Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 243 - 18. desember 2002 Nr. 243 - 18. desember 2002 13 Føroysku løntakararnir, bøndurnir og arbeiðsgevararnir hava nú fingið fyrsta rákan at kenna í næsunum frá yvirtøkulandsstýrinum: - mjólkin verður dýrari, - tímalønt fáa ikki fyrsta sjúkradagin frá sjúkra- dagpeningaskipanini, - heilsuverkið skal skerjast við 10 mió.kr. Bara nakrir tilvildarligir brikkar í nýggja uppskotinum hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini. Og sum meirilutin á tingi tók einmælt undir við. - Hvar er familjupolitikurin hjá Miðflokkinum? - Hvar er løntakarapolitikkurin hjá Tjóðveldisflokk- inum, gamla verkaflokkinum? Viðvíkjandi Tjóðveldisflokkinum vita vit, at hann tekur fullveldismálið fram um vælferð fólksins. Í hesum sambandi hevur Fólkaflokkurin nú í meira enn fýra ár annaðhvørt kústað hann undan sær ella drigið hann eftir hárinum til borgarligar loysnir. Kristina Háfoss, Anita á Fríðríksmørk og Høgni Hoydal breggja sær av, at ongatíð er so nógv játtað til heilumál, al- mannamál og útbúgvingarmál. Men hvat ólukkan nyttar tað, tá vit hava eitt gapandi tómt nýtt sjúkrahús. Tá starvsfólkini á sjúkrahúsunum skulu renna meira enn nakrantíð. Tá bíðilistarnir vaksa. Tá vit ikki hava ráð at senda sjúklingar av landinum. Tá vit noyðast at steingja deildir á jólum? Hvat nyttar reypið um sjálvberandi búskap hjá Torbirni Jacobsen, tá hann tekur grundarlagið undan føroysku løntakarafamiljuni. Hann unnir ikki føroysku familjuni mjólk fyri tann prís, vit hava í dag, sum hóast alt er høgur, um vit samanbera okkum við grannalondini. Men nú skal hann hækkast, samstundis sum tey tímaløntu – tey sum skapa útflutningsvirðið – skulu missa dagpening fyri fyrsta sjúkradag! Harafturat skerjir landsstýrissamgongan – í dugna- og hugsjónarloysi – stuðulin til vinnuframa og gransking – samstundis sum vit skulu byggja upp ein sjálvberandi búskap!!! Í 7 ár hava vit havt methøgan fiskiskap, met- høgar fiskaprísir, metlága rentu, og lutfalsliga bíliga olju. Men landsstýrið, sum skal standa á egnum beinum, hevur ikki megnað at skapa karmar fyri eini virðisøking. Tíansheldur fer okkara fiskur annaðhvørt heilur ella sum hálvfabriakta av landinum? Og harafturat rekur lands- stýrið ein løntakara fíggindaligan politikk, sum eingin hevði roknað við frá Miðflokki ella Tjóðveldisflokki. Øll 2. viðgerð mánadagin vísti, at løgtingsmenn hava ikki minstu tilvitan um, hvussu vanligi føroyingurin hevur tað. Men vit kunnu eisini spyrja, hvar var andstøðan í hesum orðaskifti? Hægri pensjón, ellisheim, útbúgvingarstuðul og brúkaramál vóru mál í valstríðnum, men tey fóru í ov mongum førum undir jarn og betong, tunnlar og bryggjur. 2. viðgerð, sum í veruleikanum var ein nýggj 1. viðgerð, tók bert ein dag. Var her ikki stoff hjá andstøðuni til at taka nógv fleiri neyðturvilig mál í samfelagnum upp! DAGSINS MEINING Sosialurin Asosialur familju- og løntakarapolitikkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Árni Helmsdal arnihelm@post.tele.dk Innihaldið av hesum orðin- um, vrakari, plagdi hava við fisk at gera, og tað hevur tað væntandi enn. Tað kann vera, at tað nú eitur fiskagóðskumetingar- konsulentur ella okkurt annað. Vrakarin metir, um fisk- urin skal í hendan ella handan góðskuflokkin - ella kanska heilt skal vrak- ast. Eg búgvi á flatlondum, og her er ein annar fak- bólkur nógv frammi í góðskumeting. Vit kunnu kanska eisini kalla hesi fólk góðskumetingarkonsulenta r; men tað snýr seg ikki um fisk, og vit skuldu tí heldur kanska kallað tey manna- góðskumetingarkonsulenta r. Her hugsi er um læknar, sum eru í fremstu røð í miðlunum og við jólaljósi í eygunum greiða frá einum framúr góðum máta at meta mannagóðsku. Stendur tað til læknarnar, so skal henda kanningin galda fyri allar barnakonur - helst í øllum ríkinum., tí so "fanga" tey væntandi 80-90 % av mongol børnunum í móð- urlívi, og onkur lækni fær væntandi eina doktararit- gerð burturúr. Hesir mannagóðskumet- ingarkonsulentarnir taka blóðroynd frá gravidari kvinnu og eina skanning serliga av nakkanum á barninum. Er nakkin tjúkkri en vanligt, og eru serlig protein í blóðroynd- ini, so kunnu hesir manna- góðskumetingarkonsulenta rnir vit stórari vissu siga, at hetta snýr seg um eitt mongolbarn. Síðani vænta hesir læknar, sum annars í læknalyftinum hava sagt, at teir skullu gera alt fyri at bjarga lívi, at hesi foreldur kenna so mikið av ábyrgd, at tey koyra barnið á Buch- wald sum annan vrakaðan fisk. Her er læknarollan býtt um., so teir nú eru vrakarar - mannavrakarar. Hvussu passar tað við læknalyftið? Kundi kanska spurt Landslæknan... Skeggið er næst høkuni, og áðrenn eg sjálvur fekk ein son við Down Syn- dromi, hugsaði eg ikki so nógv um hesi børn, sum eg geri nú. Vit vóru skelkaði og grótu nógv, tá vit fingu hann. Nógv rapaði, tí vit høvdu "bílagt" eitt frískt og sunt barn, men fingu ein býttan - men ikki bar til at býta hann. Hann var og er ein Guds gáva, og hann hevur smelt- að nógv hjørtu hesi sein- astu 14 árini. Hann hevur givið okkum so nógv, og gjørt okkum til eina meira hjartaliga familju. Uttan hann høvdu vit verið kald- ari og kyniskari við meira facadu. Eg haldi, at tað er sera spell, at læknavísindin nýtir sítt krút uppá at jagstra mongolbørn í móðurlívi, so at færri familjur fáa ta gávu at hava eina slíka per- sónligheit heima við hús. Tað er eisini spell, at tey sum so koma gjøgnum nál- areygað fáa færri at spæla við og færri potentiellar ektafelagar. Eg vóni at politikkarar fara at problematisera hesa vísindaligu herferð og peika á, at samfelagnum tørvar slík fólk - annars verður ov kalt og sterilt. Skumpa tú undir tín politikkara og sig við hana/hann, at hetta minnir ov nógv um eina aðra herferð í Europu fyri umleið 60 árum síðani - tá gjørdu teir tað bara ikki so diskret sum nú. Tá tú nú hevur politikk- aran, sig so við hana/hann, at hetta ikki skal sleppa at gerast ein læknaspurningur, men ein etiskur, menniskj- ansligur, politiskur, moralskur spurningur, um vit vilja "dustsúgva" sam- felagið fyri slíkar herligar, virðismiklar, týðandi borg- arar - VIP´arar. Hvat eyðkennir mon- golar? Tey eru fitt, hjarta- lig, tey eru børn gjøgnum alt lívið, tey stúra ikki fyri morgindegnum og iðra seg ikki um í gjár, tey hugsa og reagera kensluliga, tey smelta hjørtu, tey avdúka facadur og okkara køldu intellektuelle tilgongd til lívið, tey liva nú. Hví skal tað geva deyðarevsing at vera so?, og hví skullu samfelagsmillónir nýtast til at jagstra hesi fólk? Hví er føroyska annars striksa fosturtøkulógin uttan av- markingar á hesum øki, so fólk í slíkari støðu fáa bjóðað fosturtøku?? Tað er møguligt, at tað kostar samfelagnum nakrar krónur at hava slík brekaði fólk; men tað kostar meir at royna at forða teimum lívið. Samfelagið gerst fátækt, um vit royna at spæla Gud og seta okkum til dómarar yvir lív og deyð. Vrakari Palli Olsen Skálavík Tað er vanligt at siga, at lopið verður á har sum garðurin er lægstur. Tað kan man so sanniliga siga um hetta sparilógarupp- skotið, sum løgtingsins fíggjarnevndin er komin við fyri 2003 eftir vegleið- ing frá Páll Á Reynatúgvu og Bill Justinussen. Tey hava lagt eftur nøkrum einstøkum forsyrgjararum eftir peningi, peningur sum hevur verði lógarfestur í mong ár. Havi lurtað eftir aðru viðgerð á tingi nú um dag- arnar, tað var ein tingmaður sum tók hetta málið upp á tungu, tað var Kristian Magnusen, hann royndi at fáa onkran av landsstýris- monnunum at svara sær og koma við einari góðari grundgeving um, hví henda lógin skuldi takast av, men teir hirdu honum ikki svar. Eg haldi sjálvur, at hatta er ikki so familjuvinarligur polittikkur, gjarna eru tað forsyrgjarar, sum eru sera fíggjarliga kroystir yvir- høvur, sum verða raktir av hesi lógaravtøku. Fyri ein forsyrgjara, sum hevur eitt barn merkir tað, at hann skal av við 4866,00 kr. fyri at hatta fíggjarlógarupp- skoti 2003 skal halda, tað kann ikki sigast annað enn, at tað rakar hart og órætt- víst. Vit sleppa jú ikki und- an øllum hinum meirav- gjøldum, sum tit leggja á okkum. Men Páll og Bill, gott í tykkum, tit kunnu ikki verða so eirindaleysir at taka eina so stóra upphædd frá einsaklingum bara við einum pennastroki, eitt skal eg fortelja tykkum, at tað rakar hart so tað stendur eftir. Viðmerking til avtøku av stuðli til uppihaldspening KONSERT Í annaðkvøld, hós- kvøldið, kl 19:30 verður konsert við Tórshavnar Kamarkóri í Skálanum í Kommunuskúlanum í Havn. 1. desember hevði kamarkórið konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og varð framførslan har sera væl eydnað. Kórið syngur føroysk- ar og bretskar jólasangir. Harumframt syngur kórið løg, sum m. a. eru smíðað á italskum og týskum máli. Kórleiðari er ungi nólsoyingurin, Leif Hansen, sum esiini hevur verið at sæð sum kórleiðari í Nólsoy og á Flatlondum. Tórshavnar Kamarkór verður eisini at hoyra í miðbýnum í Havn 20. og 21. desember. ST-FELAGSSKAPUR Í hesum døgum verður farið undir stovnanina av einum føroyskum Sam- eindu Tjóðum áhugabólki í Føroyum. Fyri at stuðla hesum tiltaki, er ein nýggj heimasíða at finna á al- nótini, ið skal lodda dýpið, hvat føroyingar halda um ST og samstundis vera eitt savningarstað, har til ber at finna upplýsingar um ST og arbeiði tess. Hóast Føroyar enn ikki eru ein sjálvstøðugur limur í ST, so er kortini nógv hjá føroyingum at kjakast um í hesum sambandi. Tí hóast vit ikki eru ein av tjóðun- um, ið kunnu atkvøða al- ment í ST, so eru vit ein- staklingar í Føroyum eins nógv ein partur av globala samfelagnum og verða ávirkaði so ella so av tí, ið fyriferst í ST. Vit bæði eiga og kunna vera við til at ávirka ST-samtyktir, antin gjøgnum Danmark ella teir mongu ikki-stjórnar felags- skapirnar (NGO's), ið til eru. Endamálið við einum føroyskum ST felagsskapi, er júst at fáa kjakið um ST á eitt stig, ið elvir til at vit í Føroyum fáa betri innlit í hvat ST er fyri ein stovnur, hvussu stovnurin ávirkar okkum, bæði sum einstak- lingar í Føroyum og sum tjóð, og hvussu vit kunnu taka lut í ST-samtyktum og í arbeiðinum hjá ST. Á heimasíðuni stendur at lesa um hugsjónina aftan fyri stovnanina av hinum føroyska ST felagsskapin- um og har er møguleiki hjá fólki at tekna seg sum lim ella bert at fáa upplýsingar um tiltøk o.a., og at at- kvøða um ymisk evni, ið eru aktuel viðvíkjandi ST og/ella Føroyum. Vónin er at hava ein fjølbroyttan limaskara; frá folki, ið hava verið við í ST-tiltøkum áður, til lærarar, námsfrøð- ingar, sjúkrarøktarfrøðing- ar, heimagangandi foreldur, skúlanæmingar og fiski- menn. Áhugabólkurin er ikki ætlaður bert at vera fyri serfrøðingar, men ein verulig fólkafylking. Talan er ikki um ein felagsskap undir ST, men eina fólkafylking fyri hug- sjónini aftan fyri ST. Í fyrstu atløgu er talan um eina deild av donsku United Nations Association (UNA) (FN Forbundet). Heimasíðan er at finna á: http://unafo.webpuffin.com og annars ber til at fáa fleiri upplýsingar við at senda teldupost til: a-j@post.olivant.fo Felagsskapurin fer í fyrstu atløgu at leggja dent á upp- lýsing til skúlar um ST- hugsjónina og ST-tiltøk og um hvussu einstaklingar kunnu hjálpa til í teimum mongu verkætlanunum hjá ST, siga stigtakararnir í tíðindaskrivi. Kamarkórið í Kommunu- skúlaskálanum Stovna ST felagsskap í Føroyum FLØGUÚTGÁVA Tónleikabólkurin Lossing- armenn eru komnir út við nýggjari fløgu. Teir, ið manna Lossing- armenn eru: Búi E. Dam, Hallur Johannesen, Rógvi á Rógvu og Leivur Thomsen. Gestasangari er Eivør Pálsdóttir. 10 løg eru á fløguni. 8 løg eru instrumental og hini bæði løgini eru gjørd til yrkingina »Sólareygað« hjá Róa Paturson og »Selatrað« hjá Tummas N. Djurhuus. Tónleikurin er melodi- øsur improvisatiónstón- leikur, inspireraður av ymsum tónleikastílum m. a. country, blues, jazz og sálmum. Tað er Búi E. Dam, sum ger tey flestu løgini, meðan Hallur Johannesen og Egi Dam eiga hvør sítt lag. Í jólavikuni spæla Loss- ingarmenn á Káta Hornin- um. Fløgan verður givin út á plátufelagnum Tutl og verð- ur seld í øllum fløguhandl- um kring landið. Fløgan er tikin upp í Focus Recording í Keyp- mannahavn. Fløguhúsan hava teir báðir Niels Arge Galán og Uni Árting gjørt. Stuðlað útgávuni hava: Mentunargrunnur Land- sins, Fjølrit, Havnar Timb- urhandil og Tor-Shipping. Lossingarmenn við nýggjari fløgu C M Y K 13 12