Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 243 - 18. desember 2002 afturvendandi nýggjárskon- sertin verður aftur í ár. Hon verður leygardagin tann 28. desember. Fýra bólkar eru við, og teir eru Clickhaze, MC Hár, Déja Vu og Tangz. – Ógvuliga nógv fyrireiking skal til eina slíka konsert, og vit leggja ógvuliga nógv orku í at fyrireika, sigur Herborg Joensen, sum situr í nevndini hjá Kyndli, sum skipar fyri konsertini. – Eini 40-50 fólk skulu vera til taks hetta kvøldið. 25 duravørar eru, og harum- framt eru eisini fólk í garderobuni og aðrastaðni. Undanfarin ár hevur stórur áhugi verið fyri konsertini. Høllin kann taka upp í 1500 fólk, og okkurt árið hava tað verið heilt til 12-1300 fólk inni. Herborg vónar, at fólk fara at taka væl undir við kon- sert ini. Plakatir skulu prent- ast fyrsta dagin, og at- gongumerkini fara at kosta 120 krónur. Konsertin byrjar klokkan 23.30, og endar klokkan 4. Sostatt verður umleið ein tími í part til hvønn bólkin. Millum jól og nýggjár verða tvey stór tiltøk. Annað verð- ur í TB-húsinum á Tvøroyri, og hitt verður í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Talan er um konsertir við heims- kenda bólkinum DJ Aligator. Bólkurin hevur fyrr vitjað í Føroyum. Tað var í januar 2001. Nú leitar hann sær so aftur til Føroya, og hesaferð verða tvær konsertir ístaðin fyri ein. Platform og Mentanarhúsið í Fuglafirði skipa fyri tiltaki- num, og vónirnar fyri at fáa nógv fólk at koma at lurta eru góðar. – Tá DJ Aligator var her seinast var so at siga útselt á Kambdali. Yvir 1000 at- gongumerki vóru seld. Tá kostaðu atgongumerkini 260 krónur, men hesaferð hava vit fingið tey niður á 175, sigur Havgrímur Jo- hannesen, sum er ein av fyriskiparunum. Síðani bólkurin var í Føroy- um seinast hevur hann fleiri hitt bæði á Top of the Pops og MTV. Á konsertini í TB-húsinum verður DJ Kristian Joensen úr Klaksvík við, og tað heilt stóra showið verður í Ment- anarhúsinum tann 28. Tá verða Eyðun & Terji, James Olsen við Frælsis-showi og diskotek. Onki aldursmark er til kon- sertinar, sum eru frá klokkan 23.30 til 4.00. Atgonumerki eru at fáa á flestu Statoil støðum kring landið, og harafturat eru tey til keyps í 3´aranum og Kunningarstovuni í Havn, Haraldsen í Fuglafirði og í Tangabúðini. Bussur fer eisini úr Havn, Strondum og Toftum til Fuglafirðar. Um tú vilt vita meira, kanst tú vitja heima- síðuna www.dj-aligator.com Stórt n‡ggjársbrak á Hálsi Aligator, Frælsi í dós og Ey›un & Terji ss Sosialurin Nr. 243 - 18. desember 2002 5 hvussu fert tú halda jól?¿ Vit hava sett ymsum stevnu, og spurt, hvussu tey fara at halda jól. Gerast skal vart vi›, at samrø›urnar vór›u gjørdar í seinastu viku, so ta› kann til dømis væl vera, at fíggjarlógin longu er samtykt, og Jón Rói og gentan hava fingi› eitt barn. Fyrivarni skal tí takast fyri hesum. Annlis Bjarkhamar – Eg giti, at so skjótt sum henda fíggjarlógin er samtykt, so fari eg til Suðuroyar, har eg fari at halda jól saman við foreldrunum og lítlusystrini. Jólaaftan fara vit altíð í kirkju og vit fáa dunnu til døgurða. Fyrsta dag vitja vit familju, og annað jólakvøld plagi eg at fara í býin við vinfólkum, sum koma uttanlands frá at halda jól. Tað plagar at vera eitt gott kvøld, serliga tí tú sært øll fólkini, sum tú ikki sært ofta, og so tí eg ikki eri so ofta í Suðuroy. at Jón Rói Jacobsen – Í løtuni bíði eg bara eftir, at gentan skal eiga, og so ætli eg mær at halda jól saman við teimum. So verður tað bara tað vanliga: Ein góður jóladøgurði, sum er dunna og gás, og so gávurnar. 1. jóladag verða restirnar etnar, og so slappar man bara av, og annað jólakvøld fer man kanska ein túr í býin. Plagar man ikki tað? Høgni Zachariasen – Eg plagi at halda jól heima hjá foreldrunum her í Havn. Vit hava eini summarhús norðuri í Vík, og har plaga vit at vera viðhvørt, men í ár vera vit í Havn. Tá klokkan er 15 fara vit niðan í Útvarpið til jólatræ við børnunum, og aftaná koyra vit runt við jólagávum. Um kvøldið er ræst kjøt í ovnin á matarskránni, og so verða gávurnar pakkaðar upp. Annan av jóladøgunum plagar familjan altíð at hittast. Antin heima hjá okkum ella onkra aðrastaðni. Angela Petersen - Eg elski jólini, hugnan og pakkar undir trænum. Eg eri júst sum børnini jólaaftan. Vit plaga at lurta eftir barnaútvarpinum og jólamanninum fyrrapartin jólaaftan. Síðani eta vit skerpikjøt á middegi og hugna okkum. Um fimmtíðina plaga vit at gera okkum tilreiðar at fara út at halda jólaaftan hjá familju. Í ár verður tað so hjá verforeldrunum. Har eta við gás og dunnu og alt sum har til hoyrir. Síðani fara vit at ringja eftir jólamanninum, og meðan vit bíða, ganga vit og lúra eftir honum. Hann býtir so gávurnar út við góðari hjálp frá børnunum. Tá vit eru liðug at pakka út, fara vit at eta rís´a la´mande. Síðani hugna vit okkum við ymiskum spølum og øðrum. Og klokkan er altíð nógv, áðrenn vit fara til songar jólaaftan. Jóladag er so ymiskt. Tað veldst um veðrið. Um tað er kavi, so plaga vit at fara út, meðan onkur er inni og syrgir fyri, at fleskasteikin verður sett í ovnin. Á jólum er onki stress og bara hugni. Eg gleði meg altíð líka nógv sum børnini. C M Y K 19 18