Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 243 - 18. desember 2002 Nr. 243 - 18. desember 2002 11 Mikkjal Helmsdal: Áhugavert at fáa kapping Kappingin á GSM- marknaðin hevur giv- ið hópin av kundum til Kall, sum hevur roynt seg við einari bevístari marknaðar- føring til ungdómin GSM Heri á Rógvi Hjá Kall eru tey væl nøgd við gongdina hendan sein- asta lítla mánaðin, tá Kall hevur bjóðað Føroya Tele av á GSM-økinum. Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, vil ikki upplýsa nøkur tøl í løtuni yvir kundar, men hann sig- ur seg vera væl nøgdan, og teir hava merkt ein stóran áhuga. Higartil hevur Kall roynt seg við sokallaðum talutíð- arhaldum. Tað er talutíð, sum verður goldið áðrenn nýtsluna, heldur enn at ein rokning verður send. Fyrst í komandi ári verð- ur farið undir at bjóða “vanlig” hald, har rokning verður send mánaðarliga. Higartil hevur Kall eisini kunna bjóða sínum kundum introduktiónsprís- ir. 1,75 kr. alt samdøgrið. Hesir prísir verða til 3,50 kr. um dagin og 1,75 kr. um kvøldið eftir 1. februar 2003. Kappingin var næstan júst byrjað, tá Føroya Tele svaraði aftur við seta sínar talutíðarprísir nógv niður. Hetta gjørdi so, at Kall svaraði aftur við at lata sín- um kundum 50 ókeypis SMS um mánaðin. Hetta tilboðið er galdandi fram til 1. apríl. Eingir tekniskir trupul- leikar hava heldur verið, sigur Bjarni Askham – bæði við teirra egna netið og samstarvinum við Før- oya Tele. Stjórin upplýsir, at tey flestu velja at skráseta seg, men tað er tó eingin treyt. Vinningurin fyri at skráseta seg er 50 kr. í talutíð. Eftir teimum ungu Kall hevur lagt frá landi við at selja síni talutíðarkort í einari dós. Slagorðið hevur frælsi í dós, og higartil hev- ur frælsi verið góð sølu- vøra. Bjarni Askham Bjarna- son sigur, at teirra markn- aðarføring er ógvuliga til- vitað. —Vit eru farin út við fullari kraft. Vit valdu at analysera málbólkin hjá okkum, áðrenn vit fóru ígongd og hava so lagt marknaðarføringina eftir hesum, sigur Bjarni Ask- ham Bjarnason. Málbólkurin hjá Kalli er býttur í tveir bólkar: teirra verandi kundar og tey ungu. Tá sagt verður tey ungu, so verður hugsað um fólk upp til áleið tretivu ára aldur, upplýsir Kall stjórin. —Vit hava so roynt at nýtt tey amboð, sum hóska seg til málbólki hjá okkum. Okkara verandi kundar fingu Sim-kort sendandi beinleiðis við postinum. Til tey ungu hava roynt lýsa og vera har, tey eru, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Hann nevnir, at teir eitt nú ikki hava sent nakra sjónvarpslýsing, tí teir meta ikki, at tað er, teir koma í samband við teirra mál- bólk. Hinvegin hava teir lagt seg eftir at hava ymisk tiltøk, sum fanga. –Tað kann gerast gott fyri okkum, um vit fáa ein kapping um dygd, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarps- stjóri í viðmerking til ætlaðu nýggju før- oysku sjónvarpsrás- ina SJÓNVARP Heri á Rógvi Sjónvarpsstjórin, Mikkjal Helmsdal, heldur, at hug- skotið við einari sjónvarps- rás við føroyskum tilfari hjá Televarpinum ljóðar sera áhugaverdur. —Eg haldi, at hatta sær sera áhugavert út, og eg bíði spentur eftir, hvat spyrst burturúr hasum ætl- anunum, sigur Mikkjal Helmsdal. Hann heldur ikki, at nýggja rásin við føroyskum tilfari setir Sjónvarp Føroya í nakra verri støðu. —Tað kann gerast gott fyri okkum, um vit fáa ein kapping um dygd, sigur Mikkjal Helmsdal. Frá royndum veit Mikkjal Helmsdal, at tað, at gera sjónvarpssendingar, krevur nógva orku – bæði nógv út- gerð og nógv fólk. Tískil kann tað gerast kostnaðarmikið at fara und- ir at framleiða umfatandi sjónvarpstilfar. Sjónvarps- stjórin sigur seg væl kunna ímynda sær, at áhugafeløg ella átrúnaðarligi bólkar eru áhugaðir í at senda frá eitt nú fundum og møtum, og hetta kanska kann gerast rímiliga bíliga. Umhugsa senditíð At lata ella leiga senditíð til onnur er nakað, ið ikki er heilt frammant fyri Sjón- varp Føroya. —Vit hava hugsa um at lata senditíð til onnur ella finna fram til, hvussu vit kunnu skipa fyri einum fólksligum varpi, har onnur eisini sleppa framat, sigur Mikkjal Helmsdal. Enn er einki konkret sprottið burturúr hesum tonkunum, men sjónvarps- stjórin roknar við, at Sjón- varpið í komandi ári fer at taka fat um hendan spurn- ingin. Tað verður kortini ikki, hvat sum helst, sum sleppur á skíggjan hjá SvF. —Í síðsta enda er tað eg sum sjónvarpsstjóri, sum hevur ábyrgdina av tí, sent verður, sigur Mikkjal Helmsdal. Talgilda Í Sosialinum í gjár frættist tað eisini, at Televarpið segði seg vera sinnað at gjalda fyri eina digitaliser- ing hjá SvF, soleiðis at sendast kann eitt talgilt sig- nal beinleiðis úr Sjónvarpi- num til Televarpið. Hetta skuldi betra um góðskuna. Mikkjal Helmsdal sigur, at tað Sjónvarp Føroya hev- ur boðað Televarpinum frá, at teir als einki hava ímóti, at hetta stigið verður tikið, so leingi hetta ikki órógvar arbeiðið hjá teimum. Mikkjal Helmsdal ger greitt, at tað verður Tele- varpið, sum skal gjalda all- an kostnaðin av hesum. Útgerðin er á veg til landi, sigur sjónvarpsstjór- in. Talan verður ikki um tað nógvu og stóru útgerðina. Tað mesta hjá Sjónvarpi Føroya verður tikið upp digitalt, so har er heldur eingin trupulleiki. Málið er ikki endaliga avgreitt enn. Sjónvarp Før- oya fær í komandi mánað nýggjan tekniskan leiðaran, og tað verður so hann, ið fer at taka endaliga støðu í málinum, og hvussu hetta skal gerast. Nýggi tekniski leiðarin tekur við í januar. Nýggi tekniski leiðarin eitur Dáv- ur Isfeld, og hann avloysir Jón Heðin Tróndheim. Mikkjal Helmsdal heldur, at møgulig kapping á føroyska sjónvarpsmarknaðinum verður ein avbjóðing fyri stovnin. Frælsi selir Við boðskapinum um frælsi og frískari marknaðarføring hevur Kall tikið ein rímiligan part av GSM-marknaðinum í Føroyum. Mynd: Jens Kristian Vang. Fleiri starvsfólk í landsumsitingini kunnu nú søkja um at sleppa í annað Norðurland at arb- eiða. Føroyar hava í 2003 fingið 130.000 kr. at ráða yvir. TÍÐINDASKRIV Skipanin Norðurlendskt tænastumannaumbýti gevur starvsfólki í lands- fyrisitingini møguleika at arbeiða í einum norður- landi í styttri tíðarskeið. Í 2002 er fíggjarligt av- lop í skipanini, og avgjørt er at býta yvirskotið mill- um Grønland, Ísland, Finnland og Føroyar. Umsóknarfreistin er 06. januar 2003. Um- sóknir, sum koma inn aft- aná hesa dagfesting verða viðgjørdar, um peningur er tøkur. Meira fæst at vita um skipanina á www.tinganes.fo undir Kunningartilfar og Før- leikamenning, har upp- lýst eisini verður um bú- staðarmøguleikar í Ís- landi og Norra. Starvsfólkamenning í norðurlondum Løgreglan stúrir rættiliga fyri, hvussu tað fer at ganga at skipa ferðsluna í Havn, tá ið nýggja Norrøna og nýggja suðuroyarskipið koma. Hon vildi nógv heldur, at skipini fingu atløgupláss onkra aðrastaðni SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Løgreglan í havn er ikki fegin fyri, at nýggja Nor- røna og nýggi Smyril skulu leggja at í Havn. Jón Klein Olsen, vara- politiinspektørur á løg- reglustøðini í Havn, sigur, at løgreglan stúrir rættiliga fyri, hvussu tað fer at ganga at skipa ferðsluna, tá ið nýggja Norrøna og nýggja suðuroyarskipið koma. Seinastu dagarnar hava nøkur sett spurning við ar- beiðið at byggja Tórshavn- ar Havn út við tí endamáli at nýggja Norrøna og nýggja suðuroyarskipið skulu hava atløgupláss á Bursatanga. Serliga stúra tey fyri, at tað fer at verða ruðuleiki í ferðsluni í Havn, tá ið bæði skipini koma og fara, full- fermd við bilum, tí tað er longu sum er, rættiliga hart trýst í vegirnar. Millum tey, sum hava funnist at ætlanini, eru Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni. Hann hev- ur í Sosialinum víst á, at bæði Strandferðslan og Smyril Line hava heitt á Tórshavnar Býráð um at finna skipununum báðum annað atløgupláss. Og nú hevur eisini býráðslimurin fyri tjóðveldisflokkin, Hildur Eyðunsdóttir, mælt til at málið verður lagt fyri Býráðið, tí enn hevur tað ongantíð verið til viðgerðar og tað tekur floksfelagi hennara, Jógvan Arge, undir við. Stúra fyri ruðurleika Men tað er Løgreglan, sum hevur eina stóra ábyrgd av, at ferðslan gongur, sum hon skal og vit hava spurt Jón, Klein Olsen, um løgreglan hevur gjørt sær tankar um hesi viðurskifti. – Sjálvandi hava vit tað, tí vit eru rættiliga nógv við í royndunum at leggja ferðsluna so væl til rættis sum gjørligt, eftir at bæði skipini eru komin í sigling. Men hann viðgongur sam- stundis, at løgreglan stúrir rættiliga fyri, hvussu tað fer at ganga at skipa ferðsluna, tá ið bæði skipini koma og fara. – Løgreglan hevur ikki dult, at vit stúra fyri gongd- ini. Tað er ikki okkara borð at mæla býráðnum til, hvat tað skal gera ella ikki, men eg havi nevnt fyri teimum, at eg skilji ikki, at tey ikki hava funnið eina aðra loysn, tí vit vildu nógv heldur havt, at skipini fingu atløgupláss onkra aðra staðni. Men samstundis ásannar løgreglumaðurin, at av- gerðin er tikin um at bæði skipini skulu liggja í Tórs- havnar Havn og tí telur løgreglan av fullum huga lut í arbeiðnum at skipa ferðsluna sum best. – Vit vita, at tað er rætti- liga nógv ferðsla í býnum, sum er og tí stúra vit fyri rættiliga stórum trupulleik- um, tá ið bilar frá bæði Norrøna og nýggja Suður- oyarskipið eisini skulu av- greiðast. Hann sigur, at grundar- lagið undir nýggju Norrønu er eitt rættiliga stórt tal av bilum, samstundis sum eis- ini Smyril fer at flyta nógv- ar bilar. –Tá íð bæði íleggjarar og fíggingarstovnar her heima og uttanlands, hava mett,at Norrøna fer at flyta eitt ávíst tal av bilum, ber illa til hjá okkum at undirmeta tað og tí eiga vit at leggja tey tølini til grund fyri teimum avgerðum, vit taka, heldur Jón Klein Olsen. Hann sigur, at tilsamans skulu vit hava pláss fyri fleiri hundrað bilum aftur- at, tá ið bæði nýggja Nor- røna og Smyril skulu av- greiðast. – Men vit vita eisini, at tað eru bara 250 parker- ingspláss niðri á havna- lagnum og tí verður tað ein stór uppgáva at skipa fyri, hvussu bilarnir skulu koyra umborð og, hvar teir skulu bíða. – Tað fer at krevja eitt sera umfatandi upplýsing- ararbeiði til ferðafólk, so at tey vita, hvar tey skulu bíða og, nær tey skulu koyra um- borð. Mugu leggja upp fyri trupulleikum Løgreglumaðurin hevur eisini eina hugsan um tær kanningar, sum eru gjørdar, eitt nú tær teldusimuler- ingar, sum eru gjørdar – Modellroyndir og kanningar, sum eru gjørdar, kunnu verða góðar og tað skal helst eisini vísa seg, at tá ið alt gongur, sum tað skal, verða helst eingir trupulleikar av týdningi. – Men vit eru noydd at leggja upp fyri teimum før- unum, har alt ikki gongur eftir ætlan og tað ger tað rættiliga ofta, vita vit. – Hvat hendir, tá ið ein treylari stendur fastur í ein- um svingi? Hvussu verður ferðslan, tá ið Norrøna verður seinkað ein ella tveir tímar, so at hon ikki kemur á Havnina kl 5 mánamorg- un, men klokkan seks ella klokkan sjey? – Tey, sum koyra bil í Havn upp undir arbeiðstíð um morgunin, vita, hvussu ferðslan er, so vit mugu viðganga, at vit stúra fyri, hvussu verður, tá ið vit har- afturat skulu avgreiða hundraðtals bilar til ferj- urnar uppá einar tveir tímar í trokingartíðini um morgn- arnar ella seinnapartarnar. Hann leggur afturat, at vit vita eisini, at taka trup- ulleikar seg upp, verður tað ikki bara niðri á Havna- lagnum, at ferðslan verður tarnað. – Vegirnir í Havn eru so trongir og bilarnir so nógv- ir, at tað verður beinanveg- in, at allir býurin er typtur og tí fer tað at ávirka ferðsl- una í øllum býnumm sigur Jón Klein Olsen. Og tí vildi Løgreglan nógv heldur havt, at skipini fingu at- løgupláss onkra aðrastaðni. Løgreglan stúrir fyri ruðuleika í Havn – Eg skilji ikki, at býráðið ikki hevur funnið nýggju Norrønu og nýggja suðuroyarskipinum okkurt annað atløgupláss enn á Bursat anga, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Soleiðis sær út ein vanligan mikudag, tá ið Norrøna kemur.Tá ið nýggja Norrøna og nýggja suðuroyarskipið koma, stúrir hon fyri ferðsluni C M Y K 11 10