mikudagur 18. desember 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 243 - 18. desember 2002
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Tlf. 31 18 20
Fax 31 47 20
Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
Solby Anna Eliasen
<ph_1> er ein partur av Sosialinum
annanhvønn mikudag. Evstamark er
á middegi fríggjadag
Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
áðrenn blaðið kemur út.
Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn
254 mm breiðar og 70 mm høgar.
Hósdagur 12. desember
Í morgun leita›i eg svøk eftir tí rey›u
troyggjuni. Eg hev›i koyrt hana til vask fyri 1
viku sí›an, men mamma hev›i SJÁLVANDI ikki
vaska› hana. Hon er altí› so stressa›!
Sum um eg ikki eri ta›! Í dag skulu vit til
roynd í føroyskum stíli. Heilt sikkurt bara
ke›ilig evnir at velja í! Tá eg endiliga var›
li›ug, fóru eg og Sunneva ni›an í SMS.
Sjálvandi vóru Jón og Kristina har! Hon hugdi
ordiliga yvirlegin eftir mær, men tá Símun setti
seg hjá mær og Sunnevu, var› hon nokk so
súr.
Tá eg kom heim, hev›i eg sjálvandi gloymt at
keypt inn fyri mammu. Hon var› ikki blí›, tí so
mátti hon sjálv fara og taka lítlibeiggan vi›,
sum bara græt. Og hon, sum er so stressa›
og bla, bla, bla.
Sunneva kundi ikki koma ni›an, tí Høgni hev›i
bi›i› hana koma í biograf. Eg orki ikki fyri
vinkonum, sum altí› velja sjeikin framum alt,
sjálvt um hann hevur veri› ordiliga ke›iligur
kvøldi› fyri. Eg fór tí›liga í song!
Fríggjadagur 13. desember
Royndirnar eru tíbetur lidnar og mamma hev›i
vaska› troyggjuna! Jubi! Um eina viku er
jólafrí! Jubi! Vit hava bara hugna› okkum í
skúlanum og vit sluppu tí›liga heim.
Eg og Sunneva fóru í b‡in at hyggja eftir
klæ›um. Mamma skuldi geva mær pengar til
jólaklæ›ir og eg fann ein lekran kjóla og ein
jakka. Sunneva keypti jólagávu til Jón - eitt
hálsband.
Jón sendi mær eitt sms og spurdi hvat eg fór
at gera seinni. Jubi! Eg svara›i ikki aftur
beinanvegin, men so spurdi hann um eg kom
oman til hann.! Eg svara›i bara "kanska", men
eg fór aftaná náttur›a! Hann seg›i ikki eitt
or› um Kristinu og eg tímdi ikki at spyrja. Vit
avtala›u at fara á konsert í anna›kvøld!
Sunneva ver›ur sikkurt súr, tí Høgni tímir
ongantí› á konsert vi› henni. Men ta› má
hon um!
Eg var annars næstan li›ug at keypa
jólagávur, men nú má eg eisini keypa
til Jón :o) . Veit bara ikki hvat ta› skal vera!
Dagbókin - 10 a í Venjingarskúlanum í Havn
Kollfir›ingurin Jens
Marni Hansen, sum før-
oyingar flest kenna best
úr bólkinum All That
Rain, hevur havt fer› á
innan tónleikin ta› farna
ári›. Fyrr í ár luttók
hann í talent kappingini
hjá TV 2 Popstars og
klára›i hann seg heilt
væl. Hann hevur ongar
ætlanir um at leggja tón-
leikin á hillina – heldur
tvørturímóti
Ongin ítøkilig ætlan liggur á
borðinum beint nú, men Jens
Marni sigur, at framtíðarætlanin-
ar, hóast tær eru óvissar beint
nú, eru at royna at fáa tónleikin
fram uttanlanda. Hann ætlar sær
at arbeiða við nøkrum løgum,
sum hann so fer at royna at fáa
fram uttanfyri landoddarnar.
- Um tað skal verða, so skal tað
verða nú, sigur hann.
Hann vísir á at vera kendur í Før-
oyum, tað er ikki so stórt. Tað er
so skjótt, at ein er komin runt í
landinum, so vónin um at liva av
tónleikinum í Føroyum, tær eru
so at siga ongar. Og sum tónleik-
ari er tað til tíðir eisini neyðugt at
fáa onkran steðgin, so at ein
kann fáa tíð til at hugsa um
nýggj hugskot. Og tað kann ger-
ast so nógv betur, tá ein ikki er
noyddur at hava annað livibreyð
við síðuna av tónleikinum. Tí tón-
leikur krevur nógva tíð.
- Fyri fyrst hevði eg kunnað
hugsað mær at roynt meg í Dan-
mark. Og so møguliga í Íslandi
seinni, men sum sagt, tað er ikki
nakað fastlagt.
Við síðuna av tónleikinum starv-
ast Jens Marni sum maskinsmið-
ur. Tað er neyðugt, tá ein ikki
kann liva av tónleikinum, men
tað er strævið at arbeiða alla vik-
una og so eisini um vikuskiftið.
- Men eg havi fingið sera góðar
sømdir frá mínum arbeiðsplássi,
tað er púra vist. Annars er ikki
vist, at hetta hevði kunnað borið
til, heldur Jens Marni.
Jens Marni gjørdi annars vart við
seg fyrr í ár í Danmark, tá hann
luttók í Popstars. Hann greiðir
frá, at hann upprunaliga ætlaði
at royna seg í eini aðrari sending.
Ein sum eitur Rock-idoler á TV 3,
men hann var ov seinur at tekna
seg, og so gjørdi hann av at
melda seg til Popstars, hóast
hann ikki sær seg sjálvan so
popputan.
Jens Marni dylur ikki fyri, at
hansara luttøka í Popstars hevur
givið respons. Serliga hevur hann
hoyrt frá føroyingum í Danmark,
sum hava við tónleik at gera.
Men eisini danir hava latið hoyrt
frá sær.
Upptikin allan desember
Jens Marni sigur, at so gott sum
hvørt vikuskiftið allan desembur
mánaða og langt inn í januar er
”bookað” fyri langari tíð síðani.
Jólaborðhald, dansir og veitslur
eru á skránni allan mánaðan.
Men tað hevur hann onki ímóti,
tí honum dámar so ómetaliga
væl at spæla og syngja.
Hann og Kim Hansen arbeiða
nógv saman, og Jens Marni sig-
ur, at hóast annar er meira til
rokk og hin kanska eitt sindur
nærri at poppinum, so hevur
hetta samstarv eydnast avbera
væl higartil.
- Vit líkjast nokk so nógv, Kim og
eg, hóast alt, og tí haldi eg, at
tað kann fara at verða sera
spennandi, hvat kemur burtur úr
okkara samstarvi.
Jens Marni byrjaði at spæla gittar
sum 10 ára gamal. Hann var ein-
ans 13 ára gamal, tá hann stóð á
palli fyri fyrstu ferð og spældi til
dans. Tað var eina nýggjársaftan í
bygdarhúsinum í Kollafirði. Men
Jens Marni veit eisini at siga, at
hann plagdi at hava framførslur í
stovuni heima við hús sum fýra
ára gamal, so ikki kann annað
sigast enn, at Jens Marni hevur
vitað frá ungum árum, hvat hann
ætlaði sær.
- Eg droymdi jú um at verða
rock-stjørna, tá eg var lítil, sigur
Jens Marni, sum fer at halda jól í
Kollafirði saman við gentuni og
foreldrunum.
Sosialurin Nr. 243 - 18. desember 2002
3
Navn:
Jens Marni
Hansen
Aldur:
28 ár
Starv:
Maskinsmiður
Yndisorð:
Nina
Føðingardagur:
18.12.1974
Hvat vildi tú verða,
tá tú vart stórur,
tá tú vart lítil?
Rokk-stjørna
Vangamyndin:
Jens Marni Hansen
18121974
pp
satsar upp á útlandi›
C
M
Y
K
17
16