Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 243 - 18. desember 2002 Oddastríðið í bestu kvinnudeildini blotnaði ikki pettið um vikuskiftið, og enn er einki avgjørt millum tey trý fremstu liðini KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hóast Dráttur hevur gjørt onkran vørrin í ár, so hava avrikini seinastu vikurnar kortini ikki bent á, at tær kunnu fara at seta kílar ímillum tey trý ovastu lið- ini. Spennningurin var ann- ars stórur, tá TB kom á vitjan um vikuskiftið, men tað skuldi skjótt vísa seg, at her var ikki stórvegis at gera hjá heimaliðnum. Føroyameistararnir úr TB hava kanska ikki vunnið heilt so nógv, sum tær kundu hugsað sær í ár, og ikki minst hava tapini fyri ÍF tikið fast, men í aðrar mátar tykist liðið í løtuni vera besta boðið um ein komandi meistara. Fyrstu tvey settini rætt og slætt hólvaðu tær annars heima- sterka Drátt ígjøgnum, og tó at tað í triðja settinum var um reppið, at Dráttur fekk argað eitt sindur, so nart hetta ikki við heildar- metingina av dystinum. Hini fylgja við Hóast bragdliga avrikið hjá TB í Vágunum, so skerst ikki burtur, at tað eisini eru onnur lið, sum vilja tosa við um, hvar meistaraskap- urin skal fara. Fyrst og fremst er tað kanska ÍF, sum við tveim- um sigrum á meistarunum leggja trýst á, og hjá teim- um var so eingin slingur í valsinum, tá tær høvdu vitjan av KÍF. Hóast sett- munurin ikki var so ræð- andi stórur í dystinum, so var ongan tíð ivi um, at ÍF átti sterkara liðið, og uttan at tær nakran tíð spentu seg heilt út, vunnu tær ein tryggan 3-0 sigur. Og ivi var heldur ikki í Klaksvík, har gamli før- oyski flogbóltsklassikarin var á skránni. Tað er tó so sum so við spenninginum í hesum fyri tíðina, og tað var heldur ikki tað stóra, sum Fleyr fekk gjørt sunnudagin. Heldur ikki hóast tað langt ífrá var eitt Mjølnir í sterkastu upp- stilling, sum var á vøllin- um. Spurningur er so, hvussu tað fer at tørna út, nú farast skal undir endaspælið í flgogbóltskappingini. Iva- leyst er tað framvegis so, at TB eru favorittar at endur- vinna FM, men tað er so heldur eingin ivi um, at kappingin í ár fer at verða bæði harðari og breiðari, enn hon var í fjør. Alt bendir í øllum førum á, at tað verða innanhýsis dyst- irnir millum TB, ÍF og Mjølnir, sum verða avger- andi fyri, hvussu leikur fer, tó at Dráttur kanska onkun tíð fer at hava eitt orð at siga í so máta. Fyri Fleyr og KÍF verður tað fyrst og fremst ein spurningur um at sleppa undan niðurflyting- ini, og eisini her verða tað fyrst og fremst teir báðir innanhýsis dystirnir, sum fara at greiða tann spurn- ingin. Eftir 21 vunnin sett á rað fingu fuglfirðing- ar ein hvøkk leygar- dagin, og tó at teir vunnu dystin á Fram, so kann avrikið hjá havnarmonnunum geva hinum liðunum orsøk til eitt sindur av optimismu MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Í seinasta dystinum í grundspælinum fekk ÍF loksins mótstøðu. At teir als ikki hava fingið nakra mótstøðu und- anfarnu sjey umførini, er kanska at taka dekan ov rívan til. Men í øllum førum hevur hon ongan tíð verið somikið treisk og hørð sum tann, ið Fram gav teimum leygardagin. Fuglfirðingar vóru ann- ars nakað skerdir undan dystinum, tí ein av avgjørt sterkastu leikarunum, Rúni Weihe, sat uttan fyri við skaða. Rúni hevur sum kunnugt áður spælt við Fram, og tað tóktist eisini so, at havnarmenninir veru- liga vóru uppsettir at vísa, at teir eisini kundu standa seg sjálvir. Frá fyrsta bóltinum royndu teir at leggja trýst á fuglfiriðingarnar, og eina løtu eydnaðist teimum eisini verluliga at senda oddaliðið eftir hæli. Fugl- firðingar fótaðu sær tó somikið væl, at teir fingu skapt spenning um fyrsta settið, sum Fram tó tók, men næstu ferð vóru fugl- firðingarnir so omaná. Fram hevði tó ikki hug at geva seg. Teir vunnu triðja, men taptu fjórða sett, soleiðis at neyðugt gjørdist við avgerandi javnbrótar- anum, men her var orkan uppi. Kanska eisini tí sálarliga barlastin hjá ÍF við sjey sigrum á rað hevur verið tað pettið betri enn hjá Fram. Í øllum førum vunnu teir hetta seinasta hampuliga trygt, og halda soleiðis fast um fulla stigatalið. Mjølnir fær trúnna aftur At Fram tapti viðførdi so eisini, at klaksvíkingar fingu møguleika at koma upp á næst fremsta plássið, og hetta hendi uttan stór- vegis hóvasták. Fleyr var á vitjan, og her var ongan tíð nakar sum helst spenn- ingur. Samanlagt vunnu havnarmenninir bert fatur á 35 bóltum, og tað sigur helst tað, sum sigast skal, um yvirvágina, sum Mjøln- ir hevði. Eitt er, at tað hjá Mjølnir mundi kennast gott, at teir soleiðis skræddu seg leysar frá Fram. Annað - og ikki minni fløvandi – mundi vera spennandi dysturin á Kambsdali. Hann vísti í øllum førum, at við rætta hugburðinum, so ber til at skala fuglfirðingarnar nak- að, og hóast teir vónandi fáa Rúna inn aftur á liðið nakað skjótt, so er einki at ivast í, at hetta hevur skapt eitt lítið vet av spenningi aftur í kappinga, sum annars longu hevur tóktst avgjørd. Tað stendur púrasta javnt So fekk ÍF mótstøðu Tvørakvinnur vóru sera sannførandi, tá tær rætt og slætt vundu burtur úr Drátti, sum annars plagar at standa seg heilt væl á Giljanesi Fuglfirðingar vunnu sum væntað oddadystin móti Fram, men tað stóð nógv meira á, enn tað hevur gjørt í nøkrum øðrum dysti hjá oddaliðnum C M Y K 24 Nr. 243 - 18. desember 2002 25 Tunnilin fer at skapa møguleikar og fleksi- bilitet. Vinnulív og borgarar hvør í sín- um lagi kunnu leggja síni egnu ferðaviður- skifti til rættis. Hann verður ein avbjóðing fyri vinnulívið í Vág- um, bæði tí vinnan í størri mun enn áður kann bjóða seg fram á restini av meginøk- inum, og tí vinnan má vænta at fáa størri kapping. Hetta er ein søguligur dagur. Landi og fólki at frama segði Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður tá Vága- tunnilin alment varð latin upp 10. desemb- er. Vit prenta hesa søguligu røðu VÁGATUNNILIN Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Menniskjan hevur altíð livað undir náttúruskaptum fortreytum, sum av-marka virkisfrælsið. Firðir og sund, herðar og fjøll hava frá gamlari tíð virkað forð- andi fyri samskifti millum fólk. Mannalyndið er tó háttað so, at flestu taka forðing- arnar sum eina avbjóðing. Tí hava okkara forfedrar búleikast á hesum oyggj- um. Hava ferðast millum bygda, treiskast móti veðri og vindi. Hava livað og virkað, hóast mangan bald- rut og fátæksligt. Henda íborna drívmegin er grundarlagið undir hug- flogi og virkisfýsni, sum hevur lagt lunnar undir verkætlanum, sum broyta náttúrugivnu fortreytirnar, minka um forðingarnar og lætta um møguleikarnar fyri samferðslu og sam- skifti. Og tað eru ótald dømi eru um hetta. Her á landi er útbygging- in av vega- og samferðslu- netinum í sjálvum sær prógv um, at vit hava sæð møguleikarnar heldur enn bara vansarnar. Hóast vit soleiðis áhald- andi hava betrað um sam- ferðslumøguleikarnar farnu ártíggini, so vóru flestu fyri mansaldri síðani samd um, at fast samband um Vest- mannasund var so stórur biti fyri landsbúskapin, at hetta í minsta lagi mátti skýrast sum luksusprojekt. Kanska var hesin hugburð- ur partur av vanahugsan, men nakrir vóru, sum hildu á og fleiri ymiskar verk- ætlanir sóu dagsins ljós undan hesari. Nú vit eru savnað her, eiga vit at ásanna, at veru- leikin gjørdist øðrvísi og ikki minst betri. Nú opna vit fyrsta undirsjóvarsam- band í Føroyum - ein verk- ætlan, sum hevur víst seg at vera burðardygg, bæði tekniskt, umhvørvisliga, fíggjarliga og samfelagsbú- skaparliga. Tað gekk tó rúm tíð frá, at hugskotið um fast sam- band um Vestmannasund spratt í huganum á fram- skygdum fólkum, til vit í dag standa her við tunn- ilsmunnan, sum um skamma stund verður tikin alment í nýtslu. • 1978: Vilhelm Nielsen og Haldor Hansen sáli hava uppskot heingibrúgv. • 1979: Carl Bro ger uppskot fyri landsstðrið um brúgv • 1978/1979: Mikkjal Helmsdal, sáli, sá og kunnaði seg um Vardø- tunnilin. Bað Heina Olsen kanna møguleikar í Føroyum fyri undir- sjóvartunlum, m.a. undir Vestmannasundi. • 1980: Landsverkfrøðing- urin ráddi løgmanni til at fara undir kanningar í Føroyum. Sama ár ger Landsverkfrøðingurin uppskot til ymiskar linju- føringar undir Vest- mannasundi. • 1986: Felagskommununi í Vágum biðir Anfinn Setberg gera uppskot til fast samband um Vest- mannasund. Sama ár søkir felagskommunan landsstðrið um fígging. • 1987: Felagskommunan í Vágum bíleggur undir- sjóartunnil frá Selmer Furuholmen. • 1988: Landsstðrið ger av, at prosjektábyrgd og – leiðsla skal liggja hjá LV. Sama árið verður farið undir arbeiðið uppá verkætlanina. • 1989: Tá klárt var at skjóta fyrsta skotið, verður arbeiðið steðgað av fíggjarligum ávum. • 1998: VMR ger í sam- starvi við LV og SL cost- benefit kanning av føst- um sambandi um Vest- mannasund. Notatið verður eisini sent Føroya Løgtingi. • 1998 Okt.: Eykajáttanar- lóg gevur landsstýris- manninum heimild at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera fast samband um Vest- mannasund. • 2000: Við løgtingslóg frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmanna- sund samtykkir Løgting- ið, at farast skal undir verkætlanina, og fyrsta skot verður sprongt í 28. september 2000. • 10. januar í ár varð so skotið ígjøgnum. • 10. des. 2002: Fasta sam- bandið verður tikið í nýtslu. Politiskt varð gjørt av at lata P/F standa fyri verkætl- anini, og at rakstrarkostn- aðurin og partur av íløgu- kostnaðinum skuldi fíggj- ast við bummgjaldi. Hesin hátturin at fremja verkætl- anir er nýggjur í Føroyum, men er royndur við góðum úrsliti í grannalondunum. Eg haldi, at tað hevur víst seg, at partafelagsformurin hevur virkað væl í hesari verkætlanini, ikki minst tá hugsað verður um fíggjar- ligu støðuna, tá avgjørt varð at fara undir verkætl- anina. Eg eri sannførdur um, at hevði partafelagsformurin ikki verið nýttur, hevði verið ivasamt, um farið varð undir verkætlanina tá. Undir øllum umstøðum høvdu vit ikki staðið her í dag, tí ikki var rúm fyri at játta meira enn 20 mió kr. árliga til verkætlanina fyrstu árini. Eg fari vegna landsstýrið at takka einum samdum løgtingi fyri at árligu játt- anin til partafelagið. Uttan hesa vælvild og stabilitet í løgtingsviðgerðini, so vóru møguleikarnir hjá P/F av- markaðir, tá um fígging og útbjóðing ráddi og harvið verkætlanini allari. Eg vil eisini nýta høvi at takka nevndini í P/F, Klæ- mint Weihe, form., Bergur í Garði, Oyvindur Brimnes, Jens Kári Vilhelm og Heri Hammer, fyri eitt dygdar- arbeiði. Tit hava í verki víst, at til ber at loysa upp- gávur av hesum slagi í okk- ara fámenta landi. At tilber at fremja verkætlan á ótradionellan og skilagóðan hátt. Eisini eina tøkk til stjóran í felagnum, Dávur Reinert Hansen og hansara starvsfólkum. Eisini vil eg takka Lands- verkfrøðingsstovninum, sum hevur verið við til at fyrireika og góðkenna verkætlanina, og hevur havt tunnilseftirlitið um hendi. Eisini skulu entrepre- nørur og undirentrepenørar og ráðgevarar hava tøkk fyri vælaarbeiði. Arbeiði, sum er liðugt meira enn hálvt ár áðrenn upprunaliga mett. Men einki arbeiði verður framt uttan verka- mannin, handverkaran, sjaførar, arbeiðsformenn og hjálparfólk annars. Henda verkætlan, henda tunellin, er í síðsta enda tykkara verk. Uttan tykkara ar- beiðs- og dugnasemi var einki at hátíðarhalda. Tí skal eg vegna landsstýrið eisini veita tykkum eina hjartans tøkk. Eisini fari eg at takka Brunaumsjónini, Kommun- urnar í Kvívík og Sanda- vági og annars eisini vága- fólkum og øllum øðrum, eingin nevndur eingin gloymdur, fyri góðan stuð- ul. Vit standa í dag við eitt vegamót, har vit siga far- væl við gomlu sjóvegis farleiðini um sundið, og bjóða nýggju farleiðini vælkomnari. Eg rokni tó við, at vága- fólk taka undir við mær, tá eg fari at senda eina ser- staka tøkk til manningarnar umborð á teimum skipum, sum hava røkt farleiðina um Vestmannasund. Tíðliga í farnu øld brutu menn úr nýggjum og sóu møguleikar í regluligum sjóvegis sambandi um sundið. Sum vit sóu í SvF, so vóru tað familjan hjá Sam og Alfredi Olsen, sum trúliga í mansaldrar røktu leiðina. Hetta varð gjørt við nærlagni. Tíverri eisini við persónligum kostnaði. Vit eiga øll at takka hesi fa- milju fyri teirra lut í sam- ferðsluni um Vestmanna- sund. Síðani SL yvirtók leiðina, hevur familjan eis- ini starvast á strandfara- skipunum, so tað er óivað við farra av sorgblídni, nú leiðin verður niðurløgd, at tey hjá Alfredi Olsen mugu troyta aðrar virkisleiðir Tey, sum annars hava starvast umborð á SL-skip- unum, hava verið ótroytti- lig, og havi eg sum lands- stýrismaður bara hoyrt gott um tykkara innsats, bæði tíðliga sum seint. Tit kunnu vera vís í, at orsøkin til, at man er farin undir hesa verkætlan er ikki ónøgd við tykkara arbeiðið, tvørturímóti. Nýggj tøkni verður framhaldandi ment, sum fremur broytingar. Eisini á tunnilsøkinum. Tykkara innsatsur um sundið verður seint gloymdur. Lýta vit frameftir, eri eg ikki í iva um, at tunnilin verður ein stórur fyrimunur fyri fólkið í landinum, ikki minst fyri vágafólk. Tunnilin fer at skapa møguleikar og fleksibilitet. Vinnulív og borgarar hvør í sínum lagi kunnu leggja sína egnu ferðaviðurskifti til rættis. Ein avbjóðing fyri vinnu- lívið í Vágum, bæði tí vinn- an í størri mun enn áður kann bjóða seg fram á restini av meginøkinum, og tí vinnan má vænta at fáa størri kapping. Hetta er ein søguligur dagur. Landi og fólki at frama. Lat okkum taka móti møguleikunum og avbjóð- ingunum við opnum sinni. Vágatunnilin fer at skapa møguleikar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður letur fyrsta undirsjóvartunnilin í Føroyum upp fyri almennari ferðslu Mynd Jens K. Vang. 25