Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 243 - 18. desember 2002 So var jólakappingin liðug Kappingin, sum varð skipað fyri til jóla, er nú endiliga liðug. Hon hevur verið nú í trimum bløðum, og vinnararnir eru nú kosnir. Vinnararnir og svarini til kappingarnar standa niðanfyri. Vit takka fyri luttøkuna. Spurningur 1: »... leiði teg í eina verð, sum tú aldri fyrr hevur sæð...« Her skuldi svarast, hvør sangarin/bólkurin var, og hvussu sangarin eitur. Svar: Sangurin er »Undir somu dýnu« sum Tangz (Rókur Jakobsen) syngur og spælir Spurningur 2: »... I´m having an old friend for dinner...« Hvør er filmurin og hvør sigur hetta? Svar: Anthony Hopkins sum Hannibal í Silence of the Lambs Spurningur 3: Hvør hevur yrkt »Gleðilig jól«? Svar: Fríðrikur Petersen Vinnararnir gjørdust: Gávukort á 500 krónur frá 3´aranum, umframt ein tónleikaárbók: Malan Ludvig Rudi Samuelsen Ein tónleikaárbók frá Studio Pegasus: Hugin Brend Bech Barbara á Rógvi Eli Gærdum Joan Ejdesgaard Thomsen Jónsvein Berg Tykkum verður ynskt hjartaliga tillukku við vinningunum <ph_1> redaktiónin vil við hesum ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Næsta blað verður á gøtuni mikudagin tann 15. januar 2003 <ph_1> Sosialurin Nr. 243 - 18. desember 2002 7 Dag og dagliga fylgja fjøl- miðlarnir vi tíðindum úr tí politiska heiminum, og sum ung munnu tey vera fá, ið eru rættiliga áhugað í hesum. Tó so, fleiri eru, sum fylgja við og hava stóran áhuga fyri tí, ið rørir seg í tí politiska retorikki- num. Men eru tað veruliga mong ung, sum í sínum bestu árum tíma at baksast við hetta raffineraða evnið? Á einum gerandisligum støði? Nei. Sum so er tó onki galið í tí, at ung í flestu førum ikki hava serligan áhuga fyri teim málum, ið verða viðgjørd alla tíð allastaðni. Táið umræður eitt nú „føroyska fullveldið”, hava vit í alt ov stóran mun lynd- ið til at bólka okkum upp í annaðhvørt tjóðveldisfólk ella sambandsfólk. Hetta er ein av sonnu vandunum við hesum máli, og ein av høv- uðsorsøkunum til spjaðing- ina í tí føroyska samfelag- num. Hetta varpar um somu tíð eina óhugnaliga glærmynd av framtíðar ungdómi Føroya. Tað er eyðsæð, at vit held- ur skuldu staðið saman. Tað er eyðsæð, at vit held- ur áttu at niðurbrotið teir ideologisku múrar, vit laga umkring okkum, og lagt felags ætlanir. Tey ungu í Føroyum hava í høvuðsheitum heldur ikki havt nakað annað at tikið støðu til politiskt uttan full- veldismálið, ið seinastu ár- ini hevur vigað á tromini á hvørjari føroyskari tungu. Men hví so ikki gjørt burtur úr hesum sermáli? Eg havi hugsað um tað. Kundu vit ikki fingið west- ern filmsjangruna í føroyskt skap? Á sama hátt sum amerikumenn, kundu vit føroyingar lýst okkara søgu gjøgnum cowboyfilmar. Cowboyfilmar, har frælsi er ultimativið, og fullveldis- menn og sambandsmenn berjast ímóti hvørjum øðr- um! Ja, hevði tað ikki stutt sagt verið genialt!? Einasti trupulleikin hevði verið at valt part. Eyðsýnt er, at neyvan høvdu øll ver- ið samd um, hvussu filmur- in skuldi sæð út, og vandin fyri, at vit lýstu søguligu hendingarnar skeivt, hevði óivað spælt inn. Tað hevði helst komið ann uppá, um tú stuðlar flokki B ella E. Men kundi tað ikki riggað? Vit kundu gjørt ein nútím- ans føroyskan western, har Anfinn er presidentur, og Høgni tann beinharði sher- iffurin, ið herðir krøvini fyri øllum lógleysum. Indiánar- arnir kundu so verið Jóann- es og Lisbeth, ið kempa fyri at varðveita teirra territori- um og togast við politiska eirindaloysi?! Ella øvugt, har i? Jóannes er yvirhøvdið og Lisbeth lógarinnar kaldi kjálki!? Pallsetingarnar kundu verið í Tórshavn, Skansin og barrirnar har eru jú upp- løgd støð til eina slíka film- ing! Men so er at finna hetjuna. Tí hvør er nú hon? Er tað Fogh? Ella Nyrup? Ella er tað í veruleikanum Høgni? Ella Lisbeth? Og hvør er taparin? Torfinnur Politikkur er at spæla cowboy Ung or›: My Big Fat Greek Wedding Hetta er ein romantiserað komedia um Romeo & Juliet parið í eini amerikanskari versión. Toula er 30 ára gomul og býr framvegis heima hjá foreldrunum. Tey eru upprunaliga úr Grikkalandi, og foreldrini - serliga pápin - ganga ógvuliga høgt upp í teir grisku siðirnar og halda fast við, at børnini ikki skulu gloyma teirra uppruna. Familjan eigur eina matstovu, har Toula arbeiðir. Toula er gjørd “ljót” í byrjanini av filminum. Við hjálp av brillum, ljótum klæðum og brillum, megna filmsmakararnir at fáa Toulu at síggja “kiksaða” út. Hon er ikki sum hini, og tað minnist hon eisini frá skúlanum tá hon var lítil. Toula hevur ein beiggja og eina systir. Beiggin og systirin akta pápan og gera sum hann vil, og tí eru tey høgt í metum hjá foreldrunum. Toula er so at siga tað svarta lambið í familjuni. Hon skilir ikki, hví tey skulu halda fast í teirra uppruna, og tá hon so hittir amerikanska Ian Miller fær pípan eitt annað ljóð. Ian Miller, leiktur av John Corbett, sum vit kenna millum annað sum Aidan í Sex and the City, er high-school lærari. Ian og Toula forelskað seg sjálvandi hvør í øðrum, men við einum mótstríðandi pápa, sum heldur, at allir trupulleikar kunnu loysast við vindeygareins, verður tað trupult nakrantíð at síggja eina framtíð saman fyri tey bæði. Alt bendir á, at Toula og Ian ongantíð sleppa at giftast. Men vísdómsorðini hjá mammu Toulu vístu seg at halda: Maðurin er yvirhøvdið í familjuni, men konan er nakkin, og hon kann venda høvdinum allar vegir, sum hon vil. Familjan hjá Toulu er stór og larmar illa, meðan foreldrini hjá Ian hoyra til amerikanska yvirklassan við fínum fornemmilsum, so tey fáa eitt sjokk fyrstu ferð tey hitta grisku familjuna. Henda Romeo & Juliet komedian endar tó væl. Brúdleypið verður hildið aftaná nógv roks og fjast av øllum møguligum slag. Millum annað skal Ian fyrst doypast í eini ortodoksari-griskari kirkju, tí annars sleppa tey ikki at giftast í eini slíkari. Hetta er ein amerikansk komedia so tað baskar. Hetta er eitt yvirdrívilsi av suðurlendskum innflytarum í Sameindu Tjóðunum á ein stuttligan hátt. Filmurin er stuttligur, men tú skalt ikki vænta at fáa ilt í búkin so nógv tú flennir. So um bindiklubburin ella kanska enntá eitt par ætlar sær út at síggja eina romantiska komediu, so er hetta filmurin fyri tykkum. fakta um my big fat greek wedding leikarar: nia vardalos, john corbett, michael constantine, lainie kazan, andrea martin o.o leikstjóri: joel zwick longd: 96 min. sta›: havnar bio, og filmurin er fyri øll C M Y K 21 20