mikudagur 18. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 243 - 18. desember 2002
Stóra arbeiði hjá
dananum í Nólsoy,
Jens-Kjeld Jensen,
sum í mong ár hevur
kannað fuglar og
fuglalív í Føroyum, er
nú vorðið virðismett
av Dansk Ornitolog-
isk Forening. Felagið
hevur nevniliga til-
lutað Jens-Kjeld ein
heiðursløn fyri avrik
hansara
FUGLAR
Vilmund Jacobsen
Í samstarvi við Náttúru-
gripasavnið og Norður-
landaráðið
hevur
Jens-
Kjeld Jensen í fleiri ár
fangað smáfuglar við fellu,
sum hann hevur skrásett og
ringmerkt.
Umframt, at maðurin er
kendur
fuglaútstappari,
hevur hann eisini í fleiri ár
eygleitt heimsins størstu
drunnhvítakoloni, sum er í
Urðini í Nólsoy.
Fyri hetta arbeiðið hevur
Dansk Ornitologisk For-
ening nú veitt honum eina
viðurkenning, og herfyri
tók hann ímóti prísinum í
Odense.
Føroyar heimskendar
Umfatandi arbeiðið hjá
Jens-Keld
við
fuglum
hevur gjørt hann sjálvan og
Føroyar kendar millum
fuglafrøðingar kring allan
heimin.
Í grundgevingunum fyri
heiðurprísinum,
vísir
Dansk Ornitologisk For-
ening á fuglafelluna, har
Jens-Kjeld fangar hópin av
fuglum á hvørjum ári.
- Tú tekur blóðroynd av
teimum mest sjáldsamu
fuglunum og sendir tær til
Zoologisk Museum í
Keypmannahavn til eina
DNA-kanning, so nærri
eyðmerking
kann
fara
fram. Tú arbeiðir sam-
stundis við ringmerking,
bæði fyri náttúrumyndug-
leikarnar í Føroyum og fyri
ringmerkjadeildina
á
Zoologisk Museum. Hartil
hevur tú heimsmet í ring-
merking av drunnhvítum
og er sostatt í stóran mun
við í arbeiðnum at skapa
eina nýggja vitan um hetta
fuglaslag.
Fleiri til Føroya
Jens-Kjeld Jensen hevur
afturvendandi skrivað um
føroysku
náttúruna
og
fuglalívið í útlendskum
fjølmiðlum. Nýliga hevði
P1 í Danmarks Radio fleiri
sendinger við Jens-Kjeld,
og Dansk Ornitologisk
Forening
vísir
í
síni
grundgeving á, at hesar
sendingar hava givið fleiri
fólkum íblástur til at vitja
Føro yar.
Í gjár landaði djúp-
vatnstrolarin,
Rankin, 160.000 pund
av upsa á Tvøroyri
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nú tað hevur viðrað, hava
útróðrarbátarnir á Tvøroyri,
sum royna við línu, fingið
nógvan fisk. Tann eini av
bátunum,
Havnatindur,
hevði 12.000 pund mána-
dagin.
Á Tvøroyri siga tey, at 5-
6 útróðrarbátar royna við
línu, og nakrir smærri bátar
royna við snellu.
Seinastu dagarnar hevur
Fiskavirking á Tvøroyri
keypt eini 40.000-60.000
pund av útróðrarfiski um
dagin.
Veiðan hjá útróðrarbát-
unum er toskur og hýsa.
Meginparturin av hýsuni er
3 og 4'arar og toskurin 2 og
3'arar.
Sagt verður, at veiðan er
umleið helvtarbýtt, toskur
og hýsa.
Svartkalvi og upsi
Mánadagin landaði garna-
skipið,
Ólavur
Hvíti,
22.000 pund av svartkalva,
og í gjár var djúpvatns-
trolarin, Rankin, við um-
leið 160.000 pundum av
upsa.
Heldur veðrið sær, hava
tey nóg mikið av fiski á
Fiskavirking á Tvøroyri til
alla hesa vikuna.
Útróðrarbátar á Tvøroyri
fáa nógvan fisk
Jens-Kjeld ger Føroyar
heimskendar
Minningarorð um
fastir mína,
Snæbjørg Ørvarodd
Tað fellur mær ikki lætt, at skulu skriva minn-
ingarorð um fastir mína, Snæbjørg, sum doyði bert
49 ára gomul, ein kvinna í besta aldri. Tað er enn
so óveruligt fyri meg, er tað virkiliga Snæbjørg,
sum liggur har, so lívsglað, hóast eitt lív merkt av
sjúku og eitt so gott menniskja, hon var altíð so
góð við meg og mína familju og altíð var hon so
positiv, tá vit tosaðu.
Mamma mín plagar at siga: „ein veit ikki á
morgni at siga, hvar á kvøldið ein gistir“ og tað er
so satt, sum tað er sagt, tí er tað altíð ein troyst hjá
okkum sum varða av, at vit ein dag skulu síggjast
heima í himli hjá okkara himmalska faðir.
Tá boðini komu um at Snæbjørg ei longur var
ímillum okkara, var fyrsta reaktiónin hjá mær, hví
vóru vit ikki og vitjaðu hana á sjúkrahúsinum ella
fyrr í vikuni, hví?
Eg skilti ikki beinanvegin, hvat var hent, at eg
aldri skuldi síggja hana aftur, at hon aldri aftur
skuldi vina okkum bei í durinum, júst sum hon
altíð gjørdi, tá vit høvdu verið og vitjað hana og
Dalfinnur.
Tá eg so skuldi bera boðini víðari til Sandu og
Sunnrið, var eg eitt sindur stúrin fyri hvussu tær
fóru at taka hesi tungu boð, tí tær vóru so glaðar
fyri Snæbjørg, abbadidd. Tann, sum eg stúrdi mest
fyri var Sandra. Snæbjørg hevði, beint áðrenn hon
doyði, lovað Sandru ein býtúr, bara tær báðar og
tað gleddi hon seg so sera nógv til.
Tað vísti eg tó, at mær nýttist ikki at verða stúrin.
Sandra var júst komin upp og eg gav henni stundir
at vakna, áðrenn eg segði henni frá tí, ið hent var.
Sandra hevur altíð verið ein so skilagóð genta og
tað var hon eisini í hesum førinum, har sat hon og
segði so rørandi við meg: „Mamma, ikki gráta, eg
gráti ikki, tí eg veit, at abbadidd hevur tað betri.
Har hon er nú, er ongin pína og ongin sjúka.“ Tá
mátti eg tára. Har sat mín 12 ára gamla dóttir og
játtaði sína barnatrúgv.
Mínir tankar leita til ein sang, har næsta versi
byrjar soleiðis:
„Í tí landi ei tár skulu renna,
eingin pína og sjúka skal níva,
har ein særandi sorg er at kenna,
- um eitt bil, ja, so eri eg har.
Vikuskiftið áðrenn Snæbjørg doyði, vóru eg, hon
og genturnar ein túr í viðarlundini. Eg veit ikki
rættuliga, hvat tað var, sum fekk meg at ringja til
hennara, fyri at vita, um hon kom við ein túr. Men
eg eri ógvuliga takksom fyri tann dagin. Tað var
ein friðarlig og hugnalig løta og samstundis var tað
síðstu ferð vit sóu Snæbjørg á lívi.
Snæbjørg var eitt gott menniskja við einum
stórum hjarta og altíð var hon so gestablíð. Hon
var góð við meg, Arna og genturnar og vit sakna
hana ómetaliga nógv í okkara lívi, men gleðast
samstundis yvir, at vit ein dag skulu síggjast.
Góði Dalfinnur, Jón, Sveinur v/ familju, Gert og
Gisli, má Harrin styrkja tykkum í tykkara samki og
missi.
Æra verið minni um fastir mína og okkara abba-
didd, Snæbjørg.
Sigrun
Arbeiðið hjá Jens-Kjeld Jensen við fuglum og fuglalívi hevur gjørt hann sjálvan og Føroyar heimskendar millum fuglafrøðingar
stórar n‡ggjárskonsertir
politikkur
er at spæla cowboy
- ung or›
hvussu fert tú
at halda jól?
jens marni hansen
- vangamyndin
C
M
Y
K
15
14