Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 243 - 18. desember 2002 Nr. 243 - 18. desember 2002 27 Amerikanarar í Irak Amerikanska stjórnin vil ikki gera viðmerkingar til tíðindi úr Turkalandi um, at amerikanskir hermenn eru í tí partinum av Norðurirak, sum er undir kurd- iskum eftirliti. Turkiska sjónvarpið vil vera við, at amerikanarar hava flutt útgerð inn um irakska markið, og arabiska sjónvarpsstøðin Al-Jazeera sigur, at 50 amerikanskir lastbilar hava teir seinastu dagarnar flutt herútgerð frá støðum í Turkalandi til leiðir í Norðurirak. Al-Jazeera veit eisini at siga, at 500 servandir amerikanskir hermenn venja einar 2.000 kurdiskar hermenn, og at fleiri amerikanskir hermenn eru á veg til tær norðaru leiðirnar í Irak. USA hevur fyrr nýtt turkiskar flogvallir til eftirlitsflúgving í Irak, og amerikanska stjórnin hevur eisini biðið Turkaland um loyvi at nýta flogvallirnar í einum møguligum álopi á Irak. Friðarsáttmáli í Kongo Umboð fyri myndugleikarnar, uppreistrarfelags- skapir og ta politisku andstøðuna í Kongo samdust gjáranáttina um at skriva undir ein friðarsátmála, sum skal gera enda á borgarakrígnum, sum nú hevur vart í fýra ár. Sambært sáttmálanum, sum varð undirskrivaður í Pretoria í Suðurafrika, verður Joseph Kabila sitandi í forsetaembætinum tvey ár afturat, og síðani skal val verða. Valið verður tað fyrsta í Kongo, síðani landið fekk sjálvsstýri frá Belgia í 1960. Hesi bæði árini skal Kabila hava fýra varaforsetar. Tveir teirra skulu umboða uppreistrarfelagsskapirnar og ein ta politisku andstøðuna. Hjálparfelagsskapir halda, at borgarakríggið í Kongo hevur kostað meiri enn tvær milliónir mannalív. Tey flestu eru deyð í hungri, tí borgarakríggið hevur oyðilagt landbúnaðarjørðina og forðað matvøruflutningi uttaneftir. Mbeki afturvaldur Thabo Mbeki heldur fram sum formaður í suður- afrikanska stjórnarflokkinum ANC. Mbeki varð afturvaldur á floksfundi fyrrakvøldið. At tann 60 ára gamli formaðurin varð afturvaldur kom ikki óvæntað, tí einki annað valevni var. Um hálvtannað ár verður val í Suðurafrika, og hildið verður, at ANC fer at vinna greiðan meiriluta. At Thabo Mbeki heldur fram sum formaður ber helst í sær, at hann verður sitandi í forsetastólinum til 2009. Fleiri morð og neyðtøkur Hagtøl hjá amerikansku samveldisløgregluni FBI vísa, at talið á morðum, neyðtøkum og stuldri veksur í USA. Ein uppgerð fyri fyrra hálvár í ár vísir, at løg- reglan fekk 1,3 prosent fleiri fráboðanir um brots- verk enn í sama tíðarskeiði í fjør. Talið á morðum vaks 2,3 prosent, neyðtøkurnar vóru 1,8 prosent fleiri í tali, og talið á innbrotum og bilránum vaks 1,7 prosent. FBI sigur, at samanborið við fyrra hálvár í fjør minkaði talið á ránum 0,4 prosent fyrra hálvár í ár. Eisini vórðu 2,8 prosent færri færri fólk álopin teir fyrstu seks mánaðarnar í ár enn somu tíð í 2001. UTTAN ÚR HEIMI Danska stjórnin hev- ur nú fingið ein formligan fyrispurn- ing úr USA um loyvi at nýta radaran í Thule til ta komandi raketverjuskipanina VERJUSKIPAN Árni Joensen USA hevur nú biðið Dan- mark um loyvi at nýta radarstøðina í Thule til ta ætlaðu rakettverjuskipan- ina. Samstundis hava bretar fingið sama fyrispurning, tí har ætla amerikanarar at nýta radarstøðina í Fyling- dale. Uttanríkis- og trygdar- politiska nevndin hjá grøn- lendska Landstinginum viðgjørdi amerikanska fyri- spurningin sunnudagin, og í gjár var spurningurin til viðgerðar í uttanríkispolit- isku nevndini hjá Fólka- tinginum. Samstundis hevur ný- valdi grønlendski lands- stýrismaðurin í uttanríkis- málum, Josef Lotzfeldt, fingið innbjóðing um at taka lut á einum fundi, sum Per Stig Møller, uttanríkis- ráðharri fer at hava við Clon Powell, uttanríkisráð- harra í Washington í dag. Sambært danska blað- num Information hava amerikanarar biðið um loyvi at útbyggja radaran í Thule, so hann kann verða liður í einari skipan, sum skal verja USA ímóti rakettálopum úr Miðeystri og Norðurafrika. Amerikanskir fangar, sum vórðu dømdir til deyða, men seinni fríkendir, royna nú at fáa myndugleikarnar at taka deyðarevsing- ina av DEYÐAREVSING Árni Joensen Seinasta vikuskiftið hittust umleið 40 fangar, sum fyrr hava sitið á deyðsgongini í amerikanskum fongslum. Á einum lærdum háskúla í Chicago skipaðu teir fyri einum fundi, hvørs enda- mál var at vísa teimum deyðadømdu í statinum Illinois stuðul. Guvernørurin í Illinois, George Ryan, umhugsar í hesum døgum, um hann skal broyta dómarnar hjá teimum 142 fangunum, sum eru dømdir til deyða, og sum bert ganga og bíoa eftir at verða avrættaðir. Guvernørurin fer úr em- bætinum tann 13. januar, og fundurin í Chicago varð skipaður til tess at eggja guvernørinum til at ógilda allar deyðadómarnar og at broyta teir til lívlanga fongsulsrevsing ístaðin fyri. George Ryan, guver- nørur hevur fleiri ferðir funnist at deyðarevsingini, sum fleiri amerikanskir statir framvegis hava. Hann vísir á, at í nítiárunum varð fleiri ferðir komið eftir, at fólk høvdu fingið deyða- dóm, sjálvt um tað seinni vísti seg, at tey vóru ósek. Hetta hevði við sær, at síðani januar í 2000 er eingin fangi avrættaður í Illinois. Síðani deyðarevsingin varð sett aftur í gildi í USA í 1976, eru meiri enn hundrað deyðadømdir fangar slopnir leysir, tí tað vísti seg, at teir vóru ósekir. Kanska eru tað ikki níggju, men tíggju gongustjørnur í okkara sólskipan. Í hvussu er verður nú leitað eftir teirri tíggjundu RÚMDIN Árni Joensen Kanningar hjá bretskum og argentinskum vísinda- monnum benda á, at okkara sólskipan hevur kanska tíggju gongustjørnur og ikki bara tær níggju, sum vit vita um. Vísindamenninir halda, at tann tíggjunda gongu- stjørnan kann vera 60 ferðir so langt frá sólini sum Jørðin. Teir halda, at hon er til støddar sum Jørðin, og teir halda tað ikki vera óhugsandi, at okkurt slag av lívi er har. Sum er er Pluto tann ytsta gongustjørnan í okk- ara sólskipan. Hon er eisini tann minsta av gongu- stjørnunum og er eitt nú minni enn mánin. Fleiri vísindafólk halda, at Pluto er ikki ein vanlig gongu- stjørna, men heldur tað størsta himmallikamið í tí sonevnda Kuiper-beltinum, men kortini eru tað fá, sum halda tað vera rætt at taka gongustjørnuheitið frá Pluto. Annars hava vísindafólk gjørt fleiri "fund" úti í sólskipanini í seinastuni. T. d. funnu tey í heyst eitt 1300 kilometrar stórt himmallikam, sum hevur fingið heitið Quanar, og sum er tað størsta himm- allikamið, sum er funnið í okkara sólskipan, síðani Pluto varð funnin í 1930. Quanar nýtir 288 ár til eina rundferð um sólina og er 6,5 milliardir kilometrar burturi. Leita eftir ókendari gongustjørnu Deyðadømdir í bardaga ímóti avrættingum USA skal nýta Thule-radaran til rakettverjuskipanina Lógarbroytingar í 1999 viðvíkjandi trygdarkrøvunum til sjófólk høvdu við sær, at neyðugt bleiv hjá sjófólki, sum tóku trygdarprógv frá 1990 til 1997 at endur- nýggja síni prógv. Talan var um 1.500 fólk, men einans 300 hava tikið kravdu endurnýggjanina TRYGDARSKEIÐ Solby A. Eliasen Klaksvík: Sum støðan er nú, so hava einans 300 av teimum umleið 1.500, sum tóku trygdarskeið í tíðar- skeiðinum 1. oktober 1990 til 1. oktober 1997, fingið teirra prógv endurnýggjað. Sostatt kann talan verða um eini 1.200 sjófólk, strangt tikið, sum ikki hava loyvi at sigla, um tey ikki tekna seg til innan 1. januar. Í kunngerðini frá mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk stendur, at øll prógv fyri góðkent trygdarskeið, tikin áðrenn 1. oktober 1997, skulu verða endurnýggjað innan 1. oktobur 2002. Men tá tíðarfreistin var um at vera úti, samdust tey á Trygdarmiðstøðini um at longja freistina tríggjar mánaðar, til 1. januar 2003. Men nú eru bert 14 dagar eftir og tað eru ikki nógv, sum hava meldað til. Ynski hjá Trygdarmið- støðini er fyrst og fremst at fáa bíðilistan, sum er, vekk sum skjótast, men tað letur ikki til, at tað fer at eydnast teimum. Heldur tvørtur- ímóti. Tí fylgjurnar fyri ikki at tekna seg til endur- nýggjan innan 1. januar eru, at viðkomandi dettur niður í tann frammanundan langa bíðilistan til grund- skeiðið, sum hevur eina bíðitíð upp til hálvtannað ár. Trygdarmiðstøðin sendi eitt tíðindaskriv út í sep- tember, har gjørt varð vart við at tey høvdu longt tíðar- freistina, men tað hevur ikki fingið fólk at streyma til við ynski um endur- nýggjan. – Tað er undrunarvert, at sjófólk ikki síggja álvaran í hesum og tekna seg til. Tí um ein sjómaður ikki hevur teknað seg til endurnýggjan av sínum trygdarprógvi innan 1. januar, so missir hann fyri tað fyrsta rættin til at kunna endurnýggja prógvið og má taka alt um- aftur. Hann dettur niður í bíðilistan, sum telur umleið 780 fólk og bíðitíðin er long – upp til hálvtannað ár. Og eitt prógv, sum ikki líkur galdandi treytir, fær hann ikki nýtt til nógv, verður sagt frá Trygdarmið- støðini. Tey duga ikki at siga, hvør orsøkin til væntandi áhugan er, men tey vita, at í Íslandi hava tey líknandi trupulleikar. Har tekna fólk seg til, men tá tað so kemur til stykkis, so hava tey alskyns umberingar fyri ikki at møta. Við einum trygdarskeiðs- prógvi, sum ikki lýkur galdandi treytir, er ikki loyvt einum sjófólki at sigla. Ein onnur broyting er eis- ini farin fram á prógvunum. Øll, sum hava tikið prógv eftir 1. oktober 1997, eiga at hava eina STWC 95 átekning. Men tey prógvini, sum eru útskrivað innan januar 2000 hava ikki ta neyðugu STWC 95 átekningina, men hon fæst við at venda sær til Trygd- armiðstøðina í Klaksvík. Frá Trygdarmiðstøðini verður sagt, at fólk kunnu tekna seg til endurnýgging- arskeiðið á t-post seasafe@seasafe.fo ella á faxnr. 457197 inntil 1. januar. Mánakvøldið var jólahugni fyri fólk eldri enn 60 ár í hølunum hjá Hvannasunds Arbeiðsmannfelag. Eini 40 til 50 eldri fólk hugnaðu sær, prátaðu og sungu afturvið eini betri máltíð, sum Elisabeth Nybo av Viðareiði hevði staðið fyri JÓLAHUGNI Solby A. Eliasen Norðdepil: Tað er Mamy Dahl Sørensen av Viðar- eiði, sum tók stig til at skipa fyri hesum jólahugn- anum. Hon sigur, at tað er ikki so nógv hjá teimum eldru í bygdunum eystan Múla at ganga til, og tí noyðast tey sum oftast til Klaksvíkar, tá nakað er. Hon byrjaði tí at hugsa um at gera eitt hvørt fyri tey. Og nú tað stundar til jóla, so helt hon, at tað kundi tað sama verða til ein jóla- hugna. Hon setti seg síðani í samband við kommunurn- ar báðar á Viðareiði og í Hvannasundi og spurdi um tær vóru sinnaðar at fíggja tiltakið. – Tað var játtandi svar beinanvegin, sigur Mamy. Hon leggur dent á, at tað er so hugaligt at fara í holt við tílíkt, tá stuðul er fyri tí. Og áhugin millum tey eldru var eisini so avgjørt til stað- ar. Matin stóð Elisabeth Nybo av Viðareiði fyri, og konurnar, sum gingu til handa hetta kvøldið, ar- beiða allar innan eldrarøkt- ina í kommununum báðum á Viðareiði og í Hvanna- sundi. Tey eldru lótu væl at og vóru sera fegin um, at eitt tílíkt tiltak varð gjørt fyri tey. Farið varð til borðið um sekstíðina, og tey sungu og prátaðu nógv. – Hetta er so avbera hugnaligt. Og so er tað eis- ini so høgligt, tí vit sleppa undan at fara til Klaksvíkar, hildu tvær damur fyri. Fleiri av teimum høvdu teknað seg til beinanvegin, sum tey hoyrdu um tiltakið. Og øll sóu út til at hugna sær. Serliga stuttligt var at síggja, hvussu nógvan stuttleika tey fingu burtur úr einum sangi, har tey skuldu reisa seg, tá mánað- urin tey fylla í varð nevnd- ur. Sum unglingar lupu tey øll upp hvørja ferð, og lát- urin hoyrdist út um. Mamy Dahl Sørensen sigur, at hon so avgjørt fer at umhugsa at skipa fyri einum líknandi tiltaki aftur. 1.200 sjófólk kunnu missa siglingarloyvið Áhugin millum føroysk sjófólk at endurnýggja teirra trygdarprógv og har við lúka galdandi trygdartreytir vísir seg ikki at vera stórur. Evsta mark fyri at tekna seg til er 1. januar Mynd: Trygdarmiðstøðin Jólahugni eystan Múla Tey eldru omanfyri 60 ár fingu eina sera hugnaliga løtu saman í hugnaligu hølunum hjá Hvannasunds Arbeiðsmannafelag mánakvøldið C M Y K 27 26