at
teimum, heldur enn at
remsa tær upp. Uttan at
siga ov nógv, ber til at av-
dúka, at filmurin samlar
træðrir og byggir upp til
uppgerð, men so siga vit
ikki meira.
Sum so mangan, tá um-
fatandi stórverk verða gjørd
til film, er talið av persón-
um og hendingum nógv.
Filmurin fylgir bókunum
heilt hampuliga væl, og alt
annað líka burdi hetta bert
givið gott av sær, men tað
eru nakrir persónar, sum
stutt og greitt ikki tykjast at
geva stórvegis meining.
Meira enn nakað annað
er hesin filmurin ein visu-
alisering av bókunum og
ævintýrinum.
Hetta
er
sjálvsagt, men ikki minni
sannleiki. Høvuðsleikarin í
hesum filminum er teldan.
Ævintýrið og frálíka søg-
an sprottin úr fornum mýt-
um og leivdum hittir tøkni-
frøðina úr 21. øld. Og hetta
er eitt skrásett parlag, sum
tað ikki ber til at hava
nakað ímóti. Hóast tað
kann kjakast um, hvørt tað
er rætt við so nógvum
effektum og tøkni, so er
einki at ivast í, at filmurin á
hesum øki er framúrskar-
andi. Ein tann vakrasti og
mest hugvekjandi filmurin,
sum hevur verið fyri hesum
eygum. Tað fær valla verið
nógv betri.
Somuleiðis skal leitast
leingi eftir betri handriti og
søgu. Søgan verður latin í
ein fantastiskan ham, og
henda løgna verð kennist
verulig. Hóast hasar góðu
tríggjar tímarnar og nakað,
Málið er yndislig við ein
klassisku boðskapi. Tað eru
nøkur ting, ið eru verd at
stríðast fyri. Hóast harða
mótstøðu, feilir og snávað-
ur av leið, so er ljósið
sterkari enn myrkrið, Um at
finna eydnuna, skal tað
rætta fremjast. Tað einasta
rætta.
Herfrá fær filmurin ta
rós, at filmurin til fulnar
megnar at sameina tøkni og
søgu. Ein samanrenning,
sum langt frá altíð tykist at
lukkast. Fyri at vera ein
2’ari er filmurin í heims-
flokki. Ein ævintýrheimur
uttan sín líka.
Fyri serliga snøklar í
søgugongd og persónum
geva vit ikki mest loyvda
karakter á stiðjanum, men
tað er líka við.
Annar sigurin
Lord of the Rings – The Two Towers er ein hugvekjandi visualisering
av einum megnar ævintýri. Meira døkkur enn tann fyrri við telduni
í høvuðsleiklutinum
Annar partur í Lord of the Rings søguni stendur einki aftanfyri fyrsta part, og tímarnir í kykmyndahøllini skulu vera øllum væl untir
C
M
Y
K
8
www.sosialurin.fo